leygardagur 5. februar 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 25 - 5. februar 2005
VIÐMERKINGAR
Jóanes E. Árting,
aðalskrivari
Vegna stjórn FUR’s
Í stórari grein í Sosiali-
num 1. februar nevnd
"Norðuratlantisk Mani-
pulatión", skrivar Virgar
T.
Dalsgaard
soleið-
is:"Tað er ikki nakað nýtt,
vit vita øll, hvussu grád-
igt unga tjóðveldið hevur
lagt seg á danskan tips-
pening í Føroyum, so at
flestu onnur politisk før-
oysk ungmannafeløg
hava verið við sviðið
soð!"
Hetta er bert lítið brot
úr greinini, men stjórn
FUR’s heldur ikki, at eitt
so grovt álop á arbeiðið
hjá Føroya Ungdómsráð
(FUR), sum umsitur og
býtur út 20 % av tips-
pengunum í Føroyum,
kann fara óátalað aftur
við borðinum. Virgar T.
Dalsgaard fær tað at ljóða
sum um, at tað eru al-
bógvar og frekleiki, sum
eru
avgerðandi
fyri,
hvussu nógvar pengar tey
19 ymisku landsfeløgini í
FUR, harímillum fimm
polittisk ungmannafeløg,
fáa burturav tipspengun-
um og tað er beinleiðis
ósatt!
Sannleikin er, at tað er
"reglugerð fyri býti av
stuðli frá Spf. Ítróttar-
vedding" — faktiskt ein
rættuliga strang reglu-
gerð, ið fult og heilt av-
gerð, hvussu býtið fer
fram. Leggjast kann aft-
urat, at reglugerðin er at
finna á heimasíðu okkara
www.fur.fo.
At Unga Tjóðveldið
hvørt ár hevur sókt um
hendan stuðul, skulu tey
heldur hava rós fyri, tí tað
vísur, at tað er eitt aktivt
ungdómsfelag, sum arb-
eiðir miðvíst við tí, tey nú
halda, er rætt. Tað má væl
verða tað besta, vit sum
samfelag kunna gera fyri
okkara ungdóm — at
eggja og stuðla teimum til
at arbeiða við tí, sum tey
halda vera rætt, ístaðin
fyri at niðurgera tað, at
tey nýta teir møguleikar
tey hava fyri stuðli í teirra
arbeiði, m.a. frá Føroya
Ungdómsráð.
Fyrsta august 2003
bleiv útrokningargrund-
arlagið fyri, hvussu nógv
av tipspengunum skal
býtast út í Føroyum,
broytt. Áðrenn var tað
soleiðis, at ein fastur pro-
centpartur av yvirskoti-
num hjá Dansk Tipstje-
neste fór til Føroyar, men
síðan august 2003 er bara
yvirskotið av tí sum verð-
ur veddað fyri í Føroyum
flutt aftur til okkum at
býta út her — at upp-
hæddin er størri nú enn
áðrenn, er ein onnur søga.
Eyðbjørn Karbech
Mouritsen
Tey seinastu árini hevur
verið góð ár fyri føroyskar
handverkarar,
og
nógv
haldgóð handverk hava bøtt
um tilveruna føroyinga
millum. Til alla vanlukku,
orsaka
teimum
føroyingum,
ið
onga
samvitsku
hava,
verða
smápartafeløg ikki rinda
pening fyri arbeiðið
Har eru ymiskar áskoð-
anir um tann føroyska bú-
skapin, men handverkarir
hava sum heild úr at gera,
fyri at kunna nøkta tann
stóra tørvin á arbeiðs-
marknaðinum. Føroyingar
grópa djúpt niðri í buksu-
lummunum fyri eitt nú at
kunna búseta seg í Havn
ella útinna teirra verkætlan-
ir heima við hús. Vit vilja
øll tað besta fyri okkum
sjálvi, og royna standa
fram, sum eru vit virkin í
einum solidariskum felags-
skapi, har vit øll arbeiða
fyri hvørjum øðrum.
Einki er ógjørligt, um
einans nervarnir og sam-
vitskan hóska til ætlanina.
Vendur ein sær til eitt smá-
partafelag, í tí vón um at
fáa eitt arbeiði gjørt, ræður
hann eisini yvir hvussu,
hvar og nær arbeiðið skal
setast í verk. Samstundis
hevur hann skyldu og
ábyrgd, eins og handverkar-
nir, at uppfylla tær avtalur
báðir partarnir verða samd-
ir um. Tá arbeiðið er liðugt,
verður verkið eftirkannað
og arbeiðsumkostningarnar
rindaðar...teoretiskt sæð.
Av
ymiskum
orsøkum
verða avtalurnar ikki altíð
yvirhildnar, og peningur
verður ikki latin smáparta-
felagið, sjálvt um arbeiðið
er góðtikið, og tá kemur
stríð millum partarnar. Um
rætt er, eigur tað at verða
sæð við sanktiónum sum
eykagjald,
dagbøtum
el.líkn., men ofta er veru-
leikin ein heilt annar. Teir
ótespiligu einstaklingarnir,
ið ikki vilja rinda, hava
stóran tørv á virðing og
samvitsku, og sleppa alt ov
lætt undan sakarmálinum.
Teir skilagóðu føroyingar,
ið tykjast at vera eitt fitt
fólkaslag, broytast stórliga
tað kemur til pengar. Væl-
vitandi um teir umkost-
ningar arbeiðið inniberur,
gloyma teir alt um ábyrgd
og skuldarkenslu. Drivnir
av sjálvsøkni og gírni,
sníkja teir seg undan og
seta smápartafelagið og
arbeiðarnar í eina keðiliga
tívstøðu. At koyra sakar-
málið fyri rættin tekur tíð,
og tað loysir seg sjálvdan, tí
tað krevur nógva orku og
vilja. Flest fólk vita av hes-
um, men kunnu ikki gera
nakað við tað. Nøkur gera
brúk av hesum, og manipu-
lerað seg ígjøgnum skipan-
ina, og koyra harvið fyri-
tøkur út í eina búskaparliga
kreppu. Hvar er moralurin?
Eitt dømi er, at hendan
snildin verður nýtt mótveg-
is einum múrara, ið arbeiðir
í teimum nýggju íbúðunum
uppi við Løgmannabreyt.
Verður byggjiharrin nevnd-
ur er hann kendur. Múrarin
er eisini akkurát blivin
lumpaður av okkara fyri-
myndarliga
politikara,
Høgna Hoydal. Um tey fólk
vit virða og hava mest álit
á, ikki kunnu standa við
síni orð; loysir tað seg so at
arbeiða sjálvstøðugt í Før-
oyum?
Høgni Hoydal talar um,
hvussu eitt nú Danmørk
hevur loyst málsøki, ið eita
seg fyri at hava við Føroyar
at gera, uttan at kunna før-
oyingar um støðuna. Dan-
mørk varð hildin sum
syndabukkur vegna krepp-
uni í Føroyum, og tí eiga
vit, at skilja okkum av við
danskarar. Eg eri eingin
serfrøðingur innan hesum
øki, um yvirhøvur nakar er,
men tað tykist sum um
Høgni Hoydal blæsur við
mjølið í munninum, tá tað
handlar um at definera
"falsloysi/svik". Kanska vil
hann ikki hava nakað við
múraran at gera, tí hann er
danskari???
Føroyingar hava onga skuldarkenslu
VIÐMERKING
Tvøroyrar býráð við-
gjørdi á fundi tann 25.
januar 2005 grein frá
fyrrverandi borgarstjóra á
Tvøroyri Finnleif Gutte-
sen, ið stóð í fjølmiðlun-
um tann 24. januar 2005.
Finnleif Guttesen leggur
beinleiðis eftir Kristin
Michelsen, borgarstjóra á
Tvøroyri, at hann skal
hótta tær smáu kommun-
urnar í Suðuroy í eini
samrøðu, ið blaðmaðurin
á Sosialinum Áki Bert-
holdsen, hevði við Kristin
Michelsen í Sosialinum
tann 22. januar 2005.
Greinskrivarin Finnleif
Guttesen vónar, at tað er
ikki so galið, at alt Tvør-
oyrar býráð tekur undir
við framferðarháttinum
hjá Kristin Michelsen.
Tvøroyrar Býráð sam-
tykti einmælt, at borgar-
stjórin á Tvøroyri Kristin
Michelsen als ikki hevur
hótt nakran ella nakra
kommunu í Suðuroy, sum
Finnleif Guttesen, fyrr-
verandi borgarstjóri á
Tvøroyri, vil vera við í
síni
grein.
Kristin
Michelsen borgarstjóri á
Tvøroyri hevur hinvegin
lagt upp til betri og tætt-
ari samstarv á øllum økj-
um,
við
allar
hinar
kommunurnar í Suðuroy,
og verður tað hervið enn
einaferð staðfest.
Soleiðis samtykt á bý-
ráðsfundi tann 25. januar
2005
Tvøroyrar Býráð
Pauli Einarsson
Jens Johannesen
Sverre Midjord
Jaspur Vang
Marjun Olsen
Bergur Bærendsen
Borgarstjórin á Tvøroyri
hóttir als ikki nakrar
kommunur í Suðuroy
Rættleiðing til
Virgar T. Dalsgaard
Marjus Dam
valevni Sambandsfloksins
Ágangurin
frá
øðrum
flokkum er øðiligur. Men
vit halda fram at stríðast.
málini eru hugsjónirnar og
bjørtu vónirnar um eitt
betri og meira rættvíst sam-
felag, ið vit, saman við tær,
vilja skapa. Vit vilja byggja
upp heimsins besta land í
Føroyum.
Gamalt er, at tómar
tunnur skrambla mest. At
hetta orðatak er rætt, hava
vit sanniliga sanna, bæði
niðri á Fólkatingi, og í før-
oyskum politikki, har full-
veldisgangurin gjørdi, at vit
nú hava hall á fíggjarlógini
– eins og vit ávaraðu um.
Tá vit ávaraðu, vóru vit
skýrdir at mála svart.
Men tað er ein sann-
roynd, at um ein rekur
vánaligan politikk, so fær
fólki tíverri eina rokning at
gjalda – ofta nøkur ár
seinni. Og tað gera føroy-
ingar nú – ímeðan fullveld-
isfólk bjóða til cafeskemt.
Vit hava ikki tíð til skemt
– vit arbeiða við at rekja
fløkjustampin eftir loysing-
arsamgongurnar frá 1998.
Tjóðveldi gav okkum enn
einaferð ein tóman lands-
kassa í 2003 eins og vit
fingu hann tóman frá teim-
um í 1988.
Vit vilja frælsi í Ríkisfel-
agsskapinum. Tað frælsi er
so nógv størri og betri enn
loysingarfrælsi, ið bindir
føroyingar niður.
Við okkara frælsi, kunnu
enn fleiri føroyingar fjølg-
ast og liva í Føroyum. Við
"loysingarfrælsinum"
mugu einir 15.000 - 20.000
føroyingar flyta av landi-
num.
Ríkisfelagsskapurin er
ikki bert ríkur uppá pening,
men eisini uppá virðir sum
útbúgving, barnarøkt, fam-
iljupolitikk, eldrapolitikk,
heilsupolitikk, verjupoli-
tikk, valutapolitikk, uttan-
ríkispolitikk, ja vit eru ríkir
og frælsir í ríkisfelags-
skapinum. Við loysingini
verður alt hetta mist!
VEL FRÆLSI
VEL TRYGT
FRÆLSI - ER OKKARA MÁL
VAL05
Góðu tit ungu, latið
ikki teir stóru út-
búgvingarmøguleik-
ar, sum vit í dag taka
sum eina sjálvfylgju,
detta niðurfyri.
Edva Jacobsen,
Fuglafjørður
Sambandsflokkurin
Á útbúgvingarøkinum hava
vit eitt sera gott samstarv
við Danmark sum ein part-
ur av ríkinum, og okkara
ungu hava góðan møgu-
leika at fáa sær eina út-
búgving.
Heili 95% av teimum før-
oyingum, sum hava tikið
hægri útbúgving, hava lisið
í Danmark.
Ríkisfelagsskapurin gev-
ur lesandi føroyingum øll
hesi rættindi:
• Einki gjald fyri útbúgv-
ing í Danmark.
• Útbúgvingarstuðul
úr
Danmark á jøvnum føti
við danir.
• Atgongd at søkja stuðul
úr øllum granskingarráð-
um í Danmark.
• Søkja um kamar at búgva
í á jøvnum føti við danir.
Góðu tit ungu, latið ikki
hesar stóru møguleikar,
sum vit í dag taka sum eina
sjálvfylgju, detta niðurfyri.
Farið tí á val og seti X við
lista B. Tað er einasti flokk-
ur sum 100% gongur inn
fyri einum framhaldandi
samstarvi við Danmarki.
Samstarv
er
vegurin
fram.
Øll sama møguleika at útbúgva seg
VAL05