leygardagur 5. februar 2005síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 25 - 5. februar 2005
SAMRØÐA
Heini í Skorini
heini_skorini@yahoo.com
Hvussu kunnu tit yvirornað lýsa
tykkum sjálvar?
Pál: Tað er torført at lýsa seg
sjálvan, men mín sjálvsfatan er,
at eg eri bráður, gerist sera lætt
hugtikin, eri ótolin og gerist lætt
ágrýtin, um okkurt fangar mín
áhuga. Tá eg fái áhuga fyri onkr-
um, leypi eg avstað og havi als
ikki stundir at bíða eftir hinum,
og tá hini so umsíðir eru sann-
førd um mína søk og taka undir
við mær, eri eg longu kólnaður
og farin í holt við okkurt annað.
Men hóast hesar eginleikar havi
eg kortini eisini megnað at vera
áhaldandi ella treiskur. Mínar
vælsignaðu kyksilvurkanningar
hava eftirhondini verið í gongd í
20 ár, so hóast mítt lyndi havi eg
eisini varðveitt nakað av kon-
tinuiteti.
Eg havi eisini tann keðiliga
eginleika at gera alt í seinastu
løtu, og lívið hevði mangan verið
lættari, um eg dugdi betri at
leggja mínar uppgávur til rættis.
Klæmint kallar tað "kaos
management".
Hóast tað kann tykjast mótsig-
andi, upplivi eg eisini, at eg eri
grundleggjandi dovin. Mangan
føli eg, at tað bert er rutinan,
sum ger, at eg fari upp um morg-
unin í staðin fyri at vera liggj-
andi.
Klæmint: Eg eri arbeiðs-
narkoman, sum familjan hevur
goldið fyri, men eg dugi sam-
stundis at kobla frá, leggja
arbeiðið og álvarsemi til síðis og
taka mær meiri av løttum. Eg
elski at njóta friðin uttanfyri
almenna ljósið, og sjálvur meti
eg, at eg í ein mun eri smæðin,
hóast kona mín helst sigur, at
hesin pástandurin ikki er rættur. Í
mínum arbeiði tori eg at standa
við míni sjónarmið og vera
støðufastur, og eg kann eisini
vera bráður, hóast eg als ikki eri
eins bráður sum Pál.
Minnilutin í Sørvági
Hvussu kunnu tit lýsa hvønn
annan?
Pál: Sum Klæmint sjálvur
nevnir, so torir hann at hava og
standa við sína sannføring, hóast
hetta mangan er torført í einum
lítlum landi. Ein kann hava álit á
honum, og tað, hann sigur, mein-
ar hann eisini. Hann torir at
skera ígjøgnum og taka eina av-
gerð. Sum bróður er hann vinar-
ligur, tað er altíð "behagiligt" at
koma inn til hansara, og vit hava
eitt álitisforhold, har eg altíð
kann seta orð á mín iva og mínar
trupulleikar.
Klæmint: Pál er gávuríkur og
ótrúliga forvitin, sum hevur við
sær, at hansara áhugi fevnir um
nógv ymisk øki, sum røkka langt
út um hansara fakliga øki. Hann
lesur nógv og fylgir sera væl við,
og hann hevur klárað seg væl
bæði í Føroyum og úti í heimi.
Hann er hjálpsamur, erligur og
óttast ikki at siga tað, sum liggur
honum á hjarta.
Hvat/hvør hevur ávirkað tykk-
um mest?
Pál: Mamma og pápi um-
boðaðu eina samanseting, sum
hevur ávirkað positivt og altíð
verið ein íblástur fyri meg. Pápi
var sera tolerantur yvir fyri øðr-
vísi sjónarmiðum, og hann tordi
at hugsa sjálvur. Mamma var ein
praktiskur íverksetari, sum í
barnaárum okkara í Sørvági
einsamøll bygdi ein handil upp
frá grundini, sum var eitt drúgt
arbeiði. Viljin og arbeiðssemi hjá
mammu og tolsemi hjá pápa
hava altíð givið mær íblástur.
Klæmint: Frá pápa fingu vit
tann meiri spekulativa og per-
spektiverandi partin, meðan vit í
mammu sóu praktiska viljastyrki
og ágrýtni, og hetta hevur havt
avgerandi ávirkan á okkum
báðar.
Pál: Ein annar ávirkandi partur
av okkara barndómi var, at vit
vuksu upp í brøðrasamkomuni í
Sørvági og upplivdu tí at vera
partur av einum minniluta í
bygdini. Hesar uppvakstrar-
umstøður gjørdu, at vit vandu
okkum við at vera uttanfyri, og
hetta hevði við sær, at vit vóru
noyddir at hugsa sjálvir, gerast
sjálvstøðugir og finna okkara
egnu sjónarmið. Tað, at vit vóru
"uttan fyri tilhaldið" og ikki
partur av meirilutanum, styrkti
okkum og hevði við sær, at vit
tíðliga toldu at vera øðrvísi og í
andglettinum, sum ein var tá tí
tíðini, um ein ikki var partur av
fjøldini.
Klæmint: Í slíkum royndum
og avbjóðingum eru møguleik-
arnir tvinnir: antin knekkar tú og
gevur eftir, ella kemur tú styrktur
frá tí, og tað seinna var galdandi
fyri okkum. Tað hevur tíverri
eisini víst seg seinni, at tilknýtið
til hesa ávísa samkomu hevur
verið nýtt í almennum atfinning-
um, serliga av ávísum fjølmiðla-
fólkum. Tað hoyrir ongastaðni
heima.
Ongar ambitiónir
Tit hava báðir gjørt um tykkum,
tykjast ambitiøsir og eru í dag
almenn andlit og nøvn. Hvaðani
kemur henda náttúran?
Pál: Lat meg sláa fast, at um
eg veruliga var ambitiøsur, hevði
eg ongantíð komi heim aftur til
Føroya. Valið at arbeiða sum
lækni í Føroyum er júst at vinka
farvæl til fleiri ambitiónir, sum
bert lata seg gera í høgum sess-
um uttanlands.
Men tað er tó rætt, at eg havi
markerað meg, fyrst og fremst á
granskingarøkinum og í sessin-
um sum læknastjóri í 11 ár, men
hetta er meiri ella minni av til-
vild. Tað var soleiðis, at eg fekk
eitt granskingarstipendiat frá
Københavns Universitet fyrst í
áttatiárunum og fór í holt við at
granska, og líka síðani hevur
hugurin at granska elt meg og
broytt mína lívsleið.
Upprunaliga var ætlanin tó ein
onnur. Tá eg kom aftur til Før-
oya, søkti eg tvey kommunu-
læknastørv, sum eg ikki fekk, og
í staðin gjørdist eg fyrst serlækni
og síðani yvirlækni á sjúkrahús-
verkinum, áðrenn eg gjørdist
læknastjóri í eini sera turbulent-
ari tíð í kreppuárunum, tá nógvar
truplar avgerðir skuldu takast.
So sæð í bakspeglinum hevði
eg møguliga als ikki verið eitt
alment navn, um eg hevði fingið
ein av hasum kommunulækna-
sessunum, eg upprunaliga ynskti
og fór eftir, tí so hevði lívsleiðin
verið ein onnur.
Klæmint: Um eg skal vera
heilt erligur, so droymdi eg ikki
Brøðurnir droym
Teir hugsaðu als ikki um tindin, og tilvildin førdi teir í alme
í barnaárunum í Sørvági herdi teir, og orrusturnar hava ver
mangan arbeiðir ímóti í staðin fyri at stuð
Klæmint Weihe
Vit kenna hann sum sterka og støðufasta SEV-
stjóran, sum seinastu 23 árini hevur staðið við
róðrið á risa fyritøkuni. Hann stendur við sítt
og hevur tikið megnar tøk á føroyska
orkuøkinum, og hetta hevur meiri enn
einaferð fingið bæði fjølmiðlafólk og
politikarar úr stólinum. Verkfrøðingurin úr
Sørvági hevur eisini markerað seg í øðrum
umstríddum nevndarsessum og er í dag javnan
frammi sum nevndarformaður í Smyril Line.
Føddur í 1950
Radiomekanikari í 1971
El-verkfrøðingur í 1976
Verkfrøðingur á Datasabb frá
1977-78
Verkfrøðingur á Christian Rovsing
frá 1979-80
Verkfrøðingur á SEV frá 1980-82
Virkandi stjóri á SEV í 1982
Stjóri á SEV frá 1983
Núverandi nevndarsessir:
Nevndarlimur í Elnevndini,
Føroya Dátusavni,
Fjarhitafelagnum, SeaWave og
Hotel Føroyum, og
nevndarformaður á Smyril Line
Fakta um Klæmint