leygardagur 5. februar 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 25 - 5. februar 2005
Jón Guttesen
Valevni Tjóðveldis-
floksins til Fólkatingið
Tá ætlanir vanta eru
miðskiljingar vantandi .
Tá grundgevingar
vanta, eru villeiðingar
til at taka.
Aðrir
flokkar
skýra
virksemi hjá Norðurat-
landsbólkinum klandur
og siga seg duga sam-
starv. Hesum er einki
hald í. ABC umboðini
hava allir valt at verðið
leysgangarir, einsamallir
fólkatingsmenn, uttan
samstarvsfelagar
og
netverk og veljarin kann
bert gita, hví so er.
Men Tjóðveldisflokk-
urin vildi annað og
meira. Tjóðveldisflokk-
urin savnaði umboðini
úr útnorði og fekk sam-
starv í lag. Somuleiðis
er Tjóðveldisflokkurin í
samstarvi við fleiri enn
80 fólkatingslimir um
nevndarsessir o.a. Fleiri
av fremstu fólkatings-
limunum hava luttikið í
upplýsandi arbeiðnum
hjá Norðuratlantsbólk-
inum. Sama hava ser-
frøðingar úr Føroyum og
norðurlondum og fleiri
føroyingar,
niðri
í
lestrarørindu.
Aðrir flokkar kalla
Norðuratlandsbólkin
fyri ein kaffiklubb. Her
fara teir tó ikki heilt
skeivir.
Norðuratlandsbólk-
urin er eitt forum, har
Tjóðveldisflokkurin
hevur savnað fremstu
serfrøðina kring norð-
anlond at lýsa og greina
støðu Føroya í ríkinum
og í heiminum. Og at
lýsa og greina peninga-
renslið millum partarnar
í ríkisfelagsskapinum.
Og fleiri av fremstu
politikkarum á fólka-
tingið hava luttikið.
Aðrir flokkar siga seg
vera virðilig umboð, og
Tjóðveldisflokkurin
ikki. Hetta er als ikki
rætt og fólkatingslimir
eru samdir. Meðan einki
sæst eftir ABC flokkar-
nir, hevur Tjóðveldis-
flokkurin skapt virðing
um søk Føroya á fólka-
tingið og hevur gjørt tað
við at verða virkin og
sjónligir.
Aðrir flokkar siga seg
vilja gransking á fólka-
tingið. Hetta er burtur úr
vón og viti og greið mið-
skiljing av uppgávuni ið
liggur fyri framman.
Vil
samgongan
gransking, eigur hon at
gevast við at skerja
granskingina - frá lítið,
niður í einki. Vil sam-
gongan hava fleiri sam-
størv í lag við lærdar
háskúlar uttanlands, skal
hon gevast við at skerja
orkuna hjá okkara egna
lærda háskúla.
Góði veljari, lat týtt
val verða greitt og ikki
stjórna miðskiljingum
og villeiðingum.
Miðskiljing og
villeiðing
Niklái Petersen
Tjóðveldsiflokkurin
Lurtaði við áhuga eftir
framløgusendingini
hjá
Javnaðarflokkinum í ÙF
týskvøldið, og tað undraði
ikki sørt at hoyra, hvussu
ymiskt framborið varð av
valevnunum um Ríkisrætt-
arligu støðu okkara og ES
spurningin.
Úr Sandoynni ein tann
fragasta sambandsrøða, eg
havi hoyrt leingi. Innan úr
Eysturoynni meira á sjálv-
stýrisbógvin og av Signabø
ein meira hóvlig tjóðveldis-
røða o.s.v.
Ei undir í at Føroya Løg-
maður sum formaður Javn-
aðarfloksins tyktist sera
ullintur í sínum útsøgnum
til tíðir, maðurin veit ikki
hvat hann skal siga, og
mælir til breiðar semjur,
praktmatiskar loysnirnar,
og bla- bla- bla.
Hvat skal hann annað, tá
flokkurin spennur so víða,
líka frá ytst á sambands-
vonginum og langt út á
loysingarvongin.
Løgmaður tosar ofta um
polariseringina í føroyskum
politikki
millum
Sam-
bandsflokkin
og
Tjóð-
veldisflokkin, hesa polari-
sering hevur hann jú beint
inni í sínum egna flokki.
Tosaði nakar um at blása og
hava mjøl í munninum!!
Er hetta ikki at halda
sínar veljarar fyri tað turra
spott??
Eg haldi Javnaðarflokk-
urin skyldar veljarum sín-
um, hvat hann veruliga vil,
og ikki alt hettar uttanum-
tosið.
Nei, tóna reint flagg sum
flokkur, tað hava fólk krav
uppá í dag.
Tjóðveldisflokkurin tón-
ar reint flagg í hesum við-
urskiftum.
Vel so tað munar- val
góða røkt - vel Tjóðveldis-
flokkin - vel E.
Marjus Dam
valevni Sambandsfloksins
Í Ríkisfelagsskapinum er
góður møguleiki hjá Føroy-
um at fáa 120 milliónir kr
til gransking og menning.
Tað er okkara partur av
10 milliardum krónum, ið
Danmark ætlar at nýta til
gransking
og
menning
komandi árini.
Ein slík íløga til gransk-
ing í Føroyum, kundi verið
við til at sett ferð á at skapa
nýggjar vinnuligar møgu-
leikar í Føroyum.
Fullveldistosið seinastu 5
árini var eitt skaðiligt tíðar-
skeið fyri Føroyar. Mikil
goragandur, klandur og
undirskot á fíggjarlógini
vóru úrslitini. Søgan fer at
vísa, at mest skaðiliga
tíðarskeið í føroya søgu var
fullveldistíðin.
Á Fólkatingi hava tjóð-
veldisumboðini bert kegl-
ast og fornerma tey við
høvdu havt best gagn av at
samstarva við.
Fyri Tjóðveldisflokkin
hava ein rópari og ein
heimsmeistari í manipula-
tión sitið á Fólkatingi. Nú
hevur ein skemtari so eisini
stilla upp. Nú kann ein fara
á Cafe at hoyra skemt.
Ímeðan
vinnan
bløðir
orsaka av ongum vinnu-
politikki. Útjaðarin er við
at fara í spønir, og lands-
kassin hevur stórt hall or-
saka av loysingarpolitikki –
ja so verður veljarin boðin
til skemt. At teir ikki
skamma seg.
Tað er eitt at gera: Blaka
loysinginga á bláman og
vel eitt ella tvey sambands-
umboð á Danating.
Vit hava loysnirnar
Heini O. Heinesen
fólkatingsvalevni
heima.olivant.fo/~hoyh/
Hetta valið kann gerast eitt
lagnuval fyri føroya land og
tað fólk sum her búðleikast.
Tað er serliga tí at tjóð-
veldisflokkurin bjóðar seg
fram at umboða føroysku
tjóðina á danatingi.
Tjóðveldisflokkurin fer
ikki á danating at føra
danskan
partapolitikk,
heldur ikki fer flokkurin at
bera føroyskan partapoli-
tikk niður á danating.
Tað sum eg serliga hugsi
um, er tað sum nú er komið
í eyga ein "ES-grundlóg"
fyri alt ES sambandsríki.
Hettar kann koma at hava
avgerandi
týdning
fyri
okkara framtíð sum tjóð.
Tað sum vit fara greiða
donskum politikkarum frá
er, at ein stórur meirluti av
føroya fólki ikki tekur
undir við at Føroya land
verða innlima í ES sam-
bandsríki sum danskur
ríkislutur.
Tilfeingi á Føroya-
grunninum
Alla hesa øldina hava
føroyingar stríst ímóti út-
lenskum royndum at ogna
sær tilfeingið á Føroya-
grunninum.
Tað er einum og hvørjum
greitt, at tjóðveldisflokk-
urin er besta boðið upp á at
verja okkara natúrtilfeingi
olju og -fiskiríkidømi.
Tað hevur hann prógvað
ferð eftir ferð, síðan hann
var stovnaður, við stuðli frá
fiskimonnum.
Hetta vilja vit eisini gera
á fólkatingi, tá tað gerst
neyðugt.
Allir hinir flokkarnir
hava eina jánkasliga støðu
til tað, sum rørir seg við at
Danmark ætlar at avreiða
sín avgerðarrætt á hesum
øki til ES.
Tjóðveldisflokkurin er
einasti flokkur, sum hevur
víst í verki, at vit ikki geva
okkum, sjálvt um hart
leikar á, og tað brýtur í
bæði borð.
Tað gav at bíta tá kreppan
leikaði á sum harast í 1993
tá vóru tað vit sum settu út
í korti, ímóti harraboðum
úr ES landinum Danmark,
og settu eina føroyska skip-
an í gildi fyri okkara høv-
uðsvinnu.
Henda
skipan
hevur
roynst sera væl seinastu 10
árini við serliga góðum
fiskiskapi fyri flest allar
skipabólkar.
Í dag er støðan tann at
henda skipan er við sindr-
ast av løtuvinningspoli-
tikki, meðan løgtingið situr
sum rissa yvir deyðum
fyli.
Tjóðveldisflokkurin
bjóðar seg aftur fram at
møta á danatingi aftaná
valið, tí vit vilja halda fast
um rættin sjávir at stýra
okkara egna olju og —
fiskivinnu politikki.
Fólkatingsvalið
kann
eisini brúkast til at markera
føroyskan politikk, tí velur
tú tað valevni sum kann
vísa á tey bestu úrslitini.
VIÐMERKINGAR
Javnaðarflokkurin ríður á fleiri hestum
VAL05
120 milliónir til gransking og menning
VAL05
Eitt lagnuval
VAL05
VAL05
Gjald fyri valgreinar
Eins og tað hevur verið vanligt í tíðini fram til eitt
val, fer Sosialurin aftur hesa ferð at taka gjald fyri
valgreinar, sum verða settar í blaðið, hetta fram til
fólkatingsvalið.
Gjaldið fyri valgreinar er helvtin av vanligum
lýsingarprísi.
Sosialurin
www.sosialurin.fo