leygardagur 5. februar 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Helena Dam
á Neystabø
Javnaðarflokkurin
Ríkisfelagsskapurin
er
stundum ein ríkur felags-
skapur - eingin ivi um tað.
Men hesin sami felags-
skapur er eisini stundum
ein leivd, sum læsir part-
arnar fastar í eina avoldaða
fatan av, hvussu tjóðir eiga
at kunna samstarva. Vit
hava upplivað, at stirvnar
løgfrøðiligar tulkingar av
bæði Heimastýrislóg og
Grundlóg hava forðað fyri,
at Føroyar fáa heimild til at
samstarva á jøvnum føti við
onnur lond.
Tí er ríkisfelagsskapurin
ikki bara romantikkur, hann
er eisini ein spurningur um
vald og um valdsbýti og
um politiskt hegni.
Trumfurin hjá okkum
føroyingum er, at Føroyar
altíð hava haft eina serstøðu
tjóðskaparliga
og
mentunarliga í ríkinum og í
Evropa. Fókatingsumboðið
skal menna og varðveita
hesa serstøðu í neyvum
samstarvi
við
Føroyar,
Danmark og okkara nærm-
astu grannar. Vit skulu ikki
blanda onkran yvirgangs-
felagsskap í Baskaralandi
uppí ella onkra fjarskotna
Kyrrahavnsoygg, tá ið Før-
oyar samráðast um meiri
sjálvstýri og um fleiri
heimildir, tað kann bara
spilla spælið. Og tað hevur
spilt spælið.
Fólkatingslimurin skal
støðugt arbeiða við at gera
tær røttu alliansurnar, sum
menna okkum sum tjóð, og
sum tryggja okkum rættin
til at virka á jøvnum føti
við aðrar tjóðir. Gera vit
ikki tað vera vit afturúr-
sigld, og enda í besta føri
sum eitt stuðulsfíggjað frí-
tíðarøki.
Fólkatingslimurin og
heimssamfelagið
Heimurin er í dag so
samansjóðaður - so globali-
seraður - at bara tann sum
syrgir fyri ikki at liggja
sjóvarfallið av sær, og bara
tann sum loftar teimum
møguleikum, sum vísa seg,
klárar seg í kappingini.
Tað er ein stór uppgáva,
at røkja okkara sambond út
í heim, sambandið við Dan-
mark og samskiftið við hini
Norðurlondini og við okk-
ara nærmastu grannar. T.d.
Stóra Bretland. Føroyar eru
tað land, sum hevur longsta
felags mark við Stóra Bret-
land. Tí hava vit sjálvsagt
nógv felags áhugamál, tað
eru ótaldir samstarvsmøgu-
leikar,
vinnumøguleikar,
f iskivinnumøguleikar,
handilsmøguleikar, gransk-
ingar-
og
útbúgvingar-
møguleikar at røkja, bara
her. Taka vit so Danmark,
Norðurlond og partar av
Evropu afturat, so er tað
beinan vegin greitt, at vit
tosa um eina ógvuliga stóra
uppgávu.
Fólkatingslimurin skal,
sum eitt slag av uttan-
landsumboði fyri Føroyar,
eisini arbeiða við hesum
málum, umframt at hann
ella hon skal hava sína dag-
liga gongd á Christians-
borg. Haðani vit eisini
skulu virka fyri sjálvstøð-
ugum limaskapi í Norður-
landaráðnum, og at tær
avgerðir, ið Føroya Løgting
tekur, verða framdar í
Fólkatinginum — tá ið tað
krevst.
Føroyar ES og Fólka-
tingssessurin
Skjótt skulu øll limalondini
í ES taka støðu til ta nýggju
ES-grundlógini. Tá ið Dan-
mark hevur sagt ja til hesa
grundlóg merkir tað sam-
stundis, at danskur sjálvs-
avgerðarrættur verður flutt-
ur úr Danmark og til ES.
Uppi í hesum danska
sjálvsavgerðarrætti hongur
sjálvandi eisini føroyskur
sjálvsavgerðarrættur,
tí
ríkismálini verja, ríkisborg-
araskapur, gjaldoyra, rætt-
armál og onnur mál verða
flutt til ES, tá ið tann
nýggja grundlógin kemur í
gildi um nøkur fá ár.
Í løtuni hava okkara
fólkatingsumboð beinleiðis
ávirkan á ta viðgerð sum
fer fram í Fólkatinginum nú
bæði ES-grundlóg og
føroysk ríkismál og uttan-
ríkismál koma til viðgerðar
har. Ongantíð áður hevur ta
tí verið meiri neyðugt, at
føroysku fólkatingsumboð-
ini eru á varðhaldi, og at tey
brúka sín møguleika at
ávirka og samstarva um, at
málini og heimildirnar, so
hvørt sum Danmark letur
tey til ES, Føroya vegna
verða tikin heim til Før-oy-
ar. Hendir tað ikki - verður
tað størsta afturstig í Før-
oya Søgu.
Sjálvstýrismálið á
føroyskar hendur
Samgongan, við Javnaðar-
flokkinum á odda, hevur
sett sær fyri at fáa sjálv-
stýrismálið á føroyskar
hendur.
Leisturin,
sum
Javnaðarflokkurin og sam-
gongan hevur valt, er settur
saman av trimum týðandi
tættum:
1. Yvirtøkulóggávu, sum
er ein nútímansgerð av
heimastýrisskipanini
2. Lóggávu um størri utt-
anríkispolitiskar heim-
ildir og
3. Nýggjari
stjórnarlóg
um rættindi og skyldur
føroyinga
og
um
mannagongdir í sam-
bandi við sjálvstýristil-
gongdina.
Á henda hátt ætlar Javn-
aðarflokkurin at slóða fyri
einari hóvligari tjóðskapar-
ligari semju í sjálvstýris-
málinum, og hetta er ein
góð ætlan.
Men mangir eru leikir í
longum talvi, og tað tykist
sum møtir landsstýrið mót-
burði í teimum donsku
politisku og løgfrøðiligu
korridorunum á Christ-
iansborg. Langar løgfrøði-
ligar tulkingar koma aftur
og aftur í vegin, og grund-
lógin, sum skuldi vera
frælsisskjal dana, vísir seg
nú at forða fyri bæði hesum
og hasum, tá ið talan er um,
at føroyingar ætla at taka
ábyrgd av egnum viður-
skiftum. Tað liggur væl fyri
at tamba grundlógina, tá ið
danski
ES-limaskapurin
skal fáast at passa inn í
grundlógina,
men
tað
gongur striltið, tá ið vit tosa
um Føroyar.
Tað eru politiskir flokkar
í Føroyum sum vilja alt ella
einki. Teir fáa einki úrslit.
So eru tað politiskir
flokkar í Føroyum, sum
einki vilja, og sum tí heldur
eingi úrslit fáa.
Triði møguleikin er at
berjast fyri tí framburði,
sum ber til, og at fáa góð
úrslit.
Eg eri sanførd um, at
Javnaðarflokkinum er tann
triði møguleikin.
Í Fólkatingssessurin er
eitt fulltíðarstarv
Tá ið tú til fólkatingsvalið
tann 8. februar fert at velja
tína rødd út í heim, so
hevur tað týdning, at tú
hugsar um, hvørt røddin
yvirhøvur verður at hoyra í
Fólkatinginum, og um títt
fólkatingsumboð fer at
arbeiða fyri Føroyar út í
heimi.
Allir teir føroysku fólka-
tingslimirnir hava í nógv ár
eisini verið fulltíðarpolitik-
arar í Føroyum. Tí hava
Føroyar fingið ov lítið
burturúr hesari uttanlands-
sumboðan. Fólkatingið og
Løgtingið
arbeiða
sum
kunnugt samstundis.
Eingin kann røkja tveir
tingmannasessir í senn í
hvør sínum landi til lítar.
Bæði sambandskvinnan og
tjóðveldismaðurin á Fólka-
tingi hava hesi seinastu fýra
árini verið bæði løgtings-
menn og fólkatingsmenn.
Tað er løgið, at nakar
forsvarar hesa støðu, tí tá ið
løgtingsmannalønirnar
skuldi hækkast fyri nøkrum
árum síðani, var ein av
grundgevingunum, at tað
kravdi eitt fólk í fulla tíð, at
røkja ein løgtingssess. Tað
bar illa til at hava annað
lønt arbeiði eisini. Men, tá
ið tað snýr seg um at røkja
tveir tingmannasessir - ein í
Føroyum og ein í Danmark,
tá fær pípan eitt annað ljóð.
Tann føroyski fólkatings-
limurin fær góða løn og
góðar umstøður - tað for-
pliktar! Hvat høvdu føroy-
ingar sagt, um vit rindaðu
fulla løn og eftirløn til tveir
danir í Løgtinginum, og at
teir ongantíð vóru at hitta.
Tí hevur tað týdning, at
tú velur ein flokk, sum vil
taka fólkatingsarbeiðið í
álvara, og at tú velur eitt
fólk, ið vil arbeiða í Fóka-
tinginum burturav, og sum
dagliga og áhaldandi vil
arbeiða fyri at styrkja støðu
Føroya á altjóða leikpall-
inum.
Vegna Javnaðarflokkin
bjóði eg meg fram til at
taka hesa uppgávu uppá
meg - At røkja fólkatings-
sessin sum eitt fulltíðar-
starv.
Nr. 25 - 5. februar 2005
11
tórbjørn jacobsen
Hjá flokki, ið hevur sum
evsta mál, at tjóðin skipar
seg sum sjálvstøðugan
stat, eru afturvendandi
valini til nationalt parla-
ment
í
fremmandum
landi, tað mest paradok-
sala, sum kann upplivast.
Hetta er ringasta høpis-
loysi. Vanvirðiligt. Ein
eyðmýkjandi staðfesting
um vantandi dirvi og
mátt. Leiðin til mansins
hjarta gongur ígjøgnum
búkin.
Bjølgurin
í
donsku
fóðurpatrónini
virkar soleingi vit gapa.
Og nú standa einar 6-7
hundrað milliónir ímill-
um danskt heimastýrið
og føroyskt fullveldið.
Onki annað.
Hjá Tjóðveldisflokkin-
um, ið skipar republikk-
ina í dag, heldur enn í
morgin, er støðan serliga
ambivalent. Leingi hevði
flokkurin ta moyggjar-
ligu støðu, at rættast var
ikki at stilla upp til hetta
danska valið. Síðani kom
metamorfosan í 73. Er-
lendur varð valdur. Í
tveimum skiftum. Seinri
var Finnbogi einsamallur
í framsókn, kjálkaði at
gáttini á Sláturhólman-
um, og málið varð rokk-
ið, hevði Lasse Klein
fingið takholt á Hilmari
Kass, ið ikki var hugaður
fyri at gera listasam-
gongu ímillum flokk-
arnar báðar.
Farið varð bara eftir
røðarapallinum á Fólka-
tingi. Har skuldi hin før-
oyska røddin útbasunera
veruligu føroysku áhuga-
málini. Moyggjardæmið
helt sær fram til fólka-
tingsvalið í 98, táið
Ísakson
kúvendi,
og
mælti til, at tjóðveldis-
umboðið skuldi halda seg
framat fatinum, brúka øll
síni
parlamentarisku
rættindi, um flokkurin
rakk einum sessi. Vit
vóru mong sum ivaðust í
hesum
brotinum
við
knæsetta siðvenju.
Á heysti 2001 fingu vit
umboðan aftur. Vóru líka
frelstir,
jomfrúnalskir
ella piparsligir sum í 73,
men eftir at hava sitið á
tingi í eitt ár, tók eg av-
gerðina um, at royna eftir
so nógvum nevndarsess-
um sum møguligt, eftir
øllum sum vit kundu seta
klórnar í. At kalla, eru
tað bara symptomir frá
nevndararbeiði og av-
gerðum í teimum ymisku
tingbólkunum, ið ljóða
frá tingsins røðarapalli.
Politiska arbeiðið gongur
fyri seg í korridorum, á
nevndarfundum,
í
snapsatinginum, á café-
um og aðrastaðir.
Eftir hetta umskiftið,
skrivaði Finnbogi Ísak-
son eina grein í Fregnum,
um nýggju støðutakanina
hjá tjóðveldismanninum
á danatingi. Púra beint.
Ljóðaði yvirskriftin. Og
royndirnar hava víst, at
soleingi tjóðveldisumboð
hevur sætið á tingi dana,
eigur tað ikki at seta av-
markingar á seg sjálvt.
Danir hava blandað seg
uppí føroysk innlendis-
mál í 600 ár, hví skula vit
so halda okkum aftur frá
politisku kjøtgrýtunum í
danska metropolinum?
Í somu grein skrivar
gamli løgtingsformaður-
in, at størsti trupulleikin
við føroysku fólkatings-
umboðanini, í nógv ár
var, at postberararnir á
Christiansborg gramdu
seg um, at teir fingu ikki
meira tilfar inn ígjøgnum
postrivuna í hurðini á
flokshølunum hjá før-
oysku fólkatingsmonn-
unum.
Hetta er broytt síðani
Norðuratlantsbólkurin
varð skipaður. Sekre-
tariatið virkar, politikkar-
arnir virka og tað hevur
ongantíð staðið so stór
virðing um umboðini úr
norðurhøvum, sum hesi
árini
síðani
seinasta
fólkatingsval. Sjaldsama
rúma tíðin, sum Anders
Fogh Rasmussen hevur
brúkt til at viðgerða
Kuupik,
Lars-Emil,
Høgna og undirritaða í,
tá ið hann flytur fram
røðu undir teimum stóru
orðaskiftinum, er besta
prógvið um, at vit medd-
aðu rætt, táið vit valdu
hendan effektiva nála-
pútutaktikkin, at standa á
imperialistisku líktorn-
unum so hvørt sum høvið
varð har.
Endamálið hjá Tjóð-
veldisflokkinum er at
sveipa hesi mandatini
burtur av tingi. Tað verð-
ur nú neyvan fyrrenn
republikkin er ein veru-
leiki, og soleingi skula
umboðini hjá flokkinum
brúkast - við høvdi og
gørnum. Til frama fyri
veruliga málið hjá før-
oysku tjóðini. Frælsi. Og
tað klívist ikki. Annað-
hvørt liggur tað í Keyp-
mannahavn ella liggur
tað í Tórshavn. Hesin
sessurin kann brúkast
sum kílakraft í áhaldandi
royndini, at flyta tað
ávegis í ein útnyrðing.
Nú ræður um at standa
øksl við øksl. At velja
framhaldið og ikki íhald-
ið, sum er persónifiserað
í
betongsentralinum
ABC.
FINNBOGI, FLOKKURIN
& FÓLKATINGIÐ
VIÐMERKINGAR
Vald og politiskt hegni
VAL05
VAL05