fríggjadagur 4. februar 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Líggjas Olsen
- sang og tangentar
Flóvin E. Viderø
- sang og akk. gittar
Rógvi Rasmussen
- bass
Rúni W. Højgaard
- trummur
Bólkurn Déjá Vu var
stovnaður í 2000, tá ið
bólkurin Siesta fekk ein
nýggjan gittarspælara.
Navnið á bólkinum var tá
broytt til Deja Vu. Síðani
hava teir spælt til ymisk
tiltøk, so sum Prix Føroy-
ar 2001 og 2003, ymisk-
ar veitslur, konsertir og
til dans.
Déjá Vu var millum
bestu bólkarnar í Prix-
num seinast, og tá end-
aðu teir sum nummar 2 í
finaluni, eftir at teir
høvdu havt eina góða og
inniliga framførslu við sín-
um popptónleiki. Vóru út-
lendskir dómararnir tiknir
burtur av, so var tað Déjá
Vu, sum føroyingar at-
kvøddu sum vinnara. Men
útlendsku
dómararnir
høvdu eisini eitt orð at
siga, og so vann Gestir.
Déjá Vu hevur spælt til
onkra konsert uttanlands
síðani Prixið seinast, teir
arbeiða við einari fløgu,
og herfyri høvdu teir sum
nakað nýtt eina mynda-
framsýning.
Malan Tyril
- songkvinna
Gulli Johansen
- forritari/gittar
Dimmi byrjaði við tónleiki
í august 2004 . Í fyrstuni
var tað bert trance tón-
leikur, men er nú komin í
ein meldur av øllum
møguligum. So tað, sum
bólkurin Dimmi sigur seg
spæla, er bert tónleik.
Dimmi vil ikki átaka sær
nakran ávísan tónleika-
stíl, men fer heldur at
geva øðrum loyvi til tað,
tá ið tað ikki altíð er so
nemt
sjálvur/sjálv
at
siga, hvat fyri ávísan stíl
ein bólkur hevur, tá ið
mann sjálvur er við í
bólkinum. Men sigast
kann í hvørt fall at tónleik-
urin er elektroniskur.
Íblásturin er nógvur, og
tað, at tey bæði í bólki-
num hava eina ólíka fortíð
í tónleikinum, ger, tónleik-
urin er fjølbroyttur og
trupul at seta orð á,
halda tey.
Prix Føroyar verður
fyrsta framførsla hjá
bólkinum Dimmi, tó at
Gulli hevur havt sínar
royndir fyrr á palli. Gulli
var við í Prixnum seinast
í indianara-útbúnað og við
hørðum rocktónleik. So-
leiðis verður ikki hesa-
ferð, tí Gulli tá og Gulli í
Dimmi er ikki tað sama.
Allur tónleikurin er for-
ritaður/komponeraður/-
skrivaður av teimum báð-
um, hóast Gulli er tann,
ið stýrir knøttunum.
Uni R. Debess
- sang og gittar
Rógvi á Rógvu
- trummur
Arnold Ludvig
- bass
Bólkurin GoGo Blues er
ikki bara tann mest virkni
blues-bólkurin í landinum,
hann er eisini ein tann
einasti veruliga virkni
blues-bólkurin her á landi.
Mannaður við trimum
góðum tónleikarum hevur
bólkurin verið nógv at
hoyrt seinastu tíðina.
Tveir av tónleikarunum
eru royndir tónleikarar,
meðan oddamaðurin er
nakað feskari, hóast hann
hevur gjørt sera nógv við
tónleikin seinnu árini.
Rógvi á Rógvu spælir
trummur og Arnold Lud-
vig spælir bass, og teir
báðir tónleikararnir leggja
ein sera góðan og trygg-
an botn undir tónleikin hjá
fólkinum. Síðani er tað
uppgávan hjá Una R. De-
bess at spæla gittar og
syngja í bólkinum, og tað
gera hann sera væl. Hann
hevur næstan spesiali-
serað seg í at spæla
blues-tónleik, og tað ger
hann bæði við orku og
innihaldi.
GoGo hevur ikki bara
spælt blues-tónleik hjá
øðrum, teir í bólkinum
hava eisini skrivað tónleik
sjálvir, og partur av hes-
um er komin út á fløgu.
Janus Rasmussen
- sang og gittar
Jón Klæmint Hofgaard
- gittar og sang
Sakaris Emil Joensen
- bass og sang
Tróndur Herason
- trompet
William Souvy Olsen
- trummur
Lama Sea er ein bólkur,
sum er mannaður við
fimm ungum tónleikarum
í aldrinum frá 17 til 20
ár. Teir búgva allir í høv-
uðsstaðnum – Havn og
Hoyvík. Teir siga seg
spæla eina lívliga bland-
ing av funk-rocki, ið sum
fremsta endamál hevur,
at fólk skulu dansa og
hoppa.
Ljóðið er rættiliga skit-
ið og rátt, tí at teir ikki
nýta aðrar effektir enn
vanligt distortion og over-
drive. Bólkurin hevur
spælt saman í umleið trý
ár, men hevur fyri stutt-
um fingið ein trompet-
spælara, ið kryddar tón-
leikin við einum nýggjum,
serligum ljóði.
Bólkurin hevur áður
framført í millum annað
Margarinfabrikkini,
Vertshúsinum, Mentan-
arhúsinum í Fuglafirði og
Studentaskúlanum í Hoy-
dølum. Harafturat eiga
teir tvey løg á fløguni
»Ampaljóð« hjá Sprenrex.
Heini Gilstóne
Corfitz Andersen
- gittar og sang
Búgvi Jónleifson
Magnussen
- trummur
Andreas Tykjær Restorff
- bass
Jákup Lützen
- kór
Bólkurin hevur spælt í
umleið fýra ár, men hevur
fingið nýggjan bass spæl-
ara. Andreas kom í bólkin
fyri okkurt um tveimum
mánaðum síðani, tí hin
bassspælarin fór burtur-
úr. Andreas er sera glað-
ur fyri at vera við í Para-
dox, tí teir siga seg hava
tað so heitt og gott.
Paradox venur í Magarin-
fabrikkini, í tí minsta
rúminum, men teir grenja
ikki um tað. Einki skal
taka teirra heitheit og
góðheit frá teimum.
Bólkurin hevur spælt
við á ólavssøkukonsertini,
tí at teir vunnu árligu
Pop-Top
konsertina
í
Grasagarði. Annars hev-
ur bólkurin spælt ymsa-
staðni í Føroyum.
Næsta ár fara Heini og
møguliga Búgvi niður til
Danmarkar at ganga á
eftirskúla. Men bare ro-
lig! Teir fara at smíðja
nógv løg til teir koma aft-
ur til Føroyar
– Og TÁ fara vit at
rocka da house!
Mikkjal Gaard Hansen
- sang og gittar
Eddie F. Jacobsen
- gittar
Meinhard Joensen
- bass
Kári Sicness Nielsen
- trummur
Núverandi manningin í
SIC hevur eksisterað síð-
ani mai mánað í 2003.
Teir byrjaðu at venja í
Grót-umhvørvinum
í
Gøtu, men eru síðani
fluttir til ART í Havn at
venja. Teir spæla trash-
metal, og sangarin í
bólkinum er millum annað
kendur frá einum tí besta
harða
rockbólkinum
seinnu árini, Krit.
SIC hevur spælt til
nakrar konsertir, eitt nú í
Losjuni í Gøtu, Mentanar-
húsinum í Fuglafirði, TB-
húsinum
á
Tvøroyri,
Margarinfabrikkini, ROX
2004 og G! Festivalinum.
SIC fer at standa fyri
einum rættiligum rock-
ískoyti til fyrsta innleið-
andi Prix-umfarið.
SEKS BÓLKAR VERÐA VIÐ Í 1. INNLEIÐANDI UMFARI Í MENTANARHÚSINUM Í FUGLAFIRÐI
LEYGARKVØLDIÐ 5. FEBRUAR KL. 20.00
DEJA VU
DIMMI
GOGO BLUES
LAMA SEA
PARADOX
SIC