fríggjadagur 4. februar 2005síða 34
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 24 - 4. februar 2005
Greg Focker (Ben Stiller)
er púra vekk í damuni hjá
sær, ið eitur Pam Byrnes.
Tá systir Pam giftist og
heldur brúdleyp, búgva
Pam (Teri Polo) og Greg
hjá foreldrunum hjá Pam á
Long Island hetta viku-
skiftið brúdleypið er. Nú
heldur Greg tað verða eitt
gott høvi at fríggja til Pam.
Men so skjótt sum Greg
hittir foreldrini hjá Pam, so
byrjar tað heila at ganga
øvugta vegin, ið Greg hevði
ætlað tað - tað vil siga, heilt
galið. Pápi Pam, fyrrver-
andi CIA-agenturin Jack
Byrnes (Robert De Niro),
fær umgangandi illgruna til
sjeikin hjá døtrini. Jack
sigur bart út, at hann heldur
einki um starvið hjá Greg,
sum er sjúkrasystir ella
sjúkrahjálpari. Tann heilt
vanligi og jødiski Greg, ið
ikki hevur tær stóru fram-
tíðarætlanirnar, fær ofta at
vita at hann ikki er tann
rætti til Pam. Og sum viku-
skiftið líður ger hetta støð-
una hjá Greg alsamt spent-
ari. Hann roynir alt hann
kann fyri at gera seg væl
við familjuna, og serliga
familjuhøvdið, Jack Byrn-
es. Men allar hesar royndir
miseydnast so grúiliga -
hann oyðileggur næstan
vakra heimið hjá Byrnes-
familjuni og er líka við at
fáa brúdleypið útsett ella
kanska avlýst. Men ringast
av øllum hesum er at kett-
an, ið pápi Pam elskar yvir
alt, Jinxie, hvørvur brádliga
uttan nakað spor. Men
hevur Greg nakað við hetta
at gera?
Ragtime
Nógv
rósti
leikstjórin
Milos
Forman
stendur
aftanfyri hesa filmsgerðina
av bestselleranum hjá E.L.
Doctorow við heitinum
Ragtime. Filmurin er yvir
tveir og ein hálvan tíma
langur og lýsir amerikanska
samfelagið í árinum 1906.
Vit fylgja nøkrum persón-
um, sum í byrjanini ikki
hava nakað við hvønn ann-
an at gera. Men so líðandi, í
hesi breiðu søgugongdini,
sæst at allir persónarnir
hava eitt ávíst samband. Í
miðjuni er ein vanlig mið-
alstættarfamilja, ið kemur í
hóslag
við
teir
meiri
vandamiklu streymarnar í
amerikanska samfelagnum.
Hendan familjan tekur sær
av einum afro-amerikansk-
um nýføðingi, ið tey finna í
havanum. Og seinni taka
tey eisini til sín ta ógiftu
mammuna. Tað vísir seg, at
pápin er tann kendi jazz-
pianisturin
Coalhouse
Walker Jr.. Men hesin
Coalhouse hevur annað at
hugsa um enn at vera pápi.
Nakrir rasistiskir limir úr
lokala sløkkiliðnum hava
spottað og hildið hann fyri
gjøldur, hann krevur at fáa
endurreisn. Men hetta fær
hann ikki. Hann og vin-
menninir taka síðan lógina í
egnar hendur. Og so kemur
løgreglan uppí leikin.
Leikstjórin Milos Forman byrjaði á síni yrkisleið við at
gera sínar kekkisku filmar kendar kring heimin, síðan
hevur hann leikstjórnað størri Hollywood-filmar:
One Flew Over the Cuckoo's Nest (1975)
Hair (1979)
Ragtime (1981)
Amadeus (1984)
Valmont (1990)
The People vs. Larry Flynt (1996)
Man on the Moon (1999)
Way Past Cool (2003)
Meet The
Parents
Amerikanskur
skemtifilmur frá 2000
Jack Byrnes: Robert De
Niro. Greg Focker: Ben
Stiller. Pam Byrnes:Teri
Polo. Dina Byrnes: Blythe
Danner. Larry Banks:
James Rebhorn. Debbie
Byrnes: Nicole DeHuff.
Kevin Rawley: Owen
Wilson.
Á DR2 sunnukvøldið kl. 18.10
Howard E. Rollins bleiv
innstillaður til eina Oskar
fyri sín leiklut sum jazz-
pianisturin Coalhouse
Greg Focker og familjan Byrnes
FBI-agenturin, Jack
Byrnes, hevur einki álit
á unga Greg Focker
Robert De Niro stórtrívist í leiklutinum sum
Jack Byrnes. Partur tvey av hesum filminum,
Meet the Fockers, er settur at hava frum-
sýning í biografum í kvøld