Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. februar 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 25 - 5. februar 2005 7 Gamlar myndir í Miðvági Miðvágs Fornminna- felag fer leygardagin at hava framsýning av gomlum myndum og klæðum FRAMSÝNING Edvard Joensen Seinnapartin leygardagin letur ein framsýning upp í bygdarskúlanum í Miðvági. Talan er um gamlar myndir og klæðir, sum Miðvágs Fornminnafelag sýnir fram. Framsýningin er opin frá klokkan 15.00 til klokkan 21.00, og tað kostar 30,- krónur at sleppa inn. Høvuðsevni á framsýn- ingini eru gamlar myndir, sum Fornminnafelagið hev- ur fingið hendur á. Eitt nú er ein mynd av hjúnunum Julionnu og Jógvani Heine- sen. Julianna á Støðini, sum hon varð nevnd, varð fødd í 1864. Hon var í árunum 1882 til 1884 í Danmark og tænti, og fekk tá millum annað ein kjóla, sum hon er avmyndað í á eini mynd, sum er á framsýningini. Men umframt myndina, er eisini hesin sami kjóli, sum myndin sýnir, at síggja á hesi framsýningini, siga tey, sum skipa fyri. Eisini onnur klædnapløgg henn- ara eru at síggja har. Mynd- irnar, sum eru at síggja á framsýningini, eru tiknar í nítjandu øld og fram til annan heimsbardaga. Umframt sjálva framsýn- ingina, verður eisini køku- tombola í gongini í skúlan- um, har tað samsundis eis- ini fer at bera til at kypa sær ein køkubita aftur við einum drekkamunni. Lions Club í Vágum skipar aftur í ár fyri tí árliga Giljanes tiltak- inum føstulávints sunnudag INNSAVNAN Edvard Joensen Árliga Giljanestiltakið hjá Lions Club í Vágum verður sum vanligt hildið føstuláv- intssunnudag í ítróttarhøll- ini á Giljanesi. Lions Club skipar fyri hesum titlaki til tess at savna pening til ymisk væl- gerandi endamál. Í ár fer høvuðsstuðulin til at hjálpa til at gera gamla flogtornið, sum bretar bygdu oman fyri flovøllin, í stand. Tornið stendur uppi enn, men er illa farið. Ætlanin er at gera tað so líkt tí, tað einaferð var, sum gjørligt. Umframt eru so onnur tiltøk, sum Lions Club stuðlar, og sum partur av innkomna peninginum frá Giljanestiltakinum eisini fer til. Tiltakið byrjar seinna- partin klokkan 16.00. Har verða ymisk tiltøk at fara til sum eitt nú mattombola, eydnuhjól, 21-spæl, skjót- ing og ymiskt annað. Stóra tiltakið er á hvørj- um ári eydnuhjólið, har millum annað lutir, sum gjørdir eru til sjálvt tiltakið, eru at vinna. Ymiskt undirhald plagar at vera á hesum tiltøkunum. Serliga tónleikalig. Í ár fer Ungdómsorkestrið í Vágum at spæla. Tað verður klokk- an 18.00 sunnukvøldið. Ungdómsorkestrið hevur í longri tíð vant til eina stóra konsertferð í summar. Tey ætla sær heilt til Austr- alia at halda konertir. Grindavísan í nýggjum hami Føroya Skúlabóka- grunnur hevur givið Grindavísuna út aftur av nýggjum ÚTGÁVA tíðindaskriv Hettar er ein nýggj og broytt útgáva, har serliga parturin um grindadráp er dagførdur, so hann sam- svarar við mongu broyttu krøvini á økinum. Í bókini er Grindavísan, ið Christian Pløyen yrkti, sett upp sum teknirøð við frágreiðandi og livandi tekningum eftir Óla P. til tey 58 ørindini í vísuni. Síðani er uppískoyti, sum snýr seg um Grinda- vísuna og grindadansin. Við myndum, tekningum, talvum og teksti verður sagt frá grindadrápi, hag- reiðing av tvøsti og spiki, grindareglugerð og um- hvørvisfelagsskapum. Myndir og tekningar eru í litum. Kristoffur Kristoff- ersen og Astrid Andreasen hava myndprýtt tann frá- greiðandi partin av bókini. Harumframt eru nógvar fotomyndir, ið greiða frá grindarakstri og -drápi, umframt hagreiðing av tvøsti og spiki. Aftast í bókini eru ar- beiðsuppgávur, ið hóska til framhaldsdeildina. Bókin er ætlað til undir- vísing í fólkaskúlanum og í miðnámsskúlum. Um- framt til undirvísing í før- oyskum, ber væl til at nýta partin um grindadráp til undirvísing í lívfrøði í framhaldsdeild og mið- námsskúlum. Ása Magnussen og Paulivar Andreasen, lærar- ar, løgdu fyrstu útgávuna til rættis. Harafturat hava Jústines Olsen, djóra- lækni, Ólavur Sjúrðarberg, formaður í Grindamanna- felagnum og Valborg Ras- mussen, lærari, skrivað hvør sín frágreiðandi part um grindadráp og hagreið- ing av tvøsti og spiki í nýggju útgávuni. Føroyaprent hevur prentað bókina. Grindavísan er 48 síður, kostar 120,00 krónur og fæst til keyps í bóka- sølunum um alt landið. Nýggja útgávan av Grindavísuni inniheldur eisini tilfar um grindadráp og hagreiðing av spiki og tvøsti Lions tiltak á Giljanesi Høvuðsparturin av ágóðanum av Giljanestiltakinum hjá Lions Club í Vágum í ár, fer til at seta gamla flogtornið, sum bretar bygdu við flogvøllin, í stand. Mynd: Edvard Joensen Á myndaframsýningin í Miðvági leygardagin ber millum annað til at síggja eina gamla mynd av Julionnu á Støðini, umframt eisini kjólan, hon er avmyndað í fyri meira enn hundrað árum síðan Mynd: Miðvágs Fornminnafelag