fríggjadagur 4. februar 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Prixið er í ár skipað við
fýra innleiðandi kapping-
um, har tveir bólkar koma
víðari til eina hálvfinalu.
Frá hálvfinaluni verða
tríggir bólkar valdir til fin-
aluna í Prixnum, sum
verður partur av nýggja
tiltakinum, Atlantic Music
Event. Øll tey innleiðandi
umførini verða í Fugla-
firði, hálvfinalan verður á
Tvøroyri og finalan í
Norðurlandahúsinum
í
Havn.
1. umfar, 4. feb.
kl. 20.00
Go Go Blues · Paradox
Dimmi · SIC · DejaVu
Lama Sea
2. umfar, 12. februar
Ph 5,5. · Side Effect
All that Rain · Makrel
Róp · MMM
3. umfar, 26. februar
Eyðun Nolsøe · Lawetz
ROK · Direct Level
Frostbit · The Dreams
4. umfar, 5. mars
Braquet
Kristleif Zachariasen
Synarchy · EGR2PLZ
Terji Rasmussen Band
onkikanndiskuterast.alt-
kann
Hálvfinala, 2. apríl
Í hálvfinaluni verða tveir
teir bestu bólkarnir frá
hvørjum innleiðandi um-
fari. Burtur úr teimum
átta bólkunum, skulu
tríggir teir bestu veljast
til finaluna.
Finala, 23. apríl
Finalan í Prixnum verður
partur av galla-tiltaki-
num, sum verður kallað
Atlantic Music Event.
Tríggir bólkar kappast um
endaliga sigurin í Prix-
num. Umframt finaluna
verða aðrar tónleikafram-
førslur eisini.
Nýggir sangir
Í øllum teimum innleið-
andi umførunum verður
spælitíðin í mesta lagi 20
minuttir og í minsta lagi
15 minuttir. Tveir triðing-
ar av spælitíðini skulu
bólkarnir spæla sangir,
sum ikki eru givnir út áð-
ur.
Ferðsamband
Bussar koyra í sambandi
við øll tey innleiðandi um-
førini í Mentanarhúsinum
í Fuglafirði. Bussar koyra
úr Vestmanna, Sundalag-
num,
Eiði,
Toftum,
Strondum og úr Havn.
Harafturat siglir strand-
faraskipið Sam úr Fugla-
firði til Klaksvíkar eftir
tær innleiðandi kapping-
arnar, um nóg stórur
áhugi er fyri hesum Serlig
atgongumerki til Prixið og
ferðaseðil til Sam fáast á
Kunningarstovuni í Klaks-
vík.
Á heimasíðuni hjá Prix
Føroyum - www.prix.fo -
eru fleiri upplýsingar um
ferðasambandið.
Útvarp Føroya ætlar at
gera nógv burturúr
Prix Føroyar kapping-
unum. Sent verður
beinleiðis frá øllum
umførum og sum nak-
að nýtt verður alnetið
eisini tikið í nýtslu,
har t.d. myndir frá
umførunum verða at
síggja. - Vit arbeiða
við fullari orku og
kunnu illa gera meira
burturúr, sigur Ove Ol-
sen, tónleikaleiðari í
ÚF
PRIX FØROYAR
Dagfinn Olsen,
dagfinn@sosialurin.fo
Útvarpið sendir vanliga
beinleiðis frá prixkapping-
unum. Soleiðis verður eisini
hesaferð. Ove Olsen frá ÚF
sigur, at teir fara at senda
sum vanligt er frá prix-
kappingunum.
Stórvegis
broytingar eru ikki í mun til
undanfarin ár.
- Tað eru eini 5 - 6 fólk til
arbeiðis og vit koyra við
fullari orku og fáa illa gjørt
meira burturúr, enn vit
gera, sigur Ove Olsen.
Tað eru 3 vertir, Rúni
Jákupsson, Bjarni Mohr og
Kári Sólstein. Tveir sita og
fylgja við og fáa fólk inn til
eitt prát, meðan ein fregn-
ast í salinum millum áhoyr-
arar.
Netið og Svf
Ove sigur, at sent verður
Live frá øllum undanumfør-
unum í Fuglafirði, men eis-
ini semifinalan í Trongisvági
verður live og eisini stóra
gallakvøldið, finalan.
Nakað nýtt er tó, at al-
netið eisini verður tikið í
nýtslu. Útvarpsmannigin
fer, sum prixkvøldini ganga,
at leggja myndir út á alnet-
ið, so fylgjast kann við á
tann hátt eisini.
Meðan ÚF hevur full segl
í samband við prixkapping-
ina, so letur til, at Svf hev-
ur valt annan leist, eftir tí
vit hava frætt. Svf hevur
vanliga gjørt sending frá
ymsu kvøldunum, sum tó er
komin nakrar dagar aftaná
tiltøkini. Sum skilst, so
verður hetta ikki í ár, men
heldur verður ymiskt prix-
tilfar í øðrum sendingum,
t.d. Mentanartíðindunum.
Hetta skal tó takast við
fyrivarni, tí tað eydnaðist
okkum ikki at fáa tíðindini
staðfest, innan evsatmark.
ÚF FYRI FULLUM SEGLUM
Rúni Jákupsson og Bjarni Mohr fara saman við Kára Sólstein at standa fyri sendingunum hjá Útvarpinum frá Prix Føroyum.
Mynd: Jens Kristian Vang
Gulli Johansen hevur
fleiri ferðir gjørt vart
við seg við hørðum
rocktónleiki og serlig-
ari útsjónd. Hann
roynir seg aftur í Prix-
num hesaferð, men nú
í einari duett saman
við gøtukvinnu
DIMMI
Eyðun Klakstein,
eydun@sosialurin.fo
Hann verður ikki indiánari
hesaferð, og tónleikurin
verður ikki so harður, sum
hann onkuntíð plagdi at
vera.
Gulli Johansen er við í
Prix Føroyum aftur hesa-
ferð, men hann er farin frá
at vera solistur til at vera
partur av eini duett saman
við einari gøtukvinnu – Mal-
an Tyril.
Tey hava arbeitt saman
um tónleik í eitt umleið eitt
hálvt ár, og tað, sum varð
reinur techno-tónleikur, er
nú blivin ein meldur av øll-
um møguligum tónleikastíl-
um.
– Prix Føroyar verður
fyrsta framførsla hjá bólki-
num, tó Gulli hevur havt
sínar royndr fyrr á palli,
sum indianara og ymiskt
annað, so verður ikki sovor-
ið á skránni hesa ferð.
Dimmi hevur ikki nakað við
tað at gera, siga tey bæði í
bólkinum.
Elektroniskur
tónleikur
Tá ið Gulli Johansen fyri
tveimum árum síðani var
við til Prix Føroyar var tað
við lutvíst forritaðum tón-
leiki, sangi og gittarspæli.
Hann hevði gjørt alt einsa-
mallur og var eisini einsa-
mallur á pallinum til fram-
førsluni.
Aftur hesaferð er tónleik-
urin fyri ein part elektron-
iskur, og Gulli hevur aftur
staðið fyri at forritað, hó-
ast tey bæði í bólkinum í
felag arbeiða við tónleiki-
num.
GULLI Í NÝGGJUM BÚNA
Hetta var Gulli, tá ið hann fyri
tveimum árum síðani var við í
Prix Føroyum. Hesaferð verður
einki ugh ugh.
Mynd: Jens Kristian Vang