Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-05, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. februar 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

– Jógvan á Lakjuni er tann landsstýrismað- urin í hesari sam- gonguni, sum hevur yvirraskað mest posi- tivt, heldur ein fyrr- verandi landsstýris- maður við menta- málum. Hósmorg- unin helt Jógvan á Lakjuni eitt ára dagin POLITIKKUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Jógvan á Lakjuni bjóðaði rundstykki í Mentamála- ráðnum hósmorgunin. Høvið var, at hann hevði sitið í eitt ár sum lands- stýrismaður í einum ráði, sum í fleiri ár var merkt av støðugari útskifting og nógvum ófriði. – Eg haldi, at tað var vert at markera, at eg havi verið landsstýrismaður í eitt ár – eisini fyri at minna fólk á, hvussu skjótt tíðin gongur. Tað virkar, sum eg tók við í gjár, sigur Jógvan á Lakj- uni. Síðani Eilif Samuelsen sat sum landsstýrismaður í mentamálum fram til 1998, hevur tað verið ein støðug útskifting av landsstýris- monnum í hesum ráðnum. Signar á Brúnni helt í um- leið tvey ár, men síðani 2000 hava politikarar sum Tórbjørn Jacobsen, Høgni Hoydal, Annlis Bjarkhamar og Annita á Fríðriksmørk sitið í styttri tíðarskeið. Baklandið er hornasteinurin Fyrstu ferð síðani 2000 kann ein landsstýrismaður við mentamálum halda sín eitt ára dag. Hvat hevur tú gjørt fyri at sita so leingi? – Tað veit eg ikki. Tað kunnu onnur betur meta um enn eg. Kanska er tað tí, at tað hevur valdað góð- ur friður í samgonguni sum heild. Hornasteinurin er altíð, at politiska baklandið er í lagi, og at tú hevur undirtøku fyri tí, sum tú gert, sigur Jógvan á Lakj- uni. – Orsøkin til, at tað hevur verið góður friður hetta árið, er ikki, at einki er hent. Vit hava avgreitt fleiri stór mál – millum annað samanleggingar av skúlum og loftmiðlum. Tað polit- iska abc'ið er, at áðrenn tú fert í holt við nakað, mást tú hava tryggjað tær undir- tøku fyri tí, og tú skalt fyri- reika málini væl, áðrenn tú meldar nakað út. Tað havi eg roynt at gjørt mær ómak við. Tobbi imponeraður Ein av politikarunum, sum hevur verið landsstýris- maður við mentamálum í eina tíð seinastu árini, er Torbjørn Jacobsen. Hann heldur, at Jógvan á Lakjuni hevur klárað sína uppgávu væl. – Eg plagdi at halda, at Jógvan á Lakjuni sum framsøgumaður í menta- málum ofta úttalaði seg um mál uttan at virka sann- førdur um tað, sum hann hevði at bera fram. Men sum landsstýrismaður hev- ur hann klárað seg væl. – Jógvan á Lakjuni er tann landsstýrismaðurin í hesari samgonguni, sum hevur yvirraskað mest positivt. Hann hevur klárað at tikið avgerðir, sum hann hevur hildið fast um, og uttan at fólk eru farin at gartera um tað, sigur Tor- bjørn Jacobsen. 28 Nr. 25 - 5. februar 2005 Jógvan klárað seg betur enn væntað Jógvan á Lakjuni var í góðum hýri, tá ið hann bjóðaði rundstykki í Mentamálaráðnum hósmorgunin. Orsøkin var eitt ára dagurin sum landsstýrismaður Mynd: Bárður Lydersen