leygardagur 5. februar 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 25 • leygardagur • 5. februar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Síðani VÍF í 1999
seinast vann steypa-
kappingina í mans-
hondbólti móti júst
StÍF í finaluni, hava
teir á hvørjum ári ver-
ið noyddir til at
boyggja seg fyri júst
strandingum, sum
mugu sigast at verða
steypamarran hjá
VÍF. Í dag ætla teir í
VÍF at steðga hesi
gongd
STEYPAFINALA
Terji Nielsen,
terji@sosialurin.fo
Spenningurin er stórur und-
an steypafinaluni í mans-
hondbólti, sum verður leikt
í høllini á Hálsi í dag. Høll-
in verður uttan iva á tremur
við spentum áskoðarum, og
áskoðararnir hjá báðum lið-
um eru kendir fyri at verða
mælskir,
so
karmarnir
verða óivað av teimum
bestu til at spæla steypafin-
alu. Tveir av leikarunum í
finaluni, Áki G. Olsen hjá
VÍF og Alexandur Johan-
sen hjá StÍF, eru samdir um,
at talan uttan iva verður um
eina javna og spennandi
finalu.
Svangir
vestmenningar
Sum áðurnevnt hevur VÍF
ikki vunnið steypakapping-
ina hjá monnum síðani
1999, og tað er tí einki at
siga til, at teir sigursvandu
vestmenningarnir
eru
ógvuliga
svangir
eftir
steypinum.
Áki G. Olsen er púra av-
gjørdur, tá ið vit spyrja
hann, um tað ikki er í so
langt síðani hjá einum felag
sum VÍF.
– Tað er einki sum eitur.
Vit skulu hava steypið við
okkum aftur til Vestmanna,
tí vit hava bíðað alt ov
leingi eftir tí, sigur hann og
leggur afturat, at tað er upp
á tíðina, at teir vinna
steypakappingina. Sjálvur
var Áki við á liðnum hjá
vestmenningum, sum sein-
ast vann steypakappingina í
1999. - Tað eru seks ár síð-
ani, og tað er alt ov nógv,
heldur hann. Áki heldur, at
hóast hagtølini tala til fyri-
muns fyri strandingar, so
hevur tað einki at siga, tá ið
farið verður á vøllin.
Hóskvøldið vandu teir
fyri seinastu ferð í Vest-
manna, og allir mans sigast
verða klárir til finaluna.
Undantikin er tó sjálvsagt
hin Áki, Áki Olsen, sum
var so óheppin at bróta sær
kjálkabeinið í seinnu hálv-
finaluni móti Kyndli í Vest-
manna í síðstu viku.
- Tað eru nakrir, ið hava
okkurt smávegis at dragast
við, men tað er ikki verri
enn so, enn at teir verða
lappaðir saman til finaluna,
sigur Áki G. Olsen, sum
sjálvur hevur ein skaða í
nakkanum at dragast við.
Hetta forðar honum tó ikki
í at verða við móti strand-
ingum.
Ivi um Artur
Á Strondum gjørdust tey
heit um skallan eftir lands-
kappingardystin móti KÍF
farna sunnudag, tá ið ikki
færri enn tríggir mans
fingu onkran skaða. Tað
vóru teir tríggir Bent Djur-
huus, Sveinur Justinussen
og Artur Johansen. Eftir
seinastu venjingina hjá
strandingum undan final-
uni fingu vit orðið á ein av
stuðulsleikarunum hjá StÍF,
Alexandur Johansen, og
hann kundi greiða frá, at
bæði Bent og Sveinur
høvdu verið við til síðstu
venjingina. - Teir vóru tap-
aðir inn so frægt, at teir
fingu verið við, sigur Alex-
andur, men hann leggur
afturat, at Artur hevur ikki
verið og vant í vikuni, og
óvist er, um hann verður
tøkur til finaluna.
Spurdur um spenningurin
er stórur á Strondum undan
finaluni, sigur Alexandur
Johansen: - Ja, fólk eru øgi-
liga spent. Okkara leiklutur
í landskappingini er út-
spældur, og vit hava í veru-
leikanum bert steypakapp-
ingina, ið kann bjarga okk-
um árið, sigur hann.
Sum áðurnevnt hevur
StÍF staðið seg ómetaliga
væl móti júst VÍF í steypa-
kappingini seinnu árini,
men tað heldur Alexandur
Johansen ikki hevur nakað
at siga í dag. - Tað er rætt,
at vit hava staðið okkum
sera væl móti teimum í
steypakappingini, men hin-
vegin hava vit ikki havt ser-
liga gott tak á teimum í ár,
har vit hava tapt báðar dyst-
irnar, sigur hann.
Ingi og Sveinur
Ofta verður sagt, at eitt lið
hevur onkran leikara, sum
kann hava avgerðandi leik-
lutin í einum dysti. Spurd-
ur, um tað er nakar hjá VÍF,
sum tað er serliga umráð-
andi hjá StÍF at byrgja upp
fyri,
sigur
Alexandur
Johansen. - Tað eru sjálv-
sagt menn sum Ingi Olsen
og Sámal Joensen, ið eru
serliga vandamiklir hjá
teimum. Sámal hevur verið
væl fyri í seinastuni, men
eg haldi, at tað ræður um
hjá okkum fyrst og fremst
at taka Inga úr spælinum, tí
hann eigur uppleggini til
tey allarflestu málini hjá
Sámali, sigur Alexandur
Johansen.
Áki G. Olsen sigur, at um
tað er nakar leikari hjá StÍF,
sum er ein serlig hóttan fyri
vestmenningar, so er tað
Sveinur
Justinussen.
-
Hann er so nógv tann skot-
sterkasti hjá teimum, og
sleppur hann til skot, so
skorar hann at kalla hvørja
ferð. Tí ræður um hjá okk-
um at byrgja upp fyri hon-
um. Megna vit tað, eru vit
komnir langt, sigur Áki G.
Olsen.
Hvørki Áki ella Alexand-
ur vilja siga nakað serligt
um taktiska uppleggið til
finaluna, men báðir leggja
teir dent á, at tær ræður
fyrst og fremst um at fáa
verjuna at koyra, tí so skal
hitt nokk koma av sær
sjálvum.
Alexandur leggur afturat,
at tað eisini kemur at hava
avgerandi týdning, hvussu
málverjarnir standa seg. -
Málverjarnir hava ómeta-
liga stóran týdning, og tað
liðið, sum hevur besta mál-
verjan í finaluni, hevur
góðar møguleikar at vinna,
sigur hann.
Spurdur hvat fer at av-
gerða finaluna, sigur Áki
G. Olsen, at eftir hansara
tykki verður tað umráðandi
ikki at gera feilir. - Eg eri
vísur í, at tað liðið, sum ger
minst feilir, vinnur dystin,
sigur Áki G. Olsen. Vest-
menningurin heldur, at
áskoðararnir í høllini á
Hálsi og framman fyri sjón-
varpinum
kring
landið
kunnu vænta sær eina fin-
alu, sum spæld í høgum
tempo, og har tað verða
nógv skjótálop at síggja, tí
bæði liðini eru sterk á júst tí
økinum.
Tá ið vit biða teir báðar
koma við einari meting av,
hvat dysturin fer at enda
við, eru teir ójavnir á máli.
- Eg vænti, at tað verður ein
heilt, heilt javnur dystur,
sum vit vinna kanska 24-
23, sigur Alexandur Johan-
sen. Áki G. Olsen væntar
ein eitt lítið sindur málrík-
ari dyst, sum vestmenning-
ar vinna við tveimum mál-
um, til dømis 30-28, men
tað verður undir øllum um-
støðum javnt, sigur hann.
StÍF er steypamarran hjá VÍF
Í dag standa teir báðir Áki G. Olsen úr VÍF v.m. og Alexandur Johansen úr StÍF h.m. andlit til andlits í steypafinaluni hjá monnum í høllini á Hálsi.
mynd: Bárður Lydersen