Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. februar 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 25 - 5. februar 2005 Tríggir í salinum Loysa beinanvegin Rógvi Dam av Norð- skála er ikki í iva um, at hann fer at velja Tjóð- veldið týsdagin. - Eg hevði ikki funnið uppá at valt Sambandið, tí teir vilja føra okkum beint inn í ES. Hetta má ikki henda. Tí mugu vit hava loysing beinanvegin. Hóast Edmund dugdi væl at tosa, so broytti tað einki støðutakan hansara. - Eg var ein ein sann- førdur tjóðveldismaður áðrenn fundin. Og eri tað framvegis í allar hægsta grad eftir henda fundin, sigur Rógvi. Varðveita sambandið Sigvard Hansen, Kolla- fjørður hevur valt Sam- bandið alt tað, sum hann kann minnast. Og tað ger hann so sanniliga eisini týsdagin. - Sambandið er einasta alternativið til ríkisfelags- skapin og umboðanina á fólkatingi. Tobbi hevur so ikki fingið meg til at broyta hugsan. Sigvard lurtaði við áhuga eftir báðum røðar- unum, og hann gav teimum eisini sítt ummæli: Í einum skala uppá 10 fekk Edmund 8 stig og Tobbi 6. - Tað var meiri skil í tí, sum Edmund segði. Altíð valt tjóðveldið Hans Høghamar av Eiði er ein ektaður tjóðveldis- maður og hevur valt tjóð- veldið líka síðani 1948. Og tað ætlar hann sær at halda fram við. - Eg velji tjóðveldið, tí eg vil sleppa at eiga hetta landið. Tað skal ikki for- erast vekk til nakran. Hans er sannførdur um, at tjóðveldið fær ikki bara annað umboðið, men bæði tvey! - Vit hava lagt leiðina móti sjálvstýrið, og hetta er einasta gongda leiðin, við tjóðveldisflokkinum á odda. - Hann dugir sera væl at tosa, sigur ein ung genta, sum enn ikki hevur valrætt VALFUNDUR Snorri Brend Millum áhoyrararnir til fundin var tann bert 13 ára gamla Fríða við Streym av Norðskála. Hóast tað enn resta fimm ár til hon fær valrætt, so hevur hon longu nógva vit- an um føroyskan politikk. - Vit tosa nógv um poli- tikk heima hjá okkum. Men eg kundi ikki sjálv hugsað mær at verðið politikkarari. - Tað er bara ikki eg!, sigur Fríða. - Ikki eg! Fríða hevur hoyrt tey har heima tosa nógv um Tobba, men sjálv hevur hon ong- atíð sæð hann. Nú foreldrini fóru á henda politiska fundin á Oyrarbakka, fór hon bara við. - Eg havi altíð hoyrt, at Tobbi var so stuttligur. Tí vildi eg fara við fyri at lurta eftir honum. - Og hon var veruliga stuttligur. Hann dugir fan- tastiska væl at tosa, sigur Fríða. Hon sat við áhuga og lurtaði eftir framløgunum hjá teimum báðum. Og hon helt, at tað hevði verið ein góður fundur. - Báðir dugdu væl at tosa. Men eg haldi tó, at Tobbi hevði munin! Tobbi var stuttligur Tað er langur vegur úr New York og til Felagsskúlan á Oyrar- bakka. Men tá talan er um ein politiskan val- fund eitt illveðurs- kent hóskvøld, har bert tvey valevni vóru til staðar, var mun- urin kanska ikki sooo stórur VALFUNDUR Snorri Brend, snorri@sosialurin.fo Myndir: Bárður Lydersen Teir stóðu har frammi, val- evnini Edmund og Tobbi, umboðandi hvør sín flokk. Ein pallur var settur upp, teir stóðu við hvør sítt borð, har eyðkennisbókstavar teirra vóru festir framman- fyri. Báðir vóru ílætnir slips, og gjørdu alt fyri at hyggja út yvir áhoyrara- fjøldina. Í høgru síðu í høllini sat orðstýrarin, sum hevði eina rímiliga lætta uppgávu hetta kvøldið: Báðir høv- uðspersónarnir vóru virði- ligur og haraftrat væl skornir fyri tungubandið, so ikki var neyðugt at bróta teir av í tjakinum. Áhoyraraskarin kundi verið størri hetta illveðurs- kenda hóskvøldið. Men hesi, kvinnur og menn í øll- um aldrum, frá 13 árum og nakað væl upp í 70’ini, fingu eitt lívligt orðaskifti, har søgur, fakta, viðmerk- ingar og politiskt orða- vavstur fuku gjøgnum luft- ina. Eingin teirra veit enn, um hann verður valdur á fólka- ting. Men sum Edmund so beinrakið segði tað: - Fyri okkum eysturoy- ingar er tað rættast og best at velja okkum báðar. Gera tit tað, so fær oyggin tveir eykamenn inn á Ting, og soleiðis fáa tit størri ávirk- an bæði á løgtingi og fólka- tingi! Fundurin vardi í tríggjar tímar, og spurningurin er so, um hann flutti veljarar nakran vegin. Tað er nokk lítið sum bendir á tað, um skal trúgva teimum trimum monnunum, sum siga sína hugsan um hetta á hesari síðuni. Balsameraðir sambandsmenn Bæði Edmund og Tobbi vóru samdir um, at danir vita ov lítið um Føroyar. Edmund helt tí, at tað lá ein stór uppgáva hjá øllum før- oyingum at kunna um okk- ara viðurskifti í Danmark. - Her kann bæði vera tal- an um politikkarar, felags- skapir, pensjonistafeløg, - ja, í roynd og veru kunnu øll gera tað. Verður kunnað um Føroyar á rættan hátt, so koma teir at skilja okkum og okkara serstøku viðurskifti enn betri. Hann bleiv her avbrotin av Tobba, sum segði, at skuldi ein lata pensjonistar- nar kunna um Føroyar, so hóskaði tað sera væl til ta útdoyggjandi rasuna av sambandsmonnum. - Tað er so fáir sambands- menn eftir, at vit mugu skjótt til at balsamera teir, soleiðis at komandi ættarlið fáa at síggja, hvussu teir í veruleikanum sóu út!, segði Tobbi. Hann helt hinvegin, at tað - Sambandsmenn m Velja tit okkum báðar, so fær Eysturoyggin betri umboðan, tá eykamenn okkara koma á ting, segði Edmund Joensen Fríða hevur áhuga fyri politikki, men kundi ikki sjálv hugsað sær at verðið ein! Áhoyrararnir stuttleikaðu sær óført, tá tann siðiligi Edmund og tann orðasnildi Tobbi dystaðust