Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-04, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. februar 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Dømingin til Prixið hesaferð verður á leið hin sama, sum hon var seinast, og dentur verður lagdur á somu eginleikar sum sein- ast, sigur samskiparin av Prix Føroyum, Fróði Vestergaard. Eini 10 dómarar døma hvørt umfar, men til finaluna fáa útlendsku dómararnir størri leiklut PRIX FØROYAR Dagfinn Olsen, dagfinn@sosialurin Tá ið Prix Føroyar fer av bakkastokki um vikuskiftið, er ikki so nógv broytt við- víkjandi dømingini. – Nei, har er ikki nógv broytt. Dómararnir hava á leið somu punkt at halda seg til, tað vil siga fram- førsla, tónleikadygdir, samband við áhoyrarar og annað. Bert onkur smá- vegis broyting er, sigur Fróði Vestergaard. – Til innleiðandi umførini eru eini 10 dómarar. Vit hava, eins og undanfarin ár, roynt at finna fólk við skil fyri tónleiki, og sum tola at hoyra eitt sindur av hvørjum. Tað vil siga, at tey duga at meta um, hó- ast okkurt kanska ikki júst er teirra yndis tónleika- slag, sigur Fróði. Útlendingar døma Til endaliga gallakvøldið, finaluna, verður dømingin eitt sindur øðrvísi. Minst helmingurin av dómarun- um verða útlendingar. Tað verður eisini sum heild eitt øðrvísi endaum- far, enn vit hava sæð áður. Atlantic Music Event kall- ast tað og er talan um eitt gallakvøld við ymsum framførslum og teimum trimum prixluttakarunum, sum eru komnir víðari frá semifinaluni í høllini í Trongisvági. – Vit royna, at alt hetta kanska ikki skal koyra so nógv uppá kapping. Fyri tey sum lurta skal talan verða um eina tónleikaupp- living. Sama er galdandi fyri tónleikararnar, men at onkur so fær vinning, tað er so tað, sigur Fróði Vestergaard. Heimasíða dagførd Í løtuni verður nógv orka løgd í at fáa heimasíðuna prix.fo dagførda. Hetta er sera virkin heimasíða, har kjak, mynd- ir og upplýsingar og annað er at finna, men bólkar hava eisini møguleika at leggja sín tónleik út á sín part av síðuni. Samstarv og loyvi er frá Koda, so alt er avgreitt í so máta, og so er bert upp til bólkarnar at finna útav, hvussu nógv teir gera burturúr og hvat teir leggja út. Sosialurin fer sum vant at gera nógv burtur úr Prix Føroyum í blaðnum næstu vikurnar. Blaðið fer at skriva um øll umførini – bæði áðrenn og aftaná – og vit hava sjálvandi okkara reportasjufólk til øll umførini í Prixnum. Hvønn fríggjadag áðrenn øll tey innleiðandi umførini og hálvfinaluna hevur Sosialur- in eina upptakt til kappingina, har vit greiða frá øllum teimum bólkunum, sum verða við í kappingini. Harafturat hava vit eisini longri greinar um onkrar bólkar ella tónleikarar, prát við fólk í Prixnum og annað. Tað verða fýra áhugaverdar og livandi síður í Sosialnum hvønn fríggjadag aðrenn umførini. Í týsdagsblaðnum eftir kappingina kunnu fólk so lesa um alt tað, sum hendi í kappingini vikuskiftið frammanundan. Vælkomin til eina musikalska tíð í Sosialinum! SOSIALURIN SPÆLIR VIÐ – UPPTAKT TIL 1. UMFAR – DÓMARARNIR SKULU TOLA EITT SINDUR DØMINGIN 10 fólk – bæði menn og kvinnur – meta um avrikini hjá bólkunum í teimum innleiðandi umførunum. Tey skulu geva stig fyri hesar fimm tættir: • Framførsla. • Soloavrik innan sang og ljóðføri. • Samanspæl ella programmering. • Tónlistarligar dygdir yvirhøvur. • Aðrar dygdir. Dómararnir kunnu lata hvørjum bólki í mesta lagi fimm stig fyri hvørt av punktunum. Tað vil siga, at ein bólkur kann fáa í mesta lagi 250 stig. Sambandið millum tónleikarar og áskoðarar kann gera mun, tá ið dómararnir meta um avrikini, men áskoðararnir sleppa heldur ikki hesaferð at verða við í dømingini. Mynd: Jens Kr. Vang