fríggjadagur 4. februar 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í gjár, hósdagin 3. februar,
varð Jóhannus M. Sol-
munde í Søldarfirði 80 ár.
Føðingardagurin varð hetta
kvøldið hildin í Elim í
Søldarfirði, har tað var opið
hús.
Jóhannus er ættaður úr
Søldarfirði, og har hevur
hann búð mest sum alla
sína tíð. Hann er úr Byrgin-
um. Foreldrini hjá honum
vóru Hanna, sum var ættað
úr Æðuvík og vaks upp í
Byrginum, og Hans Marius
Solmunde. Jóhannus var í
miðjuni av fimm systkjum:
Petur, sum búsettist í No-
regi, Ebba, sum býr í
Klaksvík, Jóhannus, Sól-
arn, sum búsettist í Syðru-
gøtu og Jonnhild, sum búði
í Søldarfirði. Sólarn og
Jonnhild eru ikki á lívi
longur.
Hanna doyði í 1933. Tá
var hon bara 28 ára gomul.
Hans Marius giftist upp-
aftur við Lenu Niclasen úr
Sørvági, sum sat einkja í
Søldarfirði. Hon hevði
verið gift við beiggja Hans
Marius, Sámal Peturi, sum
fórst við Immanuel í 1932.
Tá sat Lena sum 22 ára
gomul einkja við trimum
børnum - Oda og Arne,
sum bæði búsettust í Klaks-
vík, og Hjørleif, sum bú-
settist á Tvøroyri. Lena og
Hans Marius fingu fimm
børn: Sámal Petur, sum bú-
settist í Noregi og doyði
fyri ikki so nógvum árum
síðani, Ansa og Selma, sum
búgva í Søldarfirði, Sofus,
sum búði í Noregi og doyði
ungur av vanlukku og
Hasla, sum býr í Klaksvík.
Í Byrginum hjá Lenu og
Hans Mariusi vóru altso
míni børn, tíni børn og
okkara børn. Trettan í alt,
og tey yngru vórðu fødd
eftir at tey elstu vóru farin
út.
Jóhannus var á yngru
árum okkurt skifti til skips,
og so var hann nógv hjá
Peri Uppi í Toft, sum seinni
gjørdist verfaðir hansara.
Per hevði grísar, og Jóhann-
us passaði teir. Eftir kríggið
var hann til skips við Peri,
sum førdi Thor, sum Sørin
Nielsen í Sørvági átti, og
sum Per Uppi í Toft førdi.
24. september í 1947
giftist Jóhannus við Noomi,
fødd Rasmussen og dóttur
til Poulinu og Per Rasmus-
sen Uppi í Toft.Tey bæði
fóru stutt eftir at tey vóru
gift til Íslands, har tey í
fleiri ár arbeiddu á einum
bóndagarði.
Tá ið tey vóru komin
aftur til Søldarfirðar, fór
Jóhannus undir sítt lívsyrki,
sum var at koyra bil. Hann
átti og koyrdi hýruvogn og
seinni
lastbil.
Bilarnir
keypti hann frá sváginum,
Rósingi Rasmussen, sum
tíðliga í tíðini fór at selja
bilar á Skálafjørðinum.
Jóhannus var tann fyrsti,
sum keypti Studebaker
lastbil. Tað var fyrst í seksti
árnum. Hann var tann
fyrsti, sum keypti Toyota
Crown persónbil, og í 1966
keypti hann fyrsta Scania
Vabis lastbilin. Jóhannus
koyrdi lastbil øll árini, tá ið
nógvu og stóru útbygging-
arnar vóru í Eysturoynni.
Tá ið Jóhannus hevði fing-
ið
sær
lastbil,
koyrdi
Noomi í fleiri ár hýruvogn.
Alla sína tíð hevur Jó-
hannus havt serliga góðan
hug at fáast við bóndaskap
og seyð. Svágur hansara,
Rasmus, var bóndi í Toft.
Rasmus koyrdi gravkúgv
og var við í fleiri útbyggin-
um eitt nú í Norðoyggjum,
Mjørkadali og Sandoynni.
Tá ið bóndin var burturi,
var tað Jóhannus, sum tók
sær av garðinum. Tá ið
Sámal Jákup Lamhauge,
sum hevði havt garðin í
Útbø, ikki var meiri, tók
Jóhannus sær í fleiri ár av tí
festinum.
Noomi og Jóhannus eiga
fýra børn: Marjun býr í
Saltnesi, Poula býr á Glyv-
rum, Páll býr í Søldarfirði,
og Anita býr á Argjum.
Abbabørnini eru trettan, og
tað eru fleiri komin í næsta
ættarliðnum.
Nr. 24 - 4. februar 2005
15
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 15. februar hava hjúnini Lis og
Zacharias Zachariassen í Norðragøtu verið gift í
25 ár. Dagurin verður hildin í Bygdarhúsinum í
Leirvík leygardagin 19. februar, har opið hús
verður frá kl. 16 til 22.
Prógv
28. januar 2005 fekk Gunnvá Sofía Nielsen,
Saltangará, prógv sum pedagog á Jydsk Pædagog
Seminarium í Århus.
Beinta Ejdesgaard av Eiði hevur tann 31/1 lokið
prógv sum ídnaðarlaborantur á Laborantskúlanum
í Keypmannahavn. Eitt ára starvsvenjingartíðina
hevur hon starvast hjá Statens Serum Institut í
Keypmannahavn.
Irdi Dalsgaard, Skopun hevur lokið prógv sum
sjúkrarøktarfrøðingur á Vejle-Amt sygepleyeskåle.
Hon bleiv avlærd 28 februar.
Jóhannus Martin Solmunde 80 ár