fríggjadagur 4. februar 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 21 • týsdagur • 1. februar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Tveir av spælarunum,
ið óivað koma at hava
ein týðandi leiklut í
steypafinaluni hjá
kvinnum leygardagin,
eru málverjin hjá
Stjørnuni, Fríða Pet-
ersen, og liðskiparin
hjá Neistanum, Marj-
un Tróndarson.
Hvørgin av teimum
hevur nakrantíð áður
verið í steypafinaluni
STEYPAFINALA
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Seinnu árini er tað vorðið
alsamt meiri vanligt í før-
oyskum kvinnuhondbólti, at
spælarar skifta millum fel-
øg. Tá ið Stjørnan og
Neistin leygardagin fara á
vøllin, eru tað eisini fleiri,
sum tá verða á hvør sínum
liði, ið áður hava verið lið-
felagar í onkrum heilt triðja
felag. Til dømis landsliðs-
málverjin hjá Stjørnuni,
Fríða Petersen, og liðskipar-
in hjá Neistanum, Marjun
Tróndarson. Tær báðar hava
áður leikt saman í Kyndli og
kennast heilt væl.
Vildi sleppa at vinna
Tað var kanska eitt sindur
óvæntað, at Fríða Petersen í
summar valdi at fara úr
barndómsfelagnum Kyndil
til Stjørnuna, men sjálv sig-
ur hon, at hon fegin vildi
royna at vinna okkurt í
hondbólti, og útlit vóru ikki
fyri tí í barndómsfelagnum.
Hon skifti til greipuvinnar-
arnar úr Stjørnuni, og tað
hevur hon ikki angrað, nú
hon leygardagin skal spæla
steypafinalu fyri fullari høll
á Hálsi.
Marjun er hinvegin upp-
vaksin í Neistanum, men
valdi at skifta til Kyndil í
nøkur ár, men undan kapp-
ingarárinum
2003/2004
valdi hon at fara aftur til
Neistan. Nú sleppur hon
fyri fyrstu ferð so at royna
seg í eini steypafinalu, og
gongur tað eftir vild hjá
Neistanum, so verður tað
Marjun, sum leygardagin
tekur ímóti steypinum, tá ið
Neistin hevur vunnið final-
una. Um so er, fer Marjun
óivað at geva sysktinabarn-
inum, Stjørnuvenjaranum
Rógva Nielsen, eitt lítið
prik og arga hann, næstu
ferð at familjan er savnað.
Stjørnan er favorittur
Tað er neyvan nakað duls-
mál, at tað eru klaksvíks-
kvinnurnar úr Stjørnuni,
sum eru favorittar til at
vinna finaluna leygardagin.
Liðið liggur í løtuni á odda
í landskappingini, og har-
afturat eru tær greipuvinn-
arar frá í fjør. Í seinastuni
hava avrikini hjá Stjørnuni
tó verið nakað óstøðug, og
tað ásannar Fríða Petersen:
– Vit hava verið ræðuliga
óstøðugar í seinastuni, og
serliga er tað í verjuni, at
avrikini hjá okkum hava
verið misjøvn, sigur hon.
Fríða sigur tó eisini, at
Stjørnan als ikki er av teirri
fatan, at dysturin leygar-
dagin er nøkur løtt upp-
gáva, sum bara skal fáast
frá hondini. - Ein finala er
ein finala, og um vit ikki
eru klárar til dystin, so
vinna vit ikki, sigur hon.
Marjun
Tróndarson
ásannar eisini, at Stjørnan
er favorittur at vinna final-
una, men hon heldur tó
ikki, at tað er ómøguligt hjá
teimum at syrgja fyri einum
óvæntaðum úrsliti. - Tá ið
vit spældu móti teimum í
Klaksvík í landskappingini
fyrr í kappingarárinum,
høvdu vit takið á teimum
størsta partin av dystinum,
men mistu tó leiðsluna móti
endanum. Eg eri sannførd
um, at fáa vit verjuna hjá
okkum at koyra optimalt,
so fer tað eisini at merkjast
í álopinum, og so kunnu vit
koppa teimum, sigur lið-
skiparin hjá Neistanum.
Joan og Simona eru
lyklaleikararnir
Spurdar hvørjar leikarar hjá
mótstøðuliðnum
umráð-
andi er at hava eyguni eftir
í finaluni, hugsar serliga
Marjun seg væl um. - Eg
haldi, at tað er umráðandi
hjá verjuni hjá okkum, at
vit hava eitt vakið eyga við
Joan Midjord Djordjevic, tí
hóast hon ikki altíð skýtur
so nógv mál, so er hon
spælstýrarin hjá Stjørnuni,
og fáa vit tamt henni, fáa
vit eisini bast einum stórum
parti av álopsspælinum hjá
teimum,
sigur
Marjun
Tróndarson.
Ikki óvæntað heldur Fríða
Petersen, at hjá Stjørnuni
ræður um serliga at hava
eyguni eftir stórskjúttanum
hjá Neistanum, Simonu Pet-
ersen, sum á einum góðum
degi einsamøll kann koppa
einum liði.
Nógvir áskoðarar úr
Klaksvík
Nógvir áskoðarar kunnu
væntast til kvinnufinaluna.
Serliga eru tað klaksvíking-
ar, ið plaga at møta mans-
sterkir til slíkar dystir hjá
Stjørnuni, og tá ið tær her-
fyri leiktu hálvfinalu móti
VB í steypakappingini,
vóru ikki færri enn 900 fólk
til dyst í Klaksvík.
– Eg ivist ikki í, at tað
verða okkara áskoðarar, ið
fara at síggjast og hoyrast
best í høllini leygardagin,
sigur Fríða Petersen. Marj-
un Tróndarson heldur tó, at
tá ið finalurnar nú verða
leiktar í Havn, so burdi tað
verið so, at áskoðararnir hjá
teimum vóru við yvirlutan,
men hon loyvir sær tó at iv-
ast í hesum, tí eftir hennara
tykki eru áskoðararnir hjá
Stjørnuni betur skipaðir
enn teir hjá Neistanum.
Hóast finalan verður
leikt í høllini á Hálsi, sum
er heimavøllur hjá Neistan-
um, so metir Marjun Trónd-
arson ikki, at tað er nakar
fyrimunur hjá teimum. -
Tað er neyvan nakar fyri-
munur hjá okkum, tí allar-
helst verða tað minst líka
nógvir
klaksvíkingar
á
áskoðaraplássunum
sum
neistafólk,
heldur
hon.
Fríða tekur undir við hesum
og sigur, at tað einasta sum
fólk í Klaksvík tosa um í
løtuni er finalan leygardag-
in. - Eg eri sannførd um, at
vit fara at eiga høllina leyg-
ardagin, sigur hon.
Fyrireika seg sum
vanligt
Hóast liðini spæla steypa-
finalu leygardagin, so verð-
ur ikki gjørt nakað eyka
burtur úr fyrireikingunum
til dystin hjá hvørki Neist-
anum ella Stjørnuni, siga
tær báðar.
– Vit venja seinastu ferð
hóskvøldið,
og
fríggja-
kvøldið verða vit allarhelst
savnaðar til okkurt meiri
sosialt, men tað verður ikki
gjørt nakað eyka burtur úr.
Leygardagin hittast vit sum
vant í Neista-hølunum und-
an dystinum og hava taktik-
fund, so tað er alt sum van-
ligt, sigur Marjun Tróndar-
son.
Fríða Petersen, sum er
búsitandi í Havn, venur
vanligani bert tvær ferðir
um vikuna í Klaksvík, og
hon skuldi venja saman við
liðfeløgunum hóskvøldið. –
Eg vænti ikki, at vit venja
fríggjakvøldið, og so frægt
eg veit, so verður ikki gjørt
nakað eyka burtur úr fyri-
reikingunum til dystin, sig-
ur Fríða Petersen.
Nervarnir eru farnir
at gera vart við seg
Nú tað er farið at nærkast
sjálvum finaludegnum, eru
tær báðar Marjun og Fríða
farnar at merkja eitt sindur
til nervar til dystin. Finalur-
nar verða sendar beinleiðis í
sjónvarpinum, og tað er
eisini nakað, sum tær hugsa
um undan finaluni, at alt
Føroya fólk kann fylgja við
teimum. – Tað situr í høvd-
inum, men tá ið tú ert
komin út á vøllin, so hugsar
tú ikki longur um tað, sigur
Marjun Tróndarson, sum
viðgongur, at hon longu nú
hevur eitt sindur av nervum.
Fríða heldur eins og
Marjun, at tú hevur tað í
høvdinum, at sjónvarpið
sendur beinleiðis, men eins
og Marjun sigur hon, at tað
er nakað, sum tú ikki hugs-
ar um, tá ið dysturin er far-
in í gongd. – Eg havi tað
soleiðis, at tá ið eg spæli
dyst, so hugsi ikki um ann-
að enn dystin, og eg hoyri til
dømis als ikki áskoðararnar,
um teir so eru 1.000 í tali,
sigur hon. Enn sigur Fríða
seg ikki hava fingið nakað
serligt av nervum, men hon
ivast ikki í, at teir fara at
gera vart við seg í næstum.
Spurdar, hvussu úrslitið
fer at verða leygardagin,
eru tær báðar ikki samdar á
máli. – Eg vænti, at vit
vinna 25-23 eftir ein spenn-
andi dyst, sigur Stjørnu-
málverjin Fríða Petersen.
Neista-liðskiparin Marjun
Tróndarson væntar ein enn
meiri spennandi dyst, sum
Neistin
vinnur
27-26!
Hvussu úrslitið verður, tað
vita vit leygardagin umleið
klokkan fýra.
Ongantíð áður í finaluni
Bæði hjá liðskiparanum hjá Neistanum, Marjun Tróndarson, v.m. og málverjanum hjá Stjørnuni, Fríðu Petersen, h.m. er talan
um fyrstu steypafinaluna, tá ið tær leygardagin bresta saman í høllini á Hálsi.
Mynd: Álvur Haraldsen