Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-04, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. februar 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Poppbólkurin Déjà Vu er ein av favorittunum til at koma víðari frá fyrsta innleiðandi um- farinum í Prixnum. Bólkurin endaði næst- fremst í kappingini fyri tveimum árum síðani, men teir vilja ikki tosa um at vinna hesaferð DÉJÀ VU Eyðun Klakstein, eydun@sosialurin.fo Av teimum trimum fremstu bólkunum til Prix Føroyar tónleikakappingina fyri tveimum árum síðani, er tað bara ein bólkur, sum bjóðar seg fram aftur á Prixnum hesaferð, og tað er Déjà Vu. Vinnararnir í Gestum og teir triðfremstu í Makrel halda seg ikki fram at hesa- ferð, men Déjà Vu tekur eitt tørn afturat. – Vit ætlaðu okkum ikki at vera við í ár, men tá ið freistin at tekna seg nærk- ast, høvdu vit fingið hugin aftur. Vit hava nógvar nýggjar sangir, sum vit hava hug at royna okkum við hesaferð, sigur Líggjas Olsen, sum er annar av sangarunum í bólkinum. – Tónleikurin hjá okkum er kanska eitt sindur øðr- vísi hesaferð, men tað er ikki nøkur drastisk broyting, heldur ein nátúrligur útvikl- ingur. Lokkandi vinningar Manningin í Déjà Vu er mest sum tann sama, sum hon var seinast. Kjarnin í bólkinum hevur altíð verið teir fýra Líggjas Olsen, Fló- vin Viderø, Rúni Højgaard og Rógvi Rasmussen, men seinast høvdu teir eisini gittarspælara Róa Christ- iansen við. Hann verður ikki við hesaferð, men hinvegin fer Jóan Petur Andreasen at spæla Hammond í bólki- num. – Nógv meta okkum sum favorittar til at vinna fyrsta umfarið, men soleiðis royna vit ikki at hugsa, sig- ur Líggjas Olsen beskeðin. Hann fjalir tó ikki yvir, at teir mongu og spennandi vinningarnir, sum tað ber til at vinna í kappingini, eru ein gularót. – Vinningarnir eru sera attraktivir, so tað er eisini ein orsøk til, at vit hava teknað til aftur, sigur Líggj- as Olsen. Sangarin í Déjà Vu held- ur, at kappingin í ár fer at verða jøvn og spennandi. – Eg haldi, at næstan all- ir – ikki allir – bólkarnir hava ein møguleika í kapp- ingini. Tað eru eisini meira royndir tónleikarar við hesaferð, og tað haldi eg er fínasta slag. Tað verður spennandi at hoyra, hvat eitt nú Terji Rasmussen og Eyðun Nolsøe hava at bjóða, sigur Líggjas Olsen. Fløga er á veg Déjà Vu hevur í longri tíð arbeitt við at gera ein nýggja fløgu. Tær flestu innspælingarnar eru gjørd- ar, og í næstum verður tón- leikurin sendur til Dan- markar, har hann skal ljóð- blandast. Teir í Déjà Vu rokna við, at fløgan kann koma út í mars ella apríl mánaði. Ein av treytunum við at taka lut í Prix Føroyum er, at meginparturin av tón- leikinum, sum verður spældur, er ikki komin út áður. Men hóast Déjà Vu skuldi komið langt í kapp- ingini, og fløgan kemur út áðrenn kappingin er liðug, so verður tað eingin trupul- leiki. Déjà Vu spælir nevni- liga aðrar sangir enn teir, sum eru á fløguni, til Prixið hesaferð. TEIR NÆSTBESTU ROYNA AFTUR – Vit ætlaðu okkum ikki at vera við í ár, men tá ið freistin at tekna seg nærkast, høvdu vit fingið hugin aftur. Vit hava nógvar nýggjar sangir, sum vit hava hug at royna okkum við hesaferð, sigur Líggjas Olsen, sum er annar av sangarunum í bólkinum Déjà Vu. Mynd: Jens Kr. Vang Yngsti bólkurin í Prix- num hesaferð er Para- dox, sum er mannaður við tveimum 15 ára gomul og einum 16 ára gomlum. Teir taka kappingina sum eitt upplivilsi PARADOX Eyðun Klakstein, eydun@sosialurin.fo Paradox er ein rockbólkur, sum er mannaður við blað- ungum tónleikarum úr Havnini. Ein teirra var við í Prixnum fyri tveimum árum síðani, og honum dámdi so væl, at hann er við aftur hesaferð. – Eg spældi saman við nøkrum eldri tónleikarum tá, men nú fara vit við okk- ara egna bólki, sigur trummuspælarin Búgvi Jónleifson Magnussen. Hann er júst fyltur 16 ár og er tí eitt vet eldri enn hinir báðir í bólkinum, sum báðir eru 15. – Paraddox spældi eisini fyri tveimum árum síðani, men tá hildu vit ikki, at vit vóru klárir til at fara við í Prix Føroyar. Nú vilja vit sleppa at royna okkum, sig- ur hann. Upplivilsi at vera við Paradox hevur vant dúgliga til framførsluna leygar- kvøldið, og fyrr í vikuni høvdu teir konsert á Mar- garinfabrikkini í Havn, har teir royndu sítt Prix-tilfar. – Vit spæla rock, eitt sindur av blues, og alt møguligt annað blanda uppí, sigur Búgvi. – Vit eru ungir, og vit rokna ikki við nøkrum í hes- ari kappingini. Vit taka tað sum eitt upplivilsi at vera við og fáa ein møguleika at spæla okkara tónleik fyri fólki, sigur trummuspælar- in í Paradox. TEIR YNGSTU ROKNA IKKI VIÐ NØKRUM Paradox hevur ikki sovið tíðina burtur seinastu vikurnar. Teir hava vant dúgliga til Prix-kappingina leygarkvøldið NÓGVIR VINNINGAR • Høvuðsvinningurin til Prix Føroyar 2005 er ein vika í danska Lundgaard Studios. Mentamálaráðið og Atlantic Airways lata vinningin. • Listastevna Føroya - august 2006 - bjóðar vinnaranum av Prix Føroyar kappingini at spæla á Listastevnuni 2006. • Jelling Musikfestival saman við Atlantic Airways - mai 2005 - velur í minsta lagi ein bólk ella einstakling frá Atlantic Music Event. • NIBE-Festival saman við Atlantic Airways - juni 2005 - velur í minsta lagi ein bólk ella einstakling frá At- lantic Music Event. • Ólavsøkukonsertin 2005 - Vinnarin og ein bólkur frá hálvfin- aluni í Suðuroynni verða tveir av bólkun- um á Ólavsøkukon- sertini. • G-Festivalurin - velur fyrst ein bólk frá hálv- finaluni í Suðuroy og minst ein Prix-bólk frá Atlantic Music Event. • Musikhuset VEGA í Keypmannahavn bjóð- ar minst einum bólki ella einstaklingi frá Atlantic Music Event at spæla í VEGA í 2005. • Summarfestivalurin 2005 - velur ein bólk frá hálvfinaluni í Suð- uroy og minst ein bólk frá Atlantic Music Event. • Nipiaa Rockfestival í Aasiaat í Grønlandi - august 2005 - bjóðar í minsta lagi einum bólki ella einstaklingi frá Atlantic Music Event at spæla á r o c k f e s t i v a l i n u m 2005. • AIRWAVES í Íslandi - oktober 2005. Møgu- leiki verður latin upp fyri at fáa føroyskar bólkar at spæla á Air- waves 2005. • »Peace & Love Festi- valurin« í Svøríki bjóð- ar minst einum bólki ella einstaklingi frá Atlantic Music Event at spæla í Svøríki summarið í 2005.