Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. august 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 17 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 154 - 15. august 2000 Nr. 154 - 15. august 2000 Í gjár viðgjørdi danska press- an umfarið í landskappingini, sum var um vikuskiftið. Í dag hita teir upp til dystin á Tórsvølli í annaðkvøld, og í morgin og í ovurmorgin verður landsdysturin ímóti Føroyum ella kanska rættari Morten Ol- sen, Michael Laudrup og teirra landslið høvuðsevni á ítróttar- síðunum og kanska høvuðs- evni yvirhøvur í fleiri av bløð- unum. Sunnudagin var Herfølge í Haderslev, og tað eydnaðist Jákupi Mikkelsen og teimum at sleppa yvir aftur á Sæland við øllum trimum stigunum. Sigurin, sum var hin fyrsti á árinum, var sjálvandi meiri enn kærkomin. Og so má tað vera harvið, at Haderslev framvegis einki stig hevur fingið í superliguni. Herfølge setti hol á, tá 24 minuttir vóru farnir av fyrra umfarinum. Málskjútti var Jesper Heyde. Eftir 35 minuttir javnaði heimaliðið við brots- sparki. Ì tí sambandinum var Tommy Schram hjá Herfølge rikin av vøllinum, so útlitini hjá Jákupi Mikkelsen og teim- um vóru einki serlig í 2. hálvleiki . Men tað eydnaðist Thomas Højer at skora, tá ein tími var farin. Haderslev fekk eitt reytt kort í 2. hálvleiki, og hóast Jákup og teir vunnu fyri fyrstu ferð Danmark: Todi Jónsson og teir fingu eitt stig í Jylllandi, og AGF er framvegis á odda í superliguni ágangurin onkuntíð var stórur, so eydnaðist tað Jákupi Mikk- elsen at halda tætt, og harvið kom Herfølge fyri fyrstu ferð í ár upp á stigatalvuna. Teir eru næstaftast, meðan Haderslev er stigaleyst á aftasta plássinum. FCK var eisini í Jyllandi, og teir vóru væl nøgdir við at fara úr Vibog við einum stigi. Tað endaði málleyst, og tað iðraðu teir á heimaliðnum seg mest um. Teir høvdu leikliga yvir- vág, og teir høvdu møguleikar at fáa mál, men tað eydnaðist ikki. Harvið fekk FCK fyrsta stigið, síðani teir í fyrsta um- farinum vunnu á Haderslev í Parkini. Óli bíðar Óli Johannesen er framvegis ikki á besta liðnum hjá AGF. Tað gongur fínt hjá AGF, og tað er sjálvsagt bæði gott og minni gott hjá Óla Johannesen. Gongdin ger, at áhugin fyri fe- lagnum og harvið fyritreytirnar fyri inntøkum betrast. Men gongdin hevur eisini við sær, at tað er torførari hjá teimum, sum sita uttanfyri, at sleppa upp í part. Venjarin leggur neyvan í at gera tær stóru broytingarnar, tá tað gongur so mikið væl. Hesa ferð hevði AGF vitjan av FC Midtjylland. Talan var sostatt um lokaluppgerð, og har var eingin ivi. AGF vann sannførandi 3–0 og er fram- vegis oddalið. Teir hava níggju stig. Viborg er á øðrum plássi við átta stigum. FCK er á níggjunda plássinum við fýra stigum, og Herfølge er á 11. plássinum við trimum stigum. Stóra fótbóltssøgan í Dan- mark sunnudagin var, at Brøndby á útivølli hølvaði Silkeborg av 7–1. Hóast Brøndby í síðstu viku tapti 2– 0 á heimavølli í Europa Cup ímóti Hamburg SV, so spældu teir væl, og í Silkeborg fingu teir góða úrtøku. AB, sum hóskvøldið pulviri- seraði B36, var í Aalborg, har teir greiddu 2–2. Lyngby hevði vitjan av OB, sum fór avstað við øllum stigunum. Teir vunnu 2–0. Leygardagin verður upp- gávan hjá Herfølge ivaleysa stór. Tá skulu teir spæla í Her- følge, men tað er júst, tá mót- støðuliðið er greiður favorittur, at Herfølge plagar at standa seg best. AGF fær sunnudagin vitjan av AB. Hinir dystirnir eru Silkeborg–OB, Viborg– Haderslev og Lyngby–AaB. Komandi mánakvøld skal FCK spæla á útivølli móti FC Midt- jylland. Tann dysturin verður vístur á TV3+ rásini. jh HEINI Í SKORINI NSÍ hevur klárað seg væl í 2. deild í ár, og hóast teir eru á fimta plássi, eru teir bert seks stig aftanfyri oddaliðið EB/Streym. Í vikuskiftinum tóku teir ímóti LÍF, sum hevur havt ringt við at fóta sær í 2. deild í ár. NSÍ var stórfavo- rittur undan dystinum, men tað gekk long tíð, áðrenn NSÍ fekk hol á, tí hálv- leiksstøðan var nevniliga 0- 0. Men í seinna hálvleiki megnaðu runavíkingar at seta ferðina upp, og LÍF misti takið teir so nøkun- lunda høvdu havt í fyrra hálvleiki. Tað eydnaðist Johnny NSÍ vann sannførandi 2. deild: NSÍ vann ein sannførandi 5-0 sigur á LÍF í viku- skiftinum, og harvið hóma teir enn heiðursmerkini Skibenæs at seta hol á, og stutt eftir gjørdi hann tað eisini til 2-0. Áki L. Hansen økti til 3-0, og tá var dyst- urin í roynd og veru av- gjørdur. Síðani legði Magn- us Hansen heimaliðið á odda til 4-0, áðrenn Mortan Hansen, sum ofta hevur leikt við 1. deild, setti punktum við at skora fimta og seinasta málið hjá runa- víkingum. NSÍ vann sostatt ein sera sannførandi sigur, og teir eru enn við í kappingini um heiðursmerkini. Haraftur- ímóti má LÍF ansa sær, um teir ikki skulu flyta niður í 3. deild. LÍF liggur á níggj- unda plássi, tvey stig framman fyri KÍ, sum ligg- ur á aftasta plássi í 2. deild. Næsta vikuskiftið fer NSÍ til klaksvíkar at spæla móti botnliðnum í 2. deild, KÍ. Tá skulu teir helst hava trý stig, tí um teir søpla ov nógv stig burtur, missir NSÍ uttan iva oddaliðini úr eygsjón. Næsta vikuskiftið skal LÍF suður til Hvalbiar at spæla móti Royn, og verður tað ein sera týðandi dystur um botnin í 2. deild. Royn liggur á áttanda plássi við 14 stigum, meðan LÍF hev- ur 13 stig. So dysturin næsta vikuskiftið kemur at hava stóra ávirkan á, hvat lið flyt- ur niður, og hvat lið megnar at vera verandi í 2. deild. Dimm skýggj reka yvir fót- bóltshimmalin á Ólafsfirði, har tað annars hesa ársins tíðina er ljóst allan sólarkringin. Leiftur, sum øll á Ólafsfirði eru góð við og fylgja í góðum og minni góðum er í tungum sjógvi. Í løtuni bendir einki á, at fót- bóltsskútan á Ólafsfirði ikki fer at kollsigla. Leiftur er á 10. og aftasta plássinum, og tað eru seks stig upp til triðji aftasta plássið og harvið bjargingina undan niðurflyting. Í fyrradagin varð ein bjarg- ingarroynd gjørd. Hon meiri enn hálv miseydnaðist. Næst- aftasta liðið, Stjarnan, var á Ólafsfirði, har útsetti dysturin frá 7. leikumfarinum var á skránni. Úrslitið gjørdist 3–3. Tað kunnu teir í Leiftri ikki vera nøgdir við, men sum tað tørnaði út kundu teir einki havt fingið. Stjarnan var á odda 2–0, tá bara tólv minuttir vóru farnir. Alexander Santos minkaði um munin, tá 20 minuttir vóru farnir, og tað var støðan í hálv- leikinum. Hörður Már Markusson gjørdist stóri maðurin hjá Leiftri. Hann javnaði til 2–2, tá tað restaðu tólv minuttir. Men gleðin tóktist vera stokk- ut. Klokkupinnurin hevði ging- ið eina ferð út um vanligu leiktíðina, tá Garðar Árnason skoraði fyri Stjarnuna, sum harvið tóktist fara at vinna. Dómarin hevði lagt nógva tíð afturat, at fagnaðurin var stórur, tá støðuga trýstið frá heimaliðnum bar úrslit við sær. Tá var seinna umfarið 51 mi- nuttir gamalt. Aftur hesa ferð var Hörður Már Markusson málskjútti. Spurningurin er kortini, hvussu nógv tað fer at hjálpa hjá Leiftri, at teir fingu eitt stig burtur úr vitjanini hjá Stjarn- uni. Leiftur, sum hevur spælt trettan dystir, hevur bara níggju stig. Stjarnan, sum saman við teimum flestu av hinum liðunum hevur spælt fjúrtan dystir, hevur tólv stig, og Fram er triðji niðast við fimtan stigum. Uni skoraði ÍA úr Akranesi var í Grindavík og telvaðist um eitt pláss í hálvfinaluni í steypakapping- ini. Tá vanliga leiktíðin var farin stóð á jøvnum 1–1. Heimaliðið kom á odda, tá 58 minuttir vóru farnir, men Sigurður Jónsson javnaði í minuttinum aftaná. Eftir úrslitaleysa longda leiktíð var farið til brotssparks- kapping. Ólafur Þór Gunnars- son, málverjin hjá ÍA, gjørdist dagsins hetja, tí hann bjargaði bæði tí triðja og tí fjórða skot- inum hjá grindavíksmonnum. ÍA menninir vóru allir tryggir úr ellviu metrum, og tí kundi ein sigurssælur Uni Arge so at siga útloysa atgongumerkini til hálvfinaluna, tá hann skoraði til 5–3. Valur reyk út Pól Thorsteinsson er eftir í Ís- landi, meðan hinir landsmenn- inir eru komnir heim at spæla landsdyst. Pól er leikbannaður í trimum undankappingardyst- um, og tí er eingin orsøk hjá venjaranum at brúka hann. Allan Simonsen veit, hvat Pól Thorsteinsson stendur fyri, og hann fer heilt víst eftir árs- skiftið at senda boð aftur eftir honum. Felagið hjá Póli, Valur, var við í telvingini um eitt pláss í hálvfinaluni. Teir spælldu ímóti ÌBV, sum vann 4–1. Val- ur kom á odda longu í 7. minutti, men liðið úr næstbestu deildini megnaði ikki at halda tætt. Fylrkir vann á Breiðabliki og er eisini komið í hálvfinaluna. Ísland: Uni Arge skoraði avgerandi málið, tá Akranse kom í hálvfinaluna í steypakappingini Tað gongur sum eftir ánni hjá føroyska felagnum í norskum fótbólti. Hesa ferð var Sogndal á útivølli í Tromsø, og teir komu suður aftur við øllm stig- unum. Teir tríggir føroysku landsliðsmenninir høvdu stór- an leiklut í 6–2 sigrinum. Til- saman skoraðu teir fýra mál, og í norskum fjølmiðlum verð- ur nevnt, at kanska er tað so- leiðis, at Hans Fróði Hansen, Julian Johnsson og Kurt Mørk- øre trívast best, tá tað verður spælt á norðaru breiddarstig- unum! Dysturin varð spældur longu leygardagin. Fyrstu tjúgu minuttirnar hevði heimaliðið, Tromsdalen, takið. Teir komu á odda, tá eitt korter var farið. Málverjin megnaði bara at hálvbjarga frísparksroynd, og ein av heimamonnunum var fyrstur á returbóltinum. Tá hálvur tími var farin, fótaði Sogndal sær. Ikki minst var tað Julian Johnsson, sum stríddist á miðvøllinum. Um- framt um eyðkeynda leiklutin sum bóltvinnari, hevði hann hesa ferð fleiri góðar sendingar innfyri málið, og at hann eisini skoraði tvær ferðir gjørdi, at hann varð mettur millum teir allar bestu. Sogndal javnaði eftir 35 minuttir, og tveir minuttir seinni sendi Julian Johnsson úr átjan metrum og í málið. Hans Fróði Hansen var í miðverjuni. Í sambandi við deyðbóltsstøð- ur var hann frammi, og fýra minuttir undan steðginum stút- aði hann í kassan, eftir at frí- spark var sent innfyri málið. Tromsdalen minkaði um munin til 2–3, tá seinna um- farið var seks minuttir gamalt. Tá var spenningur í eina løtu, men eftir 73 minuttir tók Julian luftina úr dystinum. Hann økti Sogndal leiðsluna til 4–2 eftir innkast og innfyri. Julian átti eisini sín stóra lut í 5–2 mál- inum, sum kortini varð skrásett sum sjálvmál. Føroyski mið- vallarin stútaði móti málinum, bólturin tók í ein mótstøðu- mann, sum stýrdi honum um strikuna. Kurt Mørkøre hevði fleiri møguleikar, men hann var óheppin og stútaði og sparkaði við síðuna av málinum. Tveir minuttir undan leikloki eydn- aðist tað toppskjúttanum í næst- bestu norsku deildini at skora. Komandi sunnudag skal Sogndal spæla á heimavølli ímóti gamla felagnum hjá Juliani Johnsson, Kongsvinger. Í vikuskiftinum vann Kongs- vinger 2–0 á Sandefjord. Sogndal er framvegis á triðja plássinum, sum gevur møgu- leika til endaspæl um eitt pláss í bestu deildini. Lynn er á odda við 49 stigum, Strømgodset hevur 37 stig, og Sogndal hev- ur 35 stig. Næsti kappingar- neytin hjá Sogndal um triðja plássið er Kongsvinger. Teir hava 30 stig. Tað vil við øðrum orðum siga, at sunnudagin verður talan um so kallaðan seks stigs dyst í Sogndal.. Um tað fer at eydnast før- oyska liðnum at vinna ella í hvussu so er ikki at tapa, so verða teir heilt væl fyri at vinna triðja plássið. Møguleikin at enda næstfrermst og harvið at tryggja sær beinleiðis upp- flyting er framvegis til staðar. jh Føroyskur dagur í Tromsø Noreg: Landsliðsmenninir í Sogndal skoraðu fýra mál, tá teirra lið styrkti um sína støðu í stríðnum um upp- flyting til bestu deildina Tað sær svart út hjá Leiftri HEINI Í SKORINI Tað vóru nøkur sera vøkur mál, sum vóru at síggja í Gundadali leygardagin, tá B36 basti GÍ. Heilt frá byrjan sást, hvat at liðunum ætlaði sær at vinna dystin. B36 legði trýst á gøtumenn frá fyrsta bríksli, og B36 var eisini betra liðið leygardagin. GÍ hevði bara ein veruligan møguleika í øllum dystin- um, tá ein av áleyparunum kom í skotstøðu í brotsteig- inum. Vinkulin var heldur spískur, og Rene Tórgarð tók skotið. Málverjin hjá B36 hevði eftir hetta ikki tað stóra at síggja til. Tað gekk ein løta, men tá B36 hevði fingið fyrsta málið var ongantíð nakar ivi um, hvat av liðunum fór avstað við teimum trimum stigun- um. GÍ vann fyrra dystin millum liðini, men gøtu- menn vístu einki av tí spæl- inum leygardagin. Fyrst var tað aldursforset- in á B36 liðnum, Karl Leonson, sum við einum rúkandi langskoti legði B36 framum. Verjuspælarin var komin eitt sindur fram á vøllin, og hann gjørdi ikki mætari enn at langa bóltin í málið úr langari fjarstøðu. Næsta málinum stóð Gunnar Nielsen fyri. Hann kom at standa fríur beint Heiðursmerki at hóma hjá B36 2. deild: B36 vann 4-0 ímóti GÍ, og eingin ivi var nakrantíð um, hvønn veg dysturin fór at koppa uttanfyri brotsteigin, og við einum bleytum skoti legði hann B36 framum 2-0, sum eisini var støðan í hálvleik- inum. GÍ hótti ongantíð heimaliðið eftir fyrsta mál- ið, og B36 tók sær mestsum at løttum, eftir at hava lagt seg framum. Í seinna hálvleiki fekk B36 tvey mál og sló harvið sigurin rimmarfastan. Nú vóru tað teir yngru spælar- arnir, sum gjørdu um seg. Dómarin dømdi fríspark til B36 beint uttanfyri brots- teigin, og Johnny Samuel- sen sendi frísparkið bein- leiðis í málið miðskeiðis í seinna hálvleiki. Síðani skoraði Ragnar Poulsen móti endanum á dystinum, eftir at hann hevði bart seg ígjøgnum verjuna hjá gøtu- monnum, og hann fekk lirka bóltin ta seinastu leiðina í málið. B36 er við hesum sigr- inum við aftur í stríðnum um heiðursmerkini, men tað krevur eisini, at teir fáa meira burturúr á útivølli, har úrtøkan ikki hevur verið tann besta. B36 er hinvegin tað einasta liðið, sum enn ikki hevur tapt á heimavølli í hesum kappingarárinum. Næsta vikuskiftið gongur leiðin suður til Tvøroyrar, har teir møta TB. Í fyrru hálvu vann B36 heili 5-1 á TB. TB vil óivað hava hevnd yvir tað stórtapið, men teir hava eisini brúk fyri stigunum, um teir skulu beinleiðis uppaftur í bestu deildina. B36-GÍ 4-0 (2-0) 1-0: Karl Leonsson 2-0: Gunnar Nielsen 3-0: Johnny Samuelsen 4-0: Ragnar Poulsen B36 fekk enn ein sigur á kontina, t á teir leygardagin tóku ímóti teimum næstbestu hjá GÍ Regin varð nr. 8 Leygardagin var kappingin um at gerast heimsins sterkasti av. Regin Vágadal gjørdist nr. 8 JÁKUP MØRK Hóast darvaður av skaða, so megnaði Regin Vágadal kortini at fullføra kapping- ina um at gerast heimsins sterkasti, tó at skaðin hevði við sær, at hann gjørdist aft- astur av teimum, sum full- førdu kappingina. Talið av luttakarum í fin- alubólkinum var annars 10 mans, men tveir teirra noyddust at gevast tíðliga í kappingini. Treiskni Okkum eydnaðist ikki at fáa fatur á Regini eftir kapping- ina, men umvegis Útvarpið lat hann frætta frá sær leyg- ardagin. Hann greiddi tá frá, at hann sum so einki fekk gjørt fyri at bøta um endastøðu sína í finalubólkinum, tí skaðin í økslini gjørdi ov nógv um seg í so máta. Hann var tó sera fegin um, at tað var eydnast hon- um at røkka finalubólkin- um, og ikki minst at hann, hóast pínuna, megnaði at fullføra kappingina. Tað, sum hann legði størsta dent- in á hesum sambandi, var, at hann við hesum hevði givið sponsorum sínum nakað av valuta fyri stuðul- in, sum teir hava latið. Sendingarnar frá kapp- ingini um at gerast heimsins sterkasti verða varpaðar til hundratals milliónir hyggj- arar, og fyri stuðlarnar hev- ur tað sjálvandi alstóran týdning, at teir eru skíggj- anum so ofta sum gjørligt. Vísti sanna styrki At Regin er ein sterkur knassi, er sum so einki nýtt, men fram til skaðin byrjaði at gera um seg, vísti hann veruliga, at hann hoyrir heima í heimselituni í so máta. Vert er í hesum sambandi at leggja til merkis, at hann megnaði at vinna seg fram til finaluumfarið, hóast skaðin darvaði honum í trimum av kappingargrein- unum í bólkaumfarinnum, har Regin var so óheppin at koma í torførasta bólkin yvirhøvur. Komandi vikurnar fer før- oyski risin at rigga seg til kappingina um Atlantsrisan. Hendan verður fyrst í kom- andi mánaði, og verða fleiri av finaluluttakarunum úr kappingini um heimsins sterkasta tá at síggja í Føroyum. Vónandi er økslin hjá Regini batna nakað til ta tíð, soleiðis at hann við stuðli frá heimaáskoðarunum rættuliga kann sleppa at gera um seg. Størsti spurningurin undan kappingini um at gerast Atlantsrisin tykist vera, hvørt økslin hjá Regini Vágadal verður nóg sterk til kappingina Skrivaðu sponsorsáttmála Havnar Svimjifelag hevur fyri fyrstu ferð gjørt sponsor- sáttmála, og tað er tað Suðuroyar Sparikassi, sum er við í nýskapandi avtaluni JÁKUP MØRK Hjá nógvum av ítróttafeløg- unum her á landi, hevur tað í nógv ár verið vanligt, at tey á ymsar hættir hava ver- ið stuðlað av vinnulívinum, soleiðis at tað fíggjarliga gerst lættari at reka feløgini. Ikki lokkandi Eitt undantak í so máta hava verið svimjifeløgini, og or- søkin til hetta hevur eisini verið nóg so eyðsýnd. Með- an tað hjá eitt nú fót- og hondbóltsleikarum ber til at prenta búmerki hjá stuðlum á búnarnar, kunnu svimjarar ikki á sama hátt hava bjóða hendan møguleika, og tí er hetta als ikki so lokkandi hjá sponsorum. Hóast Suðuroyar Spari- kassi nú hevur brotið upp úr nýggjum á økinum, merkir hetta tó ikki, at vit í framtíðini fara at síggja svimjarar við tatoveraðum búmerki á kroppinum. Hinvegin inniber avtalan, at stuðulin fær búmerkið við í teimum tiltøkum, sum svimjifelagið skipar fyri, og sammett við undanfarin ár eru hesi ikki so fá í tali. Tá svimjikalendarin fyri komandi ár varð lagdur til rættis, eydnaðist havnar- fólkunum at fáa eitt nógv størri tal av kappingum í sín part, og hetta hevur so sjálv- andi bøtt um møguleikan at fáa ein stuðul. Betra elituna Á tíðindafundi fríggjadagin varð annars greitt frá, at størsti parturin av stuðuls- upphæddini skal nýtast til at betra um støðið hjá fremstu svimjarum felags- ins. Ætlandi skulu hesir fáa betri venjingarumstøður, sum fyrst og fremst skulu koma til sjóndar í dugna- ligum venjarum, soleiðis at seinasta stigið móti toppin- um kann takast. Breiddin í felagnum er annars eisini sera stór, og leiðslan í felagnum vónar eisini, at stuðulin kann koma teimum til góðar, hó- ast hesin partur av virksem- inum ikki er so peninga- krevjandi sum elitan. Eitt nú vóna teir at kunna víðka um útboðið av tilboð- um, soleiðis at svimjingin kann raka eitt enn størri tal av íðkarum, og yvirhøvur er tykist leiðslan at miðja móti einari miðvísari øking av felagnum, sum í dag telur knappliga 600 limir. Fríggjadagin skrivaðu Havnar Svimjifelag og Suðuroyar Sparikassi undir fyrstu høvuðssponsor- avtaluna í søguni hjá Svimjifelagnum Mynd: Álvur Haraldsen