Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-05, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. februar 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 25 - 5. februar 2005 17 Fólkaskikk á fólkating Hans Arne Bertholdsen Sambandsflokkurin Nú val er fyri framman verður dúliga skrivað um mangt og hvat. Fekk ein lítlan bókling í postkassan sum var skrivaður av Sjúrða Skaale. "Tað er býtt at velja fólk sum einki gera til nyttu". "Næstan øll tey sum stilla upp til valið hava annað fulltíðarstarv. Tey fara ikki at røkja fólkatingssessin til lítar" Hetta vóru nakrar av yvirskriftunum sum vórðu brúktar í bóklinginum. Velja føroyingar fólk, sum skriva slíkt møsn? Hvat er tað sum telur um ein skal fáa atkvøðuna? Hvussu Sjúrður Skaale kann standa fram og siga, at tey sum stilla upp, ikki fara at røkja sessin til lítar, um tey verða vald, er ilt at skilja. Tí sjálvandi velja fólk valevni, sum tey meina kunnu gera ein mun til tað betra. Hvussu hava vit tað Hvat hevur Tjóðveldis- flokkurin gjørt til nyttu? Teir hava borið fram 66 mál, siga tjóðveldismenn sjálvir. Men hvat eru hetta fyri mál? Svarið er: fyri- spurningar oman á fyri- spurningar og endurtøkur av somu fyrispurningum, sum fyri ein stóran part ikki hoyrdu heima á fólkatingi. Tað er vorðið sum avrik. Eg fari ikki at brúka mína tíð uppá at niðurgera aðrar flokkar, men fari heldur at royna at lýsa, hvussu gott vit í veruleikanum hava tað í Føroyum. Eg havi í mínum starvi arbeitt í mongum londum, og enn havi eg ikki verið í einum landi, har fólk hava tað so gott sum í Føroyum. Hví so brúka alla okkara tíð uppá kegl og grenj? Heldur skulu vit læra okkum at virðismeta tað, sum vit hava, og umganga tað við skili. Mín meining er, at vit taka alt ov nógv sum eina sjálvfylgju. Vit gremja okkum um smámál. Tað, sum okkum veruliga tørvar á fólkatingi, eru fólk sum kunnu vísa eitt gott andlit úteftir, fólk sum duga fólkaskikk. At tey eisini fara at arbeiða, má metast sum ein sjálvfylgja. VIÐMERKINGAR Endurnýggjan innanfyri heimastýrislógina Andrias Petersen, løgtingsmaður Valevni til fólkatingið Breiða ABC-samgongan er samd um at endurnýggja støðu Føroya í ríkisfelags- skapinum við at fáa sam- tykt eina yvirtøkulóg, sum heimilar Føroya Løgtingi at yvirtaka øll mál uttan tey, sum viðvíkjað sjálvari ríkiseindini, um Føroya Løgting tekur undir við hesum. Hervið nýtíðmansgera vit heimastýrislógina, sum tosa hevur verið um líka síðan 1988, tá javnaðar- flokkurin kom fram við hugskotinum um eina endurnýggjan av heim- stýrislógini, tað sokallaðu sjálvstýrislógina. Eydnast hetta okkum, hava vit loyst tann størsta knútin í sambandinum millum Føroyar og Dan- mark og kunnu framhald- andi verða í ríkisfelags- skapinum, har ríkiseindir- nar verða meira líka, sam- stundis átti tann óvirðiligið konfrontatiónspolitikkurin at hildi uppat. Høvuðsmálið í politikki- num hjá javnaðarflokkinum er, at vit skulu menna okk- um sum samfelag og skipað so fyri, at livikorini í Før- oyum eru á hædd við lond- ini rundan um okkum, so at vit ikki verða afturútsiglt í kappingini. Við einum endurnýggj- aðum ríkisfelagsskapi hava vit allar møguleikar fyri at skapa eitt gott samfelag, har fólkið vil støðast og mennast, soleiðis at tað eis- ini verður gott at vera før- oyingur í framtíðini. Eitt javnaðarumboð á fólkatingi vil áhaldandi arbeiða fyri hesum málið. Vel tí javnaðarflokkin! VAL05 VAL05 Lisbeth L. Petersen Fólkatingslimur Sambandsflokkurin Eingin eigur at ivast týs- dagin. Bert hin eini politiski flokkurin hevur eina heilt greiða støðu og boð uppá eina trygga framtíð saman við Danmark og Grønlandi í einum felagsskapi, ið hev- ur lagt lunnar undir væl- ferðina í Føroyum. Hjá einum øðrum flokki eru boðini: føroyskt full- veldi, hvør prísurin enn verður. Allir hinir flokkarnir vingla og ganga í bólkum, og tí kanst tú ikki kenna teg tryggan, tá talan er um framtíðina hjá Føroyum og føroyingum. Og so er tað skemtiligi boðskapurin frá tí eini flokkinum, ið sigur seg um- boða "diplomatarnar" á fólkatingi !! Ja, skjótt er at gloyma ! Sambandsflokkurin hev- ur ikki rópt og geylað við brigsli um koloniharrar og "overdosis finansiel narko- tika". Í álitisfullum samstarvi við flokkin Venstre hevur Sambandsflokkurin arbeitt samvitskufult fyri føroysk- um áhugamálum. Sam- starvið hevur givið okkum møguleikan til fullgyldug- ar nevndarsessir, og ikki bert sum eygleiðarar. Í ting- bólkinum hjá sama flokki hevur møguleiki verið at gjørt vart við frávik í støðu- takan frá føroyskari síðu, og lættari at fáa ráðharrar í talu í ymiskum málum um- framt innlit, tá mál hava verið til innanhýsis polit- iska viðgerð. Tað hevur ongatíð í míni starvstíð verið ilt orð at hoyra, tá eg havi havt aðra støðu enn teir, og eg havi grundgivið hví. Hesum møguleikum mugu vit ikki sleppa. Samstundis sum eg vil nýta høvi at takka mínum trúføstu veljarum fyri teirra álit á meg hesa tíðina, heiti eg á allar veljarar um at standa saman um Sam- bandsflokkin og sambands- hugsjónina. Har eigur ongin at ivast. Bert hin Eini VAL05 Helgi Abrahamsen valevni Sambandsfloksins Eingin ivi kann vera um, at skal føroyska tjóðin vinna fram, er neyðugt við samstarvi. Vit mugu samstarva innanhýsis og eins og við onnur. Nú fólkatingsval er út- skrivað, bjóðar Sam- bandsflokkurin seg fram til at røkja samstarvið á Fólkatingi vegna føroy- ingar. Vit vilja ikki brúka fólkatingssessirnar til at keglast við tey, sum vit av røttum eiga at arbeiða saman við, men vit vilja troyta teir møguleikar, sum liggja í samstarvi- num í ríkisfelagsskapi- num. Tekur tú undir við sam- starvi heldur enn kegli, so er Sambandsflokkurin títt val tann 8. februar. Valið er einfalt! VAL05 Samstarv er vegurin fram Sólstaðarkvæðið Fyrsti táttur 1 Gevið ljóð og lýð á Sólstaðarkvæðið Sláið ring og stýgum fast á fjaladygd Sum boðabrot og brimdun ljómandi av megi Gella rím um Beinisvørð og Sunnbiarbygd 2 Gyltur tráður spunnin er úr kærleikslagdi Tá ið børn sæl stíga inn á lívsins gátt Álvar dansa enn sum fyrr í fyrndarfragdi Heiðra Sunnbiarbørn fyrsta andadrátt 3 Eins og áartutlið fríða, fróur leikti Óvitin nam kunnleika, í mentan ól Sagdar sagnir bragdarhugan honum kveiktu Sunnbiarlyndið signað er av sunnansól 4 Veingjabreiðið floygdir fuglar royna flúgva Móti hæddum stevna flog á evsta tind Mjúka móður - reiður fjálgast í at búgva Úr dvaladúni dagar fuglur frælsis vind 5 Blíður byrur beyðst lotið lá av landi Bygdarbarn sum floygdur fuglur fleyg avstað Dygdarførning heiman frá fekk móti grandi Æra fedrar fosturland og føðistað 6 Rúnarrist er føroyingum í hjartarøtur Lít á Halgan Drott sum verndar styrkismátt Treystur gakk tú fram fremmandar gøtur Tó gloym ei, hvar tú dróg tín fyrsta andadrátt 7 Fjakkandi á fjarleið, hugur heima leikti Kendist fótafet sum innan eingjargarð Langtan svár sum elddópur íð heimin kveikti Brennandi í hjarta heimlandstráin skær 8 Runnin eru ár í útlegd kenst á seggi Sál tó stinn og sinnið stint sum Beinisvørð Sett er kós á Røstina vil seggur leggja Síðsta tein av langferð bygdarsonur rør 9 Eg vil rógva far mítt trygt um Sunnbiarenda Gjøgnum brotaføll gylt hómast heim í nánd Í lívd á Sunnbiarmøl vil fjøl mín lenda Lívsins ódn brátt deyðalogn - svá togna bond 10 Nú er kvirt á garði tøgn í stovu inni Tynnist skari, frægir fækka her á fold Reistur varði goymir dýrabæru minni Um bygdarbarn í vígdu Sólstaðarmold G ey