leygardagur 5. februar 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 25 • leygardagur • 5. februar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Færøsk magt
på Christiansborg«
Hans Engell skrivar á 36–37
FRÍTÍÐARÍTRIV
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Hon heldur tað vera sera sera
spennandi. Og tað halda vin-
konur hennara eisini.
Men tær kundu ikki droymt
um, at latið seg í froskbúnan og
kastað seg á bláman.
Alisa hevur kortini verið við í
hesi ítróttini í skjótt tvey ár. Og
hon kundi ikki hugsað sær nakað
betri enn hetta.
– Hetta er tað besta eg veit.
Einki er sum at dykka í taranum
út fyri Rituvík, sigur hon.
Minst eina ferð um vikuna
Tað var kanska meiri av tilvild at
Alisa byrjaði at dykka sum
froskmaður – ella froskkvinna
um ein heldur vil siga tað so.
Tað eru nevniliga ikki so
nógvar kvinnur við í hesi
ítróttargreinini, men tað leggur
Alisa lítið í, tí hon er rættiliga
bitin av hesi ítróttini.
Henda eina dagin fekk hon
eyga á nakrar menn, sum
dykkaðu, og tá hon varð spurd
um hetta var nakað fyri hana, so
svaraði hon beinanvegin ja.
Síðani tá hevur verið ein íðin
froskkvinna.
Tað er fleiri viðurskifti, ið
spæla inn tá talan er um, hvussu
ofta hon dykkar. Frítíðin er eitt
teirra.
– Eg royni tó at halda meg til
at dykka minst eina ferð um
vikuna, sigur hon.
Veðrið er sjálvandi eisini av-
gerandi fyri hesum. Er tað ov
ringt, fer hon ongan veg. Men
ein góður summardagur er tó
ikki at forsmáa!
Tarin er bestur
Framvið strendur okkara eru
mong vøkur støð, sum eru frið-
halgað teimum sum dykka.
Alisa hevur ofta dykkað í
Runavík og á Rituvíkini, men
best dámar henni á teimum
støðunum har nógvur tari er.
– Rættiliga nógvur tari er út
fyri Rituvík, men eisini við
Æðuvík er nógvur tari, sigur
Alisa.
Hon er rættiliga einsamøll í
hesi mannfólkaítróttini – í Før-
oyum í øllum førum. Men tað
leggur hon minni í.
– Vinkonur mínar halda, at
hetta ljóðar sera spennandi, og at
eg eri eitt sindur cool, tí eg tori
so gott, sigur hon.
Alisa veit um eina aðra kvinnu
úr Fuglafirði sum eisini fæst við
dykking. Men hon hevði ynskt,
at tær vórðu enn fleiri.
– Eg veit ikki hví vit eru so
fáar. Kanska er tað tí, at tær
halda seg ikki tosa so væl.
Fleiri skeið
Tá vit hittu Alisu á havnalagnum
í Runavík mikudagin í farnu
viku, hevði hon ikki verið í
sjónum ta vikuna.
– Eg havi havt nógv skúlating,
so tað hevur ikki verið hugsingur
um at fara útí. Men eg ætli mær
so ein túr seinni í vikuni, sigur
hon.
Vikuna frammanundan hevði
hon eisini verið og dykkað. Ta
ferðina var hon enn einaferð á
Rituvíkini.
Enn er Alisa bert 14 ára gom-
ul, men hon hevur longu gjørt
sær nakrar hugsanir um, hvat
hon skal gera í framtíðini.
Eitt sum liggur rættiliga
frammarlaga í huganum er at
taka fleiri skeið innan fyri
dykking.
– Og so fái eg at síggja, sigur
hon.
– Vinkonurnar siga at eg eri so cool
Tað er ikki nógvar ungar gentur sum hava dykking sum ítriv. Ein teirra er
Alisa Hentze úr Runavík. Hon kundi ynskt sær, at fleiri aðrar gjørdu sum
hon. – Tað er ótrúliga vakurt á havsins botni, sigur hon
Alisa Hentze hevur dykkað í tvey ár. Tað er tað besta hon veit
Mynd: Jens Kr. Vang