Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. august 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

STEFAN Í SKORINI Eftir øllum at døma hava amerikansku myndugleik- arnir ikki rudda heilt upp eftir flogvanlukkuna í Thule í 1968, tí enn liggur ein óbrostin atombumba á hav- botninum við Thule í Út- nyrðingsgrønlandi. Tá ið amerikanska B-52 flogfarið datt niður 21. januar 1968, vóru fýra atombumbur umborð. Tríggjar av teimum vórðu ruddaðar burtur, men tann seinasta varð ongantíð funnin aftur. Hetta vildu amerikansku myndugleik- arnir tó ikki viðganga, og teir hava altíð sagt, at allar bumburnar vórðu tiknar upp í uppruddingararbeiðnum. Upplýsingarnar um bumbuna eru funnar fram av fyrrverandi starvsfólkum á Thule støðini. Tey hava ongantíð trúð upplýsingun- um frá myndugleikunum, sum søgdu, at alt varð tikið upp eftir flogvanlukkuna. 32 ár eftir vanlukkuna kunnu tey umsíðir prógva, at ein av teimum fýra bumb- unum enn liggur á havsins botni og ongantíð varð funnin. Síðani flogvanlukkuna í 1968 hava tíðindi ofta gingið um, at amerikansku myndugleikarnir ikki høvdu funnið alt, men enn leitaðu eftir onkrum. Tó bar ikki til at vísa á, hvat hetta var, men nú vísa skjøl hjá ameri- kansku atomorkukommi- sjónini, at tann eina atom- bumban ikki varð funnin. Hesar upplýsingarnar koma fram, beint sum USA hevur ætlanir um at nýta Thule støðina í eini nýggjari rakettverjuskipan. Hesum eru grønlendingar tó einki fyri, tí so er møguleiki fyri, at Grønland gerst eitt hern- aðarmál hjá amerikanskum fíggindum. Danir fingu ikki alt at vita Fyrrverandi starvsfólkini á Thule støðini hava fingið sær ein sakførara, og tey hava kannað fleiri túsund skjøl, sum fyrr hava verið JAN MÜLLER Komandi hósdag tann 17. august verður heldur óvanligt hátíðarhald í mentanarborg okkara, Norðurlandahúsinum. Henda dagin, millum klokkan 14 og 16, verða fyrstu loyvini til oljuleiting á føroyska land- grunninum nakrantíð latin teimum oljufeløgum og olju- samtøkum, sum Oljumála- stýrið og landsstýrismaðurin í oljumálum hava mett rætt at tilluta slík loyvi. Til steðar verða umboð fyri føroyskar oljumyndugleikar, føroysk og útlendsk oljufeløg, løgtings- limir og landsstýrisfólk við sjálvum løgmanni á odda. Tað Atombumba í Thule Loynilig skjøl í amerikanskum skjalagoymslum avdúka, at ein óbrostin atombumba liggur við Thule stemplað loynilig. Í skjølunum, sum starvs- fólkið nú hevur funnið, kemur eisini fram, at danska stjórnin heldur ikki fekk all- an sannleikan at vita við- víkjandi flogvanlukkuni. Eisini er greitt, at ameri- kanararnir ikki funnu tað, teir leitaðu eftir. Hetta sæst í einum skjali frá 19. mars 1968, har ein generalur skrivar, at einki annað er funnið frá bumbuni Oljuhald í Norður- landahúsinum verður so Eyðun Elttør, olju- málaráðharri, sum fer at handa loyvini. Nú hetta er fyrstu ferð, at slík loyvi verða latin, verður gjørt eitt sindur burtur úr. Hóast tað ikki er alment enn, so hava oljufeløgini, sum søktu um loyvi, fingið svar frá Oljumála- stýrinum. Sosialurin hevur skilt, at tað verða latin færri enn 10 loyvi, kanska nærri teimum 7. Talið á umsóknum var annars umleið 22. Onkur av oljufeløgunum ella samtøk- unum, sum hava søkt, fáa ikki loyvi, skilst. Hetta kemst m.a. av, at øll feløgini hava mest- sum søkt um sama økið í lands- synningshorninum av land- grunninum. Tað eru teir teig- arnir, sum hava fingið heitið „Gullteigarnir“. Og tá tað ikki er nóg mikið av teigaplássi til allar umsøkjararnar her, hevur Oljumálastýrið verið tvingað til at býta teigarnar upp til nakrar av umsøkjarunum. Tvs. fyrst og fremst teimum, sum hava havt tey bestu boðini. Tað vil so aftur siga, at tað eru feløg, sum hava bjóðað fram tær bestu og mest umfatandi bori- og arbeiðsskráirnar. Aðrar fyritreytir, sum hava talt við í loyvisgevingini, er før- oyska innihaldið umframt sjálvandi umhvørvis- og trygd- arætlaninar. JAN MÜLLER Føroysku luttakararnir á olju- framsýningini ONS í Stavang- er seinni í hesum mánaðinum fara neyvan at hava nakran trupulleika við at draga áhuga aftrat sær, nú eingin minni enn sjálvur tann norski kongurin, norski forsætisráðharrin og norski oljumálaráðharrin fara at støkka inn á gólvið og harvið gera eitt slag av marknaðar- føringsarbeiði fyri føroysku luttøkuni. Og luttøkan hesaferð verður eisini merkt av, at bert fáar dagar undan framsýningini, er vorðið almannakunngjørt, at fyrstu loyvini at leita eftir olju og gassi við Føroyar eru latin oljufeløgum. Ætlanin hevur annars verið at lata loyvini í september, men tað hevur gingið betur enn væntað við arbeiðinum, og tí hevur dentur verið lagdur á at fáa kunngjørt loyvini, áðrenn føroysku luttøkuna á ONS. Tað merkir so, at størri áhugi verð- ur hjá útlendskum ídnaðarfyri- tøkum at taka upp samband og samstarv við føroyskar fyri- tøkur, ið ætla at vera við at veita vørur og tænastur í sam- bandi við komandi leiting. Umframt tær meira enn 20 føroysku fyritøkurnar, sum verða við á ONS, fara eisini umboð fyri Oljumálastýrið at luttaka, m.a. Eyðun Elttør, landsstýrismaður og Herálvur Joensen, stjóri. Tað er Menn- ingarstovan, sum stílar fyri føroysku luttøkuni. Eftir ynski frá bretum er fundur eisini avtalaður millum Eyðun Elttør og bretska oljumálaráðharran. Elttør fer eisini at fáa høvi at hitta sín norska starvsbróður. Kongur og Stoltenberg vitja føroyska básin á ONS enn fallskýggin. Ameri- kansku myndugleikarnir hava miðvíst leitað eftir bumbuni, men hava samstundis hildið tað loyniligt fyri donsku myndugleikunum. Serfrøðingar siga tó, at eingin vandi er á ferð long- ur, tí at spreingievnini eru skolað burtur av sjógvi gjøgnum árini. 4 5 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 154 - 15. august 2000 Nr. 154 - 15. august 2000 Sosialurin -311820 TILBOÐ Køksentrið Tel. 212490 og 313480 Keyp hendan Teorino-køkin innan 1. september og fá hann fyri kr. 15.500,- Ymiskar uppsetingar møguligar. Prísur eksk. hvítvørur og sanitet. KØKSENTRIÐ EDVARD JOENSEN Við Leitisvatn: Tann, sum fekk mest í vekt, fekk 20 síl, sum vigaður 2,3 kg. Tann, sum fekk tað størsta sílið, fekk bara eitt. Tað var 40,5 cm langt og vigaði eitt pund. Tað situr ein smádrongur so hugagóður við tráðu á einum stabba niðan fyri Leitisrætt. Tað er Magnus Fríði úr Vestmanna, sum er við pápabeiggjanum og systkinabørnunum og fiskar síl á Leitisvatni. Hann hevur meldað seg til fiskikapping- ina, sum Skótalið Mikkjals á Ryggi skipar fyri. Har standa bilar mestsum allan vegin fram við Vatna- vegnum. Fólk sita niðri við vatnið við tráðu og síggja ógvuliga hugagóð og upp- tikin út. Eisini hinumegin vatnið - ta megin, tað verður nevnt Sørvágsvatn- er væl av fólki at síggja. Men ikki letur til, at fiski- skapurin er nakað serligur, tí dúgliga verður gingið aftur og fram og flutt stað úr stað. Og gamalt er, at tann, sum siglir nógv, fiskar lítið. So einki sær út soleiðis. Men Magnus Fríði verður sitandi. Hann tekur inn og hyggur at reiðskapinum. Hvat tað er, sum hent er, veit hann ikki reiðiliga. Einki kenn hevur verið soleiðis, men avegndur er hann. So hann egnir aftur. Hann egnir við rækju. Ann- ars er eisini makrelur í pos- anum, men ungi vestmenn- ingurin hevur valt rækjuna í kvøld. Hann slettir út aftur og setir seg at húka, meðan hann spentur eygleiðir dorg- ina. Stutt haðani stendur systkinabarnið, tann størri Magnus. Men har ber heldur einki til. Hann flytir seg av og á, um ikki so langt kortini. Men sama skilið er. Og pápabeiggin, Jón, sum er nærri Vatnsoyrum, sær heldur ikki serliga upptikin út. Stendur bara sum ein standmynd har úti í ským- ingini og gløðir at hesi dorg- ini, sum ikki vísir minsta tekin til at vilja flyta seg. Tað lotar eitt lítið sindur norður eftir vatninum. Turt er og hampiliga lýtt eisini. Sílaveðrið er frálík, hóast tað ikki regnar, og áirnar einki grugg bera í vatnið. Ferðslan er nógv fram við vatninum. Fólk koyra við bili at forvitnast, hvussu gongur við fiskiskapinum hjá teimum, sum hava meldað seg til kappingina. Onkur, sum kennir, kemur at vita, um teir hava fingið nakað. - Nei, einki er komið enn, men tit fara ikki soleiðis avstað aftur. Fái tykkum kaffi, meðan prátað verður. Jú, slíkt kvøld er meira enn bara eitt fiskikvøld, har kappast verður um, hvør fær mest. Termokannan og plastikkrússinum verða tik- in fram, og vit steðga á eina løtu í einum læligur gili niðri við vatnið. Tráðumenn í regni við Leitisvatn Tað er sera friðaligt her niðri, hóast bilarnir eru fleiri, sum strúka framvið omanfyri. Lotið og aldu- skvatlið er tað einasta, sum hoyrist. Liðið er so mikið út á summarið, at fuglurin er við at minka her. Ella heldur hann seg bara burtur hiðani í kvøld, nú so nógv fólk er við vatnið? Ein bátur fer knappliga strúk- andi framvið og heldur kós longri út á vatnið. Teir munnu ætla sær Út í Oyrar, tosa tey. Umleið hálvthundrað luttakarar meldaðu til sílafiskikappingina, sum skótarnir í Vágum skipaðu fyri fríggjakvøldið Og so hendir tað. Flotið fer undir, og eitt síl hevur tikið. Ikki var tað stórt, men tað var tó eitt síl, og dagurin var harvið mestsum bjarg- aður. Tað kemur eitt æl, inn frá Trælanípuni. Gestirnir, sum eingi oljuklæði hava við sær, skunda sær aftur í bilin. Her verður ikki verðandi, tí helst fer at regna illa, eftir sum Petur Skeel hevur boð- að frá. Tað skýmir alt meira, og onkur er so hugnaligur at tendra eina stormlykt eina- staðni niðri við vatnið. Tað fer líkasum at verða lættari at síggja at egna. Men tey flestu rigga so smátt av og bíða bara eftir, at kappingin fer at enda, hóast tað ikki skal vera fyrr enn klokkan eitt í nátt. So regnar bara alsamt meira, sum klokkan gongur. Og tá tað líður at tíðini, tá gerast skal upp, sílar bara beint niður. Minnir ikki sørt um ta ferðina, feðgarnir báðir, Ketil og Kálvur, fóru at fiska upp úti í Tindhólmi. Tað stendur eitt stórt tjald á Flúgvarabedingini. Har er ljós rundan um. Nógvir bil- ar. Og úr tjaldinum hoyrist sangur. Okkurt hugnaligt man vera har, nú gerst skal upp. Fult er av fólki, sum spent bíða eftir úrslitinum. Tað standa grðtur á gass- blussum inni í tjaldinum. Menn standa við krússum og bikørum. Onkur bukkar seg niður við eini oysu og fær sær uppí. Jú, skótarnir vita, at gott er við heitum, nú sílamenninir koma aftur. Sum skótum sømir seg, høvdu teir skipað fyri legu- hugna, har til bar at grilla pylsur og snerkja sær breyð við bálið, áðrenn farið varð við tráðuni. Umleið 50 luttakarar vóru, tá kappingin byrjaði. Men nú, avreiðast skuldi, vóru bara níggju, sum møttu upp. Hildið var, at fiskiskapurin mundi hava verið soleiðis hjá restini, at tey hava ikki hildið nakað verið at møta upp til. Magnus er ikki millum vinnararnar. Ein vinningur er fyri at fáa mestu vektina, og ein er fyri at fáa størsta sílið. Báðir vinnararnir fáa steyp. Tummas Hans Gaard- lykke í Miðvági hevði fing- ið mest í vekt, tá uppgjørt varð. Hann hevði fingið 20 síl, sum tilsmans vigaðu 2,3 kg. Høgni Haraldsen í Sandavági fekk tað størsta sílið. Tað var 40,5 cm. Hann fekk bara hetta eina. Og hann fekk harða kapping, tí tað næststørsta, sum kom upp, var bara ein sentimetur styttri. 39,5 cm. Tummas Hans Gårdlykke, Miðvági, v.m., fekk mest. 20 síl, sum vigaðu tilsam- ans 2,3 kg, og Høgni Haraldsen, úr Sandavági, fekk størsta sílið, sum var 40,5 cm langt og vigaði eitt pund Mynd: Edvard Joensen Magnus Fríði situr so hugagóður við tráðuni Mynd: Edvard Joensen