Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. februar 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 24 - 4. februar 2005 VIÐMERKINGAR Samstarv heldur enn isolatión Poul Michelsen Danmark og Føroyar fara nú hvør sín veg, teir til Brússel og vit í løg- tingið. XA Valevni Fólka- floksins Jógvan á Lakjuni Fólkatingssessirnir skulu nýtast til at upplýsa og kunna um okkara viðurskifti uttanlands. Tað hevur sera stóran týdning í strevi okkara fyri størri uttanríkispolitiskum heimildum og sjálvræði. XA Valevni Fólka- floksins Jákup Mikkelsen Vit vilja brúka fólka- tingssessin til at tryggja góðan avtalur í samband við útbúgvingar til tey ungu og heilsuviðgerð til tey sjúku. XA Valevni Fólka- floksins Tummas í Garði fólkaflokkurin Vit skulu hava samstarv við donsku stjórnina heldur enn provokerandi fyrispurningar. Altjóða samstarv er sjálv lív- æðrin innan alla nútím- ans heilsutænastu. XA Valevni Fólka- floksins VAL05 Størri ávirkan og ábyrgd VAL05 Veljið skilagott Góðar avtalur VAL05 VAL05 Jenis av Rana Í bløðunum síggjast um daganar lýsingar frá kvinnu, ið bjóðar sær at hjálpa føroyingum gjøg- num m.a. clairvoyance. Fyrr í vikuni var eisini í Sosialinum grein um hesa kvinnu og virksemi henn- ara. Tá hon førðir fram, at clairvoyance hevur við tað andaliga at gera, so er tað rætt, tí her er veruliga talan um andaligar heimin, men tíverri ta skeivu síðuna. Í clairvoyance er tú inni á øki hins ónda, og har fótar tú tær ikki, tú hevur ongan møguleika, tú fer at liggja eftir á sum offur fyrr ella seinni. Tey eru mong, sum hava bøtt bæði við heilsu og lívi sínum, eftir at hava latið seg lokka at taka lut í clair- voyance og líknandi. Hetta verður framstillað sum nakað harmleyst, men talan er í veruleikanum um deyðans alvor. Sporini eftir seinastu vitjanina hjá hes- um clairvoyanti, sum nú bjóðar seg fram aftur her heima hjá okkum, eru tey somu oyðileggjandi, sum kennast aðrastaðir frá. Gud ávarar ímóti! Sambandið millum Gud og clairvvoyance er greitt. Aftur og aftur varðar Hann gjøgnum Bíbliuna móti tílíkum, biður okkum halda okkum frá tí og frá slíkum, ið fáast við slíkt. Ja, Hann biður fólk sítt beinleiðis um at beina tey, ið fáast við slíkt, burtur úr landi sínum. Hann fellur eirindaleysan dóm yvir hesi, og minnir á hvussu hann sjálvur, gjøg- num sítt offur og síni sendiboð, ynskir at verða hjálpari og vegleiðari hjá børnum sínum. Royndirnar mong hava upplivað (vælskrivaðar bøkur eru um hetta), eftir at hava latið seg lokka til at luttaka í clairvoyance, eru ræðuligar. Tey upplivdu, sum Bíblian eisini klárt sigur frá, at tað var ikki Gud, men mótstøðumaður hansara og andar hansara, sum tey vórðu lokkaði í samband við, og mong mistu bæði førleika og enntá lívið í hesum óhugnaliga leiki. Byrjar sum spæl endar í deyðans álvara! Hjá mongum byrjar tað sum spæl, kanska av berum forvitni, men spæl ikki við tað, ið Gud staðiliga varðar ímóti! Tá Gud varðar móti hesum, so er tað, tí Hann elskar okkum og ikki ynsk- ir at vit skulu enda í klørn- um mótstøðumansins, sum jú hevur eittans endamál- at oyðileggja menniskjað. Og í tí ætlan hevur clair- voyance roynst at vera eitt av bestu amboðum hansara. Ein innilig áheitan á hvønn einasta føroying- halt teg frá hesum! Gud ávarar okkum móti tí, og royndirnar hjá mongum eru ræðuligar. Tú verður spaku- liga drigin inn í heim hins ónda, tey, sum tú kemur í samband við og heldur vera tíni kæru, ið eru deyð, eru andar hins ónda. Teir mis- nýta sorg og sakn tín, fara at enda illa við tær, og tá tú vaknar, er mangan ov seint. Gud er ikki við í hesum, tvørturímóti ávarðar Hann móti tí. Hinvegin er Hann hin einasti, sum kann hjálpa tær, um tú longu er vorðin bundin av hesum. Umráðandi er søkja Hann, og at biðja Hann hjálpa tær, áðrenn tú fer ov langt út í kyksendið. Tað er eingin mystikkur í tí hátti Gud nýtir at veg- leiða teg og meg við. Bið Hann leiða teg, og Hann ger tað, tí Hann kennir teg og veit gjølla hvat tær tørvar. Hann vil tær tað besta. Við clairvoyance er júst mósatt - har stendur mótstøðmaður Gud aftan- fyri, og hann og ónda verð hansara hava bert eina ætlan, at oyðileggja teg, til- veru tína og tíni. Men ætlanir Guds eru at tú dagliga skalt kenna Hann og njóta frið, ugga og nær- veru hansara, eisini í svár- astu sorgarløtum. Jenis av Rana Livir nakað fólk so trygt og vart sum føringurin? Man nakað stað verða so trygt hjá børnum at væksa upp í, sum í Føroyum? Er nøkur tjóð so signað sum hin føroyska? Vit kunnu halda á at seta fram spurningar um tað samfelag, vit liva í, og eg ivist ikki í, at svarið fer altíð at verða hitt sama. Landið, okkum unnist at liva í, er framúr vælsignað og vart, av Honum, sum gav okkum tann forrætt at verða borin í heim júst her. Ein forrættur og ein gáva, sum neyvan ber til at skilja til fulnar. Júst tí kenst løgið, at nøkur líta á aðra tjóð ella felagsskapir fyri at kenna seg trygg. Sjálvandi skulu vit samstarva, og tað ong- antíð ov nógv, við aðrar tjóðir og felagsskapir, men at seta álit á slíkar, til trivna og vælferð, er burturvið. Hann, sum skapti hesar stórslignu og ríku oyggjar, fer altíð at vera mentur at verja og haldi uppi tað fólk, ið hann setti og setur at røkja oyggjanar, skapar- verk sítt. Alt gott um danir og friður verið við ES, øðrum felagsskapum og evruni. Men at hava hesi sum trygd og álit kann skjótt vendast til fall. Bert álitið á Hann, sum grundfesti oyggjanar, heldur- og tað um allar ævir. Bíblian letur ongan iva verða um clairvoyance Hví grunda trygd sína á menniskju.... Lasse Klein Bestu heilarnir finnast í høvuðsstaðnum, og tí tykist útvaldi skarin at koma haðani sum nú skal manna nýggja Búskaparráðið. – Ikki eiti á boðskapi, trúði ikki at tað stóð so illa til aðrastaðni í landinum. Fjølmiðlarnir vistu í vik- uni at siga frá at Búskap- arráðið nú var manna, og at ráðið hevði fingið tríggjar nývaldar limir. Felags fyri ráðið er nú hetta, at ráðslimirnir hava fastan bústað í Tórshavn, Hoyvík og Argjum, uttan tann eini sum hevur fastan bústað í Streymnesi, og møguleikin fyri at talan er um politiska setan er eisini til staðar. Landsstýrismaðurin sum valt hevur – hevur syrgt fyri at høvuðsstøðin í nerva- lagnum; yrkisgøgnini í skallanum íð stýrir viti, skili, minni og vilja hjá ráðslimunum eru teir frægastu sum yvirhøvur finnast í Føroyum, og at teir bert finnast í einum ávísum øki í landinum, og at møguleikarnir at finna fólk til ráðið aðrastaðni í landinum als ikki eru til staðar. Ikki eiti á niðurstøðu. Trúði ikki at tað stóð so illa til. VAL05 Búskaparligt vit og skil