fríggjadagur 4. februar 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 24 - 4. februar 2005
Gøtumaðurin Jákup
Sigurð Strømsten hevur
sum arbeiði at kanna
sveisingar. Hetta
arbeiðið førdi hann út á
tann stóran oljupallin
Kristin, sum skal latast
eigarunum 25. mars
FØROYSK
OLJUVINNA
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
– Eg havi sjálvandi ikki
bygt henda stóra fram-
leiðslupallin púra einsa-
mallur. Men tað er kortini
hugaligt at kunna líta aftur
á og kunna siga, at eg eisini
var við til at byggja Kristin-
pallin, sigur Jákup Sigurð
Strømsten.
Hann er ein av mongum
føroyingum, sum hava valt
starvsøkið sítt innan olju-
vinnuna.
Jákup
Sigurð
hevur fyri tað mesta arbeitt
í Noregi, men eisini í Før-
oyum ger hann ymisk ar-
beiðir innan sítt øki.
Høvuðsuppgávan
hjá
honum hevur verið at gera
kanningar av sveisingum,
m.a. umborð á Kristin-
pallinum – hesum stóra
oljurisanum, ið kostar 5,5
milliardir krónur og vigar
um 70.000 tons.
Arbeiðið við pallinum er
komið so væl áleiðis, at
hann skal latast eigarunum
í næsta mánaði.
- Jú, tað hevur verið
stuttligt at verið við í bygg-
ingini, sigur Jákup Sigurð
Strømsten.
Skifti hest
Tað hevur kortini ikki altíð
staðið oljuvinna ovast í
hugaheiminum hjá Jákup
Sigurði.
Hann arbeiddi m.a. í sjey
ár hjá Havsbrún í Fugla-
firði. Men meðan hann ar-
beiddi har vaks hugurin so
líðandi til at royna okkurt
heilt annað.
Hann frætti ein dagin um
nakrar aðrar føroyingar,
sum høvdu hug at royna seg
innan oljuvinnuna í Noregi.
Hetta ljóðaði sera áhuga-
vert hjá honum, og síðani
bar leiðin til Noregs.
Hann kom væl fyri, og
fekk sum eina av sínum
uppgávum at ferðast út á
boripallarnar, har hann ar-
beiddi lutvíst sum montør-
ur og reparatørur.
Meðan hann arbeiddi í
hesum, fekk hann kunn-
leika um at Amerada Hess
lat stuðul til víðari útbúgv-
ing av føroyingum innan
oljuvinnuna.
- Eg varð so spurdur um
eg vildi taka nøkur av hes-
um skeiðum. Tað svaraði eg
sjálvandi ja til, uttan at vit
heilt 100% hvat hetta
innibar.
- Eg varð so fluttur til
Stavanger, har eg tók mína
útbúgving tey næstu tvey
árini. Hetta var sera áhuga-
vert, tí ein legði stóran dent
á dygdina, bæði tá talan var
um tað praktiska og tað
teoretiska, sigur hann.
Heppin
Jákup Sigurð Strømsten
hevur í farna ári verið í No-
regi í sambandi við bygg-
ingina av Kristin-pallinum.
Í veruleikanum er hesin
stóri
framleiðslupallurin
bygdur í tveimum heims-
pørtum: Undirparturin er
bygdur hjá Samsung í
Suðurkorea og yvirparturin
í Noregi, meðan nøkur av
hinum modulunum í pall-
inum eru bygd á spanskari
skipasmiðju.
Hetta ljóðar sum ein stór
altjóða ætlan, og tað er í
hesum høpi at vit finna ta
føroysku arbeiðsmegina.
Her finna vit nevniliga ein
part av arbeiðsøkinum hjá
Jákup Sigurði.
Hann er í dag í tænastu
hjá PAM Offshore Service,
sum er ein av mongu deild-
unum
hjá
Tórshavnar
Skipasmiðju, sum nú hevur
lagt saman við FJM í Runa-
vík. Hansara arbeiðsøki
umfatar m.a. kanningar av
sveisingum og tjúkdarmát-
ingar.
Í samband við bygging-
ina av Kristin hevði AIC
(Aker Inspection Consult-
ing), har hann hevði tikið
sína útbúgving, gjørt ein
part av arbeiðinum. Tá so
eitt nýtt útbjóðingarumfar
varð gjørt, kom eitt annað
felag inn í myndina. Hetta
kallaðist RMI (Rogaland
Materiale Inspection), og
teir fingu so eisini arbeiðið.
Lukkutíð fyri Jákup Sig-
urð vendi RMI sær síðani
til AIC við fyrispurningi,
um
teir
høvdu
nakra
arbeiðsmegi tøka til bygg-
ingina. Soleiðis gekk tað
til, at føroysk arbeiðsmegi
eisini kom við í byggingina
av hesum pallinum. Jákup
Sigurð arbeiddi umborð frá
juni í fjør til í farna mánaði.
Síðstir inn – fyrstir út
Heilt síðani hann byrjaði í
arbeiðinum hevur Jákup
Sigurði dámað tað sera væl.
- Men eg eri tó ikki einsa-
mallur í hesum, men ar-
beiði saman við nógvum
øðrum fólkum, sigur hann.
Arbeiðið
hjá
Jákup
Sigurð er av slíkum slagi, at
teir bara eru við í hesum í
ávísar tíðir.
- Tað er í veruleikanum
so, at vit eru síðstir inn og
teir fyrstu sum fara út aftur.
Arbeiðsøkið
hansara
fevnir eisini um Føroyar,
her hann hevur samband
við Norsk Veritas.
Ein partur av hesum ar-
beiðinum hevur m.a. verið
at kanna oljutangarnar í
Sørvági og Søldarfirði,
sum nú hava mong ár á
baki.
Her hevur ein ynskt at
gera trygdarmátingar av
teimum, fyri at vita um alt
er í lagi ella um partar eru
tærdir.
Jú, arbeiðsøkið hjá Jákup
Sigurð Strømsten er vítt-
fevnandi, bæði á sjógvi og
á landi.
– Eg var við at gera
ein risa oljupall
- Tað er altíð hugaligt at líta aftur á, tá ein boripallur verður
settur í drift. Men uttan arbeiðsmegina frá einum hópi av
øðrum fólkum, hevði tað kortini ikki borið til, sigur Jákup
Sigurð Strømsten
Mynd: Jens Kr. Vang
Kristin framleiðslupallurin er veruliga ein stór konstruktión, og kostar eisini hareftir: Góðar 5,5 milliardir krónur. Hann vigar
eini 70.000 tons og er góðar 80 metrar langur og 60 til breiddar. Pallurin varð bygdur á fleiri ymiskum støðum, og tá hann so
varð savnaður saman í fjør í einum norskum firði, var Jákup Sigurð til staðar. Hann skuldi her kanna eftir, at allar sveisingarnar
vóru nóg væl gjørdar.Sjálvt byggiarbeiðið hevur gingið eftir ætlan, og á jólum í fjør vóru eini 90% av byggingini liðug. Gongst
sum ætlað, skal Kristin lætast eigarunum hin 25. mars í ár. Tá fer hann út á Haltenbankan vestan fyri Kristiansund í Noregi.
Her skal hann virka sum framleiðslupallur.