leygardagur 5. februar 2005síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 25 - 5. februar 2005
39
Fíggjarliga kastar tað
sera nógv av sær at skipa
tingbólk á
Christiansborg
FÓLKATINGSVAL
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Norðuraltantsbólkurin hevur
rættiliga gjørt vart við seg hesi
seinastu trý árini. Virksemið hjá
bólkinum hevur verið rættiliga
umfatandi. Og tað er ikki uttan
orsøk. Tí sum tingbólkur á
fólkatingi fæst rættiliga nógvur
peningur til vega frá danska
statinum.
Hetta hevur verið ein avger-
andi fortreyt fyri, at tað hevur
borið til hjá bólkinum at skipa
fyri ráðstevnum, seta arbeiðs-
bólkar og at útgeva bøkur um
sambandi millum Danmark og
smærru londini í ríkisfelags-
skapinum.
Ístaðinfyri at vera bólkur ber
eisini til at vera leysgangari.
Lisbeht L. Petersen hevur, sum
vit umrøddu fyrr í vikuni, verið
partur av tingbólkinum hjá
Venstre, og hennara partur av
stuðulinum frá Fólkatinginum
til fólkatingsumboð verður
lagdur í partin hjá Venstre, sum
síðani setir skrivarar í starv og
rindar aðrar útreiðslur.
3,4 milliónir
Feskastu roknskapartølini hjá
fólkatinginum eru fyri 2003.
Hesi vísa, at teir tríggir limirnir
í bólkinum hvør fáa 1,1 mió í
gruppestøtte frá Fólkatinginum.
Leggja vit øll tølini saman
verður tað til, at Norðuratlants-
bólkurin fekk eina samlaða
játtan áljóðandi 3.409.632
krónur í 2003, og hvør ein
króna varð nýtt. Hetta talið
hevur einki við lønina hjá
teimum trimum
fólkatingsumboðunum at gera.
Leysgangarar á fólkatingi
fingu í 2003 437.000 krónur í
stuðuli, t.e. minni enn helvtini
enn eitt umboð, sum er partur
av einum bólki.
Kristendemokraterne, sum bert
hava fýra fólka-tingsumboð,
fingu 4,5 milliónir í stuðuli.
Nógv burturúr
Hyggja vit eitt sindur eftir, hvat
Norðuratlantsbólkurin hevur
nýtt peningin til, so sæst
millum annað, at tað vóru
nýttar oman fyri 300.000 kr. at
ferðast fyri í 2003 í sambandi
við ymsu arbeiðini hjá
bólkinum. Í 2004 var hetta talið
næstan 500.000 kr.
Størsta útreiðslan hjá
bólkinum eru skrivarar og
"sagkyndig bistand". Bólkurin
hevur nýtt góðar 450.000
krónur til serfrøðingahjálp
uttanífrá, prentað varð fyri
einari 150.000 kr og eisini
kundi bólkurin góðar
hundraðtúsund krónur til
heimasíðu og internet arbeiði.`
Ársroknskapurin fyri
Norðuratlantsbólkin er grann-
skoðaður uttan nakrar
viðmerkingar.
Grønlendingar rokna við,
at í øllum førum annar av
grønlendsku limunum í
Norðuratlantsbólkinum
verður afturvaldur, men
kappingin er hørð um
plássini
FÓLKATINGSVAL
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Ikki er vist, at bæði grønlendsku
fólkatingsumboðini og limirnir í
Norðuratlantsbólkinum verða
afturvaldir 8. februar. Í politikki
er einki greitt fyrr enn veljarin
hevur talað, men tað verður í
Grønlandi roknað fyri at vera
vist, at í øllum førum annað av
núverandi fólkatingsumboðunum
verður valt aftur at í sessin á
Christiansborg.
I løtuni umboða Kuupik Kleist
úr IA og Lars Emil Johansen úr
Siumut Grønland á fólkatingi.
Vandin er ikki fyri, at teir verða
yvirhálaðir á egnum lista, men
kappingarneytarnir í hinum
flokkunum kunnu spilla teimum
spæli.
Kuupik Kleist er limur í
grønlendska tinginum, og hann
verður eisini nevndur sum ein
komandi formaður fyri IA. Hjá
Lars Emil Johansen er støðan ein
heilt onnur. Hann situr ikki á
tingi, og tað verður í Grønlandi
sagt, at hetta verður eitt lagnuval
fyri hann.
Úrslitið við seinasta fólka-
tingsval í Grønlandi var, at IA,
Inuit
Ataqatigiit, fekk 7.172, Siumut
6.033, Atassut 5.138 og kandi-
tatforbundet fekk 4.917 atkvøð-
ur. Grønlendski sambandsflokk-
urin, Atassut, var tann stóri
taparin á valinum í 2001, og tað
hevur ikki gingið stórvegis betri
síðani. Atassut fekk á fólkatings-
valinum í 1998 omanfyri átta-
túsund atkvøður, og hevur átt
fólkatingsumboð tey seinastu
nógvu árini.
Demokratarnir heinta inn
Tað verður tískil ikki roknað við,
at Atassut megnar at reisa seg
nóg mikið til at fáa ein fólka-
tingslim valdan. Ein møguligur
avloysari fyri Kuupik Kleist ella
Lars Emil Johansen skal finnast í
nýggja flokkinum Demokraterne.
Hesin flokkurin stillaði ikki upp
til valið seinast, men formaður
floksins, Per Berthelsen, fekk
3.500 atkvøður sum partur av
Kandidatforbundet.
Per Berthelsen er 1. varaborg-
arstjóri í Nuuk. Og minnir hann
um starvsfelagarnar í Tórshavn
seinnu árini, so eru ambitiónirnar
stórar. Eftir hvat skilst æltar Per
Berthelsen sær at vinna borg-
arastjórasæti frá Siumut til
Demokratarnar, og hann trýr upp
á, at tað fer at bera til hjá honum
eisini at koma á fólkating.
Per Berthelsen hevur greitt
boðað frá, at hann ætlar sær ikki
við í Norðuratlantsbólkin, og
Demokraterne ætla sær at stuðla
einari borgarligari stjórn.
Ongar veljarakanningar verða
gjørdar í Grønlandi undan fólka-
tingsvalinum. Tískil eru tað bert
ábendingar og gitingar, sum
liggja til grunds fyri meting-
unum á hesari síðuni.
Sjálvstýri ikki á
dagsskránni
Evnini í grønlendska valstríðnum
eru ógvuliga ymisk í mun til tey,
sum eru frammi í føroyska
valstríðnum. Við valið í 2001 var
tosað øgiliga nógv um sjálvstýri
í Grønlandi. Bæði IA og Siumut
søgdu greitt, at nú skuldi grøn-
lendskt sjálvstýri setast á stovn,
og tað skuldi gerast innan fá ár.
Elna Egede er politiskur
journalistur á Grønlandspost-
inum. Hon sigur, at tað undan
hesum valinumð als ikki verður
tosað um sjálvstýri.
- Tónin er ein heitl annar hesa-
ferð. Alt sjálvstýrismáli tykist at
vera parkerað í sjálvstýrisnevnd-
ini, sum er sett at lýsa málið og
gera tilmæli um sjálvstýristil-
gongdina hjá Grønlandi, sigur
Elna Egede.
Kanningar vísa, at grønlend-
ingar eru áhugaðir í sjálvstýri,
men áhugin er treytaður.
- Fólk vilja hava sjálvstýri,
men tað má ikki kostað nakað í
livistøðinum, sigur Elna Egede,
Norðuratlantsbólkurin fyllir
ikki so nógv í valstríðnum, hóast
bæði IA og Siumut royna at gera
vart við arbeiðið hjá bólkinum.
Eins og í Føroyum verður
arbeiðsstílurin hjá bólkinum
nógv hartaður.
Sum heild eru grønlendsku
veljararnir ógvuliga skeptiskir
móti landsins politikarum.
- Beint undan seinasta fólka-
tingsvalið góvu politikararnir sær
sjálvum eina stóra lønarhækkan,
og hetta hava fólk mótmælt nógv
ímóti og als ikki gloymt, sigur
Elna Egede.
16 valevni
Í Føroyum stilla meira enn
hundrað fólk upp til fólkatings-
valið. Ì Grønlandi er hetta talið
16. Hetta ger eisini, at tey
uppstillaðu oftani fáa rættiliga
nógvar atkvøður í part. Kuupik
Kleist fekk við seinasta val
einari 6.400 atkvøður, og Lars
Emil Johansen fekk góðar 5.000
atkvøður í sín part.
Ein annar munur millum
Føroyar og Grønland er, at lands-
stýrisformaðurin og landsstýris-
menn stilla ikki upp til fólka-
tingsvalið.
Áhugin fyri valinum er nógv
minni enn í Føroyum. Vallut-
tøkan í Føroyum fer mestur at
liggja nakað omanfyri 80%, men
í Grønlandi verður valluttøkan
væntandi nógv minni. Á fólka-
tingsvalinum í 2001 var vallut-
tøkan 61,5%, í 1998 64,2% og í
1994 var valluttøkan 58,6%.
Siumut og Atassut plagdu áður
at býta fólkatingsessirnar
ímillum sín.
Loysir seg at vera bólkur
Grønlendingar tosa lítið
um sjálvstýri
Per Berthelsen er formaður fyri Demokraterne of 1. varaborgarstjóri í
Nuuk. Ambitiónirnar røkka tó heilt á fólkatingi, og hann verður av fleiri
spáddur at hava ein góðan møguleika at sleppa á Christiansborg.