sunnudagur 6. februar 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 26 - 8. februar 2005
Nýggjur PW-handil letur upp á Skála
Í dag, 8. februar, lata
feðgarnir, Petur Eirik
og Hans Jørgen Djur-
huus, nýggjan handil
upp á Skála. Handilin
húsast í miðhæddini í
bygninginum, har
JOMA á Skála hevur
verið seinastu árini.
Hetta er annar PW-
handilin, sum teir
báðir hava í Eysturoy
NÝGGJUR HANDIL
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nýggi handilin á Skála er
tann fjórði handilin í røðini
hjá søldfirðinginum, Petur
Eiriki.
Handilin, sum hann hev-
ur á Heykavegi í Havn og
handilin á Argjum, eru
kendir undir navninum, PE,
sum stendur fyri Petur Eir-
ik. Handilin í Norðragøtu,
sum hann eigur saman við
soninum, Hans Jørgeni,
eitur PW og handilin, sum í
dag letur upp á Skála, fer
eisini at kallast PW. Eins og
í Norðragøtu, eru feðgarnir
eisini saman um handilin á
Skála.
PW er gamla navnið á
handlunum í Søldarfirði,
sum ættfedrarnir hjá Petur
Eiriki og Hans Jørgeni áttu
í næstan hundrað ár.
– Vit hava valt at kalla
handlarnar í Eysturoy PW –
og ikki PE.
Petur Eirik ásannar, at
hetta hevur nakað við
kenslur og fortíðina at gera,
og hann heldur, at fólk í
Eysturoy eru fegin um at
síggja gamla handilsnavnið
aftur á skeltinum.
Størri úrval
Hann sigur, at handilin á
Skála fer at hava eitt størri
vøruúrval enn handilin,
JOMA, sum læt aftur, 28.
januar í ár.
– Hetta verður ein van-
ligur matvøruhandil við
øllum vanligum gerandis-
vørum. Handilin verður
partur av ketuni, Samkeypi,
eins og hinir tríggir handl-
arnir, sum vit hava.
Petur Eirik sigur, at opið
verður vanligar dagar frá
klokkan 8-22, leygardag frá
klokkan 9-22, og sunnudag
verður stongt.
Leiðari í handlinum á
Skála verður fuglfirðingur-
in, Palli Vang, sum er út-
búgvin bankamaður og í
nøkur ár hevur arbeitt hjá
FDB, sum er ein Keyps-
samtøka í Keypmannahavn.
Aftrat leiðaranum, verða
trý fólk í føstum starvi á
Skála, umframt eini seks
ungfólk, sum skiftandi fara
at hjálpa til.
Á Selatrað
Petur Eirik veit at siga, at
áhugin fyri handilsvirksemi
liggur langt, langt afturi í
familjuni.
– Tann fyrsti handilsmað-
urin í familjuni, sum vit
vita um, var Andrias Djur-
huus, sum handlaði á Sela-
trað. Eg havi skilt, at hann
var tipp-oldurabbi mín. Í
Søldarfirði vóru bæði lang-
abbi, abbi og pápi mín
handilsmenn.
Pápi
og
mammubeiggi, Hans Erik
Djurhuus og Hans Alberg
Weihe, yvirtóku handilin
og róku bæði handils-og
reiðaravirksemi. Í sínari tíð
skapti handilin nógv ar-
beiði í Søldarfirði, tí fiska-
arbeiði var eisini knýtt at
hesum virksemi.
Tað var 8. mars 1983, at
Petur Eirik læt sín fyrsta PE-
handil upp. Hetta var í
Stoffalág í Havn. Handilin
húsaðist í somu hølum, til
hann flutti á Heykaveg á
Hálsi í Havn, 28. apríl í fjør.
Petur Eirik stendur sjálv-
ur fyri dagligu leiðsluni á
Heykavegi.
Annar PE-handilin hjá
Petur Eiriki læt upp á Argj-
um, 14. mai 2002, og dag-
ligur leiðari á Argjum er
Ingi Ørvarodd, sum býr í
Havn.
PW-handilin í Norðra-
gøtu eigur Petur Eirik sum
nevnt saman við soninum,
Hans Jørgeni, og har situr
Hans Jørgen við dagligu
leiðsluni.
Vit ynskja feðgunum
báðum góða eydnu og góð-
an byr, nú latið verður upp
á Skála í dag.
PW-handilin, sum letur upp á Skála í dag, er annar PW-
handilin hjá feðgunum báðum, Hans Jørgeni og Petur Eiriki, í
Eysturoy. Í Havn og á Argjum hevur Petur Eirik tveir PE-
handlar
Mynd: Vilmund Jacobsen
MARKNAÐARRÁK
Farna vika var full av
áhugaverdum lyklatølum,
sum hvør sær vanliga klára
at flyta marknaðirnar, um
tey ikki verða heilt sum
væntað. Men marknaðirnir
vóru sera friðarligir, tí
íleggjarar
bíðaðu
eftir
fríggjadegnum, tá amerik-
anska arbeiðsmarknaðar-
frágreiðingin fyri januar
mánaða varð kunngjørd.
Hon er enn ein tann týdn-
ingarmesta
hendingin
hvønn mánað. Hesaferð var
hon serliga áhugaverd, tí
undanfarna frágreiðingin
fyri desembur gav eina
nakað blandaða mynd av
búskapinum.
Frágreiðingin umfatar ar-
beiðsloysisprosent, tíma-
løn, arbeiðstímar, nýggj
størv í framleiðsluídnaðin-
um, og so tað sum mest
verður hugt at, nevniliga
talið á nýggjum størvum
uttan fyri landbúnaðin. Í
januar komu 146.000 tílík
nýggj størv, og marknaðir-
nir væntaðu 200.000. Har-
aftrat varð talið fyri desem-
bur lækkað við 24.000. Av
tí, at hetta var verri enn
væntað, fekk tað renturnar
at lækka. Partabrøv broytt-
ust tó einki serligt, og tað er
eisini týdningarmikið at
halda sær fyri eyga, at
146.000 nýggj størv er á
leið nokk til, at talið á
nýggjum størvum fylgir við
vøkstrinum í fólkatalinum.
Norrønu
partabræva-
marknaðirnir stóðu seg væl
í farnu viku og vóru ikki
ávirkaðir av vánaligu ar-
beiðsmarknaðarfrágreiðing
ini. Teir hækkaði sløk 3%,
og Vestas hækkaði heili
6,6%, tá gitingar vóru
frammi um, at stórar bí-
leggingar eru á veg úr
Avstralia og Spania.
Umframt Ericsson, so
kunngera fleiri av teimum
norrønu bankunum hesa
vikuna roknskapir sínar,
m.a. SEB og Danske Bank.
Fyritøkurnar Cisco og Dell
kunngera eisini, og hesir
kunnu ávirka partabræva-
gongdina hesa vikuna.
Einki í løtuni bendir á, at
partabrøv ikki skulu standa
seg væl framyvir.
Hendan vikan verður
soltin hvat viðvíkir lykla-
tølum. Tey mest áhuga-
verdu verða amerikanski
handilsjavnin fyri januar,
týsk ídnaðarframleiðsla, og
mánaðarliga frágreiðingin
frá evropiska miðbankan-
um, ECB, fyri februar.
Marknaðirnir vænta at und-
irskotið á amerikanska
handilsjavnanum minkar
eitt sindur. Handils- og
gjaldsjavnahallið
leggja
trýst á dollaran. Í vikuskift-
inum segði Greenspan, for-
maður í amerikanska tjóð-
bankanum, at gjaldsjavna-
hallið kann koma í eina
fasta legu, og um handils-
javnin er betraður í januar,
kann hetta styrkja dollaran
eitt styttri tíðarbil.
Dollarin kann styrkjast
Rentur
Partabrævavísitøl
Renta
Kursur
+/- %
Diskonto
2,00%
0,00%
KFX, Danmark
297,2
2,6%
2 ára lánsbræv
2,41%
-0,02%
OMX, Svøríki
755,6
2,8%
5 ára lánsbræv
2,96%
-0,02%
Eurostoxx 50, Evropa
3.037,1
2,7%
10 ára lánsbræv
3,59%
-0,08%
S&P 500, USA
1.203,0
2,7%
Íløgufeløg
Gjaldoyru
Kursur
+/- %
Kursur
+/- %
Lánsbrøv í DKK
107,16
0,2%
USD
5,78
1,3%
Evru Lánsbrøv
172,69
0,3%
EUR
7,44
0,0%
Norrøn Partabrøv
88,01
3,1%
GBP
10,85
0,7%
Altjóða Vøkstur
60,44
0,9%
NOK
0,90
-0,4%
Renta og kursir kl 10 ígjár. Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan.
+/- %-stig
Vika 6, 2005
www.kaupthing.fo