leygardagur 5. februar 2005síða 31
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 25 - 5. februar 2005
31
um eitt leiðandi starv, og upp-
runaliga eri eg á ongan hátt
ambitiøsur. Eg var vanligur
verkfrøðingur á SEV, tá eg ein
seinnapart í 1982 varð róptur
inn á stýrisfund og fekk
fyrispurning, um eg vildi taka
við sum fyribils stjóri á SEV, tí
verandi stjóri var vorðin sjúkur.
Eg fekk bert 15 minuttir at
umhugsa støðuna, eg segði ja,
tí hesin møguleikin kom ikki
aftur. Hetta hevur síðani
myndað mína lívsleið. Eg var
heilt einfalt tikin av fótum, tí
eg helt meg ikki hava
eginleikar at standa við róðrið.
So upprunaliga var tað mest
sannlíkt, at eg skuldi gerast ein
vanliga anonymur starvsmaður,
og eg hugsaði als ikki um
nakran stjórasess. Men eins og
Pál sigur, eru føroysku
tindarnir lítlir samanborið við
útheimin, og Føroyar kunnu tí
gerast lítlar fyri persónar við
veruligum ambitiónum.
Illoyalir politikarar
Hvussu er lívið sum SEV-stjóri,
læknastjóri og sum almennur
persónur í Føroyum?
Pál: Sum heild hevur lívið í
mínum yrki verið gott. Eg havi
hitt góðvilja frá føroyska fólk-
inum, og eg havi havt nógvar
møguleikar.
Klæmint: Eg havi fingið eitt
rásarúm, sum hevur gjørt tað
gjørligt at arbeiða og koma til
úrslit, og eg havi notið frælsið at
royna nýggjar leiðir.
Skapa føroysku myndugleik-
arnir so nóg stórt rásarúm og
nóg góðar umstøður til tey, sum
taka tungu tøkini og standa við
stóru ábyrgdini í okkara
samfelagi?
Pál: Nei, tað gera teir ikki, og
hóast eg hyggjandi afturá sum
heild eri glaður, havi eg eisini
fingið eyga á eitt óheppið fyri-
brigdi, almennu Føroyar hava.
Talan er um ein ávísan illoyalitet
frá politiska myndugleikanum
mótvegis sínum leiðarum. Eg
upplivdi hetta sjálvur, tá politik-
ararnir í kreppuárunum fyrst í
nítiárunum heittu á okkum um at
umsita eina stórliga skerda játt-
an. Vit játtaðu og fóru so í holt
við truplu, neyðugu og keðiligu
uppgávuna. Men tá vit so høvdu
gjørt okkara arbeiði so væl, vit
kundu, vórðu vit kritiseraðir
sundur og saman, eisini av
politikarum. Tað tykist, sum at
politikararnir høvdu gloymt, at
vit gjørdu tað keðiliga arbeiðið
fyri teir. Eg stóð spyrjandi og
upplivdi tá, at almennu Føroyar
ikki vóru loyalar móti okkum,
sum høvdu roynt at nútímans-
gera sjúkrahúsverkið hóast stór-
liga skerdar játtanir.
Klæmint: Í kreppuárunum var
hetta eitt sera sjónligt rák, har
einstaklingar í leiðandi sessum
ferð eftir ferð vórðu gjørdir til
"skurkar" av politiska myndug-
leikanum. Fólk vórðu av al-
mennu Føroyum sett við róðrið,
og tá tey royndu at loysa sínar
uppgávur, vendu politikararnir
kanónirnar móti teimum. Avleið-
ingin av hesum ráki var, at
kapasitetar við førleika hildu seg
aftur, og soleiðis motiverar tú
ongan at taka tungu og neyðugu
tøkini. Vit hava í dag enn eitt
dømi, har leiðslan í Fiskavirking
fær av at vita eftir skrædlið í
Suðuroy, og atfinningarnar frá
politikarum eru undir alt lág-
mark.
Hevur tú eisini upplivað hetta
Klæmint?
Klæmint: Sum stjóri í SEV
havi eg verið í fleiri orrustum
við politiska myndugleikan, men
eg hevði tann fyrimun, at mítt
egna politiska bakland á fyritøk-
uni var allan vegin intakt og
bakkaði upp. Vit stóðu saman, tá
ágangurin var harðast frá
politiskari síðu, og vit náddu
settum málum. Men eg kann
ímynda mær truplu støðuna hjá
teimum leiðarum, sum umframt
ágang frá myndugleikunum
heldur ikki hava síni egnu at
styðja seg til, sum eg hevði.
Men skulu okkara "valdsharr-
ar" so ikki viðgerast kritiskt og
gera roknskap fyri sín fram-
ferðarhátt?
Pál: Sjálvandi skulu teir tað,
og eg tosi als ikki um at økja
komfortin hjá teimum á ovastu
rók. Okkara leiðarar skulu sjálv-
sagt viðgerast kritiskt, men teir
hava krav uppá eina sømiliga
viðgerð, og tá politikararnir seta
persónar at loysa ávísar upp-
gávur, skulu teir eisini stuðla
hesum fólkum, tá tey fara í holt
við at loysa uppgávurnar. Í staðin
síggja vit, at persónar við ábyrgd
støðugt verða andaðir í nakkan
og gjørdir til syndabukkar. Ivi
verður sáddur um teirra førleika.
Um politiska baklandið er
illoyalt, gerast okkara leiðarar
hálvir, opportunistiskir og
afturhaldandi í staðin fyri opti-
malir.
Eg sigi ikki, at ein og hvør
ódugnaligur almennur stjóri skal
sleppa at sita trygt í sínum sessi,
men at politiski myndugleikin
skal læra seg at stuðla alement
líka til teir siga stop, eins og
nevndir í partafeløgum gera við
sínar stjórar.
Friður
Um tit hyggja afturá, høvdu tit
við øllum hesum í huga ynskt
tykkum eina meira friðarliga og
anonyma lívsleið?
Pál: Hóast truplar uppgávur
havi eg, sum eg segði í áðni, sum
heild verið glaður og takksamur
fyri tað, eg havi fingið loyvi til
og upplivað, og eg havi eisini hitt
stóra samfelagsliga vælvild.
Hugsi her serliga um øll tey for-
eldur og børn, sum hava luttikið í
mínum kanningum gjøgnum
árini, og sum gera tað enn. Partar
av mínum arbeiðsuppgávum
hava verið í almennum ljósi, t.d.
spurningar um fólkaheilsu. Tað
er ein partur av arbeiðinum, og
skuldi eg valt umaftur, hevði eg
fari somu leið.
Klæmint: Eg eri glaður fyri, at
eg segði ja til stjórasessin í SEV,
og tað hevur verið mennandi og
ein spennandi framíhjárættur.
Men tað hevði verið naivt at
hildið, at ein ikki fór at uppliva
mótgongd, og mótgongdina havi
eg so eisini tikið við. Onkuntíð
hevur tað verið strævið, tá fjøl-
miðlarnir eru farnir eftir mann-
inum í staðin fyri bóltinum, tá
fokus er flutt frá málið til persón,
og tá viðgerðin er vorðin ósømi-
lig. Eftir hesi mongu ár á ovastu
rók kundi eg tó ynskt mær
minni alment ljós og meiri frið
kring meg sjálvan.
du ikki um tindin
enna ljósið. Støðan sum minniluti í lítlu brøðrasamkomuni
rið fleiri við politiska myndugleikan, sum sambært teimum
ðla leiðandi persónum í okkara samfelagi
Pál Weihe
Treiski yvirlæknin og granskarin hevur í mong ár
markerað seg sum ein av fremstu føroysku
granskarunum. Kyksilvurkanningar hansara hava
eisini gjørt hann kendan uttanfyri landoddarnar,
og hann er javnan í fjølmiðlunum orsakað av
sínum áhaldandi granskingararbeiði seinastu 20
árini. Hann var læknastjóri á Landssjúkrahúsinum
í 11 ár, m.a. í turbulentu kreppuárunum fyrst í
nítiárunum, og hann hevur umframt hetta verið
virkin í ymsum nevndarsessum, sum hava havt
tilknýti til heilsu og vælferð.
Føddur í 1949
Studentsprógv í 1969
Læknaprógv í 1977
Granskari síðan 1985
Yvirlækni síðan 1988
Læknastjóri frá 1989-2000
Granskingarlektari í
umhvørvislæknafrøði síðan
1995
Núverandi nevndarsessir:
Formaður í Listafelag Føroya,
nevndarlimur í Forsknings-
enheden for Maritim Medicin á
Syddansk Universitet, nevndar-
limur í Center for Arktisk Miljø-
medicin á Århus Universitet.
Fakta um Pál