Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. februar 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 25 - 5. februar 2005 9 H.C. Andersen á myntum Í sambandi við, at tað í apríl verða 200 ár síðani, at H.C. Andersen varð borin í heim, gevur danski Tjóð- bankin út serstaka røð av myntum. Fyrstur av hesum verður ein 10-króna, sum verður gjørd í trimum ymsum útgávum. Ein úr gulli, ein úr silvuri og ein, sum er átøk eini vanligari tíggju-krónu. -jm Føstulávint á Argjum Eins og tað hevur verið gjørt undanfarin ár, so verður aftur í ár skipað fyri føstulávintshaldi í Róðrarneysti- num á Argjum. Um hálvgum fýra tíðina verður tunnu- sláing fyri børn, sum eisini fáa ein bita omaná, efti at kattakongurin er funnin. 19.00 verður so farið í gongd hjá teimum vaksnu, og eisini tey fáa nakað at eta, tá tunnan er niðurkomin. Eftir midnátt veðrur dansur, verður at enda sagt í tíðindaskrivi. Nýtt jarðarstýri Fyrsta stýrið til Búnaðargrunnin, sum at kalla avloysir Jarðarráðið, er nú valt. Fyri vinnumálaráðið eru Elisa- beth Eldevig og Bjørn á Heygum vald í stýrið. Óðals- felagið hevur sett Eyðun á Rógvu. Fjórði nevndarlim- urin er frá Óðalsfelagnum, sum hevur valt Óluvu Mid- jord. Saman skuldu hesi fýra so innstillað seinasta nevnd- arlimin, og gjørdist hesin Marion á Lakjuni. Fyrsta Stýrið fyri Búnaðargrunnin er valt (avloysari fyri Jarðarráðið) Stýri skipar seg á fundi í komandi viku. -jm Legg av – ella fá pengarnar aftur - Tú fert at sakna sigarettina restina av lívinum. - Tú kennir teg illa, og tí krevur tað viljastyrki at leggja av. - Tú kanst ongantíð aftur eta ein góðan døgurða, uttan at hugsa um sigarettirnar. Hetta eru bert nakrar av teimum mytunum, sm Metta Fønss roynir at taka lívið av, tá hon heldur skeið í roykiavvenjing. Í 2003 var hon fyrstu ferð her á landi, og tá vóru um 300 føroyingar á skeiðum hennara, og hesaferð hevur hon sett sær fyri at hjálpa enn fleiri. Sjálv sigur hon, at hon er somikið vís í, at hetta riggar, at um luttakarar byrja at roykja aftur, táa tey pengarnar aftur. Sjálv sigur Mette, at hagtalsliga riggar roykistoppið hjá 90% av luttakarunum, og sum hon sigur, so skulu áhugaðir luttakar ikki halda se aftur: - Komið bara við, og minst til at hava nóg nógvar sigarettir við, staðfestir hon. Skeiðið verður í Havn í døgunum 7. til 9. mars, og fæst meira at vita um hesi á heimasíðuni, www.easyway.dk. -jm Seyðahundar í Norðoyggjum Leygardagin verður á fyrst sinni skipað fyri seyðahundakapping í Norðoyggjum. Kappingin verður hildin eysturi á Heiðum á Viðar- eiði, og verður talan væntandi um luttøku frá hundum úr øllum landinum. Hundarnir verða býttir í tríggjar flokkar. 1. flokkur eru teir ungu og mest óroyndu hundarnir, og 3. flokkur eru so teir seyðahundar, sum eiga at roknast sum teir bestu í landinum. Teir tríggir hundarnir – og eigararnir – í hvørjum flokki fáa steyp og heiðursmerki, sum Statoil hevur latið til tiltakið. -jm mugu balsamerast! hevði verið ein heilt tilvit- aður politikkur frá danskari síðu at lata fólk trúgva, at einki fólk búði í Føroyum. - Tað var ikki fyrrenn sjálvstýrisflokkarnir fóru at tosa um at skipa ein før- oyskan stat at teir vaknaðu úr dvala. Tástaðni sóu teir, at her livdi eitt fólk, sum hevði bæði áræði og vilja til at standa á egnum bein- um. - Her hava Edmund og tey sitið púra rólig á dana- tingi, og vóru lullaði inn í ein danskan flokk, og bara atkvøddu tað, teir fingu boð um frá leiðsluni. Og danir, teir vóru av hesi or- søk púrasta easy um hetta, tí í Føroyum hendi púrt einki, helt Tobbi fyri. Bundnir at dønum Á fundinum luttók eisini sangarin Sámal Ravnsfjall, sum undirhelt við serstaka sangi sínum. Tað sama gjørdu Edmund og Tobbi eisini, sum fingu høvi at vísa sínar tónlistarligu gáv- ur sum sangarar. Fundarfólkið fekk somu- leiðis høvið at koma til orð- anna. Úr salinum kom m.a. ein spurningur um Heima- stýrislógina: Var tað hon, sum hevði skyldina av at Føroyar fóru á heystin fyri meiri enn 10 árum síðani?! Ja ella nei! Sum væntað høvdu Ed- mund og Tobbi hvør sína hugsan um hetta málið. Men spurningurin varð so vendur móti Tobba, og hann svaraði tí fyrstur: - Tað krevur eina langa frágreiðing at skula greiða frá hesum, men ... Edmund breyt hann av, og segði, at tað gjørdi einki. - Tosa tú bara leingi um hatta! Tobbi greiddi síðani frá, at henda lógin í roynd og veru var ein neyðsemja millum okkum og danir. Hon hevði ongatíð verið góð, tí hon hevði bundið okkum nærri og nærri at dønum. - Hugsa bara um árini frá 1948 til 1992, hvussu vit tá gjørdust meiri og meiri bundnir fíggjarliga at døn- um. Men vita tit hvat? Hetta var í roynd og veru ætlanin við hesi lógini! - Hetta dugdu danskir embætismenn væl at síggja, tí vit við lógini fingu eina sjálvvirkandi binding at teimum. Tí má okkurt vera galið við skipanini, tá hon soleiðis bindir eitt fólk niður, segði Tobbi. Hann vísti m.a. til lond í Latínamerika, sum hava eitt ótrúligt ríkidømi í náttúr- uni, men har illa stendur til, tí tann politiska skipanin ikki virkar. Gamlar plátur Edmund fór, eins og Tobbi longu hevði gjørt, eftir teimum gomlu slagorðun- um um Heimasstýrislógina. - Ja, er tað ikki ótrúligt, at vit soleiðis ferð eftir ferð hoyra tað sama frá tjóð- veldinum: At Heimastýris- lógin fær skyldina fyri alt tað ringa. Nei, Tobbi, eing- in skipan er betri enn tey fólkini sum umsita hana. Tað er tað sama við einum húsarhaldi. Um ein ikki ansar eftir, so fer húskið ra- bundus. - Skipan við Heima- stýrislógini er góð, eingin ivi um tað. Trupulleikin er bert tann, at tjóðveldið rann undan ábyrgdini, tá húsa- gangurin var veruleiki. Tí skal eingin ivi vera um, hvør tað er sum er bestur at stýra hesi skipanini!, segði Edmund. Hann fekk ikki sagt meiri, tí nú breyt Tobbi hann av, og kom við einum sitati eftir Heina O. Heine- sen, fyrrv. tingmann. Hann plagdi at siga, at Edmund var so innbilskur, at hann helt at fiskurin kom á land- grunnin, bara tí at Sam- bandið kom aftur til valdið. - Eg meini tað, segði Ed- mund. Heini hevur sagt so mangt! Og allur salurin brast út í látur. Einki uttanum tos Tá politikkarar standa í andgletti sleppa teir oftast gott frá tí, við at tosa uttan um evnið. Hóskvøldið sluppu teir at gera hetta í sjálvum orðaskiftinum, men áðrenn fundurin end- aði var liðugt við hesum. Nú skuldu teir svara nøkrum spurningum um føroysk viðurskifti. Og her var einki uttanumtos góð- tikið. Bara røtt svar. Til tess at gera kapping- ina meiri spennandi, var ein vinningur til hann, ið svar- aði rættast uppá flestar spurningar. Hetta var ein fløska av konjak, sum orða- stýrarin hevði fingið sum gávu frá Miðflokkinum! Her vóru spurningar um prestar í Føroyum – teir báðir seinastu prestarnir í Hvalvík fingu eina søgu í part við á vegnum – og um teir vistu, hvat nummar stóð á bilum teirra. Somu- leiðis vóru spurningar úr teirra egna valdømi: Hvussu nógv fólk búðu í Eiðis kommunu og í Runa- víkar kommunu, og um hæddir á fjøllunum í oynni. Og um, hvussu rækjur itu á týskum? Her stóð gekk rættiliga javnt á. Teir vóru langt við síðuna av viðhvørt, men til aðrar tíðir vóru teir sera neyvir. Men ein vinnari mátti so finnast. At enda spurdi orðstýrar- in Tobba um hæddina á Stóru Dímun. Hann hugs- aði seg um eina løtu, og kom so við svarinum, ið lá bert fáar metrar frá tí rætta. Edmund varð síðani spurdur um hæddina á Lítlu Dímun, og her var hann øgiligt í iva. Hann hugsaði seg væl um, fortaldi eina søgu um seyðin í oynni við teimum skeivu beinunum, meðan heilin arbeiddi uppá fult fyri at finna svarið. Tá so svarið umsíðir kom, var tað langt við síð- una av. Soleiðis vann Tobbi sjálva spurnarkappingina. Men hvør ið vann sjálvan valdystin er ilt at meta. Ein áhoyrari – ein sambands- maður! - gav Edmundi 8 av 10 stigum, meðan Tobbi bert fekk 6 av 10. Svarið uppá tann enda- liga dystin fáa vit seint týs- kvøldið, tá landsúrslitið fyriliggur av fólkatingsvali- num. Kanska báðir verða valdir! Tað var ikki fyrrenn vit byrjaðu at tosa um ein føroyskan stat, at danir funnu útav at vit vóru til, segði Torbjørn Jacobsen