Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. august 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 9 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 154 - 15. august 2000 Nr. 154 - 15. august 2000 Frá Zarepta Lega fyri 18 ár og eldri verður í døgunum 17.08.–20.08.2000. Evnið á leguni verður: »Virki Heilaga Andans í sambandi við Ísrael, samkomuna og hin einstaka trúgvandi«. Teir, ið viðgera hesi evnir, verða Zacharias Zachariassen, Karl Jóhan Nielsen, Jógvan Zachariassen, Óli Wolles, John í Skemmuni o.a. Tekning í Zarepta tlf. 332140 Vegna deyðsbúgv, ið verður viðgjørt í Føroya Skiftirætti, verður ognin matr. nr. 112, Hvalba, við hesum lýst til sølu. Talan er um fastogn til støddar 1.086 m2 við ástandandi sethúsi og bilhúsi. Húsini eru í trimum hæddum – kjallari, stovuhædd og loft. Húsini eru sera væl hildin bæði innan og uttan, og tað sama kann sigast um økið uttan um húsini. Áhugað verða biðin um at venda sær til Advokatfelagið við Strond 4 100 Tórshavn Tlf. 311260 • Fax 311261 e-mail: advfelag@post.olivant.fo Advokatfelagið Yviri við Strond 4 • Boks 359 • FO-110 Tórshavn Tlf. 311260 • Fax 311261 Telefontíð: 930 – 1200 og 1300 – 1600 Tórmóður Djurhuus, adv. Dánjal Magnussen,adv. Jógvan Páll Lassen, adv. Petur Even Djurhuus, adv. Jógvan E. Ellefsen, adv. Anna Dam, adv. Ingi Højgaard, adv. Ogn í Hvalba til sølu Enn ein møguleiki at ogna sær teldukoyrikortið Fá teldukoyrikortið fyri hálvan prís. Vit hava fleiri møguleikar til stovnar, fyritøkur og einstaklingar. Hava tit undirvísarar, hava vit høli og útgerð. Hava tit hvørki undirvísarar ella høli, hava vit bæði. Búgva tit á útoyggj, hava skiftandi arbeiðistíðir ella eru til skips, hava vit eisini loysnina til tykkara. Tøknidepilin er góðkent testsentur til teldukoyrikortið. Um tú/tit eru áhugað, fæst meira at vita á tlf. 211434 ella 214144. Eisini kann farast inn á www.postfelag.fo Føroya Postfelag Tinghúsvegur 15 · 100 Tórshavn Bahá’í samfelagið í Tórshavn Miðstøðin í Gundadali »Við kraftini, ið er í upphevjaðu styrki tíni, lyft meg upp í heilag- leikahimmal tíns, O kelda veru mínar, og við loti ævinleika tíns, gleð meg, O tú, ið ert mín Guð!« 3. hvørt mikukvøld Bønarmøti kl. 20 Drekkamuður aftaná Bahá‚i skriftir www.bci.org/bahai.fo KETLAR Teir væl- umtóktu ketlarnir eru á goymslu Bæði dupultir og einkultir Skulu tygum hava nýggjan ketil, so tosið við okkum og fáið eitt gott tilboð. Vit hava serkøn fólk, ið geva eina skjóta og góða tænastu. - Alt tilfar til hitaverk og sanitet fæst hjá okkum MARIA POULSEN & CO Smyrilsvegur 8 - tlf. 312000 Reyði krossur Føroya Sorgarlinjan hjá Reyða Krossi Føroya svarar mánad., mikud. og fríggjad. frá kl. 1900 til 2100  212380 Sosialurin - 311820 Stóra bringu -ella lítla? Dr. Jacobsensgøta 18 • 100 Tórshavn • Tel./Fax 316610 Visti tú at 80% av øllum kvinnum ganga í skeivari BH-stødd? Vælkomin inn á gólvið hjá okkum og vit hjálpa og vegleiða tær at finna júst tína stødd. Ring til okkum og avtala tíð. Vit hava BH í støddum úr 65 til 110 cm. í ummáli, og frá AA til H skál. Vit hava eisini korsilett í stórum støddum Lesið eisini ÍtróttaSosialin á alnetinum: www.sosialurin.fo Seinnapartin í gjár hittust føroysku landsliðsspælarar- nir saman við Allani Sim- onsen, sum í morgin fyri fyrstu ferð nakrantíð ikki fer at halda við Danmark í ein- um landsdysti. Jákup Mikkelsen, lands- liðsmálverjin, fylti 30 ár í gjár. Landsliðshópurin yn- skti honum tillukku, og vit skiltu á lagnum, at lagkøka skuldi vera á skránni. Tíggju av føroysku spæl- arunum komu úr luftini og til Føroya. Serliga útiset- arnir í Noregi vóru í góðum hýri. Kurt Mørkøre, Julian Johnsson og Hans Fróði Hansen hava havt undan- vind síðstu tíðina, og í viku- skiftinum krýndu teir góðu gongdina við at skora mál – allir samlir og fýra til- saman. Jákup Mikkelsen var væl nøgdur og Todi Jónsson hampuliga væl nøgdur við teirra avrik. Óli Johannesen er nøgdur við, at tað gongst væl hjá AGF, men hann har- mast sjálvandi um, at tað ikki er pláss fyri honum millum teir bestu sekstan. Spurningurin er so, um manglandi dystarvenjingin á hægsta støði fer at ávirka avrikið hjá Óla, sum altíð hevur givið seg fult og heilt á landsliðnum, har hann hevur talst millum álitini í øllum 44 dystunum, sum hann hevur spælt. Í Íslandi er lagið einki ser- ligt í Leiftri. John Petersen, Sámal Joensen og Jens Mar- tin Knudsen hava tapt nógv- ar ferðir og stórt síðstu tíð- ina. Heimligu kreftirnar Tríggir landsliðsspælarar vóru á grasinum á Svanga- skarði sunnudagin. Jan C. Dam, Fróði Benjaminsen og Øssur Hansen høvdu ilt við at fáa bilbukt við sum- bingum. Tann veruleikin ger sjálvandi, at tað er eitt sin- dur ilt at ímynda sær, hvussu teir skulu vera við tila byrgja fyri danska landsliðnum. Allan Mørkøre tóktist ikki vera heilt væl fyri ímóti NSÍ. Hann var ikki millum teir fyrstu ellivu, og tað tyk- ist sum hann er eitt sindur darvaur av skaða. Um hann kemur á vøllin í morgin, so fer Allan Mørkøre at spæla fyri 50. ferð á landsliðnum. Hann hevur skorað eitt mál. Tað var í Parkini móti Dan- mark fyri tíggju árum síð- ani. Jóhannes Joensen er støðugur í HB verjuni, og Jens Kristian Hansen, lið- formaðurin á landsliðnum, gjørdi sína skyldu, tá B36 vann í Sørvági. VB er oddalið í bestu Seks hava ongantíð spælt á landsliðnum Allir partar tykjast hava ta fatan, at talan er um at seta sjøtul til nýtt tíðarskeið hjá danska landsliðnum Hóast mjørkin argaði nógva staðni í gjár, so var eingin trupulleiki hjá flogfarinum fyrrapartin í gjár at lenda í Vágum við Morten Olsen, Michael Laudrup, danska fótbóltslandsliðnum og lan- ga halanum av øðrum fólki, sum kom til Føroya í gjár, tí tað er landsdystur millum Føroyar og Danmark í mor- gin. Allir partar í Danmark tykjast halda, at talan er um eina nýggja byrjan. Venjarin er nýggjur, hjálparvenjarin er nýggjur, og fimm spæl- arar hava ongantíð áður Royndirnar eru ikki nóg mikið Um føroyingar skulu fáa líkdinda úrslit, so skulu teir brúka alt tað, teir orka. Spurningurin er, hvussu væl allir spælararnir eru fyri deildini. Teir eiga ongan landsliðsspælara. Christian Høgni Jacobsen var stóri maðurin í Gundadali sunnu- dagin, men hann er ikki á landsliðnum. Um hann fer at halda fram, sum hann gjørdi sunnudagin, so er eingin ivi um, at tað skjótt verða landsliðsboð eftir honum. Í Gøtu var Bartal Eliasen enn eina ferð stóri maðurin hjá GÍ. Men hann hevur ikki fingið landsliðsboð. Henn- ing Jarnskor hevur verið í einum leikligum aldudali. Hann plagar altíð at vísa eyka styrki, tá hann spælir fyri Allan Simonsen, og tað mugu vit vóna, at hann eis- ini fer at gera hesa ferð. Í dag venur danska liðið á Tórsvølli klokkan tíggju. roynt seg á landsliðnum. Danir hava ikki dult, at teir eru ikki serliga glaðir fyri at spæla í Føroyum í morgin – einki uttan stórsigur fer at verða roknað fyri at vera nóg gott. Men tá tað allíka- væl skal vera soleiðis, so verður dysturin brúktur til upphiting til meiri týdning- armikla undankappingar- dystin, sum fyrsta viku- skiftið í september verður í Reykjavík. Fleiri enn tríati tíðinda- fólk fylgja við danska landsliðnum. Umframt de- but til venjara og hjálpar- venjarra verður eisini talan um debut, tá tað snýr seg um sjónvarpiå. Tað eru ikki DR, TV2 ella TV3, sum hesa ferð skulu vísa dystin í stovuni hjá dønum. Heldur er tað TV Danmark, og tað líkar nógvum lítið. Meiri enn helmingurin av donsku húsarhaldunum síggja ikki hesa rásina. Óroynt fólk Morten Olsen og Michael laudrup hava seks spælarar við til Føroya, sum ongantíð áður hava spælt á a–lands- liðnum. Fýra vórðu upp- runaliga úttiknir, og tveir eru konir afturat, tí tveir spælarar hava givið avboð. Annar teirra er Steven Lustü, kempan í miðverjuni hjá Jákupi Mikkelsen í Herfølge. Hin er Jesper Christiansen. Hann er mál- verji hjá OB. Har er hann komin at standa eftir summ- arfrítíðina, tí lars Høgh er givin. Upprunaliga skuldi gamli OB málverjin, Thomas Sø- rensen, sum nú er í Sund- erland, vera eykamálverji hjá Peter Schmeichel, men hann varð skaddur í ven- jingardysti leygardagin, og so valdi Morten Olsen ein spildurnýggjan mann: – Hann er ungur og ó- royndur, men eg havi fylgt við honum í fleiri ár. Longu tá eg var venjari í Ajax Am- sterdam fylgdi eg við stór- um áhuga avrikunum hjá Jesper, sum tá var í Øl- stykke, segði danski ven- jarin í vikuskiftinum. Roynt fólk Royndasti maðurin á dan- ska landsliðnum er Peter Schmeicehl. Hann hevur spælt 124 landsdystir, og tað eru nógv fleiri enn nakar annar dani hevur umboðað Danmark. Peter Schmeichel kom ikki til Føroya saman við liðffeløgunum. Hann náddi ikki fyrra flogfarið. Hann kom í Vágar á middegi, og hann var væl og virðiliga komin til Havnar, tá Morten Olsen, Michael Laudrup og allur tann langi halin klokk- an fimm seinnapartin í gjár fóru á Tórsvøll at venja. JH Sambært skránni skulu teir ikki venja í kvøld. Føroyska liðið skuldi venja kl. 19 í gjárkvøldið. Í dag venja teir kl. 11.30 og kl. 18.30, og í morgin venja teir kl. 11.00 JH