Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-05, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. februar 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

1. februar 2005 skifti Klaksvíkar Dampvaskarí bæði eigara og navn. Nú eitur vaskaríið H. C. Vask, og nýggju eigararnir eru Joan og Hans Christian Øregaard i Klaksvík Í samband við yvirtøkuna høvdu hjúnini Joan og Hans Christian Øregaard boðið til móttøku á vaska- rínum, sum nú hevur skift navn til H. C. Vask. Nýggju eigararnir taka uppgávuna sum eina spen- nandi avbjóðing við nógv- um møguleikum - ikki minst tá ið undirsjóvar- tunnilin um eitt ár verður liðugur. Vaskaríið hevur t.d. nógvar kundar í Eystur- oynni og í Havn. Klaksvíkar Damvaskarí er ein gomul fyritøka, ið varð stovnað í 1946 av Poul Juul Samuelsen og Møller Jensen. Seinni varð vaskaríið yvirtikið av J. F. Kjølbro til umleið 1960, tá Oda og Ingolf Samuelsen tóku yvir. Eina tíð hevði Arne Sol- munde reinsarí deildina. Síðan 1993 hevur Dorius Frederiksberg átt og rikið Klaksvíkar Dampvaskarí. Fyrstu tíðina fekk vaska- ríið streym frá vatnverkin- um norðuri á Strond, men teir høvdu eisini sítt egna elektrisitetverk við einum motori, sum var settur upp. So um trupulleikar vóru við streymforsýningini, kundu tey fáa streym frá sínum egna el-kraftverki. H. C. Vask er bæði eitt dampvaskarí og kemiskt reinsarí. 20 Nr. 25 - 5. februar 2005 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Leygardagin 22. januar 2005 blivu Tórfríð Arn- fríðardóttir úr Skálafirði og Dan Leivsson av Strondum vígd í Kelduni í Skálafirði. Hetta var samstundis fyrsta brúðarvígsla í nýggja salinum hjá Keld- uni. Pauli Høj, fyristøðumaður í Kelduni, vígdi brúðarparið Tórfríð Arnfríðardóttir úr Skálafirði og Dan Leivsson av Strondum Mynd: Keldan Gullbrúdleyp Sunnudagin 6. februar hava hjúnini Hjørdis og Alberg Johansen í Sandavági verið gift í 50 ár. Tey, ið ynskja at heilsa upp á gullbrúðarparið, eru vælkomin á Nesavegi 10 eftir klokkan 18.00 Dagurin 5. februar. Ata, deyð umleið ár 250. Henda vakra unga gentan í Cataniu á Sikiloy vildi ikki lovast heidnum fríggjara, av tí at hon var kristin, og varð eftir ræðuligar pínslur tikin av døgum. Grikst navn, Agata, sum merkir tann góða. 6. februar. Duruta, deyð umleið ár 300. Henda unga gentan í Kesarea í Kappadokiu vildi heldur ikki vita av einum heidnum fríggjara, sjálvum lands- høvdinginum, og hann læt hana hálshøgga. Navnið Dorothea er grikst og merkir Guðs gáva. 7. februar. Rikard, deyður umleið ár 720. Enskur kongur, sum gjørdi pílagrímsferð til Róm og Heilaga Landið, men doyði longu á útferðini. Summi halda, at talan er um Rikard Leyvuhjarta, sum doyði í 1199, men hann varð ongantíð skírdur halgimenni. Germanskt navn, ið merkir mikil, harður ella sterkur. H. C. Vask, Klaksvík: Spennandi avbjóðing við nógvum møguleikum 1. februar høvdu hjúnini Hans Christian og Joan Øregaard boðið til móttøku á vaskarínum, sum nú hevur skift navn til H. C. Vask. Her eru tey saman við Dorius Frederiksberg (h.m.) sum hevur átt og rikið Klaksvíkar Dampvaskarí síðan 1993. Mynd: Dávur Winther Keldan, Skálafjørður: Fyrsta brúðarvígslan í nýggja salinum Lesið - so eru tit við