Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-05, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. februar 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 25 - 5. februar 2005 21 Aftur í ár fara børn- ini á Tvøroyri at sláa tunnu umborð á verjuskipinum, Veðrinum TUNNUSLÁTTUR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Á føstulávint plagar danska verjuskipið, sum er undir Føroyum, at hava eitt serligt føstu- lávintstiltak fyri børn- unum á Tvøroyri Og í ár verður onki undantak. Í ár er tað Vædderen, sum er undir Føroym og hetta vikuskiftið fer hann at liggja á Tvøroyri. Og sunnudagin klokkan 14 fara børnini á Tvør- oyri umborð at sláa tunnu og aftaná fáa tey kakao og bollar. Somuleiðis fer mann- ingin at vísa fólki runt á skipinum. Tvøroyri og danska verjuskipið hava eitt heilt serligt samband og kunningarstovan á Tvør- oyri upplýsir, at seinastu 50 árini er tað bara eina- ferð, at danska verju- skipið undir Føroyum ikki hevur ligið á Tvør- oyri á føstulávint. Verulig varðandi virðir Jaspur Vang Valevni Sambandsfloksins í Suðuroy. Nútíðar vælferðarsamfel- agið Føroyar er ikki ein sjálvfylgja. Framtíðar vælferðarsam- felagið Føroyar er heldur ikki ein sjálvfylgja. Tí er fólkatingsvalið so avgerðandi fyri vælferðar- samfelagið Føroyar. Vil veljarin tann 8. febru- ar 2005 vera púrasta vísur í at velja ein flokk, sum hvørki tekur nútíðar- ella framtíðar vælferðarsamfel- agið Føroyar sum eina sjálvfylgju, er valið einfalt. Hví er valið so einfalt ? Jú, tí veruleikin er tann einfaldið, at føroyingar við ábyrgdarkenslu fyri sam- tíðini og framtíðini skaptu vælferðarsamfelagið Før- oyar í ríkisfelagsskapi. Í sjálvum sær er her talan um eina sera einfalda, men av- gerðandi og óreingiliga staðfesting av veruleika- num. Vit búgva í einum av heimsins mest framkomnu, frælsastu og tryggastu væl- ferðarsam- feløgum. Tað er her, rótin rann, eins og tað er her, vit ynskja at búleik- ast - eisini í framtíðini. Boðskapur Sambands- floksins hevur verið - og er púra greiður. Flokkurin ynskir framhaldandi at virka fyri m.a. • álitisfullum samstarvi í ríkisfelagsskapinum, • betur marknaðaratgongd til londini í Europasam- veldinum og • vinnulívsfremjandi, mið- vísari gransking á høgum støði. Sambandshugsjónin sigr- aði við seinasta løgtingsval og gjørdist Sambands- flokkurin tí eisini størstur í atkvøðutali. Løtan at gera endaliga upp við kollsiglda fullveldiseksperimentið og fullveldisfíggjarliga óførið er nú komin. Aðrir flokkar ynskja limaskap í Norðuratlants- bólkinum. Sambandsflokk- urin ynskir samstarv mill- um Føroyar, Danmark og Grønland. Tað ber snøgt sagt ikki til at hava fólk gangandi á Chistiansborg og mótarb- eiða tí politikki, sum verður rikin á Føroya Løgtingi og undirgrava og bróta niður tað, sum føroyingar bygdu upp í ríkisfelagsskapi.Tað ber heldur ikki til at velja flokkar, sum ikki hava eina greiða støðu í spurningi- num um ríkisrættarliga støðu Føroya í framtíð- ini.Valið komandi týsdag er tí í veruleikanum eitt val fyri - ella ímóti ríkisfelags- skapinum. Sambandshugsjónin byggir á tey grundleggjandi varðandi virðini. Lat okkum tí standa sam- an um Sambandsflokkin. VAL05 Ragnar S. Olsen Valevni Fólkafloksins Tað málið, sum eg haldi hevur størsta týdningin í komandi fólkatingsval- skeiði, er ES grundlógin. Hóast vit ikki eru við í ES, hevur hon sera stóran týdning fyri okkum. Tí um Danmark velur at samtykkja ES-grund- lógina, kann tað saktans fáa avleiðingar fyri Før- oyar, og tað stórar eisini. Í ringasta føri, kann tað henda, at vit ikki longur bert eru ein partur av danska ríkinum, men av ES. Sum um tað fyrra ikki er nóg ringt. Vit eiga at halda fram við, at greina hvørjar av- leiðingar tað kann koma at fáa fyri okkum, um danir samtykkja ES grundlógina. Vit kunnu koma út fyri, at heimildin hjá dønum fellur til Brússel, í sam- band við samráðingar um størri sjálvræði til okkara. Og er tað trupult at sam- ráðast við Danmark, so verður ikki mætari at samráðast við ES. Sjálvandi skulu løg- tingið og landsstýrið syrgja fyri, at sjónarmið føroyinga verða borðin fram á røttum stað, men vit hava mangan verið vitni til, at virðingin ikki altíð er so stór mótvegis okkum. Men gjøgnum fólkatingsessin hava vit góðar møguleikar fyri, at koma við okkara sjónar- miðum aftur og aftur um neyðugt, júst á røttum stað. Vit mugu ikki helma í, fyrr enn vit fáa vissu um, at okkara sjálvstýristil- gongd kann skipast og avgerast av okkum sjálv- um her heima, og ikki á Christiansborg, og fyri alt í verðini ikki í Brússel. Við Fólkaflokkinum er hetta mál í tryggastu hondum. VAL05 ES - Grundlógin VIÐMERKINGAR Børn á Tvøroyri sláa um borð á verjuskipinum Marjus Dam valevni Sambandsfloksins Loysingarfólk royna nú at fáa umboðan í Fólkatingin- um, ið teir onki vilja vita av. Tað er ein mótsøgn í sjálvum sær. Teir siga: 1 Vit fara niður til Christians- borg at gera onki. 2: Vit fara niður til Christians- borg at arbeiða. Hetta er at hava mjøl í munninum og blæsa. Higartil hava vit onki úrslit sæð, bert hoyrt dun og goragang. Og tað er ikki arbeiði. Norðuratlansbólkurin hevur sent faldara til før- oyingar fyri danskan pen- ing. Um Javnaðarflokkurin fær umboðan, er vandi fyri, at fólk, ið gjørdu okkum fyri skommum niðri á Christiansborg í fullveldis- tíðini, nú enn einaferð sleppa framat, tí tey hava skift flokkin út. Fólkaflokkurin dumpaði í diplomati á Ckristians- borg. Hvør hevði leiðsluna í fullveldistíðini, tá so nógv miseydnaðist og var oyði- lagt?. Vórðu tað ikki Fólksfloksdiplomatarnir? Nei , har er nógv eftir at læra – tað er so víst. Tjóðveldisflokkurin hev- ur garterað nógv niðri á Christiansborg - rætt skal vera rætt. Men teir hava ikki arbeitt fyri Føroyum niðri á Christiansborg. Teir hava arbeitt fyri loysing ígjøgnum bakdyrnar – tí føroyingar vilja ikki hava loysing. Harvið arbeiða teir ímóti áhugamálinum hjá føroyingum. Álvaratos, kom við fólkaatkvøðuni um loysing, so fáa tit svar- ið. Tí loysing so avgjørt eitt mál, ið bert føroyingar skulu avgera í Føroyum. Hetta hevur onki við Christiansborg at gera. Tí tosa vit um loysing ígjøg- num bakdyrnar. Ella ódemokrati, ella lusk . Einasta trygga val til fólkatingið er Sambands- flokkurin, ið umboðar hægsta og størsta frælsi, ið føroyingar kunnu røkka. VEL FRÆLSI VEL FRAMBURÐ VEL TRYGD VEL FRAMTÍÐINA VEL SAMBAND Stuðla besta, elsta og størsta flokkinum í Før- oyum: Sambandsflokkin- um. Elin Heðinsdóttir Joensen fólkatingsvalevni Javnaðarfloksin Skal nakað av álvara fáast fyri atkvøðuna á hesum fólkatingsvalinum, er Javn- aðarflokkurin besta boðið, tí eitt javnaðarumboð á fólkatingi er besta trygdin fyri, at føroyskur politikkur og føroyskar avgerðir aft- urspeglast í fólkatingsar- beiðinum. Alt ov ofta hava vit sæð, at einki samsvar er millum tað, sum hendir heima í Føroyum og tað, sum hendir niðri á fólkatingi. Men nú Javnaðarflokkurin situr við landsins leiðslu og er savnandi miðdepilin í landsstýrissamgonguni, er ein javnaðarrødd á fólka- tingi ein rødd, ið tosar sama mál sum ráðandi politiski viljin heima í Føroyum. Fær Javnaðarflokkurin eitt umboð valt á fólkating, verður tað ikki eitt umboð, sum fer at »koyra solo« ella arbeiða ímóti tí, sum løg- ting og landsstýri seta á politisku dagsskránna, so- leiðis sum føroyski viljin er til tað. Hetta vil gera, at dyr verða latnar upp fyri sam- starvi báðar vegir, og Javn- aðarflokkurin fer á fólka- tingi — eins væl og í Føroyum — arbeiða so- leiðis, at breið politisk semja kann finnast um tey stóru og týðandi málini, ið verða frammi komandi árini. Lat ikki tína atkvøðu fara til spillis, men vera til nyttu og ávirkan á fólkatingi, og tað gert tú best við at at- kvøða fyri Javnaðar-flokk- inum. Vilt tú seta tíni fingramerki á Føroya fram- tíð, eru vit á javnaðar- listanum besta trygdin fyri, at tú fært nakað aftur fyri tína atkvøðu. Gott val! Javnaðarflokkin fer ikki at »koyra solo«! VAL05 VEL FRAMBURÐ OG SAMBAND VAL05