Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. februar 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 25 - 5. februar 2005 VIÐMERKINGAR Jenis av Rana Á fundi í samkomu í USA fyri nøkrum árum síðani, vórðu hesi bæði dømini um týdningin av einari atkvøðu borin fram. Í royndum sínum at fáa samkomufólk at fara á val, segði pastorurin frá, hvussu tað bar so til, at amerikanska fólkið valdi at tosa enskt og ikki týskt, og um hvussu Adolf Hitler kom til vald- ið í nazistaflokkinum. Bert ein atkvøða- segði pastorurin- tryggjaði Hit- ler valdið, og bert ein at- kvøða í yvirvág gjørdi at enskt varð valt framum týskt sum tjóðarmál amerikumanna. Hevði bert ein veljari valt øðrvísi, ella siti heima, høvdu ameriku- menn kanska tosa týskt í dag- og sorgarleikurin við Hitler hevði kanska verið ókendur, um bert ein flokslimur hevði atkvøtt øðrvísi hin lagnutunga dagin. Ein áheitan á teg, sum er glaður fyri tað arbeiði, sum Miðflokkurin ger á løgtingi í dag. Eitt er at fáa umboð valt á Fólkating, annað er at fáa flokkin styrktan gjøgnum valið. Til tað krevst hvør atkvøða, og her er møguleikan hjá tær at hjálpa. Tí heita vit á teg um ikki at sita heima, men sjálvur fara á val, og fá onkran við tær- so val- ið gerst eitt Miðflokka- val. VAL05 Týdningurin av einari (tínari) atkvøðu Elin Heðinsdóttir Joensen fólkatingsvalevni Javnaðarfloksins Týsdagin hevur tað al- stóran týdning, at Føroyar velja virðilig og virkin umboð til fólkatingið, tí hesi komandi árini eru sera týdningarmikil fyri okkara viðurskifti — bæði í ríkisfelagsskapi- num og altjóða samfelag- num yvirhøvur. Javnaðarflokkurin læsir seg ikki fastan í, at ríkis- felagsskapurin skal vera tann sami í allar ævir, tí tað í sjálvum sær hevur einki endamál. Hinvegin vilja vit brúka henda fel- agsskap sum eitt amboð, ið alsamt skapar menning og møguleikar, so tað verður liviligt hjá øllum í landi okkara. At sita á fólkatingi snýr seg ikki um at markera seg fyri einhvønn prís ella at draga føroyskar ósemjur við sær niður til Danmarkar. Tvørturímóti er fremsta uppgávan hjá okkara fólkatingsumboð- um, at tey duga at finna breiðar semjur, so úrslit kunnu fáast burturúr. Tað er lætt at seta fram eina ørgrynni av fyri- spurningum ella reisa ein hóp av málum, men hev- ur tað einki endamál, sum er til beinleiðis gagns fyri Føroyar og føroyingar, er tað til onga nyttu. Her snýr tað seg ikki um nøgd, men um dygd, og skal nakað veruliga síggj- ast aftur, er Javnaðar- flokkurin besta boðið, nú tú við tíni atkvøðu skalt velja føroyskt umboð á fólkating. Tí hevur tað stóran týdning, at tú velur eina rødd á fólkating, ið er før fyri at umboða føroyingar á virðiligan hátt, so ávirk- an fæst á alt tað, sum hev- ur týdning fyri Føroyar og føroyingar. Til tað er eingin betri enn eitt um- boð frá Javnaðarflokki- num, ið eisini á fólkatingi vil arbeiða fyri tí besta fyri Føroya land og Før- oya fólk. VAL05 Vel eina virðiliga og virkna javnaðarrødd á fólkating Heini O. Heinesen fyrrv. løgtingsmaður http://heima.olivant.fo/ ~hoyh/ Støðan í dag er tann, at Sambansflokkurin berjist sum úlvur á skóð fyri at innlima Føroya land inn í ES sum danskan ríkislut. Teir vilja eisini fyri ein- hvønn prís fáa føroya fólk at frásiga sær frumburðar- ættin til sítt egna føðiland, og harvið avreiða okkara sjálvsagda rætt, at umsita okkara egna fiskiríkidømi, um teir fáa magt, sum teir hava agt. Upp móti hesum armóðs politikki, setur Tjóðveldis- flokkurin stevnu sína. Hvat var tað, sum gjørdi at okkara samfelag reisti seg aftur aftana kreppuna? Tað var fyrst og fremst tann stovnsrøktarpolitikkur sum tjóðveldisflokkurin stóð fyri, saman við táver- andi samgonguflokkum, sum kom í gildi í 1993/94, beint ímóti harraboðum úr ES landinum Danmark. Økisfriðingarnar komu í gildi 6. januar 1994, lógin "um vinnuligan fiskiskap kom í gildi 10. mars sama ár. Tað var hesin stovnsrøkt- arpolitikkur sum gjørdi at okkara land reisti seg aftur úr øskuni. Hetta kundi bert lata gera, tí at hesin okkara sjávsagdi rættur ikki tá var avreiddir til ES. Tað er hes- in rættir sum nú skal av- reiðast til ES. Tjóðveldisflokkurin bjóðar seg aftur fram at møta á danatingi aftaná val- ið, eisini tí vit vilja halda fast um rættin sjálvir, at stýra okkara fiskivinnu- politikki. Við hesu hugsjón sum grundarlag er tjóðveldis- flokkurin til reiðar til sam- starva. Tað er einum og hvørjum greitt, at tjóðveldisflokkur- in er besta boðið upp á at verja okkara fiskiríkidømi. Tað hevur hann prógvað ferð eftir ferð, síðan hann var stovnaður, við stuðli frá fiskimonnum. Hetta vilja vit eisini gera á fólkatingi, um tað gerst neyðugt. Allir hinir flokkarnir hava eina jánkasliga støðu til tað, sum rørir seg við at Danmark ætlar at avreiða sín avgerðarrætt á hesum øki til ES. Tjóðveldisflokkurin er einasti flokkur, sum hevur víst í verki, at vit ikki geva okkum, sjálvt um hart leik- ar á, og tað brýtur í bæði borð. Valdagin hevur tú møgu- leikan at geva tína atkvøðu til tað valevni sum hevur lagt navn til tann besta fiskivinnufolitikkin aftaná kreppuna. ES og fiskivinnupolitikkur VAL05 Betri samljóð, sterkari samanhald, størri sjálvræði - við Javnaðarflokkinum Hans Pauli Strøm valevni Javnaðarfloksins Føroyingar drógu í allar ættir. Hvør stóð móti øðr- um. Ósemjur og stríð um mál og mið. Hetta var polit- iska støðan í landinum, inn- til fyri einum árum síðani. Tá tók Javnaðarflokkurin við landsins leiðslu og skipaði samgongu við Sambandsflokkin og Fólkaflokkin. Rumbuls- makararnir í Tjóðveldis- flokkinum vórðu settir til viks. Vit fingu eina savn- andi samgongu, ið virkar fyri betri samljóði og sterk- ari samanhaldi í føroyska fólkinum, um tær stóru av- bjóðingarnar at reisa okk- ara land og vinna okkum størri sjálvræði. Tað vísir seg aftur nú, at Javnaðarflokkurin skal taka um politiska stýrisvølin, skal vend koma í. Hinir megna tað ikki. Tak bara gongdina síðstu 10 árini. Eftir kreppuna fyrst í 90- unum var ikki bara neyðugt við eini vinnuligari endur- reising, men eisini eini pol- itiskari nýskapan, ikki minst í viðurskiftunum millum Føroyar og Dan- mark, sum vóru farin heilt út av lagi. Men Sambandsflokkurin, sum sat við landsins leiðslu tey fyrstu árini eftir krepp- una, legði lok á og setti propp í fyri einumhvørjum politiskum dialogi og ini- tiativi um ríkisrættarligu viðurskiftini. Úrslitið av hesum var, at tað fór at prutla og til síðst upp at kóka undir lokinum, so fullveldislandsstýrið sprakk úr pottinum í 1998. Fólkaflokkurin og Tjóð- veldisflokkurin tóku við landsins leiðslu, og nú skuldi alt kollveltast mill- um Danmark og Føroyar. Teir fóru í politiskan bar- daga móti ríkismyndugleik- unum. Konfrontatiónir og proklamatiónir í staðin fyri dialog og samstarv. Soleiðis gingu seks ár. Úrslitaleys. Onki spurd- ist burtur úr. Bardagi inn- anborða og fullveldisskútan fór til botns. Nú er vend komin í. Í eitt ár hevur Javnaðarflokkurin staðið á odda fyri fyri hesi breiðu samgongu, sum søk- ir semjur og samstarv um skilagóðar loysnir, eisini í viðurskiftunum við Dan- mark og útheimin annars. Ein samgonga við trimum flokkum, sera ólíkir á nógvum økjum, men sum arbeiða sera væl saman, onki rumbul, men realpoli- tikkur fyri gagnligum úrslitum. Javnaðarflokkurin hevur evnini at skipa og leiða hetta samstarvið. Javnaðarflokkurin hevur eisini evnini at umboða okkum á Fólkatingi á ein slíkan hátt, at vit sum skjót- ast aftur fáa tað góða sam- starvið millum føroyingar og danir. Tí er so umráðandi, at tú stuðlar Javnaðarflokkinum at vinna annað føroyska umboðið á Fólkatingi. Jógvan á Lakjuni landsstýrismaður og valevni Fólkafloksins Vit liva í einum sera broyti- ligum heimi, og hetta, sum verður nevnt globalisering ella altjóðagerð, er ein veruleiki, sum vit merkja meira og meira hvønn dag, sum gongur. Fjarstøða og landamørk missa sín týdning - ikki minst á tí handilsliga øki- num - og vit kunnu sam- starva og kappast við - og vit fáa eisini kapping frá allari verðini. Hetta hevur veldigar av- bjóðingar og eisini vansar við sær - og krøv - ikki minst fyri eina lítla tjóð sum okkara - bæði vinnu- liga, mentanarliga og á ann- an hátt. Men samstundis kann hetta geva okkum nýggjar og stórar møguleikar, um vit bera okkum rætt at og standa saman um tey røttu tingini. Tað er umráðandi, at vit eru úti um okkum - at vit fylgja við og allastaðni nýta hvønn kjans at upplýsa og kunna onnur um okkara viðurskifti. Her kunnu fólkatings- sessirnir vera góðir, og verða teir rætt nýttir, kunnu teir hava sera stóran týdn- ing fyri okkum - ikki minst í strevi okkara fyri størri uttanríkispolitiskum heim- ildum og sjálvræði. Vit í Fólkaflokkinum bjóða okkum fram, og eg fari at heita á tykkum um at nýta tykkara atkvøðurætt. Farið á val og setið kross við Fólkaflokkin. Góðu føroyingar VAL05 VAL05