fríggjadagur 4. februar 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 24 - 4. februar 2005
Bush ávarar
Sýrialand og
Iran
Stjórnirnar í Sýrialandi
og Iran fingu eina bein-
leiðis ávaring, tá George
W. Bush, forseti, helt
sína árligu State of the
Union-røðu í Kongress-
ini fyrrakvøldið.
Um Sýrialand segði
forsetin, at landið hýsir
framvegis
yvirgangs-
monnum, og hann ávar-
aði stjórnina í Damaskus
við at siga, at USA rokn-
ar við, at hon gevst við
at
stuðla
yvirgangs-
menn, og at hon heldur
letur dyrnar upp fyri
demokratiskum viður-
skiftum.
Prestastýrið í Iran
fekk eisini eina ávaring.
Bush segði, at Iran er tað
landið, sum fremst av
øllum stuðlar altjóða
yvirgangi. Hann legði
samstundis Iran undir at
hava ætlanir um at út-
vega sær kjarnorkuvápn,
sjálvt um iranska leiðsl-
an ferð eftir ferð hevur
víst hesum aftur. Bush
segði kortini, at USA og
tess sameindu í Evropa
fara at royna samráðing-
arleiðina fyri á tann hátt
at fáa iranar at sleppa
sínum kjarnorkuætlan-
um.
Sambært Reuter eru
eygleiðarar á einum
máli um, at ávaringin frá
forsetanum er eitt tekin
um, at USA er til reiðar
at herða trýstið á leiðsl-
una í Iran. Herfyri segði
Dick Cheney, varafor-
seti, at Iran er ein av
teimum størstu trupul-
leikunum, sum heimurin
hevur at stríðast við.
Tann virdi amerikanski
tíðindamaðurin
Sey-
mour Herch skrivaði fyri
stuttum, at servandir
amrikanskir
hermenn
hava longu verið í Iran
og leitað eftir møgu-
ligum álopsmálum.
Enn er kortini einki,
sum bendir á, at iranar
eru hugaðir at slaka fyri
trýstinum úr Washing-
ton.
Leiðarin
fyri
iransku kjarnorkuverk-
ætlanini segði mána-
dagin, at arbeiðið verður
ikki steðgað, sama hvat
amerikanararnir
siga.
Eins og tann politiska
leiðslan helt hann fast
um, at Iran ætlar bara at
nýta kjarnorkuna til frið-
arlig endamál.
Sigoynarar fáa
betri umstøður
Átta lond í Eysturevropa
eru saman við Heims-
bankanum vorðin samd
um at bøta um viður-
skiftini hjá teimum eyst-
urevropeisku sigoynar-
unum.
Á einum fundi í
bulgarska høvuðsstað-
num Sofia skrivaðu for-
sætisráðharrarnir
úr
Bulgaria, Rumenia, Un-
garn, Kekkia, Slovakia,
Makedonia, Kroatia og
Serbia-Montenegro
undir ein sáttmála, sum
ber í sær, at sigoynarar-
nir skulu hava somu
rættindi til skúlaverkið,
heilsuverkið og bústað
sum hin parturin av
fólkinum. Stjórnarleið-
ararnir ásannaðu, at ver-
andi lógir og reglur eru
við til at seta sigoynar-
arnar til viks, og um-
støður teirra kunnu ikki
góðtakast.
Umleið níggju milli-
ónir sigoynarar eru í
Evropa, og teir flestu
búgva í teimum átta
eysturevropeisku lond-
unum. Nú fleiri av hes-
um londunum eru komin
upp í ES, hevur sam-
veldið kravt, at sigoyn-
ararnir fáa somu rættindi
sum hinir borgararnir.
Fleiri giftast
á flogvøllinum
Altsamt
fleiri
ung
svensk pør velja at gift-
ast á Arlanda-flogvøllin-
um í Stockhólmi.
Í fjør vórðu 348 pør
vígd á flogvøllinum ella
meiri enn seks í meðal
um vikuna, og árið fyri
var talið 261 ella fimm
um vikuna. Talsmaðurin
hjá Arlanda-flogvøllin-
um sigur við tíðinda-
stovuna TT, at tað eru
serliga pør, sum skulu
uttanlands á brúdleyps-
ferð, sum velja at lata
prestin víga tey á flog-
vøllinum. Tey, sum velja
kirkjuliga vígslu, verða
vígd í kapellinum á flog-
vøllinum, meðan eitt
serligt
móttøkurúm
verður brúkt til borgar-
ligar vígslur.
Sambært talsmannin-
um fáa tey nýgiftu hjún-
ini sera góða tænastu.
Ja, tey fáa somu tæn-
astu, sum kongshjúnini
fáa, tá tey skulu út at
ferðast, sigur hann.
UTTAN ÚR HEIMI
Amerikanskir her-
menn skutu mána-
dagin fýra fangar í
einum fongsli har
suðuri í Irak. Tilburð-
urin kemur USA illa
við
IRAK
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Teir seinastu dagarnar hava
tey iraksku bløðini gjørt
nógv burtur úr valinum
seinasta sunnudag, men nú
eru bløðini farin at skriva
um ein tilburð í fangaleg-
uni Bucca har suðuri í land-
inum.
Tá skutu amerikanskir
hermenn fýra irakar, sum
vóru í fangaleguni. Ameri-
kanararnir siga, at nakrir av
fangunum gjørdu uppreist-
ur, og tá tey ikki eydnaðist
at fáa teir at sissa seg, tóku
hermenninir vápnini og
skutu fýra teirra.
Iraksku myndugleikarnir
er alt annað enn fegnir um
tilburðin, og ráðharin í
mannarættindamálum,
Bakhtiar Amin, segði í gjár,
at málið skal kannast til
botns. Hann legði afturat, at
kunnu amerikanararnir ikki
prógva, at tað var neyðugt
at skjóta við skørpum, fer
stjórnin í Bagdad at krevja,
at hermenninir, sum skutu,
koma fyri rættin.
Ein talsmaður hjá ameri-
konsku herleiðsluni í Bag-
dad viðgekk, at herleiðslan
hevur ikki fingið prógv
fyri, at tað var neyðugt at
skjóta
eftir
fangunum.
Hann legði afturat, at til-
burðurin verður kannaður.
Umleið 5.000 irakar eru
fangar í leguni í Bucca, og
fleiri teirra hava verið har í
meiri enn eitt ár, uttan at
ákæra er reist ímóti teim-
um. Tað hevur fleiri ferðir
ljóðað, at fangarnir verða
illa viðfarnir. Eitt nú segði
bretska blaðið The Inde-
pendent seg hava fingið at
vita frá bretskum hermonn-
um,
at
amrikanararnir
høvdu skotið ein fanga,
sum sat í einum búri í
Bucca-leguni.
Forsætisráðharrin í Georgia,
Zurab Zhvania, varð
gjáramorgunin funnin
deyður í einari íbúð hjá
einum vinmanni í
høvuðsstaðnum Tblisi.
Sambært innanríkisráðnum
var hann deyður av
gasseitran. Í gjár var ikki
greit, um taslan var um eit
óhapp, ella um hann var
vorðin myrdur
Mynd: Reuters
Tann veksandi hitin á
Jørðini hevur nógv
størri ávirkan á
Antarktis, enn
vísindafólk higartil
hava hildið
UMHVØRVI
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Vísindafólk, sum kanna av-
leiðingarnar av veðurlags-
broytingunum, hava higar-
til hildið, at broytingarnar
hava nógv størri ávirkan á
leiðirnar við Norðpólin enn
Antaktis, men nú vísa
bretskar kanningar, at tað er
ikki so.
Kanningarnar hava av-
dúkað, at eitt risastórt
ísfjall er í ferð við at loysna
frá har vesturi í Antarktis,
skrivar The Independent.
Grankararnir
siga,
at
loysnar ísfjallið, kann tað
hava við sær, at vatnsstøðan
í
heimshøvunum
kann
hækka meiri enn fimm
metrar.
Ísurin oman á Antarktis
er umleið ein kilometur til
tjúkdar, og granskarar hava
hildið, at hann broytist lítið
og einki, sjálvt um einir
250 rúmkilometrar fara í
havið á hvørjum ári. Men
nú eru granskararnir farnir
at ivast í, um ísurin har
vesturi á Antarktis megnar
at standa ímóti tí veksandi
hitanum á Jørðini. Higartil
hava teir hildið, at ísurin
har kann loysna um eini
hundrað ár, men nú siga
teir, at tað kann henda fyrr
enn so, og at tað kan fáa
umfatandi avleiðingar.
Risastórt ísfjall loysnar
Aftur ein fangagøla í Irak
Funnin deyður