leygardagur 5. februar 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 25 - 5. februar 2005
Fyrrapartin ígjár frættist, at loysn er funnin fyri virkini
hjá Sandoy Seafood í Skopun og á Sandi, sum hava
merkt sviðan frá teimum lágu prísunum á frystum upsa-
vørum. Eftir tí, sum higartil er komið fram, hevur Sand-
oy Seafood gjørt eina avtalu um skuldina hjá felagnum,
soleiðis at felagið aftur verið rakstrarført.
Hetta mugu vit fegnast um, tí gavst felagið við virk-
seminum í Sandoynni, hevði óivað verið tungt at fingið
virksemið uppaftur. Avleiðingin hevði kanska verið, at
trupla støðan í sunnaru helvt í Suðuroynni hevði flutt
seg norður um Suðuroyarfjørð til Sandoynna.
Støðan í Sandoynni var trupul, eftir at flakavinnan varð
umskipað miðskeiðis í 90-árunum, men ein ætlan var
medvirkandi til, at virksemið á virkjunum á Sandi og í
Skopun varð tikið uppaftur. Men Sandoyarætlanin var
bara ein partur av loysnini, tí hin parturin - fólk, sum
høvdu áræði og tordu at fara undir virksemi av nýggjum
- skuldi eisini til. Og uttan bæði drivnar og hugflogs-
ríkar vinnulívsmenn í Delta Seafood á Tvøroyri hevði
Sandoyarætlanin neyvan verðið burðardygg.
Sandoyarætlanin er nógv umrødd í samband við støðuna
í sunnaru helvt í Suðuroynni, serliga í Vági. Í stuttum
skal sigast, at Sandoyarætlanin varð ein samtykt á
løgtingið, sum setti av tríggjar milliónir krónur til at fara
undir virksemi á teimum báðum virkjunum í Skopun á
Sandi. (Heta var kortini ikki nóg mikið at fáa virkini
løggildað, men stigtakararnir útvegaðu meiri pening).
Men um ein sandoyarætlan - ella ein suðuroyarætlan -
við nøkrum milliónum krónum í játtan til flakavirksemi
í sunnaru helvt í Suðuroynni er rætta loysnin, er tann
stóri spurningurin. Í øllum førum seta vit stórt spurnar-
tekin við hesar tankar, tí, sum skilst, er støðan í sunnaru
helvt í Suðuroynni nógv truplari enn sum so, tí kreppan
har suðuri er nógv meiri bygnaðarlig, ella strukturell.
Tað merkir kortini ikki, at politiski myndugleikin ikki
skal vera við til at loysa støðuna har suðuri - eisini við
peningi. Men tað mugu fyrst og fremst vera vinnu-
lívsfólk í sunnaru helvt í Suðuroy - ella fólk aðrastaðni,
um teir neyðugu leiðararnir og íleggjararnir ikki finnast
á staðnum - sum taka tey vinnuligi stigini fyri at fá
gongd á aftur vinnulívið í hesum landspartinum, sum
hevur átt ein týðandi leiklut í føroyska búskapinum. Tað
almenna skal skapa nakrar betri karmar og somu
fyritreytir sum vinnuliívið aðrastaðni, men intiativið
mugu lokalar kreftir taka.
Lagt varð fyri við at siga, at tað er eydnast at fáa virk-
semið í Sandoy Seafood tryggjað við nøkrum avtalum
og nýggjum kapitali. Uttan at gera nakrar samanbering-
ar, so slepst ikki undan at gera sær nakrar tankar um
støðuna og spyrja, hvussu tað ber til, at líknandi ikki ber
til í sunnaru helvt í Suðuroynni. Har finst gott fólk -
bæði á sjógvi og á landi - og hesar góðu kreftir mugu
taka stig og í felag virka fyri at fáa gongd á aftur
vinnulívið, so tað aftur verður trivnaður í hesum
partinum í landinum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Virksemið er tryggjað...
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Gerhard Lognberg
løgtingsmaður
Nú fólkatingsval er fyri
durum, og valevnini úr
øllum flokkunum bjóða seg
fram, við teimum bestu
loysnunum fyri okkara
kæra Føroya land, og ivist
eg ikki í, at øll vilja tað
besta.
Eg havi lagt merki til, at
nógv verður tosað um ES.
Út frá míni persónligu
meining er ES nakað, sum
vit ikki skulu blíva partur
av, men heldur royna at
gera avtalur. Sum limir
høvdu vit mist allan okkara
identitet.
Um so verður, at ein ES
grundlóg verður til endans,
so má henda undir ongum
umstøðum trýstast yvir
høvdið á okkum.
Føroyar eiga og skulu
verða uttan fyri ES.
Farið á val og velji eitt av
valevnum hjá Javnaðar-
flokkinum.
Thomas Arabo
Javnaðarflokkurin
Okkara fjølmiðlafólk royna
at reka uppundir, at Løg-
maður ikki burdi stillað
upp
til
Fólkatingsval.
Sjálvandi eigur hann tað.
Hetta er gomul siðvenja, og
kemst hon av, at floksfor-
maður og løgmaður altíð
hava verið sami persónur.
Sjálvandi skal floksfor-
maðurin leiða ein flokk inn
í eitthvørt valstríð, og tað,
at hann í okkara føri er
Løgmaður er eingin vansi,
m.a. tí at valskeiðini ikki
eru samanfallandi. Sjálv-
andi situr Jóannes Eides-
gaard tryggur sum Løg-
maður fyri tí, um hann still-
ar upp til fólkatingsval.
Loysingarflokkarnir hava
mangan sagt, at einki ber til
uttan fullveldi. Tað bar ikki
til at yvirtaka ráevnini í
undirgrundini uttan loys-
ing. Tað bar ikki til at fáa
Vaktar og Bjargingartæn-
astuna uttan loysing o.s.fr.
Men tað bar til við góðum
politiskum handalagi og
treiskni. Nú siga teir, at tað
ber ikki til at fáa víðkaðar
uttanríkisheimildir
uttan
fullveldi. Sjálvandi ber tað
til! Tað er ein spurningur
um sjálvsálit.
Vit í Javnaðarflokkinum
síggja ljóst uppá at koma
framá á sjálvstýrisleið,
sjálvt um vit mangan mugu
arbeiða í mótbrekku, har
mótstøðan løgið nokk ikki
kemur frá Sambandsflokk-
inum, men frá teimum ið
siga seg vilja koma fram á
sjálvstýrisleið.
Síðsta skrímslið, ið hálað
verður úr skjáttunni er ES
spurningurin.
Sjálvandi
skulu øll ES viðurskiftini
kannast, men tað verður
fyrst og fremst ein spurn-
ingur til komandi løgtings-
val, meðan eingin panikkur
eigur at verða í tí málinum í
løtuni. Okkara ES viður-
skifti hanga neyvt saman
við, hvat hendir í Noregi og
Íslandi, og alt bendir á, at
tað verður eitt nýtt Løgting,
ið kemur at taka støðu til
tað málið.
Í Javnaðarflokkinum eru
nógv góð fólk, ið bjóða seg
fram sum fólkatingsval-
evni, og hjá okkum eru tað
úrslitini, ið telja og ikki
talið av yvirskriftum í fjøl-
miðlunum, og so sanniliga
ikki, hvussu nógv uppskot
man hevur liggjandi í eini
skuffu!
Summi valevni markn-
aðarføra seg uppá, at vilja
verða fólkatingslimur bur-
turav. Tað er nú einaferð so,
at summi megna ikki meir
enn at loysa eina uppgávu í
senn, meðan onnur klára
væl og virðiliga fleiri.
Soleiðis eru vit so ymisk.
Eidesgaard frá sum løgmaður?
VAL05
Fólkatingsval
VAL05
Birgir Mohr
Sandi
Størsta mistak, sum vit
føroyingar kundu gjørt, var
at valt sjálvstøðugan før-
oyskan valuta – føroyska
krónu, sum Miðflokkurin
ætlar tað, tí tað gjørdi Ís-
land.
Rokningina fyri tað mis-
takið hevur íslendska fólkið
goldið í dýrum, og fleiri
ferðir vórðu nullini strikað,
fyri at íslendska krónan
kundi vera ein króna.
Hetta kostaði íslending-
um nógv. Tað tók 40 ár at
fóta sær búskaparliga, og
fleiri generatiónir av ís-
lendingum fóru í grøvina
fátækir, hóast tey høvdu
livað eitt virkið, langt og
skilagott lív.
Tann
avgerðin
hevur
einki at gera við búskapar-
liga viðvindin hjá okkara
brøðratjóð fyri norð-vestan
í dag, og helst fer eisini Ís-
land sum frá líður yvir til
evruna.
Vit føroyingar hava eitt at
gera, um Danmark fer frá
donsku krónuna til evruna,
og tað er at vit gera tað
sama. Tað er tó ein møgu-
leiki fyri, at vit kanska
skuldu farið yvir til evruna
undan dønum, um hini
norðurlondini gera tað og
Stóra Bretland eisini.
Men ong føroyska krónu,
tað tænir ongum endamáli.
Tað siga vit í Javnaðar-
flokkinum. Gott val!
Veljið Javnaðarflokkin.
Javnaðarflokkurin velur evruna sum valuta!
VAL05