leygardagur 5. februar 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 25 - 5. februar 2005
Hans Áki Dal-Christiansen, Kyndil:
1.Hvør vinnur steypafinaluna millum VÍF og StÍF?
- Eg rokni við, at VÍF vinnur, tí teir eru sera væl fyri í
løtuni. Gott nokk kann alt henda í eini finalu, men
formurin talar fyri vestmenningum. Eg tippi 29-24 til
VÍF.
2. Hvør verður lyklaleikarin hjá VÍF?
- Tað eru uttan iva Ingi og Sámal, soleiðis sum teir koyra
í løtuni.
3. Hvør verður lyklaleikarin hjá StÍF?
- Tað verða Sveinur Justinussen og Marian í málinum.
4. Hvørji góð ráð hevur tú til VÍF?
- Tað má verða at koma skjótt heim í verjuni, og at hava
eina aggressiva verju. Somuleiðis er umráðandi at steðga kontraspælinum hjá StÍF.
5. Hvørji góð ráð hevur tú til StÍF?
- Tað má fyrst og fremst verða at steðga skjúttunum hjá VÍF, tí teir vísa seg at verða
størsti styrkurin hjá teimum í løtuni.
Halgir Dahl Olesen:
1. Hvør vinnur steypafinaluna millum VÍF og StÍF?
- Eg vænti, at VÍF vinnur. Tað verður javnt, men 25-23
til VÍF..
2. Hvør verður lyklaleikarin hjá VÍF?
- Tað verður uttan iva Ingi Olsen.
3. Hvør verður lyklaleikarin hjá StÍF?
- Hjá StÍF eru tað fyrst og fremst Sveinur Justinussen og
Marian í málinum.
4. Hvørji góð ráð hevur tú til VÍF?
- Eg hevði ikki ivast í at vart 6-0. Eisini ræður um ikki
at skjóta Marian heitan beinan vegin, tí so er hann ikki
at steðga. Eisini er umráðandi at fáa verjuna at koyra.
5. Hvørji góð ráð hevur tú til StÍF?
- Tað má verða at skora upp á brotskøst. Somuleiðis er tað umráðandi, at VÍF ikki
fær tey løttu málini upp á kontra, tí fáa teir vind í segluni, eru teir ógvuliga truplir
at steðga.
Áki Mørk, Neistin:
1. Hvør vinnur steypafinaluna millum VÍF og StÍF?
- Tað er púra opið. StÍF liggur væl til VÍF, men VÍF
tykist hava munin á strandingum í ár, og eg vænti, at
VÍF vinnur við tveimum málum.
2. Hvør verður lyklaleikarin hjá VÍF?
- Tað verður Ingi og so antin Dejan ella Eli í málinum.
3. Hvør verður lyklaleikarin hjá StÍF?
- Hjá teimum hevur tað alt at siga, hvussu Marian
stendur seg í málinum.
4. Hvørji góð ráð hevur tú til VÍF?
- Tað er at hava tol og ikki spæla ov skjótt. Móti StÍF
ræður um at hava lang álop, tí teir hava ikki tol til at
standa í verjuni so leingi.
5. Hvørji góð ráð hevur tú til StÍF?
- Tað má so verða at fáa nógv skjótt spæl, og at fáa gongd á eyðkenda kontraspælið
hjá sær.
Óla Kristjan Djurhuus, KÍF:
1. Hvør vinnur steypafinaluna millum VÍF og StÍF?
- Eg rokni við, at tað verða strandingar, sum vinna. Tað
verður tætt, men tað verður einastaðnis har mitt í 20-
unum.
2. Hvør verður lyklaleikarin hjá VÍF?
- Tað verður málmaðurin, og eg vænti, at í finaluni
verður tað Eli Müller, sum fer at standa seg best. Men
Ingi hevur eisini stóran týdning.
3. Hvør verður lyklaleikarin hjá StÍF?
- Tað er einki at ivast í, at Marian í málinum hevur
ómetaliga stóran týdning fyri strandingar.
4. Hvørji góð ráð hevur tú til VÍF?
- Tað er at dekka upp fyri kviku spælarunum hjá strandingum, og harvið steðga
kontraspælinum hjá teimum. Tí ræður tað eisini um hjá VÍF at koma skjótt heim
aftur í verjuna.
5. Hvørji góð ráð hevur tú til StÍF?
- Fyrst og fremst ræður um hjá StÍF, at teir megna at steðga teimum báðum Inga
Olsen og Sámal Joensen, so at teir ikki koma ov gott í gongd.
Bert tveir dystir eru á
skránni í meistara-
deildini hjá monnum
í vikuskiftinum
FLOGBÓLTUR
Terji Nielsen,
terji@sosialurin.fo
SÍ tók seinasta sunnudag
eitt stórt fet móti FM-heiti-
num, tá ið teir vunnu ein
tryggan sigur á nærmastu
kappingarneytunum
úr
Mjølnir.
Havnarmenn
vitja í Klaksvík
Sørvingar fáa sunnudagin
vitjan av botnliðnum Fram,
og tað er lítið at ivast í, at SÍ
má metast sum stórfavoritt-
ur til at vinna dystin.
Gamaní hevur Fram fleiri
góðar spælarar, men enn
hava teir ikki fingið tað
heilt stóra burtur úr í ár.
Hin dysturin í meistara-
deildini hjá monnum verð-
ur í Klaksvík, har Mjølnir
fær vitjan av Fleyr. Hesin
dysturin millum teir báðar
gomlu arvafíggindarnar í
føroyskum flogbólti kann
gerast rættuliga spennandi,
tí Fleyr við einum sigri
kann av álvara fara at hótta
silvurplássið hjá klaksvík-
ingum.
Spurningurin er eisini,
um Mjølnir fær reist seg
eftir ósigurin í Sørvági
seinasta sunnudag, tí tað
var ein dyggur smeitur fyri
klaksvíkingar.
Tríggir dystir í meist-
aradeildini hjá kvinn-
um verða um viku-
skiftið, og oddaliðið
Mjølnir fær óivað ein
harðan dyst, tá ið
Dráttur, sum seinasta
vikuskifti koppaði TB
í Trongisvági, kemur
á vitjan
FLOGBÓLTUR
Terji Nielsen,
terji@sosialurin.fo
Tað er nógv, sum bendir á,
at kappingin um føroya-
meistaraheitið í flogbólti
hjá kvinnum longu er av-
gjørd til fyrimuns fyri
Mjølnir, men sjálvar vilja
klaksvíkskvinnurnar ikki
hoyra talan um hetta.
Hava virðing
fyri Drátti
Fyrr í vikuni segði ein av
leikarunum hjá Mjølnir,
Vera Larsen, her í blaðnum,
at tær mettu dystin sunnu-
dagin móti Drátti í Klaks-
vík sum ein sera truplan
dyst, ið kann koma at hava
avgerðandi týdning í stríð-
num um meistaraheitið.
Dráttur vann farna viku-
skifti rættuliga óvæntað á
hinum oddaliðnum TB í
Trongisvági, og harvið
syrgdu kvinnurnar úr Vág-
um fyri, at gullið so gott
sum er í hondunum á Mjøl-
nir. Men vinnur Dráttur á
Mjølnir sunnudagin, so
kann spenningur koma í
aftur kappingina.
TB skal í dyst í dag, tá ið
tær fáa vitjan av ÍF. Tað er
lítið at ivast í, at heimaliðið
fer at gera sítt til at reisast
eftir ósigurin farna viku-
skifti, og dysturin móti
fuglfjarðakvinnum er eisini
ein seinasti møguleiki at
fínpussa
formin
undan
steypafinaluni móti Mjøl-
nir, sum verður um eina
viku.
Triðji dysturin í meist-
aradeildini hjá kvinnum
hetta vikuskifti verður í
morgin, tá ið botnliðið SÍ
fær vitjan av einum øðrum
botnliði KÍF. SÍ hevur bitið
væl frá sær í seinastuni, og
møguleiki er fyri, at sør-
vágskvinnur fáa nøkur stig
til høldar í morgin.
Spennandi í Klaksvík
Dráttur bjóðar oddaliðnum av
Full høll
Bæði á Strondum og í Vestmanna er spenningurin stórur undan
finaluni í dag, og teir báðir Áki G. Olsen hjá VÍF og Alexandur
Johansen hjá StÍF vænta eina full høll av spentum áskoðarum.
ÁSKOÐARAR
Terji Nielsen, terji@sosialurin.fo
Júst VÍF og StÍF eru tvey av best stuðlaðu liðunum í hondbóltskappingini hjá
monnum. Hesi bæði lið hava altíð eina rúgvu av sínum trúfastu áskoðarum við sær,
tá ið tey ferðast kring landið til dystir. Í dag fara hesir áskoðarar uttan iva at seta sín
dám á karmarnar til steypafinaluna.
Skipað fyri bussferð
Alexandur Johansen hjá StÍF sigur, at á Strondum eru tey øgiliga spent til finaluna,
og at felagið hevur skipað fyri bussferðum til Havnar til dystin, og hann ivast ikki í,
at strandingar koma manssterkir til høvuðsstaðin.
- Áskoðararnir eru trúfastir hjá okkum í landskappingini, og nú vit spæla
steypafinalu, verða teir óivað væl fleiri enn vanligt, og tá eru teir nógvir, sigur Alex-
andur.
Eisini í Vestmanna er nógv hondbóltsprát í hesum døgum. - Vestmenningar eru
spentir til dystin, og tað er einki at ivast í, at tað verður tómligt í Vestmanna, tá ið
finalan verður spæld, tí tað fer maður av húsi til Havnar, sigur Áki G. Olsen. Sum
nevnt aðrastaðnis á síðuni, so eru vestmenningar sera svangir eftir einum steypasigri,
og trúgva áskoðarafjøldin hjá VÍF ætlar sær at gera sítt til, at vestmenningar fáa
steypið við norður aftur til Vestmanna.