Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-04, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. februar 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 24 - 4. februar 2005 Hallur longt við HB HB hevur longt sátt- málan við roynda verju- og miðvallar- leikaran Hallur Danielsen við einum ári FÓTBÓLTSSÁTT- MÁLAR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Havnar Bóltfelag upplýsir á heimasíðu sínari, at felagið í harðari kapping við onnur feløg hevur tryggjað sær Hall Danielsen fyri komandi kappingarár. Tað hevur annars gingið sum slatur, at Hallur var á veg til grannarnar í B36, men hesin slatur er nú, eftir at hann hevur sett navn undir ein nýggjan eitt-ára sátt- mála við greipuvinnar- arnar. Nærkast 250 dystum Hallur er í løtuni nummar seks á listanum yvir teir leikarar, sum hava spælt flest dystir fyri HB. Undan hesum kappingarárinum hevur hann leikt 237 dystir á besta mansliðnum hjá HB, og sambært heima- síðuni hjá HB ætlar Hallur at vinna seg upp á fjórðaplássið hjá Gunnar Mohr, sum hevur leikt 272 dystir. Bert Jónas við hjá Frem Jón Rói Jacobsen er skaddur, og tí var tað bert Jónas Tór Næss av føroyingunum í Frem, sum var á vøllinum, tá Frem týskvøldið spældi málleysan javnleik móti svenska Lands- krona ÚTISETAR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Sum vit eisin umrøddu í blaðnum í gjár, so hevur ungi havnardrongurin Jónas Tór Næss tryggjað sær sáttmála sum yrkis- leikari í danska felagnum Frem, sum eisini hevur landsliðsleikaran Jón Róa Jacobsen í hópinum. Skaða í fótinum Týskvøldið spældi Frem venjingardyst móti svenska liðnum við tí fyri fótbóltsáhugaðar føroy- ingar so kenda navninum Landskrona. Dysturin endaði við málleysum javnleiki, 0-0, og Jónas Tór Næss var einasti føroyingurin á liðnum hjá Frem í dystinum. Hann byrjaði á beinkinum, men var skiftur inn. Jón Rói Jacobsen hevur ein skaða í fótinum, sum hann fekk, tí at hann sparkaði upp undir skógvarnar hjá einum liðfelaga undir venjing. Skaðin tykist tó ikki verða so álvarsamur, og væntandi verður hann klárur aftur í næstum. Stjørnan skipar fyri ókeypis bussferð Í samband við steypafin- aluna í Havn leygardagin millum Stjørnuna og Neistan, skipar Stjørnan fyri ókeypis bussambandi úr Leirvík til Havnar og aftur til Leirvíkar eftir dystin. Farið verður av Klaksvík við Dúgvuni kl. 10.15. Tilmelding fer fram á Kunningarstovuni í Klaksvík tlf. 456939 ella á 216939 innan kl. 18.00 fríggjadagin. tn Hallur Danielsen hevur longt sáttmálan hjá sær við HB, hóast fleiri onnur feløg sýndu veteraninum áhuga. Mynd: Àlvur Haraldsen Talv: Fimta umfarið í donsku Skakliguni verður telvt sunnudagin Føroyska útisetatalvfelag- ið, SF Føroyar, skal sunnu- dagin aftur royna seg í bestu donsku deildini, sum nevnist Skakligan. Føroy- ingarnir skulu dystast móti K41, sum hoyrir heima í Valby í Keypmannahavn. Eftir eina sera góða byrj- an upp á kappingarárið lá SF Føroyar eitt skifti heilt frammi á øðrum plássi í lig- uni. Eitt stórtap móti Brøns- høj i fjórða umfari viðførdi tó, at liðið fall heilt aftur á sætta pláss. Føroyska fel- agið hevur sum nú er mann- ing til at standa seg millum bestu donsku feløgini, men hópurin er smalur, og gerast avboðini ov mong til dyst- irnar, gerst róðurin tungur. Botndystur Undan vikuskiftinum hevur SF Føroyar 15 stig, og røkkur hetta altso til eitt sættapláss á stigatalvuni í løtuni. K41, sum er mót- støðuliðið hesaferð, liggur hinvegin greitt á aftasta plássi við einans 8_ stigi. Hetta er eitt sindur óvænt- að, tí K41 hevur í roynd og veru nógvar góðar telvarar í felagnum, men eisini teir hava verið hart raktir av avboðum. Svenski altjóða meistarin Emil Hermansen plagar at telva við K41, men vænt- andi telvar hann ikki við teimum hesaferð, tí hann er í Føroyum, har hann er venjari hjá føroysku ung- lingunum, sum skulu royna seg í NM-kapping í næst- um. Hinvegin, so er Heini Olsen, sum vanligar telvar á 3. borði fyri SF Føroyar, ei heldur við á hesum sinni, tí hann er staddur í Føroy- um. Terji Petersen er heldur ikki tøkur hetta vikuskiftið. Tíbetur, so styrkir Eyðun Nolsøe um liðið til júst hendan dystin. Eyðun hev- ur verið og vitnað í einum sakarmáli á Mallorca, og er í tí sambandi staddur í Keypmannahavn, tá dyst- urin verður leiktur. Um K41 mannar seg nøkunlunda sum vant, so verða manningar báðar sunnudagin væntandi nak- að soleiðis. Í klombrum eru donsku styrkitølini hjá telvarunum. SF Føroyar - K41 Nikolaj Borge (2404) - Henrik El-Kher (2430) John Arni Nilssen (2403) - Jacob Øst Hansen (2443) Flóvin Tór Næs (2303) - Esben Lund (2296) Eyðun Nolsøe (2230) - Kristen Schmidt (2352) Carl Eli N. Samuelsen (2195) - Martin Olesen (2285) Heini Danielsen (2149) - Roland Greger (2311) Poul Martin Hansen (1849) - Jens Hartung Nielsen (2184) Ian Leyni (1838) - Niels Edoo (1924) Sum tað eisini sæst á styrkitølunum, so er botn- liðið væl mannað, og hetta uttan onkran av teirra bestu monnum. Eitt nú endaði tann ungi Henrik El-Kher á 2. plássi í DM-kappingini fyri einstaklingar í fjør. Eingin ivi er um, at K41 ætlar sær ein stórsigur móti føroyingunum, tí annars fer tað veruliga at síggja svart út hjá teimum í niðurflyt- ingarstríðnum. Føroyska liðið kann hinvegin vera væl nøgt, um ein 4-4 javn- leikur fæst í hús. Um so var, so hevði niðurflytingin helst ikki komið upp á tal, og á tann hátt, so hevði sambandið við oddin heldur ikki heilt horvið. Sum nú er, hevur før- oyska liðið trý stig upp til Helsingør, sum er næst- fremst við 18 stigum. Eins og vant, so er nærum eingin spenningur um, hvar DM- heitið endar, tí meistararnir seinastu trý árini úr Helsinge eru klárt á odda við 24 1/2 stigi. Útisetarnir aftur í eldin Eyðun Nolsøe, v.m., er ein kærkomin styrkur hjá føroysku talvútisetunum, sum skulu í dyst um vikuskiftið. savnsmynd