leygardagur 5. februar 2005síða 32
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 25 - 5. februar 2005
Týdningarmest at hava tað gott
- Arbeiðið er ógvuliga týdningarmikið fyri meg, og viðhvørt kann
eg halda, at tað fyllir í so nógv í mínum lívi. Men eg eri glað fyri
tað, so tað kann gott fylla nógv, sigur Lena Lindenskov Mohr,
blaðstjóri á Kvinnu
SAMRØÐA
Ingrid Bjarnastein
ingrid@sosialurin.fo
Mynd: Jens Kristian Vang
Arbeiðsvilji og áhaldni eyðkenna
hennara sinni, og hon er ikki
bangin fyri nýggjum avbjóðing-
um. Bert 26 ára gomul misti hon
mammu sína, og tvey ár seinni
doyði eisini pápin. Í dag, 10 ár
seinni, er hon vorðin blaðstjóri á
Føroya einasta kvinnublaði. Eitt
tíðarkrevjandi starv, sum hon er
ógvuliga glað fyri. Men týdning-
armest av øllum er at hava tað
gott og verða nøgd við seg
sjálva.
– Eg eri álvarsom, seti høg
krøv til mín sjálvs, eri áhaldandi
og dugi væl at síggja tingini frá
ymiskum síðum og harvið ikki
bert røkja egin áhugamál. Ikki
minst so havi eg tíðina til tað,
sigur 36 ára gamla Lena Linden-
skov Mohr, tá ið hon verður
spurd, hví júst hon tímir at
arbeiða innan hetta yrkið.
Dámar at taka avgerðir
Lena hevur eina útbúgving sum
cand.negot. við týskum og ensk-
um. Útbúgvingin er innan bú-
skap, mál og samskifti.
– Tað er partvís mín útbúgv-
ing, mítt arbeiðspláss og mínar
royndir, sum gera, at eg kann
vera blaðstjóri, greiðir hon frá.
Lena hevur aðrar royndir frá
blaðheiminum. Millum annað
hevur hon verið samskipari á
Atlantic Review - flogblaðnum
hjá Atlantic Airways.
Blaðstjóranum dámar væl at
taka avgerðir, og tað er nakað,
sum hon ikki er bangin fyri.
– Mær dámar væl at hava
ávirkan. Og so havi eg eisini
stóran áhuga fyri menniskjum.
Bæði eldri sum yngri.
Saman við hinum, sum arbeiða
á Kvinnu, velur hon evnini til
blaðið, og síðani skal hon góð-
kenna tað, sum verður gjørt.
Men hon leggur dent á, at tað er
ikki bara hon, sum avgerð alt
sjálv - tað hevði verið ov eintátt-
að, heldur hon.
– Tankin um eitt kvinnublað
hevur verið til leingi. Nú er hann
so tilsnikkaður til føroysk viður-
skifti, og tað áherðslan verður
løgd á er at lýsa ting, ið eru
viðkomandi fyri føroyingar -
fyrst og fremst kvinnurnar.
Ongin reyðsokkur
At geva eitt blað út, sum er mest
ognað kvinnum, kundi leitt tank-
arnar aftur á reyðsokkatíðina í
sjeytiárunum. Men Lena sigur
seg sjálva ikki verða nakran
reyðsokk.
– Eg eri kanska tað, sum onkur
vildi kallað nýfeminist. Tað, sum
er mest umráðandi, er at vera
nøgd við sítt lív.Tað kann vera
líkamikið, um tú gongur heima,
arbeiðir úti ella hvat tú gert. Bara
tú sjálv ert nøgd við títt lív, so tú
kanst vera nakað fyri teg sjálva
og tíni nærmastu.
Hon sigur víðari, at alt skal
metast út frá, hvørji vit sjálvi eru
og hvørji virði, vit leggja dent á í
okkara lívi. Lívið snýr seg ikki
bert um, hvørjum klæðum tú
gongur í, hvønn bil grannin
hevur, og hvørjum klæðum børn-
ini hjá øllum hinum ganga í.
– Hugsa heldur um, um tú ert
nøgd við títt lív, og innrætta teg
so eftir tí, eru ráðini frá Lenu.
Enn hevur hon ikki fingið
nøkur børn, men tað er tó ætlan-
in. Hon er tilvitað um, at hon er
ein karrierukvinna, men pláss
skal eisini vera fyri børnunum.
– Eg veit ikki, um eg ætli mær
at ganga heima og passa míni
børn. Eg má síggja tá, hvussu eg
havi tað við tí. Um eg ikki havi
tað gott við tí, so fari eg ikki at
ganga heima og hava tað ringt.
Og eg vænti eisini, at børnini
verða glaðari fyri eina mammu,
sum hevur tað gott.
Missur
Sum 26 ára gomul misti Lena
mammu sína, og bert tvey ár
seinni doyði eisini pápin. Hetta
er nakað, sum hon heldur hevur
ávirkað seg á ymsar mátar.
– Ígjøgnum eina sorg upplivir
tú nakað álvarsamt í tínum lívi,
sum tú ikki ert harri yvir. Ert tú
tilvitað um hetta, kanst tú læra at
gerast glað aftur og berjast fyri
teimum tingunum, ið gleða teg.
At missa foreldrini hevur eisini
ført við sær, at Lena ikki er
bangin fyri at møta fólki á gøt-
uni, sum eru í sorg ella at tosa
um evni, ið kanska verða mett at
vera tabu. Lena hevur ein
beiggja, ið er tvey ár yngri, og
eru tey ógvuliga væl.
Arbeiðið
Lena L. Mohr ásannar, at arbeið-
ið fyllir ógvuliga nógv í hennara
lívi.
– Ræðuliga nógv! Viðhvørt
kann eg halda, at tað fyllir í so
nógv, men arbeiðið hevur nógv
at siga fyri meg. Tað er spenn-
andi, mennandi, avbjóðandi og á
ein hátt kanska eisini nýskap-
andi. Eg eri glað fyri mítt
arbeiði, so tað kann gott fylla
nógv. Og so livi eg saman við
einum manni, sum eisini arbeiðir
nógv. So tað passar væl til okk-
ara lív beint nú.
Hon viðgongur, at hon dugir
illa at leggja arbeiðið frá sær, tá
hon kemur til hús.
– Tá eg ikki havi nøkur børn,
so er ongin, sum rópar á meg. Av
tí eg ongi børn havi, er tað ong-
in, sum rópar á meg. Hin møgu-
leikin er sum oftast at hyggja at
sjónvarpið, og tá dámar mær
altso betri at seta meg framman
fyri telduna, sigur Lena, og
leggur so skemtandi afturat, at
hennara nýggjárslyfti í ár er at
duga betur at halda frí.
Men tá so koblast skal úr, so
liggur leiðin til baðikarið ella
arbeiðið í garðinum. Og tá hon
ordiliga skal hugna sær, er hon
saman við vinkonunum. Annars
ferðast hon og maðurin út í heim
ein til tvær ferðir um árið – um
várið og um heystið. Summarið
njóta tey í Føroyum.
Einfalt
– Mín sterka síða er, at eg dugi
væl at gera mál einføld. At finna
inn til kjarnuna á eini uppgávu.
Kreativitetur er ein síða av mín-
um arbeiði, og eg dugi at binda,
seyma og kanska enntá tekna
nakrar strikur, men eg hevði ikki
sett meg í starv sum teknara, um
eg so kann siga, sigur Lena og
flennir.
Spurd um hon er framsøkin,
svarar hon, at tað er ikki nakað,
sum hon hugsar so nógv um
sjálv.
– Eg eri ikki bangin fyri
nýggjum uppgávum, men eg
fyrireiki meg altíð væl. Eg havi
álit á mær sjálvari uttan at vera
bangin fyri, at tað er ov stórt ella
ógvusligt, rundar Lena Linden-
skov Mohr av.
Fimm ferðir?
Hvør skuldi verið tú í einum filmi um títt lív?
– Tað eru tvær kvinnur, sum mær dámar ótrúliga væl, og tað
eru Meryl Streep og Meg Ryan. Men um ein teirra skuldi spælt
meg, so skuldi tað verið Meryl Streep. Hetta kemst av, at hon
spælir fjøltáttað, og so hevur hon meira seriøsar leiklutir. Eg eri
sjálv ein rættiliga seriøsur persónur.
Um tú kundi viðtikið eina lóg, hvør skuldi hon so verið?
– Tað er rættiliga nærliggjandi at hugsa um kvinnur og
arbeiðsmarknaðin, men eg haldi ikki, at tað skuldi verið avgjørt
við lóg, hvussu nógvar kvinnur sita í løgtinginum. Tað mugu tær
gera seg verdar til. Eg haldi hinvegin, at tað skuldi verið revsað
at blaka rusk og annað órudd í nátttúruna í Føroyum. Tað er
stór synd, og vit áttu at vart náttúruna betri.
Hvat kundi tú ongantíð funnið uppá at goldið fyri?
– Nú skal ein helst ongantíð siga ongantíð, men eg dugi illa at
ímynda mær, at eg hevði fingið mær eina plastikkskurviðgerð.
Um húsini stóðu í ljósum loga, og tú kundi bjargað einum
plaggi. Hvat hevði tað so verið?
– Føroysku klæðini, sum eg havi arvað frá mammu míni.
Enda setningin »Eitt kvinnublað er...«
– ... áhugavert, fjølbroytt, nútíðarhóskandi, fyri allar kvinnur,
góðskugott, og tað skal serliga røkja áhugamál hjá kvinnum.
– Ígjøgnum eina sorg upplivir tú nakað álvarsamt í tínum lívi, sum
tú ikki ert harri yvir. Ert tú tilvitað um hetta, kanst tú læra at gerast
glað aftur og berjast fyri teimum tingunum, ið gleða teg.
”
– Eg eri álvarsom, seti høg krøv til mín
sjálvs, eri áhaldandi og dugi væl at
síggja tingini frá ymiskum síðum og
harvið ikki bert røkja egin áhugamál.
”
- Eg eri kanska tað, sum onkur vildi
kallað nýfeminist. Tað, sum er mest
umráðandi, er at vera nøgd við sítt lív.
Bara tú sjálv ert nøgd við títt lív, so tú
kanst vera nakað fyri teg sjálva og tíni
nærmastu.
”
Navn: Lena Lindenskov Mohr
Føðingardagur: 08.01.1969
Útbúgving: Cand. negot við
týskum og enskum (búskapur
og mál)
Starv: Blaðstjóri á Kvinnu
Bústaður: Ættað úr Fuglafirði,
búsitandi í Havn
Familja: Livir saman við Beinir
Kristiansen
Ein minnilig hending: At verða
við til eina føðing hjá eini
vinkonu. Eg hevði verið og
fjakkað frammanundan og helt,
at tað var ein ótrúlig hending,
men tað at vera við til eina
føðing var uppaftur ótrúligari.
Tað var fantastiska lívsjáttandi at
síggja.
Blá bók