leygardagur 5. februar 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 25 - 5. februar 2005
13
VIÐMERKINGAR
Vitan er hornasteinur-
in í nútíðar kappingar-
føri. Vit eiga at nýta
okkara samstarv við
Danmark til at fáa
ungar
føroyingar
í
starvsvenjing á donsk-
um sendistovum úti í
heimi. Á henda hátt
fáa vit ungdóm, sum
kann hjálpa føroysk-
um vinnulívi at kapp-
ast
á
útlendskum
marknaðum.
Bjørn Kalsø
Í samstarvi við danir,
sum hava sendistovur í
hópin av londum, fer
Sambandsflokkurin at
arbeiða fyri at fáa ungar
føroyingar í starvsvenj-
ing á donskum sendi-
stovum úti í heimi og á
henda hátt uppbyggja
ein førleika, sum bæði
vinnulív og tað almenna
kunnu nýta gott av.
Soleiðis kunnu vit
gera tað lættari hjá nú-
verandi og nýggjum út-
flutningsvinnum at fáa
ráðgeving. Ung fólk við
arbeiðsroyndum
frá
sendistovum kunnu eis-
ini veita vinnulívinum
vitan um útflutnings-
marknaðir, vit ikki áður
hava troytt.
Neyðugt verður fram-
eftir við fleiri fólkum
við serkunnleika til at
røkja tær uppgávur, sum
fylgja við, tá vit fáa
størri uttanríkispolitisk-
an leiklut.
Hesum fara vit í Sam-
bandsflokkinum at ar-
beiða fyri.
Føroyskir ung-
dómar á danskar
sendistovur
Rúna Sivertsen
www.runa.fo
Ein serstakliga týðandi
partur av arbeiðnum hjá
føroysku fólkatingslimun-
um er at hjálpa einstakling-
um, sum av eini ella aðrari
orsøk eru endaði í eini
blindgøtu. Tað kunnu verða
trupulleikar av ymiskum
slag, eitt nú í samband við
lestur ella uppihaldsloyvi.
Fólktingsumboðini
hava
status, sum ger at tey kunna
lata hurðar upp, sum annars
eru ógjørligar at koma
ígjøgnum. Tí hevur tað
stóran týdning, at tú velur
eitt umboð í fólkatingið,
sum tú veitst fer at leggja
orku í og megnar hesa upp-
gávu.
Vit mugu hava eitt ár-
vakið eyga við tí, sum
hendir í danska lógarar-
beiðnum! Tað, sum fólka-
tingið samtykkir, hevur oft-
ast stóra ávirkan á føroysk
viðurskifti. Tá hava fólka-
tingsumboðini møguleikan
at gera sína ávirkan gald-
andi við at upplýsa um okk-
ara siðir og mentan.
Hóast
samráðingarnar
um ríkisfelagsskapin ganga
millum Føroya Landsstýri
og donsku stjórnina, so
hava fólkatingsumboðini
kortini góðan møguleika at
gera sína ávirkan galdandi.
Tað forstáilsi, sum skal til,
um gott úrslit skal spyrjast
burturúr, kunnu fólkatings-
umboðini verða við til at
skapa.
Vel fólkaflokkin, og tú
kanst líta á, at Føroyar fáa
eina umboðan á fólkatingi,
sum við síni ávirkan vil
fremja semjur og úrlsit,
heldur enn stríð og darv.
Árvakið eyga á fólkating
VAL05
Jóhan Samuelsen
Nógv undrunarvert verður
slongt út í samband við
eitt val. Men Sjúrður
Skaale, skrivarin hjá Høgna
og Tobba á fólkatingi sein-
astu árini, hann ber nú
prísin í Sosialinum leygar-
dagin – maðurin hevur altíð
verið frekur, tað vita vit,
men at fara at skjóta øllum
øðrum fólkatingsvalevnum
í skógvarnar, at tey hugsa
bara um at fáa fólkatings-
lønina og einki annað, og
so eru tað bara hann, sum
arbeiðir á fólkatingi, tað er
nógv fyri at hoyra! – Tí
veruleikin er hesin:
Allir føroyskir fólka-
tingslimir higartil, Lisbeth,
Jóannes,Óli, o.s.fr., hava
fingið teirra fólkatingsløn,
ferðastuðul og gjald fyri
skrivara. Hesa løn og henda
rættin hava øll fólkatings-
umboð á danatingi. Men so
hava
tingbólkarnir
hjá
ymsu flokkunum eisini ein
bólkastuðul, og hesin er
ætlaður at nýta í samband
við fólkatingsarbeiðið hjá
donsku flokkunum á fólka-
tingi. Ein bólkur á fólka-
tingi telur altíð í minsta lagi
4 tinglimir, sambært ting-
skipanini, fyri í heila tikið
at kunna kalla seg ein bólk,
og harvið hava rætt til
henda stuðul.
Men tá Høgni Hoydal
kom niður á Danating fyri
góðum trimum árum síð-
ani, tá sá hann, við hjálp frá
Sjúrði, ein møguleika fyri
at fáa so nógvar ferðir van-
ligu fólkatingslønina uppá
50.000, kr., um Høgni onk-
ursvegna fekk stáplað ein
bólk upp á beinini á fólka-
tingi, so lá leiðin opin fyri
beinleiðis
at
“skovla”
pengar inn – og sjálvur
skuldi Sjúrður vera spinn-
doktari og blaðstjóri aftur
fyri fyri 37.000, kr um
mánaðin. At tað so vóru
danskar skattakrónur frá
vaskikonum á Vesturbrúgv,
sum tjóðveldisfólk so spei-
rekandi og niðrandi siga
um danska stuðulin til Før-
oyar, tað nervaði ikki sam-
vitskuna hjá hvørki Høgna,
Tobba ella Sjúrði – moral-
urin: vit oddamenn “full-
veldsins” kunnu taka ímóti
donskum krónum, men tær
eru skaðiligar fyri allar
aðrar føroyingar!?. Eina-
ferð tosaðu garparnir um at
almannakunngera,
hvat
pengarnir skuldi brúkast til
– stuttligt at frætt, hvat teir
hava gjørt við pengarnar?
Hevur nakar hoyrt nakað?
Og so kundu teir brúkast í
“fullveldisstríðnum” – ella
rætt og slætt privat !! Grøn-
lendsku umboðini á fólka-
tingi tóku av tilboðnum hjá
Høgna, men enn vóru teir
bara tríggir í tali, og teir
løgdu seg á knøini fyri at
fáa Libeth L. Petersen við í
bólkin, tí so var sloppið
upp um markið. Men gakk.
Hon segði neitakk. So nú
stóð á gomlum nøglum, eitt
fólkatingsumboð restaði í.
Men dønum so líkt, tey eru
lagalig fólk, so gjørdi
fólkatingið eitt undantak
frá regluni, um minst fýra
umboð fyri at hava ein
fólkatingsbólk
á
tingi,
(hóast hesin hevði sum
endamál at seta loysingina
á dagsskránna!), og sloppið
var. Eitt satt gullnám stóð
sonevnda “Norðuratlants-
bólkinum” í boði.
Tølini eru hesi:
• Lønin pr. mann í bólk-
inum er 59.000,- kr um
mánaðin
• Skrivarin,
Sjúrður
Skaale, 37.000, kr. um
mðr.
• Fjarleikaviðbót 8.000, kr
um mðr.
• Høgni Hoydal 37.000, kr
um mðr.
• ÍALT 141.000, kr. UM
MÀNAÐIN
Hesi tøl siga væl alt hví
Høgni, Tobbi og Sjúrður
gera alt, sum stendur í
teirra makt fyri at sleppa
niður aftur á fólkating 8.
feb. Og omaná alt hetta
hevur Høgni løgtings-
mannalønina. Tað eru
pengarnir sum draga, sjálv-
sagt – hetta er jú meiri enn
flestu føroysku familjur
skulu liva av UM ÁRIÐ!
Ei undur í, at Høgni og
Tobbi hava grivið stríðs-
øksina til eftir valið –
pengamaskinan á fólka-
tingi, Norðuratlantsbólk-
urin kallaður, má fyri alt í
verðini ikki gleppa teimum
av hondum – her má ar-
beiðast í felag bæði hjá
Høgna, Tobba og Sjúrði
fyri at varðveita henda
válgarsbitan, og so má
Høgni tola at verða nevnd-
ur lítli Messias, manipola-
tor, heimsins stórsti lygnari
og annað av somu skuffu, tí
eyðsýniliga telja pengarnir
meiri enn grovastu æru-
meiðingar!! Hetta er ein
óverdug, ómoralsk og ófør-
oysk pengaavpressing hjá
okkum føroyingum at skula
liva við – og so kalla teir
hetta
fyri
frælsisstríð!
Rætta orðið er kraddarí!
At føroyingar hava mist
nógvan
“goodwill”
á
Christiansborg, vegna hesa
ódámligu
framferð
og
válkan í stuðli til politiskar
fókatingsbólkar, sum eru
skaptir, við tí eina fyri eyga
at vinna sær persónligan
pening í lumman, tað er tí-
verri ein óreingiligur veru-
leiki – hetta er so einasta
úrslitið av “arbeiðinum”
hjá Sjúrði higartil! Og hvør
hevði væntað, at Høgni,
Tobbi og Sjúrður skuldi
enda sum offur fyri donsk-
um pengum á fólkatingi?
Og fyri at skorið hetta út í
papp, so skuldi Sjúrður í
staðin fyri lítið sigandi
stabbamynd, um hvussu
nógv óviðkomandi “mál”
og fyrispurningar hann og
Høgni hava reist á fólka-
tingi, sett eina stabbamynd,
sum vísti munin á fólka-
tingslønini hjá Lisbeth og
henni hjá Høgna + alt hitt
svansið frá Norðuratlants-
bólkinum í milliónaklass-
anum árliga – so høvdu
føroyingar verunliga sæð,
hvør dugur best at súgva
donsku boppurnar!!
Føroyingar, veljið virði-
lig umboð á fólkating.
Sjúrður,”arbeiðið” og lønin
Atli Hansen
Valevni hjá Sambands-
flokkinum
Um ríkisfelagsskapurin
skal geva okkum tey
úrslit, vit ynskja, mugu
vit halda hann viðlíka.
Eisini her er samstarv
vegurin fram — eitt
samstarv og samskifti
við hinar flokkarnar á
fólkatingi. Hetta hava
undanfarin umboð fyri
Sambandsflokkin víst í
verki.
Aðrir flokkar senda
umboð í fólkatingi fyri
at forkoma ríkisfelags-
skapinum uttan nakran
tanka fyri, hvar okkara
fólk so skal søkja sær
ókeypis útbúgving, fáa
sjúkraviðgerð ella bara
sum ríkisborgari festa
búgv og fáa sær arbeiði
á jøvnum føti við danir.
Sambandsfólk kenna
týdningin av einum væl-
virkandi ríkisfelagsskapi
og standa tí saman um
aftur á hesum vali at
senda álítandi umboð á
fólkating.
Men hetta krevur, at
vit fara á val — og tað
mannsterk - og seta
krossin við Sambands-
flokkin.
Gott val fyri einum
ríkum felagsskapi.
VAL05
Ríkisfelagsskapurin
má røkjast
VAL05
Lesið
- so eru tit við