Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. februar 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 25 - 5. februar 2005 Norðoya Sparikassi stórt avlop Úrslitið hjá Norð- oya Sparikassa fyri 2004 var eitt lítið vet verri enn árið fyri, men avlopið er framvegis triva- ligt AVLOP Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Norðoya Sparikassi hevði mest sum sama úrslit í 2004, sum spari- kassin hevði árið fyri. Úrslitið hjá Norðoya Sparikassa fyri 2004 gjørdist eitt avlop áðrenn skatt uppá 21,9 mió. kr., móti 21,8 mió. kr. í 2003. Endaliga árs- úrslitið eftir skatt gjørd- ist 17,1 mió.kr. móti 17,5 mió.kr. í 2003. Netto rentu- og kostn- aðarinntøkurnar øktust úr 57,5 mió. kr. í 2003 til 58,2 mió. kr. í 2004. Útreiðslur til starvs- fólk og umsiting øktust við 2,9 % úr 29,0 mió. kr. í 2003 upp í 29,8 mió. kr. í 2004. Aðrar vanligar útreiðslur øktust úr 0,4 mió.kr. í 2003 uppí 2,9 mió.kr. 2004. Innlánið hjá Norðoya Sparikassa vaks við 0,8 % í 2004, og útlánið vaks við 9,1 prosentum – upp í 971 milliónir krónur. Eginpeningurin veksur Sparikassin hevði í 2004 eitt tap av virðisjavnan av lánsbrøvum og gjald- oyra uppá 0,5 mió. kr., móti einum tapi í 2003 uppá 1,3 mió. kr. Netto avskrivingar og burturleggingar uppá skuldarar vóru 2,7 mió. kr. í 2004 móti 4,7 mió. kr. í 2003. Eginpeningurin vaks við 7,1 % úr 242 mió. kr. í 2003 til 260 mió. kr. í 2004. Eginpening- urin er nú 21,6 % av samlaðu fíggjarstøðuni pr. 31.12.2004, móti 20,6 % pr. 31.12.2004. Fíggjarstøðan hjá Norðoya Sparikassa javnvigaði tann 31.12. 2004 við 1.203 mió. kr. Hetta svarar til ein vøkstur uppá 2,1 % í mun til 31.12.2003, tá fíggjarstøðan javnvigaði við 1.178 mió.kr. Aðalfundurin hjá Norðoya Sparikassa verður í Klaksvík 22. februar. Fríggjadagin í næstu viku skipar Norðoya Bjargingarfelag fyri temadegi um tilbúgv- ing í Norðoyggjum TILBÚGVING Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað verður mangt og hvat á skránni, tá ið Norðoya Bjargingarfelag setir sjón- eykuna á tilbúgvingina í Norðoyggjum. Hetta verður gjørt í KÍ-høllini fríggja- kvøldið í næstu viku. Borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, fer at seta kvøldið, og Bjørn Kalsø, sum er landsstýris- maður við fiskivinnu-mál- um, fer eisini at røða – hann hevur tilbúgving sum sítt málsøki í almennu um- sitingini. Borgarstjórin á Flateyri í Íslandi, Haldór Haldans- son, fer at tosa um tilbúgv- ing í sambandi við skriður og omanlop, og Christian Maschmann, lækni, fer at tosa um sína verkætlan við læknaambulansu í Klaks- vík. Nýggjur filmur sýndur Karl Johansen, politistur, fer at umboða løgreglu, brandlið, sjúkrahús og onn- ur, tá ið hann tosar um til- búgvingina í Norðoyggj- um. Ein nýggjur stuttfilmur, sum Norðoya Bjargingar- felag hevur gjørt í sam- starvi við Tekniska skúla í Klaksvík, verður frum- sýndur. Umframt røðarnar ber eisini til at síggja ymiska útgerð og at seta fólki, sum starvast innan tilbúgving- ina, spurningar. Tiltakið byrjar fríggja- kvøldið klokkan 19.00, og tað er ókeypis. Tilbúgving undir sjóneykuna í Klaksvík – Hetta var eingin løtt uppgáva, sigur myndahøggarin Hans Pauli Olsen, sum hevur gjørt motiv til nýggju 10-krónuna. 10-krónan er ein serlig H. C. Andersen- króna, og myndin er av tí misháttað dunnuunganum LIST Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Danski Nationabankin ætl- ar sær at vera við í hátíðar- haldinum av 200 ára føð- ingardegnum hjá H. C. Andersen. Danir gera nógv burtur úr hesum runda deg- num hjá teirra kendasta skaldið, og síðsta dagin í mars kemur fyrsti mynturin í eini serligar føðingar- dagsrøð hjá Nationalbank- anum. Danski tjóðbankin hevur gjørt eina nýggja 10-krónu, sum eisini fæst í silvuri og gulli. Annað motivið á hes- ari 10-krónu hevur føroyski listamaðurin Hans Pauli Olsen gjørt. Hann hevur gjørt eitt motiv av einum fullvaks- num svana, sum speglar sær í vatninum við Bregentved Gods, har H. C. Andersen fekk íblásturin til sína heimskendu søgu, »Den Grimme Ælling«. Framman á krónuni er eitt portrett av Margrethu Drotning, sum Mogens Møller hevur gjørt. Stór uppgáva Uppgávan at tekna motivið til H. C. Andersen-krónuna kom, eftir at Hans Pauli Olsen hevði verið við at gjørt røðina við tornum. – Eg varð biðin um at gera eitt motiv úr frá søguni um Den grimme ælling. Tað var eingin løtt upp- gáva, og eg hugsaði meg leingi um og royndi ymiskt, áðrenn eg kom á rætta motivið, sigur Hans Pauli Olsen. – Eg haldi, at spegils- myndin er rættiliga sentral í søguni, og tí havi eg brúkt hana aftur í mínum verki. Søgan er jú um, tann vakra svanan, sum heldur seg vera ein ljótan dunnuunga. Tað er sera trupult at gera eitt motiv til eina 10-krónu, tí motivið er so lítið. – Tí brúkti eg lupp fyri at síggja, hvat tað var eg gjørdi. Mítt verk er tíggju ferðir størri enn sjálv 10- krónan, men tað er fram- vegis eitt lítið motiv at arbeiða við. Ein serlig maskina syrgir fyri, at verkið hjá Hans Paula verður minkað niður til at passa á eina 10-krónu. – Eg eri ovfarin av, hvussu nógvar smáar detaljur koma við, hóast motivið verður so nógv minkað. Maskinan er heilt fantastisk, og í grundini veitst tú als ikki, um tað, sum tú hevur gjørt, kann brúkast, fyrr enn tað er minkað niður til røttu støddina, sigur Hans Pauli. Samlarar fáa sítt Umframt eina vanliga 10- krónu hevur Nationalbank- in eisini gjørt eitt sindur eyka burtur úr til samlarar. 10-krónan kemur í einari gullútgávu og einari silvur- útgávu. Hesir myntir verða avmarkaðir til ávíkavist 7.000 og 75.000 eintøk, og teir verða seldir fyri 2.000 og 200 krónur. Nýggju samlaramyntirnir kunnu bíleggjast í peninga- stovnunum, og tað ber til at biða um ein slíka longu nú. Vanliga 10-krónan verður gjørt í 1,2 milliónum ein- tøkum. Hvussu er tað sum lista- maður at hava eitt verk hjá sær á einari 10-krónu? – Tað er stuttligt at sleppa at royna hetta, og kanska fái eg møguleikan at gera okkurt afturat, sigur Hans Pauli Olsen. Hans Pauli gjørt motiv til nýggju 10-krónuna – Eg varð biðin um at gera eitt motiv úr frá søguni um Den grimme ælling. Tað var eingin løtt uppgáva, og eg hugsaði meg leingi um og royndi ymiskt, áðrenn eg kom á rætta motivið, sigur myndahøggarin Hans Pauli Olsen Soleiðis sær motivið út, sum Hans Pauli Olsen hevur gjørt til nýggju 10-krónuna hjá Nationalbankanum. Um- framt vanligu 10-krónuna kemur 10-krónan eisini í einari gull- og einari silvur- útgávu, sum er serliga ætlað samlarum