leygardagur 5. februar 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í 1914 flutti havnarmaðurin
Hans Christopher Vilhelm
Reinert Joensen (1891-
1949), vanliga nevndur
Ville, til USA at búgva.
Skjótt kemur hann í US
Marines, og í 1943 verður
hann útnevndur "Marine
Superintendent" fyri alt
Ísland. Hetta var undir
amerikansku hersetingini
av Íslandi.
Í 1946 verður hann heiðr-
aður av amerikanska forset-
anum Harry S. Truman,
fyri sín leiklut í seinna
heimsbardaga.
Ville andaðist í New York
í 1949 og er grivin har.
Innsetta myndin er av
brævinum frá amerikanska
forsetanum, har stendur:
"To you who answered the
call of your country and
served in its Merchant
Marine to bring about the
total defeat of the enemy. I
extend the heartfelt thanks
of the Nation. You under-
took a most severe task –
one which called for cou-
rage and fortitude. Because
you
demonstrated
the
resourcefulness and calm
judgment
necessary
to
carry out that task, we now
look you for leadership and
example in further serving
our country in peace".
Ville var sonur Amaliu
Joensen, f. Müller, úr Havn,
sum hevði privatskúla í
Kristinesminde í Rættará
(dóttir H. C. Müller, sýslu-
mann). Amalia varð vanliga
nevnd frú Joensen. Pápin
var Johan Carl Joensen,
vanliga nevndur Grøn-
lands-Johan.
Í 1943 var eitt ameri-
kanskt herskip í Føroyum.
Skipið lá á Reduni í Havn,
og Ville varð fergaður í
land, so hann kann kundi
vitja mammu sína. Pápin
var tá deyður.
Spurningurin er, um hann
er einasti føroyingur, sum
er vorðin heiðraður av
amerikanskum forseta.
Tey, sum hava okkurt at
viðmerkja í samband hesa
frá greiðing um Villa, eru
vælkomin at seta seg í sam-
band við Birgar Johannes-
sen, ið savnar tilfar til
Havnar leksikon, á telefon
314647 / 273168.
Nr. 25 - 5. februar 2005
19
Næstu ferð hava vit myndir av handlinum,
Sam Olsen´s efterfølgere, sum var settur í
stovn í 1897. Handilin var fyrsti
ísenkramhandil í Havn og hevði fyrstu
sigarettautomatina í landinum.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Sum nakað nýtt seta vit nú allar myndir av brúðar-
pørum, sum vera sendar til til teigin "Heilsanir", í
Vikuskiftis Sosialin í litum.
Brúðarmyndirnar koma undir somu treytir sum aðrar
myndir til "Heilsan-ir", t.v.s. at tær kosta 30 kr.
Síðsta freist at lata brúðarmyndirnar inn er hósdag
kl. 12.00
Sosialurin
Litmyndir av
brúðarpørum í
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu,
tá okkara kæri bróðir
Odmar Lauritsen
Skipari, á Fossi, Sørvági
andaðist og varð jarðaður 1. des. 2004.
Hjartaliga takka vit starvsfólkinum á Ellis & Avlamis-
heiminum í Vágum fyri tykkara hjartaliga og vinsama
blídni tit høvdu við Odmari.Takk at tit vóru so góð
við hann hansara seinastu tíð her hjá okkum.
Eisini eina tøkk veita vit heimahjálparunum,
sum vóru um hann heima.
Tøkk til prest fyri tey góðu orð við jarðarferðina,
tøkk til kirkjutænarar, berarar og sangarar.
Tøkk til húsmøðrafelagið fyri ta vælvild, tit sýndu
okkum við húsinum til ervið, og tykkum,
sum hjálptu til.
Tøkk til øll, sum fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Fyri tey avvarðandi
John
Tøkk
Í sambandi við at móðir okkara
Astrid Joensen
(f. Berg í 1911 í Nesi í Hvalba)
lá sjúk, doyði og varð jarðað, vilja vit hjartaliga
takka starvsfólkunum á Ellisheiminum fyri hjálp
og stuðul, Frelsunarherinum og Sámal Jákup
Joensen fyri góðu jarðarferðina og Sigrid
Sivertsen fyri vakra sangin.
Somuleiðis takka vit øllum tykkum, sum fylgdu
henni til gravar og við blómum ella á annan hátt
sýndu henni seinasta heiðurin.
Børnini
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu,
tá kæra kona mín, góða mamma, omma,
langomma og vermamma okkara
Ebba Winther
Tórshavn
doyði og varð jarðað.
Tøkk til Sonju Klein, prest, fyri troystarrík orð, bæði
í heiminum og í kirkjuni.Tøkk fyri blómur, kransar
og peningagávur til Føroya Felag móti
krabbameini.
Tøkk til berarar, sangarar og tykkum, sum hjálptu
til við ervinum, og øllum tykkum, sum fylgdu
henni til hennara seinasta hvíldarstað.
Ein serstaka tøkk vilja vit veita tykkum í
heimarøktini, sum vóru um hana til tað seinasta.
Familjunnar vegna
Bogi, Dorthea og Sigrid
Havnar leksikon:
Ville heiðraður
av Harry S. Truman í 1946