Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. august 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 15 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 154 - 15. august 2000 Nr. 154 - 15. august 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart JÁKUP MØRK HB-NSÍ 2-5 (1-2) Hóast munurin á stigatalv- uni var sjónskur, so mundu vónirnar hjá runavíkingum vera góðar undan dystinum sunnudagin. Júst í hesum dysti hevur NSÍ fleiri ferð fingið sera góð úrslit, líka- mikið hvussu støðan annars hevur verið. Viðhaldsfólkini mundu eisini hava illgruna um, at okkurt fór at spyrjast burtur úr, tí nógvir runavíkingar vóru at síggja í gamla skýli- num. Karmunum um dystin bilti sostatt einki, og tá so hóttandi regnið eisini helst seg burtur, skuldu allar for- treytir fyri einum góðum dysti verið uppfyltar. Vónirnar hjá runavíking- um fingu tó ein framman á rættuliga tíðliga í dystinum. Tað vóru ikki spældir meira enn fimm minuttir, tá Pætur Dahl hevði sett bóltin í NSÍ meskarnar. Hetta hendi eftir at Jón Rói Jacobsen sera hegnis- liga slapp oman at baklinj- uni í høgru. Eingin runavík- ingur fekk fatur á innleggi- num, hóast málverjin helst átti at farið út, og so kundi Pætur púra leysur seta fótin á. Satt at siga høvdu runa- víkingar ikki tað stóra at skula sagt hesa løtuna, og við eitt sindur størri neyv- leika, kundi HB meir ella minni køvt stigavónirnar hjá runavíkingum. Millum annað varð Jón Rói í tveim- um førum spældur púra leysur av verjuleikarum hjá NSÍ, men báðu ferðirnar eydnaðist Rúna Joensen at verja fyri. Meðan HB fyrsta hálva tíman ella so hevði sera gott tak á spælinum, hekk mill- um lítið og einki saman hjá runavíkingunum. Verjan tóktist ivandi í fleiri førum, á miðvøllinum var Abraham so at siga einsamallur um at gera ein roynd at skapa nakað, og álopsleikararnir fingu so at siga ongan stuð- ul. Næsta HB málið lá líka sum í luftini alla tíðina, men brádliga svaraðu runavík- ingar aftur. Hóast hann var umgyrdur av tveimum HB leikarum, eydnaðist Gert Langgaard at sleppa at bak- linjuni, haðani hann sendi eitt perfekt innlegg til Dán- jal Hansen, og toppskjúttin stútaði NSÍ upp á javnt. Gestirnir vaknaðu Málið fekk líka sum NSÍ leikararnir til at rakna við, og hetta setti av sonnum lív í dystin. HB var framvegis vandamikið, men nú fingu gestirnir eisini sett fleiri álop í lag. Tað var eins og teir nú veruliga trúu uppá, at uppgávan kundi loysast, og brádliga vóru tað eisini aðrir enn Abraham, sum megnaðu at vinna bóltin av HB’arum og spæla hann skilagott víðari. Stutt fyri hálvleik fingu teir eisini løn fyri stríðið, tá Dánjal varð feldur beint utt- an fyri brotsteigin. Sjúrður Jacobsen kom fram at skjóta frísparkið, og uttan stórvegis hóvasták bendi hann bóltin út um verju- garðin og niður í handara málhorn. Trektu seg aftur HB liðið varð nakað broytt miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá Allan Mørkøre kom á vøllin fyri Gigi, sum varð skaddur. Í hálvleikinum broytti venjarin enn meira um liðið, tá hann setti Bárð Mortansson inn fyri Jón Róa Jacobsen. Allarhelst varð hetta gjørt fyri at styrkja um álopspart- in, og fyrstu løtuna av seinna hálvleiki ferðaðist bólturin eisini nógv á NSÍ hálvuni. Hetta komst tó eis- ini av, at Trygvi Mortensen hevði togað Dánjal Hansen úr álopinum oman á mið- vøllin. Sostatt var Christian Høgni einsamallur fram- herji, og tað viðførdi, at NSÍ so at siga ongantíð varveitt bóltin á HB hálvuni. HB fekk eisini fleiri góð- ar møguleikar burtur úr yv- irvágini, men onkursvegna megnaðu teir at misnýta all- ar hesar. Tá teir so endiliga komu upp á javnt, komst hetta av einum mistakið hjá Rúna í NSÍ málinum. Tað sá ikki út til at vera nakar vandi á ferð, tá Allan Mørk- øre tveitti langt innkast inn í NSÍ brotsteigin. Bólturin støkk til Rúna, men hann klossaði, tá hann skuldi lofta, og so kundi Bárður Mortansson prika bóltin í málið. Nú var veruliga líkt til, at HB endiliga hevði fingið fatur aftur á dystinum, men áðrenn teir høvdu fingið armarnar niður aftur, hevði Christian Høgni Jacobsen sett teir so ruddiliga upp á pláss. Fyrst varð HB revsað, tá Pætur Dahl á miðvøllinum var ov seinur at sleppa bólti- num. Úrslitið varð, at tríggir NSÍ verjuleikarar kundu fara móti einnum HB verju- leikara, og Christian Høgni sveik ikki, tá hann fekk møguleikan. Lítla løtu seinni varð aftur galið. Gert, sum burtursæð frá fyrsta hálva tímanum var sera sjónligur í høgru, sendi ein skrúvandi bólt inn um HB verjuni, og sera hegnis- liga megnaði Christian Høgni at fáa tamarhald á bóltinum, áðrenn hann langaði hann fram við Bárði í HB málinum. Einki hjalpti Aftan fyri við tveimum málum og við bert 25 minuttum eftir, átti dysturin helst at verið avgjørdur. Tað var hann kanska eisini, tí HB fekk ikki fleiri mál, men tað var so avgjørt ikki or- sakað av, at teir ikki høvdu møguleikar. Til tíðir var tað nærum ótrúligt at bólturin inn. Mill- um annað hevði Andrew nakað, sum líktis ársins mest upplagda møguleika, men eftir at hann hevði fint- að Rúna til viks, sendi hann skotið beint í føvningin á málverjanum. Nakað seinni høvdu klókastu støddfrøði- ligu heilarnir helst havt trupulleikar av at roknað út, hvussu bólturin ikki fór í málið, tá hann umvegis høvdið á málverjanum fyrst tók í tvørstongina, áðrenn hann umvegis stongina aft- ur endaði í føvninginum á Rúna. Tað tóktist satt at siga ógjørligt hjá HB at skora, og sum dysturin leið, kundi hann satt at siga ikki endað øðrvísi hjá frustreraðu HB leikarunum. Samanbrestir- nir á vøllinum gjørdust al- samt harðligari, móti enda- num av dystinum bar av. Fyrst varð Florin rikin av vølli, eftir at hann hevði jarðlagt Eddie Mikkelsen, og løtu seinni var aftur rok. Seinnu ferð endaði alt tó við, at dómarin bert gav Djóna gula kortið, eftir at hann hevði runnið hálvan vøll eftir Allani Mørkøre, sum hevði tikið beinini undan Ian Højgaard, uttan at bólturin var nærhendis. Allarhelst átti talan tá at verið um tvey reyð kort. Sum um totala eyðmýk- ingin av HB liðnum ikki var nóg mikið, so kundi Christi- an Høgni at enda seta punktum, tá eitt mótálop endaði við, at hann gjørdist leysur, soleiðis at reina hat- trick hansara varð veruleiki. Undirhaldandi Samanumtikið má sigast, at hóast talan ikki var um ein av best leiktu dystunum í ár, so var talan um undir- hald á høgum støði. Hvørki viðhaldsfólk ella leikarar hjá HB mundu vita, um tey skuldu flenna ella gráta, meðan risamøguleik- arnir vórðu burturspiltir. NSÍ viðhaldsfólkini mundu hinvegin vera í góðum lag, og hóast alt eiga leikararnir hja NSÍ eisini rós uppiborið fyri sín leiklut. Alir sum ein stríddust teir fyri felags søk síni, men tað vóru serliga tríggir leikarar, sum tosað varð um eftir dystin. Christian Høgni Jacobsen fekk trý mál úr trimum møguleikum, harav málið til 4–2 var ein sonn perla. Rúni Joensen kom sjálvsagt eisini í fokus, orsakað av Stóran part av tíðini nýttu havnarmenninir framman fyri málið hjá gestunum, men heldur ikki hesu ferð fekst bólturin inn um strikuna Mynd: Álvur Haraldsen Miðskeiðis í fyrra hálv- leiki varð Allan Mørk- øre settur á vøllin fyri skadda Gigi. Týðuliga darvaður av skaða, var tað tó ikki nógv, sum hann fekk gjørt fyri at venda gongdini Mynd: Álvur Haraldsen Brennivargar á ferð væntandi HB málunum, og so skal superveteranurin, Abraham Løkin, eisini nevnast. Tá hann fyrstu ferð royndi seg í fremsu fótbólts- deildini, vóru fleiri av lið- feløgum hansara ikki fødd- ir, men hetta sær ikki út til at gera mun. Fótbóltsheilan hevur hann enn sum fáur, men tað, sum er mest hug- takandi, er hvussu nógvar bóltar hann framvegis megnar at fáa fatur á. Held- ur hann fram á sama hátt, er eingin forðing fyri, at hann eisini komandi árini tekur okkurt tørn fyri NSÍ. Hjá vertunum mundi Hans á Lag vera einasti leikari, sum spældi sum ein komandi føroyameistari, meðan liðfelagar hansara mugu taka í egnan barm, um teir framhaldandi ætla sær at vera partur av FM- stríðnum. HB-NSÍ 2–5 (1–2) 1–0: Pætur Dahl 5. 1–1: Dánjal Hansen 30. 1–2: Sjúrður Jacobsen 44. 2–2: Bárður Mortansson 51. 2-3: Christian Høgni Jacobsen 53. 2–4: Christian Høgni Jacobsen 56. 2–5: Christian Høgni Jacobsen 90. HB: Bárður Johannesen – Jó- hannis Joensen, Florin Mi- háescu, Hans á Lag, Janus Joensen – Gigi, Rúni Nols- øe, Símun Eliasen, Pætur Dahl – Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum NSÍ: Rúni Joensen – Kári Han- sen, Djóni N. Joensen, Arn- finn Langgaard, Sjúrður Ja- cobsen – Gert Langgaard, Ian Højgaard, Abraham Løkin, Jónstein Petersen – Dánjal Hansen, Christian Høgni Jacobsen 1. deild: HB misti eitt týdningarmikið fet í FM-stríðnum, tá teir sunnudagin taptu móti NSÍ. Mest av øllum kunnu havnarmenninir takka sær sjálvum fyri ósigurin Móttøka Í sambandi vi›, at vit hava flutt høvu›sskrivstovuna og vinnulívsdeildina í n‡ggja bygning okkara Yviri vi› Strond 2, bjó›a vit til móttøku hósdagin 24/8 frá kl. 15.00 til 18.00. n‡tt telefon nr. 348 000 STEPHANSSONS HÚS TLF. 31 42 91 Vágbingar á og kring vøllin á Eiðinum drógu andan lættliga, tá Suni Johansen hevði bríkslað fyri síðstu ferð sunnudagin. VB hevið vunnið tøttu uppgerðina móti klaksvíkingum 1–0, og tá úrslitið úr Gundadali eitt korter eftir dystarlok í Vági var greitt, staðfestu vágbingar, at teir eru fremstir í 1. deild. Vágbingar eru nevndir fleiri ferðir omanfyri. Bæði vit og nógv onnur hava fleiri ferðir borið upp á mál, at VB hevði ikki havt møguleika at vera við í oddakappingini, um teir ikki høvdu havt fleiri fremmandar menn at hjálpa sær. Tað kann væl vera. Men samstundis er vert at leggja til merkis, at ímóti KÍ vóru átta vágbingar á vøllinum, og at tveir av ber- andi kreftunum á miðvølli- num – Milan Kulic og Tórður Holm – sótu uttan- fyri. Uppgerðin móti KÍ var tøtt. Tað vóru nógvir nær- dystir og fáir málmøguleik- ar. Klaksvíkingar vóru hepnir, at teir ikki beinan- vegin mistu málverjan og noyddust at spæla undir- mannaðir. Robert Ciesle- wicz var púra leysur, KÍ málverjin, Zoltan, hálv- bjargaði í fyrstu atløgu, bólturin stakk út aftur til álopsmannin, sum gjørdi eina nýggja roynd. Aftur hesa ferð bjargaði málverjin við arminum, men vágbing- ar hildu hann hava brúkt armin, og klaksvíkingar vóru ikki púra ósamdir. Men teir vildu samstundis vera við, at álopsmaðurin í royndini at gerast leysur hevði brúkt ælbogan. Fleiri broyingar Uppgerðin var tøtt, leik- ferðin var vanliga høg, og liðini royndu at spæla fót- bólt. Líkindini vóru góð, men at undirlagið í Vági er so nógv øðrvísi, enn tað er aðra staðni ger, at tað altíð er torført hjá teimum, sum eru gestir í Vági. Eftirans- ingarnar vóru tættar, og tað hevði við sær, at tað var torført. Vágbingar spældu við meiri ella minni nýggjum miðvølli. Merkisvert var tað, at Hans Pauli Dahl, sum so at siga var komin beinleiðis av skipi og tískil hevur vant millum lítið og einki, hevði sentralan leik- lut á miðvøllinum og uttan stórvegis hóvasták so at siga rann sólina svarta. Hjá KÍ var miðverjin aft- ur hesa ferð nýggj. Jan An- dreasen er skaddur, og Ove Nysted var fluttur fram á vøllin. Pazek hevði aftur fingið møguleikan, og við síðuna av honum var Símun Waag Høgnesen. Fáir møguleikar Heimaliðið var snilt í sínum spæli. At miðvøllurin var so mikið skerdur hevði við sær, at teir tóku seg eitt sindur aftur á vøllin. Tað vil við øðrum orðum siga, at klaksvíkingar høvdu bóltin meiri, men tað var sera tor- ført hjá teimum at sleppa ígjøgnum væl skipaðu verj- una hjá VB, har Eyðun Ja- cobsen sum ikki eina ferð var ein góður stýrimaður. Umframt møguleikan hjá Robert høvdu hann og Pop- zyncki tveir aðrar góðar møguleikar, har tann síðsti fóturin ella tað síðsta høvd- ið manglaðu. Besti møguleikin hjá KÍ var í 1. hálvleiki. Hugsanin var, at stóru menninir í álopinum, Ove nysted og Rógvi Jacobsen, skuldu fáa høgar bóltar innfyri. Ta einu ferðina var um reppið, at hetta bar úrslit við sær. Eftir innkast, sum Rógvi Jacob- sen hevði snittað víðari, stútaði Ove Nysted úr stutt- ari fjarstøðu, men Bjarni Johansen bjargaði til horna. Einasta málið skoraði Popzcynski upp á brots- spark. Saman við lands- manninum Pazek elti hann langa sending inn í brots- teigin, og dómarin bríksl- aði, tí hann helt, at Pazek hevði hildið í so nógv. Pop- czynski royndi sjálvur móti málinum, Zoltan hevði hondina á, men bólturin fór í málið. KÍ gjørdi tvær framrætt- aðar útskiftingar – Eyðun Klakstein og Tomislav Si- vic – men vágbingar vóru nóg væl fyri at halda tørn, og nú stíla teir ímóti FM! jh VB er heilt væl fyri 1. deild: Vágbingar lótu KÍ hava bóltin og lúrdu alla tíðina eftir møguleikum í snarálopum