Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. august 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 13 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 154 - 15. august 2000 Nr. 154 - 15. august 2000 lagi vánalig, og síðani hevur luturin hjá teimum ofta ver- ið tann, sum fellur einum botnliðið. Dystir, sum kanska áttu at kastað okkurt av sær, eru altíð koppaðir skeivan veg, soleiðis at tað hevur verið sera trupult at sleppa úr óndu ringrásini. Leygardagin var so HB á vitjan, og endiliga bragdaði hjá hvalbingum. Eitt var, at teir koppaðu gestunum, men saman við tapinum hjá KÍ viðførdi hetta eisini, at Royn kundi lyfta seg av sessinum, sum ber beinleið- is niðurflyting við sær. Vindurin merkti spælið Nakaða av vindi var eftir grasinum í Hvalba, og í fyrra hálvleiki vóru tað teir á heimaliðnum, sum hendan við sær. Sum vera man, so merkti hetta eisini, at spælið varð trýst nakað oman móti HB málinum, og fleiri møgu- leikar spurdust eisini burt- urúr. Fyrsta málið kom eftir, at fríspark varð skotið máli- num úr stórari fjarstøððu. Málverjin megnaði ikki at halda bóltinum, og so var Gisli Sveinbjørnsson fyrstur at fylgja upp. Gestirnir hildu, at málverjin møgu- liga átti at hildið skotinum, men sum skilst, so bøtti hann í fleiri førum um skað- an, við at fremja fleiri góðar bjargingar, tá heimaliðið hevði góðar møguleikar. Eftir tjúgu minuttum hevði hann tó ongan møgu- leika, tá Allan Michelsen varð leiktur púra leysur, so- leiðis at hann kundi økja upp í 2–0. Seinna hálvleik var tað so Bjargingin hómast 2. deild: Við sigrinum á HB slapp Royn loksins av niðasta sessinum á stiga- talvuni HB, sum felkk vindin við sær, og nú løgdu teir á heimaliðnum størstan dent á verjupartin. HB royndi at trýsta, og eftir góðum tíggju minutt- um eydnaðist teimum at skora, eftir at Gunnar Mohr fyrst hevði roynt seg, og Eyðun Samuelsen síðani fekk fatur á returinum. Gestirnir royndu fram- haldandi at trýsta hvalbing- ar í botn, men hóast teir eis- ini eftir málið fingu nakrar møguleikar, so eydnaðist teimum ikki at bjarga øðr- um stiginum. Hinvegin áttu hvalbingar eisini nakrar møguleikar við mótálopum, men tá alt kom til alt, broytti hetta einki um støðuna. Komandi vikuskifti skal Royn á vitjan hjá leirvík- ingum, sum tykjast at vera fullkomuliga uppsteðgaðir, og ein sigur her kann veru- liga bøta um støðuna á stigatalvuni. HB fær tá vitjan av odda- liðnum úr EB/Streymi, og fáa teir ikki stig úr hesum dysti, ella tá teir vikuna eftir skulu royna seg móti TB, aknn vær verða, at botnurin á stigatalvuni aftur fer at nærkast. Royn-HB 2–1 (2–0) 1–0: Gisli Sveinbjørnsson 2–0: Allan Michelsen 2–1: Eyðun Samuelsen Burðurin er ofta tungur. Tað var ein av yvirskriftunum í dystarskránni á Svanga- skarði. Í greinini varð sipað til, at í fjør skoraði B68 sig- ursmálið ímóti Sumba á Svangaskarði í næstsíðsta minuttinum, og hóast sig- urin í fyrraárið var so stórur sum 6–0, so kom ikki hol á fyrrenn seinna umfarið var hálvrunnið. Aftur hesa ferð gekk tað striltið hjá B68, áðrenn teir høvdu fingið bilbukt við sumbingarnar. Marcello legði beinan- vegin B68 á odda, og tað kundi sæð út sum fráboðan um, at hesa ferð fór talan at verða um sorl og stórsigur. Sigurin gjørdist trivaligur, men størsta partin av tíðini bendi lítið ella einki á, at tað skuldi enda soleiðis. Ikki fyrrenn tað restaðu tíggju minuttir, kom B68 framum 2–1. Tá skrædnaði hjá sumbingum, og síðstu løtuna gekk skjótt við mál- skjótingini hjá toftamonn- um. Óskipað Sumbingar vóru ikki komn- ir á grasið á Svangaskarði at undirhalda. Teir hildu nógv fólk aftanfyri bóltin. Nebosja var einsamallur á toppinum, har hann var íðin og jagstraði longu sending- arnar. Jan Poulsen hevði bara eina uppgávu. Tað var at syrgja fyri, at Øssur Han- sen ikki var við í spælinum. Allir gestirnir hildu seg væl til avtalurnar. Teir fluttu verjuna langt fram, tofta- menn duttu ferð eftir ferð í rangstøðugrøvina, og tað ørkymlaði teir nógv. Allan 1. hálvleik og inntil B68 kom framum 2–1, var spælið hjá B68 illa skipað. Tað eydnaðist teimum illa at bróta ígjøgnum massivu verjuna hjá sumbingum. Bæði tí at sendingarnar ofta vóru ov óneyvar, og tí at tað serliga í 1. hálvleiki ikki eydnaðist at bróta ígjøgnum í borðunum. Eftir steðgin komu Jan Petersen (var skaddur ímóti B36) og Øssur Jacobsen á vøllin. Jan fylti væl upp á verjukenda miðvallarplássi- num, og Øssur Jacobsen var sera týðandi liður í álops- spælinum, sum sístðu minuttirnar bar fleiri mál við sær. Kvøkkurin Sumbingar javnaðu til 1–1, tá seinna umfarið bara var fimm minuttir gamalt, og tað var ein orduligur frammaná hjá B68. Long frísparkssending varð send fram móti brotsteigarmarki- num, miðverjarnir tøvdu, Nebosja slapp at temja og draga, áðrenn hann í stríði við verjuspælara fekk trýst bóltin í málið. Málið bar eyka styrki og dirvi við sær til sumbingar, og tað tóktist læsa teir á heimaliðnum, sum gjørdu eina rúgvu av mistøkum. At frustratiónirnar vóru ómeta- liga nógvar og stórar kom m.a. til sjóndar í, at venjar- in, Jóannes Jakobsen, fekk reyða kortið frá Peturi Han- sen. Dómarin metti, at B68 venjarin mitt í 2. hálvleiki hevði verið ov ólátaður yvirfyri linjuverjanum. Sumbingar vóru løtuna aftaná, at teir høvdu javnað, meiri framrættaðir, enn teir høvdu verið frammanund- an, men teir komu ongantíð í nánd av leiðslumáli. Burt- ursæð frá royndini, tá teir skoraðu, so høvdu teir ong- an møguleika at gera mál. Marcello var bjargingin Toftamenn hildu á at trýsta, sumbingar góvu sær góðar stundir, og tað var einki hugaligt hjá heimafólki- num. Sum tíðin leið gekk nóv fyri seg í og kring brotsteig- in hjá sumbingum, har Trygvi Nielsen, Dánial Jo- han Joensen og Bergur Vinther saman við jugo- slavunum stríddust sum úlvar. Tíggju minuttir fyri leik- lok skrædnaði. Øssur Ja- cobsen sneiddi tveir av í vinstru, tá hann var komin í brotsteigin, spældi hann út frá, og úr átjan metum smekkaði Marlon Marcello flatt og dygst inn við stólpa- num. Eigil Olsen hevði ong- an møguleika at bjarga. Málið kom í 81. minutti, og so gekk skjótt. Í 84. minutti endaði uppspæl í vinstru við, at Øssur Jacob- sen spældi út frá til Jan Pet- ersen, sum lyfti í høvdið á Øssuri Hansen. og 3–1 gjørdist í 86. minutti til 4– 1, tá uppspæl hjá Øssuri Ja- cobsen í vinstru endaði við út frá sending og poting mitt innfyri málið. Marcello gjørdist púra leysur innan- fyri miðverjuna. Hann helt seg vera rangstaddan og steðgaði á, men linjuverjin lat ikki við seg koma – ein sumbingur hekk eftir afturi við baklinjuna úti í høgru – og so var 4–1. Marcello var eisini upp- havið til síðsta málið. Bra- silumaðurin royndi at sneiða ein av sær á váta grasinum, beinini vórðu tik- in undan honum, og Súni Fríði Johannesen, sum ikki hevði verið heppin, tá hann hevði havt møguleikar, var tryggur úr ellivu metrum. Sigur til toftamenn, men ikki serliga sannførandi av- rik. Enn eitt tap til sumb- ingar, men framvegis tykj- ast knoturnar vera so mikið nógvar, at tað væl ber til at ímynda sær, at teir kunnu stríða seg av aftasta plássi- num. jh Burðurin var tungur 1. deild: Tað stóð nógv á hjá B68, áðrenn stigini komu til høldar, men at enda vórðu væl stríðandi sumbingar- nir sendir til hús við stórtapi B68: Magnus Poulsen – Oleif Joensen, Arnbjørn Daniel- sen, Jan C. Dam – Marlon Jorge, Fróði Benjaminsen, Eyðstein Skipanes, Øssur Hansen, Jákup Djurhuus – Súni Fríði Johannsen, Mar- cello Marcellino Sumba: Eigil Olsen – Nikola Bi- berdzic, Dánial Johan Joen- sen, Trygvi Nielsen, Bergur Vinther, Sasa Tomajek – Spasojé Biberdzic, Jan Poulsen, Hallur Dam Joen- sen, Hans Jákup Thomsen – Nebosja Belkovic JÁKUP MØRK Kappingarárið í ár hevur higartil verið eitt hitt lakasta hjá Royn yirhøvur, og í øll- um førum síðani teir í 1996 aftur fluttu upp í næstbestu deildina. Serliga var byrjanin út av Móti endanum av dystinum eydnaðist toftamonnum at toga ein hóast alt ivaleysan sigur í land Mynd: J. Jacobsen Savnsmynd JÁKUP MØRK FS Vágar-B36 1-3 (1-1) Tað vóru tvey lið, sum bæði høvdu sínar trupulleikar at dragast við, sum fóru á vøllin í Sørvági sunnudagin. Heimaliðið hevur havt eitt sera trupult kappingarár higartil, har teir alla tíðina hava verið sera nær botninum. Hjá gestunum hevði stað- ið lítið betri til, síðani John Petersen fór av landinum. vera við, at talan framman undan hevði verið um frí- spark, men dómarin lat ikki við seg koma. B36 tók yvir Javnleikur var so eisini støðan, tá liðini fóru til hálvleiks, men í seinna hálvleiki tóktist B36 at hava fótað sær betri. Nakrir málmøguleikar spurdust eisini burtur úr, men í flestum førum var neyvleikin ikki til staðar, tá skjótast skuldi, soleiðis at Remi í vágamálinum fekk vart fyri, tá boð vóru eftir honum. At liðskiparin hjá FS Vágum, Ari Thomassen, varð rikin av vølli fyri næsta gula kortið, hjálpti so av- gjørt ikki um støðuna hjá heimaliðnum. B36 fekk nú størri rásarúm, og royndirn- ar gjørdust alsamt fleiri og næskari. Leingi var tó líkt til, at alt skuldi enda við, at liðini fingu eitt stig í part, men tá einir tíggju minuttir restaðu av dystinum, fingu gestirnir avgjørt dystin til egnan fyri- mun. Pólverski áleyparin, Maciej Maryniak, fekk bólt- in, eftir at Jákup á Borg hevði rikið hálvan vøllin, og eftir at hava snarað sær á, langaði hann bóltin í mesk- Tá var støðan tann, at B36 hevði 15 stig fyri 5 dystir, men næstu seks dystirnir kastaðu bara 3 stig av sær, so tað mundi vera okkurt um tosið, tá onkur hevði orðið »kreppa« á lofti. Tamur fyrri hálvleikur Hóast dysturin sum kunnugt kastaði trý kærkomin stig av sær til gestirnar, so sýndu teir á ongan hátt, at kreppu- hugtakið er nakað, sum er farið. Ofta var talan um rótut spæl, har hvørgin parturin var frægari enn annar, men gestirnir høvdu tó ein fyri- mun fram um teir á heima- liðnum, og tað var, at teir stríddust saman. Tað var eisini skjótt greitt, at hetta var neyðugt, skuldi dysturin vinnast, tí heima- menninir brúktu ikki nógvar minuttir um at leggja seg á odda. Álop endaði við, at bólturin varð stungin inn um verjuna hjá B36, og John Johannesen kundi púra leysur senda millum beinini á Trónda Vatnhamar í B36- málinum. Tá sæð verður burtur frá skjóta leiðslumálinum hjá vágamonnum, var talan ikki um teir stóru málmøguleik- arnir. Liðini bæði royndu hvør í sínum lagi, men sum heild var talan ikki um nak- að skipað fótbóltsspæl. Nógvir nærdystir og nógv sparkarí stóð ovarlaga á skránni, og tá B36 fekk skotið seg upp á javnt, var talan heldur ikki um nakað væl gjøgnumspælt álop. Jákup á Borg sendi horna- spark innfyri, og eftir at bólturin hevði ferðast eitt sindur aftur og fram í brots- teiginum, endaði alt við, at Egil Zachariassen fekk sett fótin á. Vágamenn tóktust ónøgdir um, at dómarin góðkendi málið, tí teir vildu arnar. Tveir minuttir seinni varð eingin ivi um, hvør vinnarin skuldi verða. Jørgen Meitil- berg var hægstur, tá horna- spark varð sent innfyri, og við høvdinum beindi hann bóltin í málið. Fingu luft Um B36 við sigrinum aftur hevur fingið luft undir skerdu veingir sínar, kann enn tykjast heldur óvist. Hinvegin er einki at ivast í, at sigurin kom væl við hjá teimum. Oddastríðið kunnu teir helst gloyma alt um, tí har tykist ov nógv at vera mist, men hinvegin hildu teir við sigrinum fast um møguleik- an fyri europeiskari luttøku komandi ár. Komandi vikuskifti skulu teir vitja í Sumba, og megna teir tá at taka trý stig heim aftur við sær, kann væl vera, at teir aftur fara at nærkast oddinum. Vágamenn eru hinvegin framhaldandi illa sperdir í botninum. Komandi vikurn- ar skulu teir fyrst á vitjan í Havn, áðrenn teir um tvær vikur fáa vitjan av sumb- ingum. Einki er at ivast í, at serliga í heimadystinum móti Sumba verður roknað við, at teir kunnu fáa trý stig til høldar, men skal tað henda, skulu teir kýta seg nógv meira, enn teir gjørdu sunnudagin. Kreftirnar eiga í nógv størri mun at verða nýttar til spælið við leðurkúluni, heldur enn til kjaftaslit. Í so máta kunnu teir taka við læru av B36 leikarunum, og tí teir sýndu sunnudagin. FS Vágar-B36 1-3 (0-2) 1-0: John Johansen 7 1-1: Egil Zachariassen 36 1-2: Maciej Mariniak 80 1-3: Jørgen Meitilberg 82 FS Vágar: Remigius Mikocionis - Poul Kjartan Thomsen, Heðin Joensen, Zilvanius Zudis, Rimvydas Bakus - Tór- Ingar Akselsen, Igoris Kirillovas, Albert Ari Thomassen, Sonni Johansen - John Johansen, Birgir Joensen B36: Tróndur Vatnhamar – Darius Magdisauskas, Egil Zachariassen, Jens Kristian Hansen – Carl Herup Høgnesen, Klæmint Matras, Jan Guttesen, Håkan Lundholm - Maciej Maryniak, Jákup á Borg, Jørgen Meitilberg B36 fekk gongd á 1. deild: Eftir eina oyðimarkargongu av teimum heilt stóru, fekk B36 endiliga glið á, tá teir sunnudagin vitjaðu vesturi í Vágum EB/Streymur sett kós móti 1. deild 2. deild: EB/Streymur hevur nú lagt seg á odda í 2. deild, eftir at teir vunnu toppdystin sunnudagin á heimavølli móti TB HEINI Í SKORINI EB/Streymur hevur nú sett beina kós móti 1. deild, tá teir sunnudagin á heima- vølli vunnu ein sera málrík- an og spennandi dyst á TB. Fyri dystin høvdu bæði TB og EB/Streymur 20 stig, so spenningurin undan dystin- um var sera stórur. Seinast hesi bæði liðini møttust, var tað TB sum lá omaná, men hesaferð gjørdu eiðismenn bart, og liggja teir nú sera væl fyr at flyta upp í 1. deild, har teir ikki hava verið síðani fyrru hálvu í nítiárunum. Dysturin á Mølini var ikki sørt málríkur, og tá avtorn- aði vórðu ikki minni enn 11 mál skotin í dystinum. Endaliga úrslitið gjørdist heili 7-4 til heimaliðið sum sostatt hevur tikið seg trý stig framum TB og ÍF sum liggja jøvn á øðrum plássi. EB/Streymur kom á odda við máli frá Halltóra Joen- sen, men stutt eftir javnaði Jón Tórur Holm fyri TB. Finnbjørn Zachariassen legði síðani heimaliðið á odda aftur, men Ragnar Petersen svaraði aftur fyri TB, áðrenn Halltórur Joen- sen aftur legði EB/Streym á odda til hálvleiksstøðuna 3-2 til heimaliðið. Í seinna hálvleiki økti Vinjard Dam til 4-2, men Birgir Jørgen- sen minkaði um munin til 4-3. Nú var spenningurin veruliga í luftini, men tað var eftir hetta málið hjá Bir- giri Jørgensen, at TB ikki megnaði at fylgja við meiri. Jón Sigurd Gleðisheygg, Vinjard Dam og Kaj Joen- sen fingu allir hvør sítt mál fyri EB/Streym, og gav tað teimum eina trygga 7-3 leiðslu. Nú var dysturin í roynd og veru avgjørdur, men Eyðun Svalbard megn- aði tó at minka um munin fyri TB, og endaliga úrslitið gjørdist sostatt 7-4 til EB/ Streym. EB/Streymur prógvaði harvið, at teir heilt avgjørt hava neyðugu styrkina í hópinum at tryggja sær pláss í 1. deild komandi ár. Við sigrinum kom EB/ Streymur sum sagt uppá fyrsta pláss í aðru deild, og eru teir nú trý stig framm- anfyri TB og ÍF, sum eisini vann sín dyst í vikuskift- inum. Næsta vikuskiftið skal EB/Streymur suður til Havnar at spæla móti HB, og útlitini fyri einum sigri og harvið trimum týdning- armiklum stigum eru góð. TB, sum skal royna at endurvinna sær bæði odda- sessin og pláss í bestu før- oysku deildini, tekur næsta vikuskiftið móti B36 suðuri á Tvøroyri, og verður tað ein torførur dystur fyri TB, av tí at B36 nú byrjar at blanda seg í toppin. TB misti týdningarmikil stig, tá teir leygardagin vitjaða á Eiði