leygardagur 5. februar 2005síða 35
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 25 - 5. februar 2005
35
hvørva í dag. Gamlar arbeiðara-
vísur senda eitt signal um eina
samfelagsskipan, sum er
avoldað, og tí eru fakfeløgini og
flokkarnir eisini við at fara frá
hesum, sigur Stanley. Í dag er tað
ikki meira enn hendinga ferð, at
teir verða bodnir við. Heldur ikki
upp til hetta fólkatingsvalið, har
danski Javnaðarflokkurin tykist
hava so ilt við at fóta sær og
finna sín leiklut, hava teir verið
við til nakað politiskt tiltak. Tað
er ómodernað - í dag brúka tey
fyrilestrar og onnur innsløg,
greiður Stanley frá. Tó royna tey
ungu at halda fast í nøkrum av tí
gamla og DSU, Sosialistiska
Ungmannafelagið, plagar enn at
senda boð eftir tí Ódeyðiligu
duoini. Vanliga leggja teir
skránna soleiðis til rættis, at teir
spæla síni egnu løg inn í millum
gamlar arbeiðaravísur og altjóða
politiskar sangir, hartil kunnu
fólk sjálvi ynskja sær løg.
- Sangur er ein háttur at skapa
ein felags anda uppá, og tað er
eitt sterkt amboð, greiður
Stanley frá. Sum árini eru liðin,
hava teir eisini fingið góða
venjing í at fáa blóðið í kók hjá
ungu sosialistunum. Í 1992 fingu
teir mentanarvirðirlsønina hjá
LO fyri teirra avrik, og duoin
ætlar sær at halda fram so leingi
ið boð verður sent eftir henni.
Boðin til Føroya
Føroyski vísusangarin hevur
hildið seg til arbeiðaravísur í
Danmark, men síðsta heyst var
Ódeyðiliga duoin fyri fyrstu ferð
og spældi til eina politiska ráð-
stevnu í Føroyum. Tað var sjálv-
sagt Javnaðarflokkurin sum
bjóðaði teimum til Føroya, og
hetta var ein sermerkt uppliving,
sigur Stanley.
– Tað var stuttligt at spæla til
eitt politiskt tiltak í Føroyum,
men heilt annaðleiðis. Øll kenna
hvønn annan, so tað var sum at
koma inn í eina familju - tað var
sera hugnaligt, fólk vóru blíð og
sungu við - vit sungu Internatio-
nala á føroyskum, leggur hann
aftrat.
Hetta var fyrstu ferð, at Nis P.
Jørgensen var í Føroyum, og
túrurin var tískil eitt gott høvi at
vísa vinmanninum, hvaðani hann
kom frá, sigur Stanley. Nis P.
Jørgensen var við í tónleikabólk-
inum "40 i feber", og teir báðir
hava tískil spælt saman í yvir 20
ár og hava ongar ætlanir um at
gevast við tí, sum navnið á
duoini eisini sipar til.
Nýggj fløga til várs
Hóast hann trívist væl í Keyp-
mannahavn, og ikki hevur nakra
ætlan um at flyta heim, kennir
listarmaðurin og útisetin heim-
longsulin. Ein longsul, sum er at
hoyra á sera vælumtóktu fløgu
hansara "Um eg kundi kvøði",
har kensluborin løg tulka
føroyskar yrkingar.
- Íblásturin er heimlongsulin,
eins og tónasmíðið er ein háttur
at verða verandi í Føroyum uppá
- í hugaheiminum, sigur Stanley.
Hann byrjaði at gera løg til
yrkingar, tí at hann var vanur at
sita og lesa og syngja úr Føroya
Fólks Songbók, tá hann longdist
heim. Men nógvar yrkingar vóru
í bókini, sum hann ikki kendi
løgini til, og hann byrjaði tískil
at gera nøkur løg sjálvur.
Á einum norðurlendskum
festivali har hann javnan hittir
aðrar vísu- og fólkasangarar úr
øllum Norðurlondum fekk hann
eisini íblástur til at geva nøkur av
løgunum út á fløgu og sostatt
kom fyrsta soloútgávan "Um eg
kundi kvøði" út í 1999.
Stanley Samuelsen ferðast
nógv við tónleikinum, og hann
hevur millum annað verið á
rundferð í Norðurlondum og í
Baltisku londunum saman við
øðrum norðurlendskum tónleik-
arum. Her syngur og spælir hann
føroysku sangirnir, og hevur
fingið góða móttøku - tað er
forkunnugt at hoyra føroyskt í
teimum baltisku londunum og
fólk vísa stóran áhuga, greiðir
hann frá.
Nøkur ár eru nú farin síðan
Stanley gav út fyrstu fløguna, og
nú kemur væntandi ein nýggj til
várs.
Sum nakað nýtt eru nøkur løg,
sum hann sjálvur hevur skrivað
orð til, men hann hevur eisini
gjørt løg til føroyskar yrkingar
hjá øðrum. Summar eru
skrivaðar av kendum føroyskum
yrkjarum, meðan aðrar eru
yrkingar, sum hava staðið í
føroysku bløðunum undir
dulnevni.
Sum heild verður nýggja
fløgan eitt sindur minni kenslu-
borin, enn hin fyrra, eins og
løgini eru meira rútmisk, sigur
Stanley Samuelsen.
Í sambandið við útgávuna av
nýggju fløguni er ætlanin at fara
á rundferð í Føroyum. Tað hevði
hann ikki høvi til við fyrru
fløguni.
ðssangarin
Stanley Samuelsen er føddur í
1951 í Fuglafirði.
Frá 1965 til 1970 spældi hann
við Silly Boys í Fuglafirði.
Í 1970 flutti hann til Danmarkar,
her fór hann at spæla við bólk-
inum "40 i feber", sum var
sprottin úr DSU, Danmarks
Socialdemokratiske Ungdom.
Í 1984 varð "Den udødelige
duo" stovnað saman við Nis P.
Jørgensen, sum hann hitti í
bólkinum "40 i feber".
Í 1991 Byrjaði Stanley Samuel-
sen einsamallur sum vísu- og
fólkasangari við akkustiskum
gittara og var á rundferð í øllum
norðurlendskum og baltiskum
londum
Í 1992 fekk "Den udødelige duo"
mentanarvirðirslønina hjá LO.
Í 1995-2001 Var Stanley
Samuelsen partur av eini
akkustiskar gittartrio saman við
dananum, Anders Roland og
norðmanninum, Sten Vidar
Larsen.
Harumframt hevur Stanley spælt
við ymiskum norðurlendskum
tónleikarum, sum hann hevur
ferðast við í Norðurlondum og í
Baltisku londunum. Harímillum
Gert Smedegaard, Joakim
Ussing, Bo Liengård, Stuart
Goodstein og Kristian Lassen.
Útgávur
40 i feber: Spil for livet
Den udødelige duo: 36 gode
sange og Nu er det nu
Stanley Samuelsen: Um eg
kundi kvøði
Blá bók
Stanley Samuelsen hevur spælt til politisk
tiltøk í Danmark tríggjar ferðir um vikuna í
12-15 ár. Men hetta við sangløtum á
politiskum fundum er ein mentan, sum er við
at hvørva í Danmark, sigur hann.
Í heyst vóru "Den udødelige duo" alias Stanley Samuelsen og Nis P. Jørgensen fyri fyrstu ferð og spældu á politiskum
fundi í Føroyum.