týsdagur 15. august 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 154 - 15. august 2000
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Hjørdis Árnadóttir
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Edvard Joensen
Rúnar Reistrup
Dia Midjord
Stefan í Skorini
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður: Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820 Fax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: P/F Prentmiðstøðin
Sosialurin
Oddagrein
Fólkaflokkurin
og skattalætti
Í 25 ár hevur formaðurin í Fólkaflokkinum á
Løgtingi - og málgagn hansara - skrivað um
skattalætta. Almenn starvsfólk og talið av al-
mennum starvsfólkum hevur verið knýtt í henda
spurning. Seinastu árini hevur ein nýggj pen-
sjónsskipan eisini verið knýtt at fyribrigdinum
skattalætti. Afturat øllum hesum er alment virk-
semi næstan sett í mun til, hvussu sosialistiskt
samfelagið er. Sumt av hesum varð endurtikið,
nú Løgtingið í næstsíðstu viku umrøddi røðuna,
løgmaður helt ólavsøkudag.
TÁ kreppan tók føroyska samfelagið av knór-
anum, varð neyðugt at hækka skattatrýstið mun-
andi. Tað varð so høgt, at tað fór upp um danska
skattatrýstið, sum er millum tey hægstu í land-
inum. Men tá búskapurin batnaði nakað, lækkaði
landsstýrið, sum tá sat við Edmundi Joensen
sum løgmanni og Jóanesi Eidesgaard sum
landsstýrismanni í fíggjarmálum, skattatrýstið
við meiri enn 100 milliónum krónum. Tað merkt-
ist!
HETTA landsstýrið skrædnaði, og Fólkaflokk-
urin kom uppí. Hesin flokkurin, sum hevur talað
fyri minni persónsskatti í 25 ár, fekk fíggjarmál
at umsita. Eisini hetta tíðarskeið varð tosað um
skattalætta og sjómenn fingu eina skipan, sum
ger, at teir sleppa væl minni í skatti. Tey flestu,
sum ásanna tann týdning, fiskimaðurin hevur,
unna fiskimonnum henda lætta. Kortini eru tað
mong, sum ikki skilja, hví inntøkubólkar, sum
liggja oman fyri hálva millión krónur, skulu fáa
tað sama í skattalætta, sum onnur forvinna í
eitt heilt ár. Tað mátti borið til at lagt eitt loft í
hesa skipan, so skattalættin minkaði og hvarv
heilt, tá inntøkan fór upp um eitt vist.
HINVEGIN hevur vanligi borgarin ikki merkt
nakað til lægri skatt. Tvørturímóti eru flestu gjøld
hækkað, og lítið rekist fyri, at skattalættin, sum
skuldu latast í samband við eina nýggja eftir-
lønarskipan, kemur í bræði. Uppskotið til nýggja
eftirlønarskipan, sum skuldi síggjadagsins ljós
fyri einum ári síðani, er ikki liðugt. Frá tí at tað
uppskotið verður lagt fyri Tingið, og til ein skatta-
lætti fer at merkjast, fer so long tíð at ganga, at
hetta valskeiðið er runnið, men so kann formað-
urin í Fólkaflokkinum jú brúka málið í næsta
valstríðið. Harafturat hevur landsstýrismaðurin
í fíggjarmálum sagt, at skatturin kann ikki lækka,
tí so fara fólk at brúka ov nógvan pening. Hetta
sigur maðurin, sum skal sigast at umboða ein
verkaflokk!!!
SAMANUMTIKIÐ er skattatrýstið ikki lækkað
fyri vanliga borgaran, meðan Fólkaflokkurin hev-
ur sitið í landsstýrinum seinastu fýra árini. Har-
afturat er talið av almennum starvsfólkum ong-
antíð verið so stórt sum nú. Fyrisitingin er bólgn-
að og lýsingar eftir fólki í almenn størv fylla
bløðini. Hetta er einki enn ein framman á fyri
fólkaflokspolitikk floksins propaganga á hesum
øki seinastu 25 árini!
Fútaklettur: Fyrsti
ar-
beiðisskúrurin er komin at
standa við vegin oman á
Fútaklett. Fyrsta tekinið upp
á, at nú fer okkurt at henda
við fasta sambandinum um
Vestmannasund.
Tað stendur ein skúrur við
myrkabláa
litinum
hjá
byggifelagnum J&K Peters-
en niðan fyri høvuðsvegin
av Oyrargjógv. Lítið ásýni-
ligur hjá honum, sum bara
skundar sær til ella frá ferj-
uni. Men skríggjandi gulu
Tað nærkast alsamt, til
byrjað verður upp á
arbeiðið við vega-
gerðina í samband við
undirsjóvartunnilin
undir Vestmannasundi
ÓLAVUR Í BEITI
Í tíðindaskrivi frá Fiski-
málaráðnum verður m.a.
sagt, at høvðusevnið á fund-
inum á Svalbard er mat-
vørutrygd, genetiskt til-
feingi og lívfrøðiligt marg-
feldið, burðardyggur fiski-
skapur, umhvørvismerking
av fiski og fiskavørum og
havumhvørvi.
– Ráðharrarnir skulu á
fundinum eisini taka saman
um arbeiðið við umhvørv-
ismerking av fiski og fiska-
vørum, røða um kriterir fyri
merking (certificering) av
burðardyggari fiskivinnu,
tørvin av at knýta um-
hvørvisspurningar uppí um-
sitingina av fiskivinnuni.
Og víðari verður sagt, at
ráðharrarnir fara at leggja
ein nýggja ætlan fyri norð-
urlendska fiskivinnusam-
starvið næstu 4 árini.
Felagsfundur
Í gjár felagsfundur millum
fiskimálaráðharranar,
landbúnaðarmálaráðharr-
arnar og umboð fyri vinn-
una. Evnini eru tvey, ann-
að er um matvørutrygd,
har danski matvørumála-
ráðharrin Ritt Bjerregaard
leggur fyri, meðan seinna
evnið er genetiskt tilfeingi
og lívfrøðiligt margfeldið,
har Jørgen Niclasen, fiski-
málaráðharri leggur fyri.
Í Føroysku sendinevnd-
ini eru umframt landsstýr-
ismannin: Kaj P. Morten-
sen, fiskimálastjóri, Eyð-
finnur Finnsson, fulltrúi,
Jákup Sólstein, formaður
í Føroya Reiðarafelag, Óli
Jacobsen, formaður í Før-
oya Fiskimannafelag og
Marita Rasmussen; sam-
skipari í Føroya Ráfiska-
keyparafelag.
Annars kunnu nevnast
nøvn sumn Svend Auken,
umhvørvis- og orkumála-
ráðharri í Danmark, Kalevi
Hemila, landbúnaðarmála-
ráðharri í Finland, Árni
Fundast á Svalbard
Norðulendsku fiskimálaráðharranir og landbúnaðarmálaráðharranir hava
fund á Svalbard til hósdagin tann 17. august
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum at okkara kæri
pápi, verpápi, abbi og langabbi
OLAF ELIAS SOFUS HANSEN
ættaður úr Fuglafirði, andaðist í heiminum í Søldar-
firði leygardagin 12. august, 84 ára gamal.
Kistan fer úr Elim í dag kl. 17.00. Jarðarferðin
verður úr kirkjugarðskapellinum í Havn mikudagin
16. aug. kl. 14.00. Sungið verður úr Songbók Guds
fólks.
Familjunnar vegna
børnini
Tey ið vilja minnast Olaf kunnu lata Elim í Søldarfirði eina
gávu.
✝
Lesið eisini Sosialin
á Internetinum
www.sosialurin.fo
vindskeiðirnar boða frá, at
her er komið eitthvørt, sum
ikki hevur verið har.
Og vágafólk frøast um, at
nú fer endiliga okkurt at
henda í hesum fyri teimum
so týdningarmikla máli.
Líkt er nú til, at umstrídda
málið endiliga verður loyst,
og farið verður í gongd við
at grava fyri vegnum.
Tey bíða spent í Vágum.
ej
Mathiasen, fiskimálaráð-
harri í Íslandi, Otto Gregus-
sen, fiskimálaráðharri í
Noreg, Bjarne Håkon Han-
ssen, landbúnaðarmálaráð-
harri í Noreg, Roger Jansen,
landsstýrislimur úr Ålandi,
Simon Olsen, landsstýris-
limur í vinnumálum í Grøn-
landi sum eru við á fundin-
um.
Fasta sambandið
nærkast
DIA MIDJORD
– Eg haldi ikki, at útblaking
av fiski er ein stórur trupul-
leiki í løtuni, sigur Hjalti í
Jákupsstovu, stjóri á Fiski-
rannsóknarstovuni.
Fiskirannsóknarstovan
hevur seinastu tvey árini
skrásett, hvussu nógv av
fiski fer fyri skeytið. Og tað
er einki at dylja yvir, at fisk-
ur verður tveittir fyri borð
aftur, hóast lógin sigur, at
einki má tveitast fyri borð
aftur.
– Fiskur fer fyri borð í
størri og minni nøgdum,
staðfestir Hjalti í Jákups-
stovu. Serliga er talan um
fisk, ið ikki er handilsvøra
Skriva frágreiðing
um útblakaðan fisk
Fiskirannsóknarstovan arbeiðir við
at skráseta fisk, sum verður tveittir
fyri borð. Áðrenn jól kemur ein
frágreiðing um støðuna
DIA MIDJORD
Fólk, ið sigldu til Havnar
við Rituni tíðliga sunnu-
morgunin, boðaðu frá um
alibátin, ið hoyrir til á
Glyvrum, sum hevði siglt
á land.
– Sum fráboðanin ljóð-
aði, vóru menninir um-
borð ávirkaðir, sigur Peter
Poulsen, støðleiðari í
Havn.
Hann sigur víðari, at
eingin skaði kom á bátin,
ella tað ikki er marknaður
fyri í Føroyum. Nevnast
kunnu skrubba, skøta, hávur
og krabbi.
– Í einum størri landi er
ein marknaður og keyparar
til hesi fiskasløg, men í Før-
oyum tykist hetta verða
trupult. Onkur hevur fingist
eitt sindur við hetta, sigur
stjórin á Fiskirannsóknar-
stovuni.
Ikki politi
Hjalti í Jákupsstovu sigur,
at teir í løtuni hava fólk við
umborð á fiskiskipum.
– Vit eru umborð fyri at
skráseta, hvat tað er sum
hendir viðvíkjandi útblak-
ing av fiski, sigur hann og
Alibátur
rendi á land
Tíðliga sunnumorgunin fekk løgreglan
fráboðan um ein bát, ið var farin á land
við kirkjutangan í Nólsoy
Tveir ungir menn av bygd
brustu saman náttina til
leygardagin í miðbýnum
í Havn. Politiið kom á
staðið og tók teir báðar
við sær á støðina. Í næst-
um fáa teir eitt sektarupp-
skot fyri brot á politivið-
tøkurnar frá fútanum.
Politistøðin fekk eisini
tvær fráboðanir um harð-
skap. Í báðum førum var
talan um persónar, ið
kendu seg harðliga við-
sum nakað seinni bleiv
bjargaður og lagdur til
bryggju í Nólsoy.
– Vit koma at skriva
eina sak, og eftir øllum at
døma verður onkur skuld-
settur í málinum, sigur
Peter Poulsen.
Tað var annars Ova-
stevna í Nólsoy um viku-
skiftið. Løgreglan veit
ikki enn at siga, um bátur-
in var á veg til ella frá
oynni.
farnar.
Tveir mans svóvu á
støðini um vikuskiftið, tí
kenningin var í størra
lagi. Ein persónur bleiv
eisini tikin fyri rúsdrekka-
koyring.
Og tvær fráboðanir um
herverk vóru eisini um
vikuskiftið. Talan er í
báðum førum um brotnar
handilsrútar í miðbýnum.
Brustu saman
í miðbýnum
leggur aftrat.
– Vit hava ikki skyldu at
boða Vaktar & Bjargingar-
tænastuni frá. Vit bert skrá-
seta og eru ikki politi, sigur
hann.
Úrslitið av hesum skrá-
setingum kemur einaferð
áðrenn jól.
DIA MIDJORD
Hvønn einasta dag fær
løgreglan fráboðan, um dýr
sum ganga leys. Og hesi
boð verða givin víðari til
aktingarmenninar
hjá
kommununi. Teir koma á
staðið og fara avstað aftur
við dýrinum.
Og tað kostar ikki einki,
um aktingarmenninir verða
boðsendir. Taka teir eitt nú
ein hund, tí eigarin ikki røk-
Ein dýr søga
Verður aktingarmaðurin boðsendur í
sambandi við leysgangandi dýr, mást
tú rinda nógv fyri at fáa dýrið aftur
Tað kemur meira enn so
fyri, at hestar slíta seg
leysar ella rýma úr
innhegnaða økinum
Tilvildarlig mynd: Álvur
Haraldsen
ir uppgávu sína, má hesin
gjalda um 600 krónur fyri
at fáa hundin aftur.
Verður hundurin ikki
heintaður innan tríggjar
dagar, so verður hann av-
lívaður.
– Allir hundar, ið akting-
armaðurin tekur sær av,
verða lýstir á talvu í mið-
býnum í trý døgn og gott
væl tað, áðrenn teir verða
avlívaðir, sigur Peter Poul-
sen, leiðari á politistøðini í
Havn.
Hann leggur dent á, at tal-
an er um hundar, ið einki
frámerki hava. Stendur eitt
telefonnummar á hálsband-
inum, so verður ringt og
sagt frá.
Óvanligur gestur
Hóast politistøðin dagliga
fær fráboðanir um leys kría-
túr, so er meiri sjáldan, at
kettur verða tiknar.
– Nakrar fellur eru ymsa-
staðni, har fólk eru illa plág-
að av kettum, men tað er
ikki so ofta, at kettur verða
fangaðar, sigur Peter Poul-
sen.
Ketturnar hava eisini tann
fyrimunin, at eru tær í háls-
bandi, so verða tær sleptar
aftur.
Umframt hundar og ein-
stakar kettur, so fær politi-
støðin eisini fráboðan um
leysgangandi kríatúr.
– Tað kemur meir enn so
fyri, at vit blíva uppringdir
tíðliga sunnumorgun av
illum fólkum, tí ein hestur
stendur og hugnar sær í hav-
anum, sigur Peter Poulsen,
støðleiðari á politistøðini í
Havn.