fríggjadagur 4. februar 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 24 - 4. februar 2005
Dagurin
4. februar. Veronica. Vit vita einki um hesa halgikvinnu uttan tað, sum halgisøgan sigur, at hon var ein, ið
fylgdist við Jesusi, og at hon á leiðini út til Golgata turkaði sveittan av andliti hansara. Tá ið hon fekk turrklæði
aftur, stóð mynd frelsarans á tí, og tað varð síðani varðveitt sum ein dýrur gripur. Hann varð róptur vera ikon,
sum merkir tann sanna myndin. Harav kemur eisini navnið á halgikvinnuni.
Tøkk
Til øll, ið gjørdu mær dagin so hugnaligan
17.01.05 á mínum 50 ára degi,
vil eg takka fyri.
Kjartan Kjartansson
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá okkara
kæra mamma, vermamma, omma og langomma
Erna Margot Kjærbo
andaðist og varð jarðað.
Tøkk fyri blómur og peningagávur til Missiónshúsið.
Tøkk til prestar, sangarar, kirkjutænarar, heimahjálp
og heimasjúkrasystrar.
Tøkk øll tit, sum ringdu og sum vitjaðu hana
ta seinastu tíðina.
Tøkk fyri hjálpina í Missiónshúsinum.
Tøkk øll tit, sum fylgdu mammu til hennara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Anna, Hans Petur, Fróði og Marita
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Soleiðis plagdi vinmaðurin Hjør-
leif Enni ofta at taka til, tá vit
høvdu verið saman og komið var til
skilnaðarstund. -Komin norður um
fjørð aftur , eftir at hava verið til
eina megnar-jarðarferð , sum júst
varð hildin í hansara anda, - má eg
ásanna , at seinasti partur av hesi
yvirskriftini nú er vorðin til
veruleika.
Eg fari ongantíð at hoyra hann
aftur í telefonini seta mær sín
obligatoriska spurning: "Ert tú líka
forelskaður í konu tíni enn?" - Eg
kann ongantíð aftur ringja til hann
hvønn 5. juni og ynskja honum
tilukku við føðingardegnum, har
tann obligatoriska endareplikkin
var: "Tá ið eg fylli hundrað, tá
kemur tú. Tá verður ordans
veitsla!" - Og so plagdi hann at
leggja aftrat: "Hvat tá! - kommunan
betalir!!"
"Fæ doyr, frændi doyr, tú skalt
doyggja við. - Eitt er tó ið aldrin
doyr, minnið um góðan mann!"
Hetta er leysliga úr "Havamáli",
og er tað so satt, sum tað er sagt.
Tað verður sjálvandi stórur saknur í
Hjørleivi. Fyrst og fremst hjá teim-
um nærmastu. Men sum ein av
abbasynunum segði við meg á veg
heim úr kirkjugarðinum: "Okur
fara at sakna hann Robert, men
okur fara at bera hansara minni
víðari." - Eg má siga, at eg føldi
meg ikki sørt stoltan, tí eg skilti tað
sum, at eg slapp at verða partur av
hesum arbeiði.
Eg kom ikki at kenna Hjørleif
fyrr enn seint í hálvfjerðsunum. -
Vágs klubbi hevði veðragildi í
Framtíðini, og Hjørleif var við. -Vit
3,- Niels Petur Nolsøe , Petur Dahl
Nolsøe og undirritaði høvdu skemt
undir borðhaldinum. - Uttan iva
hevur hetta dámt Hjørleivi væl , tí
tveir dagar seinni fingu vit allir
tríggir
sendandi
tjukka
bók.
"Dictionary of Quotations" - Hetta
er eitt enskt leksikon vi øllum teim
kendastu orðatøkum og orðafell-
um, sum kendir menn og kvinnur
hava sagt gjøgnum tíðina.
Eg hugsi, at tað var her, ið lunn-
arnir vóru lagdir undir vinarlagið
okkara millum . - Mangt er hent
síðan tá. Vit endaðu báðir í bæði
barnasendingum og undirhalds-
sendingum í Útvarpinum ,og
munnu tað vera fá, ið ikki kennast
við navnið Hjørleif Enni í dag.
"Humor ist der schwimm-gùrtel
auf das meer des lebens !"
Hugsi hesi fyndarorð eigur týski
humoristurin Werner Mitsch , sum
Hjørleif ofta endurgav millum
nógvar aðrar. - Og tá ið hann so
hevði sagt hetta á flótandi týskum ,
umsetti hann tað á sín serliga hátt:
"Tú - humor er svimjibeltið á lív-
sins havi! "- Hetta tori eg at siga, at
Hjørleif trúði uppá og livdi eftir. -
Tí heldur ikki hann slapp undan
lívsins beisku síðum. - Fyrst gjørd-
ist hann sjálvur sjúkur av tuberkl-
um á ungum árum, og síðan gjørd-
ist konan Inger (tað vælsignaða
skinn) - álvarsliga sjúk á ungum
árum og endaði í rullustóli. - Men
hetta tók ikki mótið og humørið frá
Hjørleivi. - Hann og Inger gjørdust
ein býarmynd á Tvøroyri, og alla
staðni har tað bar til, hevði hann
Inger við sær, væl hjálptur av
Helga, Birgiri og Tóra við familj-
um, sum eg havi tað gleði at kenna.
Tá ið eg, fyri nú nógvum árum
síðani, fór at bera søgurnar hjá
Hjørleivi víðari, legði eg til merkis,
at tær høvdu als ikki somu ávirkan
á áhoyrararnar sum t.d. tá ið
Hjørleif segði frá. - Hann hevði sín
egna heilt serliga stíl. - Ja, nógvar
av søgunum fullu heilt til jarðar, tá
ið eg ella aðrir søgdu tær. - Tað var
tá ,ið eg fekk hugskotið, at um eg
nú ROYNDI at herma eftir Hjør-
leif, hvussu mundi tað fara at
rigga? - Jú, tað má sigast, at tá gekk
betur, hóast tað lá langt frá "The
original"
Hjørleivi dámdi væl at hoyra
onnur siga frá. Hann spurdi meg
altíð, um eg ikki kundi fortelja
onkra góða úr Vági. Og eini søgu
bleiv hann ongantíð troyttur av at
hoyra. Hann plagdi at spyrja : " Tú!
- hvussu var handan við Hval-
binginum umborð á Polarborg??" -
Nú var tað so, at eg hevði verið ein
túr sum avloysari fyri kokkin á
trolaranum Polarborg. - Ein Hval-
bingur bleiv við at spyrja, nær vit
fingu "HITT" aftur til náttura.
Hann hevði gloymt hvussu tað
kallaðist, men visti at siga, at tað
líktist akkurát tannhjólum. - Tað
vísti seg at vera tartelettir.
"Øll her á fold skuldu havt plikt
til at planta okkurt meðan tey
vóru her. Tey sum ikki gjørdu
tað, skuldu sloppið at lúka í
himmiríki!!"
Hetta segði Hjørleif ofta ,og vísir
tað hansara stóra áhuga fyri øllum
tí ið veksur. Prógvini eru nógv runt
um á Tvøroyri.- Eg visti ikki so
nógv um júst hetta, tá ið hann eina
ferð kom norður til Havnar at verað
við í eini útvarpssending. Eg fór
oman á Smyril eftir honum og á
veg niðan spyr hann, um eg ikki
kann koyra framvið læraraskúlan-
um á Frælsinum. - Jú, tað var gam-
an í, og eg spurdi ikki hvørji ørindi
hann hevði har, og hann kom
heldur ikki við nakrari frágreiðing.
- Komnir áraka skúlan biðjur hann
meg knappliga steðga. Tekur ein
plastikposa og ein saks upp úr
lummanum, loypur út, klippur
nakrar avleggarar av nøkrum runn-
um, og so inn aftur í bilin. - Eg havi
óivað sæð út sum eitt spurnartekin,
so hann skundaði sær at siga, at
soleiðis gjørdi man, tá ið man
skuldi hava nýggjar avleggarar.
Eg kundi skrivað síðu upp og
síðu niður um Hjørleif Enni, men
lat hetta vera nóg mikið á hesum
sinni.
Góða Inger, Helgi, Tórur og
Birgir við familjum. Takk fyri tað
sera virðuligu jarðarferð tit skipaðu
fyri. - Saman við teim vælvældu
orðunum hjá Ólavi Rasmussen
presti, tori eg at siga, at hetta var
júst í Hjørleivsa anda.
Lat meg enda við hesum fátæku
orðum:
So mangan í huga vit fóru á flog
og reikaðu leingi og víða
tú stýrdi , og eg havi onki boð
hvør hægri enn tú kundi ríða.
Heilsan
vinur tín Robert
»Okur síggjast , – um ikki her
so hinumegin!«