Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-05, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. februar 2005síða 34

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 25 - 5. februar 2005 TÓNLEIKUR Marjun Dalsgaard Myndir: Jan Müller Hann vil enn ikki kalla seg javn- aðarmann - men tað er ikki tí, at honum ikki dámar hugsjónina ella ikki kennir seg heima í um- hvørvinum. Stanley Samuelsen vil bara ikki koyrast í ein parta- politiskan kassa, har heitið á ein- um setti av hugsjónum stendur á. Og hetta er helst galdandi fyri nógv í nútíðar einstaklingasam- felagnum. Vit hava ymisk áhuga- mál og ymskan tørv og "Rød front" hevur verið ótíðarhósk- andi, síðan múrurin fall, eins og gamlar arbeiðaravísur og stríðs- sangir eru tað. Í Føroyum er tað tó ikki fyri at syngja "Når jeg ser et rødt flag smælde.." at Stanley Samuelsen er mest kendur. Flestu føroyingar kenna hann fyri fløguna, "Um eg kundi kvøði", sum hann gav út í 1999 - har serliga tittullagið hevur verið vælumtókt. Tilkomnir føroyingar kenna hann helst eisini frá sínum ungu døgum, tá hann spældi við í tónleikabólkinum Silly Boys, sum spældi til dans í Fuglafirði hvørt leygar-kvøld miðskeiðis í 60’unum. Sum 19 ára gamal flutti Stan- ley Samuelsen til Danmarkar, og har treivst hann so væl, at hann aldri av álvara hevur umhugsað at flyta heimaftur. Komin til Dan-markar byrjaði hann at spæla við í bólkinum "40 i feber". Hetta var ein tónleikabólkur, sum var sprottin úr danska sosialistiska ungmannafelagnum DSU, og sum tá manglaði ein gittarist. Tað var ikki av politiskum áhuga, at Stanley kom við í hendan tónleika-bólkin, men hetta førdi við sær, at hann seinni nærum gjørdist synonymur við landsfundir og politisk tiltøk hjá Javnaðarflokkinum og fakfelagsrørsluni. Anker nakað serligt Hóast Stanley ikki hevur røtur í sosialdemokratisku rørsluni, heldur hann, at hann helst er vorðin ávirkaður hesi 15 árini, hann hevur spælt á politiskum fundum. Hartil hevur hann í øðrum yrki enn tónleiki altíð ferðast í arbeiðaraumhvørvinum, og javnaðarhugsjónin er honum sostatt ikki so fjar, men hann sær hetta ikki sum eina partapolitiska hugsjón. Gjøgnum tíðina hevur hann upplivað fleiri av teimum stóru innan politikk, eins og hann meira ella minni hevur sæð teir ungu politikararnar, sum til dømis Frank Jensen og Lotte Bundgaard, vaksa upp í politiska ungdómsumhvørvinum. Serliga stuttligt var at uppliva fyrrverandi forsætismálaráðharran, Anker Jørgensen, sigur Stanley Samuel- sen. - Hann var nakað heilt serm- erkt. Tað er torført at siga júst, hvat tað var, men tá hann kom inn í eitt høli, hevði hann eina heilt fantastiska útstráling og sterka ávirkan á tey, sum vóru inni. Fólk reistu seg altíð upp, tá hann kom inn, sigur Stanley og leggur aftrat, at Anker Jørgensen kanska var øðrvísi, av tí at hann ikki var akademikari - hann var "den ægte vare", ein arbeiðari, sum umboðaði arbeiðaran á tingi. Ein maður sum Auken var eisni sjarmerandi, men hann var ikki fólksins maður á sama hátt. Tónleikur sterkt amboð At skapa ein felags anda við tónleiki verður nógv brúkt bæði í politiskum og andaligum høpi. Vit føroyingar kenna tað frá okkara egnu veitslum, har nógv verður sungið, og at syngja og spæla á einum politiskum fundi minnir ikki sørt um at spæla fyri føroyingum, sum syngja fostur- landssangir, sigur Stanley Samuelsen. - Tað er hugtakandi at spæla til politiskar fundir. Fólk syngja við, og tú merkir at sangurin hevur nakað at týða fyri tey - júst sum tá føroyingar syngja til veitslur, tað er ein líknandi kensla, sigur hann. Í eini 15 ár hevur hann spælt saman við vinmanninum Nis P. Jørgensen til politisk tiltøk - tilsamans eita teir "Den udøde- lige duo", og øll árini hava teir verið úti tvær, tríggjar ferðir um vikuna, og tað hevur altíð verið stuttligt, sigur Stanley. Men hendan mentanin er við at Seinasti strí Kendi vísu- sangarin og úti- setin, Stanley Samuelsen, hevur í nógv ár spælt gamlar arbeiðara- vísur saman við Nis P. Jørgensen til tiltøk hjá donsku fak- felagsrørsluni - ein mentan, sum er við at hvørva í Danmark. Í heyst bjóðaði Javnaðar- flokkurin duoini til Føroya