fríggjadagur 4. februar 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 24 - 4. februar 2005
13
VIÐMERKINGAR
Ingi Olsen
Vit mugu fáa føroyskan
limaskap í altjóða IWC-
hvalaveiðufelagsskapin
um, soleiðis at vit sjálvi
kunnu tala okkara søk.
XA Valevni Fólka-
floksins
Heðin Zachariasen
Vit vilja virka fyri, at
okkara ungdómur við
síni vitan og førleika
verða ein náttúrligur
partur, sum eisini verður
umboðaður úti í heimi.
XA Valevni Fólka-
floksins
Hanna Jensen
Fólkaflokkurin
Besti grundvøllur fyri
føroyingar uttan mun til
aldur, kyn og sam-
felgsbólk er einar fræls-
ar sjálvstøðugar Føroy-
ar.
XA Valevni Fólka-
floksins
Bjarni Djurholm
Fólkaflokkurin
Fólkaflokkurin er hin
sami. Er, har tað er brúk
fyri honum. Altíð fúsur,
samdur - og tí sterkur og
virðiligur.
Vit
velja
Føroyar, ikki Bruxelles
ella Norðatlantsbólkin.
XA Valevni Fólka-
floksins
Fult sjálvræði
á fleiri økjum
VAL05
Avbjóðingar
Fram móti sjálv-
støðugum Føroyum
Veljið ávirkan
og úrslitini
VAL05
VAL05
VAL05
Sjúrður Skaale
Marjus
Dam
gevur
í
Dimmalætting í gjár fólki
ta fatan, at tann faldari, eg
havi sent í hvørt hús, er
rindaður við almennum
donskum pengum, sum eru
markaðir til arbeiðið á
fólkatingi.
Um hetta hevði verið
rætt, hevði tað verið bein-
leiðis ólógligt, og eg hevði
kunnað verði revsaður fyri
tað.
Eg kann ikki góðtaka, at
Marjus alment leggur meg
undir slíkt lógarbrot. Har
gongur markið — hóast tað
er valstríð.
Faldaran, sum er farin í
hvørt hús, havi eg sjálvur
rindað fyri úr egnum
lumma. Bæði uppseting,
myndir, prent og útbering.
Svar til Marjus Dam
Jacob Vestergaard
Fólkaflokkurin
Fólkaflokkurin vil ávirka danir at viðmæla føroyskum
sjálvstøðugum limaskapi norðurlandaráðnum.
Limaskap í Norður-
landaráðnum
VAL05
Hanna Jensen
Fólkaflokkurin
Hugsjónin
Rákið í Føroyum er, at fólk
sum heild og politiskir
flokkar ynskja størri sjálv-
ræði fyri Føroyar. Einasti
munur er á, hvussu langt vit
tora at hugsa, og hvussu vit
trúgva tað kann gerast
veruleiki, hóast summi
halda, at tey eru einastu,
sum umboða hesa hugsjón.
Og tá so er, má arbeiðast
miðvíst fyri, at fullveldi
fæst fyri Føroyar.
Fólkaræði
Ein sannroynd er, at vit eru
glað fyri fólkaræðið, og
eisini í sjálvstýris/fullveld-
ismálinum má tað virðast.
Meirilutin av føroyingum
má koma til ta niðurstøðu,
sum fleiri longu eru komin
til, at okkara ríkisrættarliga
støða er ein blindgøta, tá
um politik, sjálvbjargni,
íbirting og menning á
vinnuliga økinum ræður.
Samráðing
Tí er samráðing og diplo-
mati vegurin fram. Onkur
kallar tað kallsbergsku
loysnina. Í Folkaflokkinum
hava vit eina sannføring
um, at samráðingarvegurin
er tann best gongdi. Væl
mugu vit læra at gerast
betri og betri diplomatar, so
vit ikki verða tikin á bóli.
Snildi og klárskygni eru
eisini neyðug og harafturat
støðufesti..
Loysnir
Fólkaflokkurin hevur eina
ætlan, sum kann bera á mál.
At reisa mál á Fólkatingi er
ikki nokk! Loysnir á teim-
um ymisku málunum má
vera kravið. Og nú stórmál
sum
Danmark/ES-málið
eru fyri durunum, er neyð-
ugt við einum klókum eyg-
leiðara, sum hevur nógvar
royndir, og sum dugir væl
at samráðast á Fólkatingi.
Stutt sagt: vit hava brúk fyri
einum veruligum diplomati
á Fólkatingi!
Tí má A hava minst ann-
an sessin!
Tí má A hava sessin!
VAL05
Atli Hansen
Valevni fyri
Sambandsflokkin
Kjølfestur í teimum bestu
virðum í okkara fólki ligg-
ur Sambandsflokkurin til
akkers í tryggari legu.
Hann tekur ikki tey stóru
sveiggini, men stendur fyri
tí hóliga og skilagóða og
borgar fyri dygd í teimum
politisku framstigunum.
Soleiðis eisini í arbeiðin-
um innan ríkisfelagsskapin
- á fólkatingi. Umboðini
fyri
Sambandsflokkin
hugsa um føroysk áhuga-
mál og samstarva við aðrar
flokkar í fólkatinginum um
at røkka góð úrslit.
Føroysku loysingarum-
boðini
hava
forkomið
nógvum og lagt gift fyri
nógvum møguleikum - ikki
bara í teirra virki innan
fólkatingsgáttina,
men
kanska serliga í tí fatalu
loysingarsamgonguni
á
Føroya løgtingi, so tað er
meira umráðandi enn nakr-
antíð, at Sambandsflokk-
urin varðveitir fólkatings-
sessin sum verja móti hes-
um ágangi.
Tí er tað eisini meira
neyðugt enn nakrantíð, at
øll sambandsáhugaði - og
gjarna nógv onnur - fara á
val og seta krossin við
Sambandsflokkin.
Hann
stendur fyri tí trygga og
røktini av ríkisfelagsskap-
inum.
Einki kemur av sær
sjálvum. Vit mugu berjast
fyri tí, sum vit hava kært.
Gott val.
Sambandsflokkurin - skapar trygd
við samstarvi
VAL05