Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-05, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. februar 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 25 - 5. februar 2005 Heilt burturvið at flyta miðnámsskúlan úr Vági Signar á Brúnni, sum varð landsstýrismaður skúlamálum, tá ið av- gerðin varð tikin um at byggja miðnáms- skúlan í Vági, skilir ikki ætlanina um at flyta skúlan til Hovs MIÐNÁMSSKÚLI Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað er púra meiningsleyst at flytað ætlaða miðnáms- skúlan í Vági, til Hovs. Tað heldur Signar á Brúnni, sum hevur verið landsstýrismaður í skúlamálum. Hann sigur, at tað var í hansara tíð sum landsstýr- ismaður í 1998-2000, at av- gerðin um at raðfesta skúl- an í Suðuroy, varð tikin. Annars skuldi hann byggjast í Hovi. – Tað varð samtykt at byggja hann í Hovi tí eg skilti, at hetta var tað, sum suðuroyingar kundu semj- ast um innanhýsis. Men so broyttust støðan og semja varð um at byggja hann í Vági. – Síðani hevur eisini full semja verið um at byggja skúlan í Vági. Bæði Lands- stýrið og Løgtingið hava samtykt tað og síðani hevur verið arbeitt útfrá tí. – Eftir mínum tykki er ein sera góð og snøgg og snoti- lig verkætlan komin burtur- úr. Samstundis er grund- stykkið sprongt og slættað eftir tí skúlabygningi, sum skuldi byggjast har Meiningsleyst Signar á brúnni sigur, at nú er ætlanin komin so langt, at tað er klárt at bjóða út og higartil eru nakrar milliónir brúktar upp tað. – Tí er tað fullkomiliga meiningsleyst at koma aft- urumaftur nú og at tosa um at flyta skúlan nú, staðfestir hann. – Serliga tá ið hugsað verður um, at tað er so stutt at koyra, leggur hann afturat. Hann vísir á, at bæði landsstýrismaðurin í skúla- málum og løgmaður hava ført fram, at hetta verður gjørt fyri at kunna byggja heilsuskúlan saman við miðnámsskúlanum við tí fyri eyga at gera tað lutfals- ligabíligari at byggjaog fyri at rationaliserað raksturin. – Men her er javnaðar- flokkurin í andsøgn við seg sjálvan, tí í Havnini hevur javnaðarflokkin ta áskoðan, at studentaskúlin skal verða verandi fyri seg sjálvan í Hoydølum og skal ikki verða við í ætlaða skúla- deplinum í Marknagili. – Hví tað so skal verða so avgerðandi, at miðnáms- skúlin í Suðuroy verður bygdur saman við einum heilsuskúla í Hovi, skilji eg ikki. Hinvegin skilir gamli landsstýrismaðurin heldur ikki, hvat ein miðnámsskúli og ein heilsuskúli hava til felags sum ger tað so um- ráðandi, at teir liggja saman. – Tað kann bara vera sjálvur bygingurin, tí annað er tað ikki. Annað dugi eg ikki at síggja, hvat teir hava felags, tí tað eru tveir heilt ymiskir skúlar. Hevði talan verið um ein studentaskúla og ein hand- ilsskúla, kundi eg skilt tað, tí teir hava nógv meiri í fel- ag. Báðar skúlarnar í Vági Men Signar á Brúnni held- ur, at er tað so avgerandi at byggja báðar skúlarnar saman, er at byggja báðar skúlarnar saman vesturi í Eiðinum í Vági, har stykkið til miðnámsskúlan longu er grivið út. Hann sigur, at botnar hetta í einum stríði ímillum Vág og Tvøroyri og stand- ast politiskir trupulleikar av at flyta ætlaða heilsuskúlan á Tvøroyri til Vágs, ber til at loysa tað við at leggja onkrar aðrar tænastur á Tvøroyri – Eitt nú hevur tað verið frammi at umsitingin av Strandferðsluni skal flytast til Suðuroyar. So kundi hon hóskandi verðið løgd á Tvøroyri, har báturin siglur. Hann leggur tó dent á, at hann leggur seg ikki út í, hvat verður gjørt á tí økin- um, men hann nevnir hetta bara sum eitt dømi. Tað eru uttan iva eisini aðrir møgu- leikar, sigur hann. Hann leggur afturat, at hann hevur eisini frætt, at tað er ikki full semja í ting- manningini hjá samgong- uni um at gera skúladepil í Hovi og røktarheim í Vági. – Er tað rætt, skilji eg onki, tí so er lítil álvari í ætlanini og eg skilji full- væl, at ein meiriluti í bý- ráðnum í Vági segði korta- nei. – Hevði landsstýrið tikið spurningin um at broyta ætlanina, áðrenn fyrireik- ingarnar vóru byrjaðar, kundi eg skilt tað. – Men at koma nú, tað er klárt at fara undir bygging- ina, er púra meiningsleyst, sigur Signar á Brúnni. Kommunurnar í Suð- uroy taka ikki undir við áheitanini um at halda fólkaatkvøðu um kommusaman- legging samstundis sum fólkatingsval er KOMMUNUSAMAN- LEGGING Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað verður ongin fólkaat- kvøða í Suðuroy um at leggja kommunur saman á hesum sinni. Sostatt er tað greitt, at kommunurnar í Suðuroynni fara ikki at taka undir við áheitanini frá Tvøroyrar Kommunu um at halda fólkaatkvøðu um komm- unusamanlegging, sam- stundis sum fólkatingsvalið er týsdagin. Tá ið kommunuvalið var í november, heitti Sumbiar Kommuna annars á hinar kommunurnar um at halda fólkaatkvøðu um komm- unusamanlegging sam- stundis. Spurningurin, sum velj- ararnir skuldu svara, var einfaldur. Hann ljóðaði: Skal øll Suðuroyggin verða ein kommuna. Og so skuldi veljarin svara Ja ella nei. Ta ferðina var tað bara í Sumba og á Tvøroyri, at veljararnir sluppu at siga sína hugsan um kommunu- samanlegging og í báðum kommunum var heilt greið- ur meiriluti fyri at leggja alla Suðuroy í eina komm- unu. Men nú veljararnir skulu á val til fólkatingið týs- dagin, heldur Tvøroyrar kommununa tað vera eitt gylt høvi hjá hinum fimm kommununum í Suður- oynni at spyrja veljaran, hvat teir halda um komm- unusamanlegging. Vilja hava kanning Men tað er nú greitt, at hin- ar kommunurnar fara ikki at taka av, vísir ein spurnar- runda hjá Sosialinum. Í fyrsta lagi halda komm- unurnar, at skotbráðið er ov stutt, tí brævatkvøðurnar eru longu við at koma inn. Men tað eru eisini fleiri kommunur, sum ikki halda at tað er rætt at hava fólka- atkvøðu um kommunusam- anlegging, sum støðan er nú. Tær halda, at grundar- lagið hjá veljaranum at taka støðu útfrá, er alt ov veikt, sum er. – Veljarin veit ikki, hvat ein kommunusamanlegging førir við sær og, hvørjir fyrimunir og vansar eru við eini samanlegging, halda kommunurnar. Kommunurnar leggja hin- vegin dent á, at tær hava onki ímóti at arbeiða við málinum um samanlegging. Hetta var millum annað støðan hjá bygdaráðnum í Fámjin, sum hevði málið til viðgerðar hóskvøldið. Men hetta er eisini støðan hjá Levi Niclasen í Hvalba, borgarstjóra í Hvalba og Eli Frederiksen, borgarstjóra í Porkeri. Tí eru tað fleiri kommun- ur í Suðuroy, sum vilja hava eina fakliga lýsing av, hvat ein kommunusamanlegging hevur við sær av fyrimun- um og vansum. Kommunurnar halda, at fyrrenn ein slík lýsing er gjørd, hevur veljarin onki grundarlag at byggja eina støðu á. Eli Frederiksen væntar, at spurningurin um at gera eina slíka kanning, fer kanska at verða umrøddur, tá ið kommunustýrislimir í Suðuroy fara at hittast í næstum. Men hann heldur, at tað hevði verið rættast at onkur av teimum báðum størru kommununum reisti málið. Tá ið Fámjins kommuna hevði málið fyri hóskvøldið, var eitt sjónarmið, at skal talan verða um samanlegg- ing, er tað rættast at byrja við teimum báðum størru kommununum, Vági og Tvøroyri. Har er sjónarmiðið somuleiðis, at skal talan verða um samanlegging, skal øll oyggin verða ein kommuna. Verður talan um tvær kommunur, verður ein stór bygd í hvørjum øki, sum fer at verða fullkomi- liga einaráðandi. Verður talan um eina kommunu fer javnvág at vera í ímillum norðaru og syðru helvt. Ì Fámjin varð eisini spurn- ingurin reistur um at tíðin ikki var búgvin til saman- legging enn, men at komm- unurnar áttu at styrkt komm- unala samstarvið fyrst. Men afturímóti tí varð ført fram, at tað var ikki so lætt hjá kommununum í Suðuroy at samstarva. Eitt nú vóru royndir gjørdar at endurskipa fel- agskommununa, men tað miseydnaðist. – Hevði landsstýrið tikið spurningin um at broyta ætlanina, áðrenn fyrireikingarnar vóru byrjaðar, kundi eg skilt tað. Men at koma nú, tað er klárt at fara undir byggingina, er púra meiningsleyst, sigur Signar á Brúnni Ongin fólkaatkvøða í Suðuroy um at leggja kommunur saman Tað verður ikki enn at hvalbingar, og aðrir suðuroyingar, sleppa á fólkaatkvøða um at leggja alla Suðuroy saman í eina kommunu. Fleiri halda, at fyrst mugu fyrimunir og vansar við samanlegging, lýsast