Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 6. februar 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 26 - 8. februar 2005 9 Gera kanska skúla í Suðuroy til næmingar við trupulleikum Hovbingar sinnaður at hava fólkaatkvøðu seinni Hovbingar høvdu ikki at stundir at skipa fyri fólkaatkvøðu um kommunusamaleggin g í dag, men teir eru sinnaðir at arbeiða víðari við málinum KOMMUNUSAMAN- LEGGING Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Hovbingar eru sinnaðir at arbeiða víðari við tankan- um um at halda fólkaat- kvøðu um at leggja komm- unur í oynni saman. Tað samtykti Hovs Bygdaráð á fundi leygar- dagin. Tvøroyrar Býráð hevur annars heitt á kommunur- nar um at skipa fyri fólka- atkvøðu um kommunusam- anlegging í dag, samstundis sum fólkatingsval er. Tá ið kommunuvalið var í november, høvdu Tvør- oyrar og Sumbiar komm- una eisini fólkaatkvøðu um at leggja alla oynna saman í eina komunu og í báðum plássum var stórur meiriluti fyri tí. Og Tvøroyrar Býráð heldur, at vit eiga at fáa at vita, hvat suðuroyingar halda um kommunusam- anlegging og tí varð heitt á hinar fimm kommunurnar um at brúka fólkatingsvalið sum eitt høvi til at skipa fyri fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging. Men ongin kommuna fer at taka áheitanina til eftir- tektar. Leygardagin viðgjørdi Hovs Bygdaráð áheitanina, men har var niðurstøðan, at skotbráið var alt ov stutt og tí verður ongin fólkaat- kvøða á hesum sinni. Í farnu viku vóru brævat- kvøðurnar longu við at koma inn. Somuleiðis vóru sjómenn burtur eins og aðrir veljarar eisini vóru burtur. Sostatt høvdu tað verið nógvir veljarar, sum ikki høvdu havt møguleika at velja. Men Hovs Bygdaráð vísti als ikki tankanum um eina fólkaatkvøðu við sær. So- statt staðfesti bygdaráðið eisini at tað er sinnað at arbeiða víðari við málinum og at hava eina fólka- atkvøðu seinni, tá ið málið er betri fyrireikað. Men Hov Bygdaráð hev- ur eisini fyri langari tíð samtykt, at skal talan vera um at leggja saman, skal øll Suðuroyggin verða ein kommuna, tí at leggja sam- an í tvær kommunur førir ongabroyting við sær, tí so slepst ikki undan tvídrátt- inum ímillum syðru- og norðaru helvt. Aðrar kommunur halda eisini, at skotbráið varð so stutt. Men summar kommunur halda eisini, at tað er neyðugt at fyrireika málið betri. Àðrenn eina fólkaatkvøðu vilja vilja tær tí hava eina fakliga lýsing av fyrimunum og vansum við samanlegging fyri at geva borgarunum eitt betri støði at taka støðu útfrá. Landsstýrið umhugs- ar nú møguleikanum um at gera ein skúla í Fámará í Suðuroy til skúlanæmingar sum ikki megna at laga seg eftir vanliga fólkaskúlanum SKÚLATILBOÐ Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú verður gamli bónda- garðurin í Fámará í Suð- uroy kanska skúli fyri næmingar, sum hava trup- ult við at laga seg eftir van- liga fólkaskúlanum. Landsstýrismaðurin í skúlamálum, Jógvan á Lakj- uni, hevur fingið eitt álit frá einum arbeiðsbólki um, hvussu hesin fjarskotni bóndagarðurin í Fámará á vestursíðuni í Suðuroy kann gerast til ein skúla fyri næmingar, sum ikki fáa ver- ið í vanliga fólkaskúlanum av ymsum orsøkum, eitt nú av sosialum orsøkum. Hetta var ein arbeiðs- bólkur, sum Annlis Bjark- hamar setti, tá ið hon var landsstýriskvinna í menta- málum til at kanna málið um, hvussu Fámará kann gerast til ein slíkan skúla. Her verður serliga hugs- að um næmingar í fram- haldsdeildini, tvs, næm- ingar ímillum 14 og 17 ár. Í arbeiðsbólkinum sótu Nick Thomsen, sum boðaði fólkaskúlan, Emmy Joen- sen, sum umboðaði menta- málaráðið og Súsanna Nolsøe, sum umboðaði Al- manna- og heilsumálaráðið. Av tí at jarðarráðið eigur festið í Fámará, var eisini Gunnar Bjarnason á Jarðar- ráðnum við í arbeiðsbólk- inum. Sjey næmingar sendir av landinum Jógvan á Lakjuni sigur at tað eru fleiri næmingar, sum hava trupult við at laga seg eftir vanliga fólkaskúl- anum og tí er tað heilt av- gjørt tørvur á einum ser- ligum tilboði til teir. – Í løtuni eru vit í teirri støðu, at vit hava einki at bjóða hesum næmingum og vit hava sostatt sent sjey næmingar á serligar stovnar í Danmark tí teir hava yms- ar trupulleikar sum gera, at teir fáa ikki verið í vanliga fólkaskúlanum. Landsstýrismaðurin heldur, at hetta er ikki nøkt- andi. Tí eiga vit at gera eitt tilboð til hesar næmingar og í tí sambandi er hugskot- ið komið um at gera eitt skúlatilboð til slíkar teir í Fámará. Fyribils er lagt upp til at pláss skal vera til einar 14- 16 næmingar í Fámará. – Ætlanin er at talan skal vera um eitt skúlatilboð, sum bæði byggir á tað verk- liga og tað bókliga. Tað merkir, at næmingar- nir skulu fáast við alt vanligt arbeiði á einum bóndagarði við seyði, velt- ing og øllum øðrum, men so skuldu teir eisini hava eina ávísa skúlagongd. Harafturat er tað ikki so langt til Vágs, har næm ing- arnir so kunnu fáa onnur, verklig tilboð, eitt nú um- borð á sluppini Johonnu, í sambandi við ítrótt og annað. Ætlanin er at talan skal vera um ein kostskúla og tað merkir, at næmingarnir skulu búgva á skúlanum. Fámará væl hóskandi Sjálvur heldur Jógvan á Lakjuni, at Fámará er sera væl hóskandi til endamálið, tí plassið er passaliga fjar- skotið, men kortini er tað ikki so langt frá Vági, har flestu hentleikar eru. – Tað eru ikki nógv pláss í Føroyum, sum liggja so væl fyri til eitt slíkt enda- mál, heldur hann. Jógvan á Lakjuni veit ikki enn um ætlanin verður til veruleika, men nú skal tað viðgerast meir. Enn er ætlanin avgjørt bert á hug- skots-støði og týsdagin kunnaði hann landsstýrið um álitið hjá arbeiðsbólkin- um. Men hann viðgongur, at honum dámar væl hug- skotið. Kortini ásannar hann, at hetta er eitt dýrt skúlatil- boð. Hann væntar, at tað verður neyðugt at brúka einar 10 milliónir til at byggja hús um og byggja út í Fámará. Somuleiðis er neyðugt at gera stórar ábøtur á vegin til Fámará, sum er vána- ligur. Harafturat verður neyð- ugt við einum 10-11 starvs- fólkum av ymsum slagi í seinum slíkum skúla so raksturin er eisini dýrur. Hann sigur, at verður hetta sett í verk, kemur landið helst at betala bróð- urpartin av útreiðslunum, men hann heldur eisini, at kommurnar, haðani næm- ingarnir á skúlanum eru, eiga at betala eina ávísa upphædd fyri hvønn næming. Jógvan á Lakjuni sigur, at hann er eisini í ferð við at kanna aðrar møguleikar fyri at skapa eitt tilboð til slíkar næmingar, eitt nú í sambandi við arbeiðs- marknaðin, har næmingar- nir kunnu vera á einum arbeiðsplássi ein ávísan part av degnum. Her, á fjarskotna bóndagarðinum í Fámará á vestursíðuni á Suðuroy, eru tankar frammi um at gera ein serligan skúla til næmingar, sum ikki megna at laga seg eftir vanliga fólkaskúlanum. Í Fámará skulu næmingarnir fáast við alt, sum hoyrir einum vanligum bóndagarði til, men teir skulu eisini kunna fáa eina ávísa skúlagongd