Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-05, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. februar 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 25 - 5. februar 2005 15 VIÐMERKINGAR Elin Heðinsdóttir Joensen fólkatingsvalevni Javnaðarfloksins Í politikki er altavgerandi, at tú fyriheldur teg til veru- leikan, soleiðis sum hann sær út. Og føroyski veru- leikin er tann, at vit eru í ríkisfelagsskapi við Dan- mark og Grønlandi. Summi ynskja meira enn bara ríkisfelagsskap og summi loysing, men tað eru bert ynski - og ikki tann polit- iski veruleiki. Gjøgnum hesi skjótt 60 árini, síðani heimastýris- lógin kom í gildi, hevur før- oyska samfelagið ment seg og tikið seg fram á mong- um økjum. Um tað hevði verið so uttan ríkisfelags- skapin, fáa vit ongantíð at vita, men tað er lítið hugs- andi. Í øllum førum kunnu vit tilskriva ríkisfelags- skapinum nógvari av okk- ara framgongd og menning. Tá tað er sagt, so er eisini greitt, at tíðin er komin at endurskoða ríkisfelags- skapin og tær fyritreytir, hann hevur at virka undir. Tíðirnar broytast og vit broytast við, og tí vil Javn- aðarflokkurin eisini gera sítt til, at føroyingar koma at liva í einum dagførdum felagsskapi, har vit sjálv gera av, hvørji stig verða tikin - hvørt tað so er at ein- um tættari ella einum leys- ari felagsskapi. Fast stendur, at ríkisfel- agsskapurin gevur okkum eina ørgrynni av møguleik- um, vit ikki eins lætt kundu fingið, stóðu vit uttan fyri felagsskapin og ikki høvdu atgongd til ta viftu av møguleikum, vit kenna so væl innan útbúgving, sjúkrarøkt og onnur øki, ið smáu Føroyar illa kundu vunnið okkum uttan sam- starv við onnur. Javnaðarflokkurin læsir seg ikki fastan í, at ríkisfel- agsskapurin skal vera tann sami í allar ævir, men vil brúka henda felagsskap sum eitt amboð, ið alsamt skapar menning og møgu- leikar, so liviligt verður hjá øllum í landi okkara. Pláss skal vera fyri tí minsta og tí størsta, tí vit skulu jú øll vera her. Vilt tú hava eina føroyska rødd á fólkating, ið talar tína søk og hyggur frameft- ir, er eitt Javnaðarumboð títt besta boð. Tín møgu- leiki at verða hoyrdur, er at atkvøða fyri lista C, so vit fáa eitt væl valt Javnaðar- umboð á fólkating! Katrin Dahl Jakobsen Javnaðarflokkurin Tað er hóast alt tað, ið tel- ur. Og nú skuldi verið lagamanni at farið til verka. Við Javnaðar- flokkinum á odda, sum er hin savnandi flokkurin í ríkisrættarligu viðurskift- unum, hevur ABC-sam- gongan megnað at jarða alt briksl og kegl. Nú er arbeiðsligt aftur! Hetta hevur stóran týdning - eisini fyri fólkatingsarb- eiðið. Hvussu kann nakar taka okkum í álvara, um ein meldar út í eystur og annar í vestur? Hvørjum av hesum skulu danir trúgva? At vit hava fingið innanhýsis semju í lag, er eitt satt vælsignilsi og slóðar fyri, at vit aftur fara at lyfta í felag, og føra okkum fram sum mentað fólk. Javnaðarflokkurin fer ikki til val við bíligum og ógloymandi herrópum sum "oljan er funnin", sum vit minnast formann tjóðveldisfloksins mar- kera seg við til seinasta fólkatingsval. Vit fara á Fólkating við tí fyri eyga at samstarva við allar flokkar. Okkara loysnir byggja á veruleika, ný- hugsan og breiðar semjur. Vit fara at brúka teir fyri- munir vit hava og leita upp nýggjar møguleikar. Og teir finnast!! VAL05 Latið okkum nú fáa nøkur úrslit! Felagsskapur gevur møguleikar VAL05 Vel eina føroyska rødd á fólkatingi, ið styðjar upp undir eina framhaldandi fullveldisgongd og varpar ljós á føroysk viðurskifti Heidi Petersen løgtingskvinna Føroysk rødd á fólkatingi Ofta verður røtt um, um tað er rætt ella skeivt at luttaka í arbeiðinum í danska fólkatinginum. Tjóðveldis- flokkurin er grundleggjandi av tí fatan, at vit ikki hoyra heima í danska fólkatingi- num, men so leingi vit ikki hava fullveldi, vilja vit nýta allar atkomuligar pallar at tala okkara søk. Við luttøku í fólkatings- arbeiðinum hava vit høvi at gera vart við føroysk viður- skifti, vit fáa varpað ljós á serligu áhugamál okkara og vit fáa kunnað um føroysk viðurskifti á øllum økjum. Gjøgnum samstarvið í Norðuratlantsbólkinum fáa vit ein nógv størri leikpall, enn føroyingar annars hava havt á fólkatingi — tó uttan at tengja Føroysk og Grøn- lendsk áhugamál saman. Hvat sigur veljarin um ABC – og E Eitt áhugavert verður við hesum vali fram um onnur fólkatingsval: At fáa at vita, hvat føroyski veljarin sigur til breiðu ABC-samgong- una, sum nú í eitt ár hevur rikið ein sera sambands- sinnaðan politikk á tí ríkis- rættarliga økinum - ein sera passivan vinnupolitikk, har fáa mál eru at hóma á tí sosiala økinum. Fer veljarin at geva til kennar, hvat hann heldur um tað, sum farið er fram seinasta árið, ella fer veljar- in at nýta høvi at gera vart við, at hann eisini hevur tørv á flokki, sum setur sær mál og vil stríðast fyri hes- um málum bæði heima og á fólkatingi. Tá verður ein- asta valið at seta X við E tann 8. februar. Vel so tað munar Vilt tú hava eina føroyska rødd á fólkatingi, vilt tú vísa, at tú styðjar upp undir eina framhaldandi fullveld- isgongd og vil tú, at tín at- kvøða ger mun bæði við at varpa ljós á føroysk viður- skifti í danska fólkatingi- num og at reisa mál, sum hava føroyskan áhuga, so er einasti møguleiki at velja eitt sterkt tjóðveldisumboð á fólkating. Vel so tað munar! Vel so tað munar VAL05 Jógvan Jacobsen, formaður Unga Tjóðveldisins Sambandsmenn, t.d. Helgi Abrahamsen og Virgar T. Dalsgaard, siga aftur og aftur, at eingin olja er funnin á føroysk- um øki og leggja tjóð- veldisfólk undir at lúgva, tá tey siga nakað annað. Olja er ikki funnin á føroyskum øki, siga sam- bandsmenninir Helgi Abrahamsen og Virgar Dalsgaard. Hetta er lodd- røtt lygn. Eg kann upplýsa, at olja ER funnin á føroysk- um øki. Eitt samtak við Amerada Hess á odda hevur funnið olju. Men samtakið er ikki farið undir framleiðslu - enn. Samtakið kann fara undir framleiðslu í morg- in, um tað vil. Eg havi sjálvur tosað við Ame- rada Hess, sum váttaði mær hetta, sum eg her upplýsi. Tað eru hvørki Helgi Abrahamsen, Virgar T. Dalsgaard, Høgni Hoydal ella eg, sum avgera nær og um oljuframleiðsla fer í gongd. Hetta avgera oljufeløgini einsamøll. Men olja er funnin. Altso eru tað ikki tjóð- veldisfólk, sum lúgva um olju, men sambands- menninir Helgi Abraham- sen og Virgar T. Dals- gaard. VAL05 Hvør lýgur um olju? Martin Dam Øll bidda um atkvøðurnar ABC, tað førir ongan veg, men listi E vil arbeiða fyri teg. Ógvuliga nógv verður sagt og lova uppundir vali. Tað mesta er bluff, og ein slutur fyri ein slatur. Tað verður lova ávirkan og seriøst lobby virksemi, møsn og luftkastellir. Tjóðveldisflokkurin er einasti flokkur í ítøkiliga hevur roynt at skapt størri ávirkan, fyrst við at byrja Norðuratlansbólkin, fyri síðani at fáa ljóskastaran á yvir 60 mál seinastu árini. Ymsar meiningar eru um hvat fæst burturúr arbeiði- num, ivaleyst kunna tey sum siga lítið, grundgeva fyri tí. Men allíkavæl fer T j ó ð v e l d i s f l o k k u r i n ótroyttiliga at halda áfram við at reisa mál og seta fyri- spurningar á danatingi. Føroyum at frama. ABC flokkarnir tosa um samstarv, teir hava enn ikki skilt at Danmark samstarv- ar við ES, og metir okkum bert sum eitt haft um beini. Vel so tað munar - eitt sindur - vel E Sum at ganga grýla VAL05 www.sosialurin.fo