leygardagur 5. februar 2005síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 25 - 5. februar 2005
TINGHELLUANALYSA
Bogi Eliasen
cand.scient.pol
Fer fyrst valdi á Fólkating?
Fólkatingið er ikki tann sessurin,
sum stendur í fremstu røð hjá
føroyskum politikkarum, og
sjálvt teir sum leggja seg eftir
honum, gera tað ikki fyri at
skapa eitt betri danskt samfelag,
men heldur fyri tæna Føroyum á
Fólkatingi. Fleiri av flokkunum í
Danmark vilja ikki, at tinglimir-
nir hava sonevnd dupultmandatir.
Hetta førir við sær, at tað ikki
bæði ber til at sita í býráði og
Fólkatingi og/ella Evropatingin-
um. Soleiðis er ikki í Føroyum.
Hóast flokkarnir ikki hava Fólka-
tingið raðfest ovast, so stilla
flokkarnir við nærum sterkastu
manning. Hetta ger, at bæði lø-
gtingsumboð og landsstýrismenn
stilla upp til valið, men Løg-
maður og landsstýrisfólk mugu
senda varafólk og tí tekur fyrst
valdi ikki altíð av sessinum.
Hetta sást m.a. tá Edmund
Joensen og Høgni Hoydal høvdu
varamenn fyri seg, meðan teir
sótu í Landsstýrinum. Tingfólk
royna kanska at røkja báðar
sessirnar. Tað kann fyri vanliga
borgaran tykjast torført at skilja,
at bæði Fólkatings- og Løgtings-
sessur kann røkjast av sama
persóni í senn, men tað tykist
sum politikkarnir meta tað verða
umráðandi fyri at kunna tæna
søk føroyinga á Fólkatingi, at
umboðið eisini er við í politisku
skipanini í Føroyum. Soleiðis at
skilja, at tað er ein fyrimunur hjá
einum føroyskum fólkatings-um-
boðið eisini at sita á Løgtingi, so
viðkomandi er heilt við í polit-
iska lívinum í Føroyum. Tí er tað
so, at um flokkarnir stilla upp í
sterkastu uppstilling so fara
topparnir í samgonguflokkunum
helst at senda varamann á Fólka-
ting, tí tann sessurin er ikki
meira umráðandi enn at sita í
Landsstýrissessi.
Valluttøka
Í Føroyum hevur vallutøkan til
fólkatingsvalið verið ógvuliga
svingandi. Seinasta val var hon
79,7%, meðan hon so seint sum
í 1990 var 54,1% og í 1988 tað
hægsta inntil seinasta val, nevn-
liga 70,3 %. Við seinasta fólka-
tingsval var støðan millum Før-
oyar og Danmark sera spent, og
hevur tað helst havt ávirkan á, at
vallutøkan bleiv so stór. Vallut-
tøkan í Føroyum hevur verið
serstakliga skiftandi til fólka-
tingsval. Ein vallutøka uppá um
50% er ógvuliga lág og eftir
norðurlenskum støðið er hetta
ikki serliga góð luttøka, men
eisini ein týðilig staðfesting av,
at føroyski veljarin ikki leggur
líka nógv í fólkatingsvalið sum
løgtingsvalið.
Eitt valdømi
Við samfelagsfrøðiligum eygum
eru fólkatingsvalini spennandi av
øðrum orsøkum enn bert tí
politiska. Her eru Føroyar eitt
valdømi. Sjálvt um evnini, sum
tikin verða upp, ikki kunnu
samanberast við Løgtingsval, so
er talan hóast alt um eitt val
millum á leið somu politikkarar,
men í einum valdømi. Seinasta
val høvdu toppskorarnir í flokk-
unum nógv flestar atkvøður. Í
Fólkaflokkinum er talan um
43%, í Sambandsflokkinum
32%, Javnaðarflokkinum um
60%, Sjálvstýrisflokkinum um
59%, Tjóðveldisflokkinum 40%
og Miðflokkinum 51% av flokk-
sins atkvøðum. Hetta er ein greið
ábending um, at til fólkatings-
valið savnast flokksveljararnir
um eitt valevni. Hetta kemst
helst eisini av, at talan bert er um
tveir sessir og at hvør flokkur
ikki kann rokna við at fáa meir
enn eitt umboð valt. Tí er tað
náttúrligt at savnast um eitt
umboð, sum í hesum føri verður
mettur av verða best egnað. At
talan bert er um tveir sessir, kann
eisini merkja, at veljarin gerst
taktiskur at atkvøður fyri persóni
og flokki, veljarin helst vil hava
inn av teim, sum hildið verður
hava møguleika at taka sessin.
Veljarakanningar
Veljarakanningar vinda alt meira
uppá seg, og eru tær gerandis-
kostur tá val er. Hvussu hesar
verða gjørdar, er tó sera ymiskt,
eins á góðsku teirra. Men ikki
skerst burtur, at hesar veljara-
ella meiningakanningar hava sera
stóra ávirkan á bæði førda poli-
tikkin og taktiska spælið beint
undan valinum. Tað eru lond
sum ikki loyva almannakunn-
gerðing av hesum kanningum
beint uppundir val, tí hildið
verður at tað kann ávirka veljara-
medferðina. Men tað sæst í
londum størri enn okkara, at
metingar verða gjørdar eftir
hesum kanningum, t.d. royna
politikkarnir hendavegin at
síggja akkurát, hvørji tiltøk teirra
fáa fólk at vilja teir aftur. Eisini
verður ofta kannað, hvat fólk og
veljarar hjá uppskotsstillara
halda um ávís uppskot, og verður
tað beinanvegin brúkt í fjølmiðl-
unum, serliga um tað er eitt
tiltak, sum ikki hevur fólksliga
undirtøku.. Eftir mínum tykki,
eru vit eydnutíð ikki farin so
langt, tí um politikkararnir skulu
taka avgerðir eftir hesum meira
ella minni álitandi kanningum, er
betri at broyta skipanina til bein-
leiðis demokrati. Í Danmark er
hetta ein stórur partur av fjøl-
miðlametingini av samfelags-
viðurskiftum og politikki. Tó so,
hevur ein nýggj kanning sæð
dagsins ljós í Føroyum, har
atkvøðast kann við fartelefon.
Kanningin sæst á InternetSosial-
inum. Hetta er áhugavert og ein
lættur og harvið bíligur háttur at
kanna uppá. Men fólk skulu
aktiverað seg sjálvan at atkvøða,
eins og við kanningum á al-
nótini. Í hesum føri ber so bert
til at atkvøða eina fer við hvørj-
um nummari. Vansin er sjálvsagt,
at bert fólk við fartelefon kunnu
luttaka og at eingin vitan er um
tey hava valrætt. Kanningin vísti
hósmorgunin at Tjóðveldisflokk-
urin stendur at fáa 44%. Hetta
kundi bent á, at antin hava tjóð-
veldisfólk óvanliga nógvar
fartelefonir í mun til veljaran hjá
hinum flokkunum, ella at tey
hava fingið fólk at atkvøtt, tí tað
er lítið sannlíkt at flokkurin fær
nærum helmingin av atkvøð-un-
um.
Hvat kunnu føroysku um-
boðini gera á Fólkatingi?
Ein spurningur, sum hevur verið
nógv frammi, er hvat føroysku
fólkatingsumboðini kunnu gera á
Fólkatingi, og her eru í høvuðs-
heitinum tveir møgueikar: Innan
fyri og uttan fyri donsku flokks-
skipanina.
Uttan fyri floksskipanina
donsku
Sum Heri á Rógvi vísir á í aðrari
grein í blaðnum í dag, hava
flokkarnir á Fólkatingi góðar
karmar at arbeiða undir. T.v.s. at
er eitt valt umboð partur av
einum flokki, ella tekur seg
saman í eitt samstarv sum t.d.
Norðuratlantsbólkin, fæst nógv
at arbeiða við., fylgir fígging
við, sum gevur góðar møguleikar
at arbeiða politiskt Tí kann sigast
at norðuratlantsbólkafrymilin
gevur betri arbeiðsumstøður, enn
at verða leysgangari
Góðu fíggjarligu umstøðurnar
til fólkatingsarbeiði er ein partur
av danska demokratinum, og
sum gevur fólkatingslimunum
møguleika at arbeiða við størri
ætlanum og breiðum samstarvi.
Norðuratlantsbólkurin, sum
hevur sitið seinasta valskeiðið,
og var samansettur av tí eina
føroyska liminum og báðum teim
grønlendsku, hevur havt fullveldi
sum mál. Undir hesi fyritreyt er
tað sjálvsagt, at umboð sam-
bandsflokkin ikki hevur vilja
verið partur av samstarvinum.
Men ein kundi ímynda, sær at
grønlendsku og føroysku um-
boðini hava so mikið til felags, at
tað var ein fyrimunur at taka seg
saman í eitt samstarv. Hetta skal
síggjast út frá, at fólkatingsvalini
í Føroyum og Grønlandi snúgva
seg um viðurskiftini við Dan-
mark og úteftir annars, og tí
kundu hesi fýra umboð havt mál
at samstarva um, hóast munurin
millum Føroyar og Grønland er
almikil.
Hin møguleikin er at standa
einsamallur uttanfyri. Men hetta
ger arbeiðsumstøðurnar sera
truplar, tí vansin av ikki at hava
samstarv, við tí skipan sum
Fólkatingið hevur, er stórur. Tað
tykist ikki sum um at tað er ein
leistur, nakar av flokkunum í
Føroyum leggur seg eftir. Er tað
eitt ynski at halda seg burtur frá
donskum innlendispolitikki, eru
hesir báðir mátarnir kanska teir
greiðastu.
Innanfyri floksskipanina
donsku
Hinvegin eru eisini fyrimunir at
verða partur av donsku floks-
skipanini. Har koma umboðini
inn á eitt flokksapparat, og
kunnu tí brúka hetta at røkka
málum. Føroyski fólkatings-
limurin kemur jú inn í flokkin
við einari atkvøðu og tí fígging
sum fylgir við. T.v.s. at hesin
hevur nakað at geva, ella selja
um tú vilt, sum kann brúkast at
røkka málinum. Føroyski fólka-
tingslimurin gerst partur av tí
stóra politiska spælinum, og um
taktisku evnini eru góð, kann
limurin brúka sína ávirkan, við
stuðli frá einum størri flokki, tá
møguleikin er har. Fyri at fáa
nakað burturúr innanfyri donsku
flokkskipanina krevur, at talan er
um politikkara, sum hevur dirvið
at krevja. Hinvegin ger hesin
leistur helst, at føroysku um-
boðini ikki samstarva á Fólka-
tingi, um tey mál semja er um.
Hans Engel vísir tó í mikudags-
og dagsins blaði á, at føroysku
politikkararnir missa ávirkan, við
at standa uttanfyri donsku floks-
skipanina. Afturat kann sigast,
at hesin hátturin hevur møgu-
leika at koyra føroysk sjónarmið
fram innanhýsis í donskum
flokkum.
Fyrimunur av samstarvi
nevndir, mál og samráðing
Við at gerast partur av einum
samstarvi, líkamikið um tað er í
einum samtaki av norðuratlant-
isku umboðunum ella sum partur
av einum flokki, hevur sam-
starvið størri møguleikar at fáa
nevndarsessir og vera við í
samráðingum, og soleiðis at fara
eftir útvaldum málum og at taka
mál upp.
Fyri at meta um, hvørt tað er
betri at verða partur av einum
donskum flokki, ella einum
norðuratlantiskum samtaki, er
neyðugt at viga fyri og ímóti, um
føroyski politikarin fær gjørt
meira fyri Føroyar innanfyri í
einum flokki, og við tí samstarvi
tað kann hava við sær, ella um
Norðuratlantsbólkfrymilin, við at
hava eins serstakan bólk, sum
bert arbeiðir við trupulleikunum
hjá Føroyum og Grønlandi,
gevur meira.
Hetta hevur eisini eitt sindur
við uppmerksemi at gera, tí
hátturin við at fara inn í ein
flokk eisini merkir, at tað verður
arbeitt meira í stillum, meðan
hin leisturin eisini er at fáa
almennu eyguni vend fyri málum
av týdningi fyri Føroyar og
Grønland. Harafturat verða
føroyski umboðini ofta brúkt til
at hjálpa føroyingum, sum á
einhvønn hátt er komin tvørt fyri
í skipanini, ella sum bara hava
brúk fyri hjálp. Hetta verður av
fleiri sæð sum ein týdningarmikil
partur av starvinum hjá føroysku
folkatingsumboðunum.
Danska skipanin
og tey fýra umboðini
Í einari skipan, sum í stóran mun
er bygd á breiðar langtíðarsemjur
um nógv mál, og sum gera, at alt
samfelagið ikki skal broytast
hvørja ferð val er, eru nógvar
samráðingar í Fólkatinginum.
Hetta saman við, at tað er vanligt
at hava minnilutastjórnir, sum so
antin hevur ein fastan stuðuls-
flokk ella sum noyðist at finna
ein meiriluta so hvørt. Her er tað
mín meting, at norðuratlantisku
umboðini úr Føroyum og Grøn-
landi, líka sum geva eitt rúm
uttanfyri vanliga flokksbygnaðin.
Tey verða, uttan mun til um tey
er farin í ein danska flokk, ikki
partur av fasta danska flokks-
bygnaðinum. Hetta ger so aftur,
at hesar fýra atkvøðurnar kunnu
brúkast til at fáa mál samtykt
sum eru trupul og ikki hava
stóran meiriluta. Tí hóast t.d.
føroyska atkvøðan í slíkum spæli
bert er tann eina, so verður tað
hon sum fær heiðurin av at gera
munin, sum t.d. at Óli Breck-
mann sat í kongastóli, tá TV2
helt 10 ára føðingardag sín.
Hesin hátturin at síggja skip-
anina, gevur sostatt donsku
flokkunum ein møguleika at
koyra free riding, skilt soleiðis,
at tað í eini javnstøðu eru
atkvøður úr Føroyum og/ella
Grønlandi sum avgerða, og tí
kann eingin lastast avgerðunum.
Føroysku politikararnir
og Fólkatingið