Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-04, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. februar 2005síða 33

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 24 - 4. februar 2005 33 KROSSORÐ Ólavur Hovsgaard FO-960 Hov Hvønn fríggjadag er krossorðagáta í blaðnum. Drigið verður millum røttu innsendu loysnirnar. Vinningurin er ein bók frá Bóka- deild Føroya Lærarafelags ella Føroya Skúlabóka- grunni. (Krossa av á listanum høgrumegin, hvørja tú best kundi hugsað tær). Fyri at verða við í dráttinum um vinningin, má loys- unarorðið vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin. Vinnarin verður saman við loystu gátuni kunngjørdur í blaðnum fríggjadagin. Sendið loysunarorðið til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórs- havn – og viðmerkið »Krossorðagáta nr. …« á bjálvan. Vinnari: Loysunar- orðið: ……………………………………… Navn: ……………………………………………………… Bústaður: ……………………………………………… Bygd/býur: ……………………………………………… 404 Lesið føroyskt – hugsið føroyskt! Frá BÓKADEILD FØROYA LÆRARAFELAGS:  Úti á leysum oyggjum - Marianna Debes Dahl  Matur í myndum - Sigrid Dalsgaard/ Beinta Johannesen  Í skýmingini - Sofía Petersen/Elinborg Lützen  Meistarin og teir fýra skrivararnir - Ulf Nilsson/Karl N. Hansen týddi Frá FØROYA SKÚLABÓKAGRUNNI:  Villini súgdjór - Dorethe Bloch/Edward Fuglø  Rura - Þóra Þóroddsdóttir  Havið - Bogi Hansen  Íslandsklokkan - Halldór Laxness  Fólk og mentan - Jóan Pauli Joensen Bøkur og annað tilfar – bæði innan og uttan skúlagátt Loysnin frá seinastu viku Loysunarorðið: YVIRGANGURIN Fríggjadagin 4. februar fáa 11 nýggir KT-frøðingar prógv á Náttúruvísindadeild- ini á Fróðskaparsetr- inum. KT-FRØÐINGAR Tíðindaskriv KT-frøðingarnir hava tikið eina bacelorútbúgving í kunningartøkni, sum Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum bjóð- aði út í 2002. Útbúgvingin er skipað sum hálvtíðar- lestur í 2 1/2 ár, soleiðis at studentarnir kunnu vera virknir í vinnulívinum, um somu tíð sum teir taka eina universitetsútbúgving. Stórur partur av útbúgving- ini er farin fram við verk- ætlanararbeiði og sjálv- lestri. Útbúgvingin er ein fram- haldsmøguleiki hjá teim- um, ið hava tikið teldustøð- ingaprógv (datamatikara- prógv) frá t.d. Føroya Handilsskúla. Fólk við øðr- um javnsettum førtreytum kunnu eisini taka útbúgv- ingina. Stórar politiskar KT-ætlanir Landstýrið er farið undir at gera eina samfelagsstra- tegi, sum hevur til enda- máls at gera Føroyar til eina av heimsins fremstu tjóðum í 2015. Óivað er kunningartøkni ein liður í hesum, tí høg politisk mál eru eisini frammanundan sett við atliti at kunningar- tøkni í Føroyum. Hetta sæst t.d. í løgmansrøðuni frá 2000, har sagt verður, at føroyingar eiga at seta sær fyri at "gerast millum fremstu tjóðirnar á kunn- ingartøkniøkinum." Eisini hevur Vinnumálaráðið víst á týdningin at menna før- oyskan førleika í kunning- artøkni, m.a í bóklinginum "Føroyskur førleiki" frá 1999 og í "KT-vinnupoli- tikkur - Uppskot frá lands- stýrismanninum í vinnu- málum" frá 2001, har á- herðsla verður løgd á menning av hægri føroysk- um KT-førleika. Í bók- linginum "Vinnusjónarmið 2002" leggur Føroya Ar- beiðsgevarafelag somu- leiðis dent á útbúgving og nýtslumenning av kunn- ingartøkni. Útbúgving er ein fortreyt Føroysk KT-vinna má byggja á ein grundvøll við væl útbúnum fólki, og útbúgvingin av teimum 11 bachelorunum í kunningar- tøkni er ein liður í at hækka førleikastigið í føroysku KT-vinnuni. Ein bachelor- útbúgving er fyrsta stigið á akademisku útbúgvingar- leiðini. Hægri útbúgving og gransking innan kunning- artøkni er ein fortreyt fyri menning av KT-førleika og KT-vinnu í Føroyum. Tað finnast føroyingar, í Føroy- um og í útlondum, sum hava førleika til at taka við granskingarstørvum og luttaka í útbúgvingum av fólki til øll akademisk stig. Karmar eiga at verða skaptir fyri, at hesi fólk kunnu vera við til at menna eitt føroyskt granskingar- umhvørvi innan kunning- artøkni og vera við til at út- búgva fólk til KT-vinnuna. KT-útbúgvingin nógv eftirspurd Bachelorútbúgvingin í kunningartøkni er nógv eftirspurd. Men tað er ikki møguligt at siga nær ella um tað fer at bera til at taka eitt nýtt hold inn á Náttúru- vísindadeildina, tí fíggjar- ligu útlitini eru vánalig fyri at fáa KT-frøðing í starv, sum kann vara av útbúgv- ingini. Tað er neyðugt, um útbúgvingin skal vera mill- um føstu lestrartilboðini. Útbúgvingin hesu ferð Tveir persónar hava staðið formliga fyri praktiska og fakliga partinum av út- búgvingini hesa fyrstu ferðina. Teir eru ávikavist Allan Dresling, lektari frá Ålborg Universiteti, og Martin Zachariassen, lekt- ari frá Keypmannahavnar Universiteti. Teir hava báð- ir havt eitt formligt tilknýti til Náttúruvísindadeildina sum adjungeraðir lektarar, meðan útbúgvingin hevur verið í gongd. Ellivu KT-frøðingar á setrinum Lesið -so eru tit við!