Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. august 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 7 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 154 - 15. august 2000 Nr. 154 - 15. august 2000 JÁKUP MØRK & RÚNAR REISTRUP Brek á taksteringsskipanini hjá Føroya Tele hevur havt við sær, at føroyskir tele- fonfelagar í longri tíð hava goldið alt ov nógv fyri sam- røður til føroyskar fartele- fonir staddar uttanlands. Hóast Føroya Tele varð gjørt varugt við trupulleik- an, millum annað fyri trim- um vikum síðan, hevur tele- fyritøkan ikki gjørt við- skiftafólk síni varug við brekið. Hetta hóast hugs- andi er, at tað hevur havt við sær, at heilt nógv við- skiftafólk hava goldið ov stórar telefonrokningar farnu mánaðirnar - og kanska farnu árini, orsakað av brekinum. Enn ikki stjórin á Føroya Tele, Andras Róin, hevði fingið nakað at vita um brekið á taksteringsskipan- ini, fyrr enn Sosialurin setti seg í samband við hann í gjár. Hetta hóast Føroya Tele longu fyri trimum vik- um síðan gav tveimum brúkarum endurgjald tí teir høvdu goldið ov nógv í tele- fonrokning orsakað av brekinum við taksterings- skipanini. Nú kannar Føroya Tele, hvussu nógvir telefonfelag- ar hava goldið ov nógv or- sakað av brekinum, og hvussu stórar upphæddir talan er um. 2000 krónur ov nógv Sosialurin hevur fingið hendur í útgreinaðar tele- fonrokningar frá einum telefonfelaga, ið fyri stutt- um fekk nærum tveytúsund krónur í endurgjaldi frá Før- oya Tele. Hetta eru pengar, ið felagin hetta farna hálva árið hevur goldið ov nógv í telefonrokning vegna brek- ið í taksteringsskipanini hjá Føroya Tele. Telefonfelagin gjørdist sjálvur varugur við, at tele- fonrokningin var nakað stór, og bað tískil um at fáa út- greinaðar rokningar fyri farna hálva árið, har hvør einasta samrøða var skrá- sett. Av hesum útgreinaðu rokningum sæst, at telefon- felagin hevur goldið okurs- prís, tá viðkomandi hevur ringt til føroyskar fartele- fonir staddar uttanlands. Sosialurin er vitandi um eitt annað dømi, har ein telefonfelagi hevur fingið yvir tveytúsund krónur í endurgjaldi vegna sama brek. Feilurin Ringir tú til eina føroyska GSM fartelefon, ið er stødd uttan fyri Føroyar, eigur tú kortini bert at gjalda van- ligan telefontakst, ið er galdandi tá tú ringir til GSM fartelefonir í Føroyum. Tann, ið eigur føroysku fartelefonina, skal so gjalda tað, ið tað kostar at ringja til landið, hann er staddur í. Er fartelefonfelagin til døm- is staddur í Englandi, og ein telefonfelagi í Føroyum ringir til hansara, skal far- telefonfelagin altso gjalda tann minutttakst, ið er gald- andi millum Føroyar og England. Telefonfelagin, ið ringir, skal bert gjalda min- utttakstin, ið vanliga er galdandi fyri samband við Føroya Tele telur skeivt Er tín telefonrokning ov stór? Tað nýtist ikki at vera, tí at tú hevur tosað ov nógv. Brek er á taksteringsskipanini hjá Føroya Tele, og tað hevur havt við sær, at summir brúkarar hava goldið okursprís farna hálva árið. føroyskar fartelefonir. Dupulttaksterað uttanlandssamrøður Men á útgreinaðu telefon- rokningunum sæst, at tá tele- fonfelagin hevur ringt frá síni fastnet telefon til eina føroyska fartelefon í Svøríki, hevur hann bæði goldið van- ligan GSM telefontakst og goldið galdandi minutttakst millum Føroyar og Svøríki. Hesin takstur er 3 krónur og 95 oyru. Ein telefonsamrøða til før- oysku fartelefonina í Svø- ríki, ið vardi í 14 minuttir og 44 sekund átti bert at kosta felaganum 20 krónur og 63 oyru, men av tí at fel- agin eisini varð takseraður við minuttprísinum millum Føroyar og Svøríki, kostaði Farodane keypt VIT og in.fo RÚNAR REISTRUP Ein tann mest lovandi før- oyska fyritøkan innan kunn- ingartøkni, trý ára gamla VIT, varð uppkeypt av Farodane fríggjadagin. Við í keypinum fylgdi eisini internetfyritøkan in.fo, ið hevur ment og rikið inter- netportalin við sama navnið KT fyritøkurnar VIT og in.fo vórðu fríggjadagin báðar tvær uppkeyptar av Farodane, ið eftir hondini hevur eitt breitt virksemi, millum annað innan KT. síðan fyrst í mei mánað í ár. Eigararnir handan in.fo eru at kalla teir somu sum standa aftan fyri VIT. Sum vera man ber ikki til at fáa uppspurt hvat fyritøk- urnar báðar hava kostað Farodane, men helst er talan um ein rættiliga góðan prís. Ólavur Olsen, stjóri á Faro- dane, sigur, at keypið av VIT og in.fo fyrst og fremst umfatar keypið av teirri vitan, sum starvsfókini liggja inni við. Harnæst hevur VIT góð viðskiftafólk og eitt navn, sum er rættiliga kent og virt. Ætlanin er, at fyritøkurnar VIT og in.fo skulu halda áfram at koyra sum sjálv- støðugar fyritøkur í hvussu er fyribils. Sama virkisøki Fyritøkan VIT fæst í høv- uðsheitum við tríggjar vinnugreinir innan KT vinn- una. Hesar eru skeiðtænasta, netumsitingartænasta og framleiðsla av ymsum soft- ware so sum webloysnum og serforritum. Hetta eru allar vinnu- greinar, sum Farodane longu fæst við, og tí slepst ikki undan at umskipa virk- semið í fyritøkununum báðum eftir keypið. Ólavur Olsen, stjóri á Farodane, væntar at mill- um annað skeiðtænastan hjá Farodane, ið kallast Kvasir, og skeiðtænastan hjá VIT helst verða lagdar saman í eitt um ikki so langa tíð. Fyrst skal tó alt fáast frá hondini, sum VIT hevur á skránni restina av árinum. Farodane breiðir seg Ólavur Ellefsen var stjóri og høvuðspartaeigari í VIT og in.fo. Hansara partur er allur seldur til Farodane, og hann er tískil púra leysur av báðum fyritøkunum nú. Nýggjur stjóri á VIT er Óli Olsen, sum higartil hevur verið leiðari sokall- aðu menningardeildini hjá VIT. Eftir søluna eru eigara- viðurskiftini í VIT soleiðis, at starvsfólkið á fyritøkuni eigur tilsamans 20 prosent av partapeninginum, meðan Farodane eigur hini 80 prosentini. Fyri tveimum árum síðan keypti Farodane helvtina av KT fyritøkuni Vision Soft- ware, og fyrst í hálvfems- unum varð T-Mac, ið fyrst og fremst seldi teldur og kopimaskinur, keypt og integrerað í Farodane. hendan samrøðan honum 78 krónur og 83 oyru, ella kr. 58,20 meira enn hon av røttum átti at kostað. Tann, ið eigur viðkom- andi føroysku fartelefon, ið varð stødd í Svøríki, hevur eisini goldið uttanlands- takstin á kr. 58,20. Talan er sostatt um at Føroya Tele hevur dupulttakserað hesa samrøðuna vegna brek á taksteringsskipanini. Eisini til Noregs Hetta er bara eitt av døm- unum um okurstakstering í útgreinaðu telefonrokn- ingunum, ið Sosialurin hevur fingið í hendi. Á somu telefonrokning- um sæst, at tá sami felagi hevur ringt til eina før- oyska fartelefon stadda í Noregi, er hann eisini bliv- in takseraður við minutt- prísinum millum Føroyar og Noreg, so talan er ikki um ein trupulleika, ið bert kemur fyri í samrøðum til telefonir staddar í Svøríki. Hinvegin er einki í útgrei- naðu telefonrokningunum, ið bendir á, at yvirtakstering fer fram tá ringt verður til føroyskar fartelefonir í Danmark. Stjórin visti einki Stjórin á Føroya Tele, Andras Róin, var ikki var- ugur við trupulleikan, tá Sosialurin ringdi til hann fyrrapartin í gjár. Men eftir at hava kannað málið var tað greitt fyri stjóranum, at onnur í fyri- tøkuni vistu um og vóru í ferð við at kanna, hvussu umfatandi okurstakstering- in av telefonfeløgum hevur verið. – Vit kenna til trupulleik- an við taksteringsskipanini, men hetta er nýtt fyri okk- um, og tí vita vit ikki, hvussu umfatandi trupul- leikin er. Men tað er greitt, at dupulttakstering er farin fram í summum førum, sig- ur Andras Róin, stjóri á Føroya Tele. Brekið enn ikki funnið Sambært útgreinaðu tele- fonrokningunum, ið Sosial- urin hevur fingið hendur á sæst, at trupulleikin við taksteringsskipanini hevur havt við sær at dupult- takstering javnan er farin fram síðan fyrst í januar mánaði og heilt fram til endan á juli mánaði. Longur aftur strekkja út- greinaðu rokningarnar seg ikki, og tí er væl hugsandi at hesin trupulleikin hevur kostað telefonfeløgum eyka í enn longri tíð. Av Føroya Tele kundu tey í gjár ikki geva trygd fyri, at trupulleikin við dupulttaksteringini er bastur sum er. Tí er hugsandi at telefonfelagar enn gjalda okursprís fyri samrøður við føroyskar fartelefonir, ið eru staddar uttanlands. Stjórin á Føroya Tele torir tó at lova viðskiftafólkum sínum, at hava tey goldið ov nógv, so fáa tey peningin endurgodnan. – Vit kunnu ikki liva við at vit hava sent fólki skeivar rokningar. Tað mugu vit fáa greiðu á og so rætta skeiv- leikaranar, segði Andras Róin, stjóri á Føroya Tele í gjár og vísti ikki aftur møguleikunum at senda út- greinaðar rokningar út til øll viðskiftafólkini, so tey sjálvi kunnu kanna, um tey hava goldið ov nógv fyri telefonsamrøður sínar. Brek á takseringsskipanini hjá Føroya Tele hevur við sær, at telefonfelagar verða dupulttaksteraðir fyri samrøður til fartelefonir uttanlands. Tað hevur verið ein dýr søga fyri summi. Modelmynd: Álvur Haraldsen Klaksvík:Kunningarstovan í Klaksvík hevur havt nógv- ar útlendskar vitjanir í summar. Fólk koma á gátt fyri at vita, hvat tey kunnu fara til í norðoyggjum. - Í ár hevur Svínoyggin verið best umtókt, men nógv fólk hava eisini verið í Fugloynni og á Kalsoynni, sigru Emma Heinesen, leið- ari av Kunningarstovuni. Stóra takið hjá ferðavinn- uni í Norðoyggjum hevur verið síðani 12 juli, tá góð- veðrið rættiliga byrjaði. - Eftir tað streymaðu fólk Klaksvík: Hóskvøldið kom Næraberg til Klaksvíkar við 682 tonsum av surimi og 190 tonsum av mjøli. Hendan veiðan verður løgd upp hjá Northern Fish Cold Storage, har hon verð- ur løgd á goymslu. Næraberg fór avstað 31. mai, men hann hevur verið inni tvær ferðir síðani og landa mjøl. Samlaða veiðan fyri hendan túrin er tí 455 tons av mjøli, umframt tey 682 tonsini av surimi. Størri orku Tá veiðan er løgd upp í Klaksvík, fer Næraberg til Noregs, har hann skal um- vælast á Aukra skipasmiðj- uni. Verksmiðjan skal út- byggjast, so hon kann ar- beiða meira fisk. Klaksvík: Seinastu tveir mánaðirnar hevur Polar- stjørnan ligið við bryggju í Klaksvík. Hesa tíðina hevur verið arbeitt við at skifta brúnna út. Arbeiðið er nú komið væl ávegis, men tað gongur helst ein mánaði afturat, áðrenn Polarstjørnan fer til fiskiskap. Við nýggju brúnni verða umstøðurnar umborð mun- andi betraðar. Nýggj tól verða á brúnni, og millum annað fær manningin eina nýggja messu. 14 mans eru við Polar- stjørnuni, sum væntandi fer fyrsta túrin til Íslands, har nakað av kvotu er eftir at Umbyggja verksmiðjuna á Næraberg Tað mesta, sum verð- andi verksmiðja hevur ar- beitt í ein dag, er 42 tons, men tá var talan um stóran fisk. Ætlanin er, at verk- smiðjan í framtíðini skal klára eini 50 tons av smærri fiski. 62 fólk vóru við Næra- berg hendan túrin, og ætl- anin er, at skipið skal aftur til fiskiskap 1. oktober. ek til Norðoyggjar, og tað er ikki fyrr enn nú, at tað er minkað eitt sindur. Men tað koma framvegis ferðafólk hendanvegin, og eg veit um fleiri bólkar, sum eru á veg, sigur Emma Heinesen. Hugtikin av náttúru Tað eru serliga danir, sum vitja í Norðoyggjum, men í ár hevur eisini fitt av fólki verið úr Sveis, og onkrar meira forkunnugar vitjanir úr Japan hava eisini verið. - Fólk eru ótrúliga hug- tikin av náttúruni. Vit kunnu Nógvar útlendskar vitjanir Tað hevur verið ovmikið at gera á Kunningarstovuni í Klaksvík í summar ikki bjóða náttarlív og handilslív sum í útlondun- um, men vit hava eina nátt- úru, sum er nakað heilt ser- ligt, sigur Emma Heinesen. Kunningarstovan í Klaks- vík hevur havt opið fýra dagar um vikuna, men virk- semið hevur eisini verið utt- an um vanligu upplatingar- tíðirnar. Polarstjørnan nýggja brúgv Arbeiðið líður væl, og væntandi fer línubáturin aftur til fiskiskap í næsta mánaði fiska. Polarstjørnan hevur eisini nakrar fiskidagar eftir Polarstjørnan hevur fingið nýggja brúgv á Føroyabanka. ek Haldarar ’ F¿royum: 360,-/‡rsfj. Haldarar ’ Europa: 510,-/‡rsfj. 5 bl¿Ý einaferÝ um vikuna ’ Europa: 425,-/‡rsfj. Onnur lond: Ymiskir pr’sir Internet: 240,-/‡rsfj.